Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 • týsdagur • 7. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Toppskjúttin í lands- kappingini hevur givið avboð, og aftasti maður hjá HB hevur fingið boð ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Helgi L. Petersen fer ikki við landsliðnum, tá Allan Simonsen og hansara menn sunnudagin fara til Jugo- slavia. Toppskjúttin í lands- kappingini heldur seg ikki vera nóg væl fyri at spæla landsdyst. Stutt undan summarsteðginum varð hann skaddur, og tað hevur darvað venjingini so mikið, at Helgi ikki heldur seg vera í toppvenjing. Helgi var við GÍ á Eiði sunnudagin, men hann heldur, at tað skal meiri til at spæla ímóti Jugoslavia í Beograd, enn tað skal til at spæla á Mølini ímóti EB/ Streymi. Sjálvandi er tað nakað um hetta. Spurn- ingurin er so, um Helgi verður nóg væl fyri at spæla, tá GÍ hósdagin skal royna seg í Europa Cup. Meiri verju Tá Allan Simonsen í síðstu viku boðaði frá hvørjar átjan, hann ætlaði at hava við til Beograd, var m. a. lagt til merkis, at tríggir verjuspælarar komu inn í hópin. Nú er ein verjus- pælari afturat komin í hópin. Í staðin fyri Helga L. Petersen hevur venjarin sent boð eftir Jóhannesi Joensen, sum tað í fyrsta umfari ikki var pláss fyri. Jóhannis var sunnudagin í HB miðverjuni. Umframt Jóhannis vóru tríggir aðrir landsliðsspælarar á vøll- inum. Jón Rói Jacobsen var í HB álopinum. Fleiri ferðir sást, hvussu skjótur hann er á fyrstu metrunum, men Jón Rói hevði ikki margi- nalirnar við sær, tá hann kom ímóti málinum. HB málið skoraði ein annar landsliðsmaður, Rógvi Jacobsen. Fyrr í summar hava vit nevnt, at Rógvi hevur ikki ein leiklut á HB liðnum, sum ber møguleikar hjá honum at vísa styrkina í luftspælin- um og at gera nýtslu av nógvu ferðini. Sunnudagin var Rógvi í meiri fram- rættaðum leikluti, enn hann hevur verið fleiri ferðir fyrr í summar. Burtursæð frá at hann skoraði, so sást ikki nakað serligt til Rógva. Triði landsliðsmaðurin í Gundadali var Kurt Mørk- øre. Hann gjørdi ikki so ógvuliga nógv um seg, men hann skoraði eitt mál. Tá Kurt fyri tveimum árum síðani spældi sín síðsta dyst, áðrenn hann fór til Sogndal, var tað í Gunda- dali ímóti HB. Ta ferðina skoraði hann eitt sera avgerandi mál. Talan var um eitt meiri ella minni kloddaskot ta ferðina, men tað taldi nógv. Sunnudagin skoraði Kurt aftur eitt meiri ella minni kloddamál, men tað taldi nógv. Kurt var framvið og vann nærdyst, eftir at nýggi HB málverjin hevði hálvbjargað góðari skotroynd. Allan Mørkøre eigur metið í landsdystum, men í løtuni er hann fyrrverandi landsliðsspælari. Ætlanin hjá Allani í Gundadali var sjálvandi at vísa, at tað er eitt mistak, at hann ikki er úttikin til dystin í Jugo- slavia. Allan var ikki ser- liga eyðsýndur, og Ion Geolgau helt hann ikk vera betri, enn at hann varð skiftur út í 2. hálvleiki. Spurningurin er, um tað var rætta avgerðin, tá støðan var, sum hon var. Tað var týðuligt, at Allan Mørkøre órógvaði meiri KÍ á framrættaða miðvallar- plássinum, enn hann í 1. hálvleiki hevði gjørt í høgra borði. Aðrir møguleikar Á Sandi vóru fýra lands- liðsspælarar við í B36 sigrinum á B71. Pól Thorsteinsson, Jens Krist- ian Hansen og John Peter- sen mugu roknast at vera sera góð boð til byrjunar uppstillingina í Jugoslavia. Fjórði maðurin var Jákup á Borg. Hann hevur síðstu ferðirnar verið á vongverj- anum í høgru, sum Allan Mørkøre í eitt tíggju ára skeið næstan hevði einarætt til – um hann ikki var longri frammi á miðvøll- inum. Tað kann roknast við, at Jákup á Borg fer at spæla á hesum plássinum í Jugo- slavia. Um ikki so verður tað tí, at liðfelagin í B36, Pól Thorsteinsson, verður tikin framum. Á Sandi var Heðin á Lakjuni eyðsýndur. Hann skoraði tvey B36 mál, og hann varð mettur at vera kanska besti maður á vøllinum. Heðin hevur áður verið í landsliðshópinum, men nú er langt síðani, at boð vóru eftir honum. Tá Heðin ikki fær landsliðs- boð, nú fleiri av álops- monnunum eru skaddir, og hann telist millum bestu málskjúttarnar í landinum, so má tað takast sum ábending um, at venjarin ikki roknar við honum longur. Ein verjuspælari afturat til Jugoslavia Helgi L. Petersen noyðist í løtuni at hyggja langt eftir landsliðssessinum. Toppskjúttin í landskappingini er smáskaddur, og hevur givið avboð til Allan Simonsen Mynd: Jens Kr. Vang Men tað lagaði seg kortini so mikið illa, at U–17 dreingirnir endaðu á aftasta plássinum í NM kappingini Tað var ein fínur slutt- spurtur hjá U–17 dreingj- unum í NM kappingini í Jyllandi. Leygardagin vunnu teir 2–1 ímóti Finnlandi, og sunnudagin spældu teir 2–2 ímóti Íslandi. Samanlagt var talan um nógv tey bestu úrslitini í umleið tíggju ára longu NM søguni hjá hesum aldursbólkinum. Úrslitini hava verið støðugt batn- andi, men tað er ongantíð komið fyri, at talan hevur verið um so tættar dystir sum hesa ferð. Ongland vann kapping- ina. Kanska var tað einki at siga til, at Føroyar taptu 4–1 ímóti teimum. 3–0 tapið ímóti Noregi var harmuligt, tí tá mistu føroyingar ein mann longu í 1. hálvleiki. Tað lagaði seg so mikið illa, at Føroyar endaðu á aftasta plássinum. Í síðsta dystinum var farið bein- leiðis til brotssparks- kapping. Gunnar Nielsen í føroyska málinum bjargaði einum skoti, meðan ís- lendski málverjin bjargaði tveimum skotum. Ingi skaddur Ímóti Finnlandi legði Jóhan Petur Poulsen Føroyar framum í 8. minutti. Eftir stikkbólt frá Bárðuri Joen- sen var toftamaðurin enn eina ferð tryggur. Bara smáar tíggju mi- nuttir seinni kom tað ógvu- liga illa við hjá føroy- ingunum, at liðformaðurin og nýggi Arsenal spælarin, Ingi Højsted noyddist at taka seg aftur. Seinni vísti tað seg, at ein lítið bein er brotið. Ingi er nú aftur í London, har hann skal koma fyri seg. Og tað sá uppaftur verri út, tá Finnland í 52. minutti javnaði til 1–1 beinleiðis upp á fríspark. Men so var tað, at Rasmus Nolsøe, verjuspælarin úr TB, tók søkina í egnar hendur. Við frísparki úr 25 metrum smekkaði hann umvegis stólpan og í kassan. Tá restaðu sjey minuttir, og síðstu løtuna eydnaðist at halda tætt. Føroyska liðið sá soleiðis út ímóti Finnlandi: Gunnar Nielsen, HB – Júsinus R. Hansen, NSÍ, Eli Thor- steinsson, HB, Rasmus Nolsøe, TB, Jónas Þór Næs, B36 -– Bárður H. Joensen, HB (Tummas Pauli Olsen, B71 í 2. hálvleiki), Marni Djurhuus, EB/Streymur, Ingi Højsted, Arsenal (Bergur Midjord, B36 22.), Símun Samuelsen, VB (Hanus Thorleifsson, Skáli, í 2. hálvleiki) – Rókur av Fløtum Jespersen, HB, Jóhan Petur Poulsen, B68 Spælstýrandi ímóti Íslandi Fyri fáum árum síðani var ein javnleikur í kappingini nóg mikið hjá Føroyum at spæla um fimta plássið. Hesa ferð rakk ein sigur ikki meiri enn til spæl um sjeynda plássið. Tað var óheppið. Noreg vann bara ímóti Føroyum, men teir spældu um triðja plássið. Føroyska liðið hevði bóltin meiri enn mótstøðu- menninir, og tað hevði einki forgjørt verið í, at leiðslan var størri, tá tað var hálvleikt enn 1–0. Rasmus Nolsøe legði Føroyar framum ímóti Íslandi. Aftur hesa ferð var talan um fríspark. Frá- støðan var 30 metrar, og bólturin sat dygst undir samankomingini. Tá var ein hálvur tími farin. Í 48. minutti kom Ísland upp á javnt, og tveir minuttir seinni vóru føroyingar so óhepnir at gera sjálvmál. Men hesa ferð høvdu føroyingarnir hepnið við sær í tíðinin, sum dómarin hevði lagt afturat. Eftir fríspark var Jústinus R. Hansen hægstur og stútaði í málið. Í brotssparkkappingini bjargaði føroyski málverjin einum skoti, meðan ís- lendski málverjin bjargaði tvær ferðir. Føroyska liðið ímóti Íslandi: Gunnar Nielsen, HB – Bergur Midjord, B36, Eli Thorsteinsson, HB, Rasmus Nolsøe, TB, Jónas Þór Næs, B36 (Hanus Thorleifsson, Skáli í 2. hálvleiki) – Bárður H. Joensen, HB (Tummas Pauli Olsen, B71 í 2. hálvleiki), Símun Samuel- sen, VB (Jústinus R. Hansen, NSÍ í 2. hálvleiki), Marni Djurhuus, EB/ Streymur, Magnus Skora- líð, LÍF – Rókur av Fløtum Jespersen, HB, Jóhan Petur Poulsen, B68 jh Dreingirnir fingu bestu úrslitini higartil 11 10 Nr. 149 - 7. august 2001 Tórshavn, 3. august 2001 Viðvíkjandi góðkenning av leigusáttmála á matr. nr 151a, Tórshavn Góði Jan! Málið viðv. leigusáttmála á matr. nr 151a hevur havt okkara áhuga síðan vit á fyrsta sinni blivu kunnaði um tað fyri góðum 2 árum síðani. Fyrst skal sigast, at vit fegin vilja hava grannar her á Tinganesi og tey stig, vit hava tikið í málinum, ikki eru rættað móti tí per- sóni, sum leigusáttmáli er gjørdur við. Hann skal vera hjartaliga vælkomin at búgva í økinum. Málið hjá okkum snýr seg um fólkaræði, um lóg og landaskil. Vit eru – eins og tú – veljarar og skatt- gjaldarar í Tórshavnar kommunu, og síggja teg sum tann, ið hevur eina størstu ábyrgdina fyri, at vit allir borgarar standa líka fyri lógini og umsitingini. Vit taka sum givið, at tyg- um og aðrir býráðslimir í kommunustýringini fyri- myndarliga royna at fylgja landsins lógum og komm- ununar egnu byggiviðtøk- um. Vit hava sum borgarar tó nakrar spurningar at seta tær í hesum máli, sum vit rokna við, at tú svarar, áðr- enn kommunan tekur stig til at fullfíggja sínar sátt- málabundnu skyldur. Spurningur 1. Er byggiloyvið, sum út- skrivað varð 4.7.2001, giv- ið á slíkan hátt, at allar innanhýsis reglur kommun- unar blivu fylgdar? Spurningur 2. Almenn veðhald yvirfyri privatum er í landspolitisk- um høpi at rokna sum farin tíð. Tí tykir tað okkum sera løgið, at kommunan í leigu- sáttmálanum §§2-4 gevur ávísum borgara veðhald til bygging av sethúsum. Vit hava kannað sáttmál- an sum fíggjarfrøðingar og hava somuleiðis fingið løg- frøðiliga meting av sáttmál- anum, og eru komnir til tað niðurstøðu, at leigusáttmál- in – umframt at vera leigu- sáttmáli – eisini er at meta sum veðhaldslíknandi skjal. Tí um kommunan ynskir at fáa ræði aftur á økinum smb. § 3 í sátt- málanum, skal kommunan yvirtaka skuld. Ítøkiligi spurningur okk- ara í hesum føri er, um landsmyndugleikarnir um- framt at hava góðkent leigusáttmálan sum leigu- sáttmála, eisini hava góð- kent sáttmálan sum skuld- arskjal (veðhaldsskjal) hjá kommununi? Um kommunan ikki tulk- ar leigusáttmálan sum veð- hald til einstakan borgara, vilja vit greitt hava at vita, hvør hongur upp á rest- skuld, um leigari doyr áðr- enn lán er afturgoldið, ella um leigari ikki heldur láns- skyldur sínar? Spurningur 3. Í løgfrøðiligum responsum frá Jógvan Páll Lassen er høvuðsniðurstøðan tann, at Løgmansskrivstovan við at góðkenna leigusáttmálan, eisini hevur góðkent und- antak av galdandi byggivið- tøkum. Hetta er skeiv niðurstøða, m.a. tí at Løgmansskriv- stovan ferð eftir ferð hevur víst á, at leiguskjalið og onnur formlig viðurskifti eru atskild mál. Hetta er eisini greitt stað- fest í grein 13 í leigusátt- málanum: »Partarnir taka fyrivarni fyri at formligu viðurskiftini í samband við matrikulering, býarplani, v.m. eru í lagi, og binda partarnir seg í neyðugan mun til at arbeiða fyri, at møgulig vantandi viður- skifti koma uppá pláss skjótast gjørligt eftir at hesin sáttmálin er undir- skrivaður« Merkir hetta, at Tórs- havnar kommuna ikki vil fylgja vanligum lógarásett- um mannagongdum fyri broyting í byggisamtyktum, sum krevjast, m.a. við at hoyring verður hildin? Spurningur 4. Hevur kommunan líknandi sáttmála við aðrar borg-ar- ar? Hevur kommunan ætl- anir um at gera fleiri líkn- andi sáttmálar við útvaldar borgarar í komandi árum? Við vón um greitt svar, har býráðsformaðurin vísir fyrimyndarliga fylgju av kommununar byggiviðtøk- um og landsins lógum, so- leiðis álit okkara á politisku skipanina, býráðið og bý- ráðsformannin verður styrkt. Jógvan Adolf Johannessen Hin 14. september í tí Harr- ans ári 1946 var fólkaat- kvøða um loysing frá Danaveldi hildin í Føroy- um. Sum ikki einaferð settu kvettingarmenninir eina sanna øsingarherferð ígongd móti teimum, sum heldur vildu vera saman við hinum partinum av ríkin- um. Rakstrarrópini vóru ógvuslig, og orð sum landa- svíkjarar, dirvisloysingar og onnur, sum enn ljótari eru, vórðu nýtt. Her skuldi jú einki verið at ivast í, tí Føroyar vóru jú eitt av heimsins ríkastu londum, søgdu teir, sum hildu seg vera føroyingar av einums erstøkum slag. Herferðin hóast luttøkan ikki var serliga stór á fólka- atkvøðuni, eydnaðist, tí meiriluti vísti seg at vera fyri at kvetta sambandið við Danmark. Frøðin var ógvuslig í fólkaflokkinum, ið – sam- an við einum úr javnaðar- flokkinum – hevði 12 mans av tilsamans 23 á tingi. Men, tað tóktist sum fjáltur var komin á mong av teimum, sum høvdu atkvøtt fyri loysing ella als ikki høvdu atkvøtt, tí við løg- tingsvalið 8. nov. sama ár misti fólkaflokkurin tríggj- ar av sínum ellivu monnum og hevði nú bert átta av tjúgu. Tingmaðurin úr javnað- arflokkinum, sum hevði stuðlað honum, var ikki meira á tingi. Undir krígnum høvdu føroyingar mist nógv skip, og farið var tí undir at endurnýggja fiskiflotan. Men tað skuldi jú borið væl til, tí Føroyar vóru jú sagd- ar at vera eitt av heimsins ríkastu londum! Nógv skip vóru keypt, men tíverri vóru mong av teimum gomul og útslitin – har ímillum trolararnir sum komu til landið í stórum tali. Eina tíð var føroyski trolaraflotin hin størsti í Norðanlondum, men sum heild bar hann seg ikki, og hetta var ein orsøkin til, at Sjóvinnubankin kom í trup- ulleikar og mátti gevast í 1951. Hann varð tó opnað- ur aftur – ja, haldið tykk- um fast – við danskari hjálp. Nú hoyrdist lítið reyp frá teimum, ið áður høvdu havt so stór orð á munni, tí hinar áður so ríku Føroyar vóru ikki so ríkar longur! Nei, tí- verri, nú lógu tær á knøun- um. Og hin áður so stolti og stórorðaði fólkaflokkurin lá nú og svav í føvninginum á sambandinum, til javnaðar- flokkurin vann stórsigur við løgtingsvalið í 1958. Tá vóru einans fimm umboð vald á ting fyri fólkaflokk- in, sum í sínari stórtíð und- an fólkaatkvøðuni í 1946 hevði ikki minni enn 11 av manningini á løgtingi, sum tá taldi 23 mans. Lítið hoyrdist annars um hitt gamla loysingarreypið frá hesum hálvsovandi flokki. Men nú hoyrdist eggjandi reyp frá einum øðrum flokki, og hevði fólkaflokk- urin áður verið øsandi, var hesin ikki frægari. Helst vóru hetta ónøgdir fólkafloksveljarar, sum savnaðust um tjóðveldis- flokkin og har var og er einki óført. Í fimtiárunum vóru Før- oyar lamdar av tveimum fiskimannaverkføllum, har hitt seinna hevði verið óneyðugt um hildið var eitt sindur longur á við tí fyrra, men tað gav tjóðveldis- flokkinum vind í seglini, sum ætlanin óivað eisini var. Annað er tað, at neyðugt var at bøta um korini hjá okkara fiskimonnum, tí tey vóru sera vánalig. Í fimtiárunum og eisini langt út í sekstiárini var nógv sild at fáa við Føroy- ar, og nú hevði málgagnið hjá tjóðveldisflokkinum 14. sept. funnið loysnina, hvussu vit skuldu lívbjarga okkum á hesum annars kørgu oyggjum. Jú, av botnfiskinum á føroyskum øki, og av sild- ini sum svam norðan fyri Føroyar, kundu føroyingar liva. Men, sum so nógvar aðr- ar bløðrur frá hasari fanat- isku síðuni vóru brostnar, so brast handan eisini, tí sildin norðan fyri Føroyar – í føroyskum øki – hvarv, og vit hava jú verið heilt niðri á 5.400 tonsum av toski, tá ið ringast stóð til. Jú, tá var soleiðis statt, at fiskifrøðingar mæltu til, at vit als ongan tosk skuldu fiska í føroyskum sjóøki. Sanniliga ein glæsilig til- vera, ið føroyingar høvdu havt, um hatta skuldi verið álitið, sum føroyingar skuldu byggja alla tilveru sína á. Í 1956 kom hitt fyrsta ný- bygda línuskipið til Føroy- ar, og so við og við komu fleiri, tí tá var nógvur tosk- ur at fáa við Grønland. Men eisini við Grønland hvarv toskurin, og tí vórðu nógv av hesum skipum umbygd til trolarar, ið mest skuldu royna eftir ídnaðarfiski. Nógv av hesum gomlu skipunum sigla enn, so ikki kann sigast annað, enn at stórur partur av okkara heimaflota er bæði gamal og útslitin. Men hóast tað nú í nøkur ár hevur verið rokfiski- skapur við Føroyar, og fiskaprísirnir hava verið so góðir at eingin veit um tílíkt at siga, so tykjast kortini eingir møguleikar vera til at endurnýggja hendan gamla og útslitna flota! Men gorrið av teimum sum sita í landsins stýri er óført, og er hetta meinlíkt gorrinum, sum var í 1946 og fyrstu árini aftaná. Tað er ikki ovmikið sagt at sonevndar fullveldis- ella loysingarhetjur mangan hava verið úrmælingar oman fyri hálsvølin, men tá ið umráddi var ofta lítið um hetjurnar, tí stórmenskan var ofta bygd á einum heldur lágum og skinklut- um støði. Sum áður nevnt hevur í nøkur ár verið óførur fiski- skapur í føroyskum sjóøki, og fiskaprísirnir hava verið methøgir, so ikki kann sigast annað, enn at núver- andi samgonga hevur havt eydnuna við sær í so máta, men tað margháttliga er, at samgongan leggur framtíð- arætlanir sínar eins og hes- in metfiskiskapur og núver- andi metfiskaprísir verða varandi, sum er ógvuliga ivasamt. Av sonnum kann sigast at fíggjarmálaráð- harrin situr ógvuliga tungt á kistulokinum, tí lítið og einki sæst til vælferðina úti á smærru bygdunum, sum – eftir øllum at døma – nú- verandi samgonga hevur sett sær fyri at avoyða, tí alt skal leggjast til viks fyri at fíggja samgongunar ørvitisfullveldi! Men tað sum undrar meg einamest er, at teir ella tey, sum eru blandað mest við danskt – ella annað út- lendskt blóð – eru tey sum hata danir og alt sum danskt er mest av øllum. Hetta hevur mangan fingið meg at hugsa um hvussu hetta kann bera til. Tað skuldi hóast alt ikki verið so livandi galið at hetta er rein og skær undir- lutakenska fyri teimum sum tey eru ættaði frá. Um so er tykir mær hjar- taliga synd í teimum! Nú hava ætlanir verið frammi um at reisa minnis- varðar yvir Sigmund Brestisson, sum fyri umleið túsund árum síðani boðaði kristni í Føroyum. Men hetta hevur – eftir øllum at døma – fingið ilt í ymiskar sonevndar full- veldisgarpar, sum heldur vilja reisa eitt minni um Trónd í Gøtu, sum teir halda var eitt virðiligt umboð fyri frælsi í Føroyum. Óivað var tað ein av hesum fullveldisgørpunum sum fyri stuttari tíð síðan var frammi í bløðunum, har hann lat nøkur ótamd illsinnisgleps runga um Sigmund, sum hann bein- leiðis skýrdi at vera landa- svíkjari. Hóast eg veit at Føroy- ingasøga ikki í øllum før- um er eftirfarandi, so er tað kortini munur á Sigmundi og tí lúrna Tróndi soleiðis sum teir eru lýstir í søguni. Tað er heilt ótrúligt at nakar skal meta Trónd sum nakran frælsiskappa tí tað var hann ikki. Hann royndi at sæta sær sjálvum soleiðis sum søgan lýsir hann. Og tað sama kann eisini sigast um mangar av okk- ara núverandi frælsiskapp- um! Men úrmælingar oman fyri hálsvølin – tað eru teir. Latið teir bara gorra, men lurtið ikki eftir gorrinum! VIÐMERKINGAR Opið skriv til Jan Christiansen, býráðsformann Jonhard Eliasen Ólavur Ellefsen Fullveldisgorrið heldur fram C M Y K 10