týsdagur 7. august 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 7. august 2001
13
Sum væntað vunnu
runavíkingar á
vágamonnum, og nú
hevur NSÍ av álvara
blandað seg upp í
bólkin av liðum, sum
eltir møguleikan fyri
bronsumerkjunum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Runavíkingar vóru snøgt
sagt noyddir at vinna, tá
vágamenn komu á vitjan
sunnudagin.
Gongdin í fyrru kapping-
arhálvu var langt burtur frá
tí, sum vónirnar í runavík
vóru um, men hinvegin
hava óstøðugu úrslitini hjá
flestum av hinum liðunum í
deildini syrgt fyri, at runa-
víkingar
framhaldandi
kunnu blanda seg í stríðið
um
bronsumerkini,
nú
gøtumenn og teir úr B36
tykjast vera einsamallir í
kappingini um ávíkavist
gull- og silvurmerkini.
Dovislig byrjan
Fyrstu løtuna sá tó ikki út
til, at runavíkingar ætlaðu
sær at gera stórvegis við
mótstøðumenninar. Spælið
var heldur dovisligt, og
hóast NSÍ kanska hevði
eina lítla leikliga yvirvág,
so spurdist ikki stórvegis av
málmøguleikum burturúr.
Kanska vil onkur vera
við, at tað mundi vera
nýggi vøllurin í Runavíkini
sum
órógvaði
somikið
nógv. Í øllum førum er
hesin nakað væl bleytari at
renna á enn gamli vøllurin,
sum
kanska
kundi
samanberast við betongólv,
so harður sum hann var
vorðin við aldrinum.
Hol kom tó á eftir hálvan
tíma, men málið var av tí
meira tilvildarliga slagnum.
Ein bóltur varð sendir
innfyri, og eftir eitt sindur
av trunkaspælið støkk bólt-
urin út til Sjúrð Jacobsen,
og hann gjørdi ikki mætari
enn at senda bóltin í
meskarnar.
Ferð á í seinna
Hetta kom sjálvandi illa við
hjá vágamonnum, og tað
viðførdi eisini, at teir vórðu
noyddir at søkja longur
fram á vøllin í seinna um-
farinum.
Hetta gav betri pláss hjá
runavíkingunum at spæla á,
og skjótt sást eisini, at tað
tóktist meira sannlíkt, at
teir fóru at økja um leiðsl-
una, heldur enn at gestirnir
skuldu javna.
Spælið gjørdist nógv
meira málsøki. Borðini
vórðu nýtt til tess at sleppa
inn um verjuna, og hetta
kastaði so við og við eisini
fleiri málmøguleikar av
sær.
Tað tók heldur ikki
runavíkingum meira enn
knappar 10 minuttir av
seinna hálvleiki. So høvdu
teir økt um leiðsluna við
einum frálíkum máli. Djóni
N. Joensen sendi ein djúpan
bólt inn um verjuna í høgra
borði, har Sjúrður Jacobsen
slapp sær avstað. Komin
oman móti brotsteiginum
sendi hann inn til Ian
Højgaard, sum ikki hevði
stórvegis trupulleikar av at
senda í kassan, og so var
dysturin í roynd og veru
avgjørdur.
Runavíkingar
kundu
helst eisini fingið nógv
fleiri mál, og teir høvdu í
øllum førum møguleikar-
nar til tess, men tað gjørdist
tó bert hitt eina afturat.
Hetta
skeyt
Sonni
L.
Petersen miðskeiðis í hálv-
leikinum, og uppskriftinvar
meinlík henni, sum 2-0
málið varð skotið eftir.
Hesu ferð var tað í
vinstru, at uppspælið stav-
aði. Eddie Mikkelsen varð
sendir avstað, og so var
Sonni fyrstur á, tá bólturin
varð sleptur inn.
Hava bronsuna í
eygsjón
Sum sagt, so kundu runa-
víkingar væl vunnið dystin
við nógv meira sannførandi
tølum, og ivaleyst munnu
teir eisini iðra seg um
onkran av misnýttu møgu-
leikunum.
Hinvegin
skerst
ikki
burtur, at tað var harðligani
tiltrongt, at dysturin endaði
við einum sigri fyri teirra
viðkomandi. Undan kapp-
ingarárinum varð sagt, at
nú skuldi spælið hjá liðnum
gerast meira stabilt. Hetta
er tó akkurát tað, sum ikki
er hent. Úrslitini hava til
tíðir verið frálík, og eisini
spælið hevur verið heilt
gott onkuntíð. Millum ann-
að tá HB var á vitjan í vár.
Ta ferðina var liðið tó fyri
sannari eyðmýking bert
eina viku seinni, tá talan
varð um stórtap í Vági, so
enn er í øllum førum langt á
mál viðvíkjandi stabilitet-
inum.
Tá sæð verður burtur frá
teimum báðum fremstu, so
hevur stabilitetur so avgjørt
ikki eyðkent avrikini hjá
hinum liðunum í deildini,
og tí hevur NSÍ framvegis
møguleikan at røkka heið-
ursmerkjum.
Í løtuni eru tað grann-
arnir av Toftum, sum sita á
bronsusessinum, men runa-
víkingar hava sjálvir møgu-
leikan at tosa við um hetta.
Komandi vikuskifti skulu
teir nevnliga inn á Toftir at
vitja, og mangt bendir á, at
hetta
kann
gerast
ein
grannauppgerð av teimum
heilt spennandi.
Botnuppgerðirnar
bíða
Vágamenn hava tó eisini
týdningarmiklar dystir fyri
framman í sín part. Kom-
andi
bæði
vikuskiftini
skulu teir royna seg móti
ávíkavist B71 og EB/
Streymi, og hetta eru uttan
iva dystir, sum fara at hava
avgerandi
týdning
fyri
lagnuna hjá vágaliðnum í
bestu deildini. Kravið er
her í minsta lagi trý stig, og
allar helst skulu vágamenn
fáa meira enn tað, fyri at
lívbjarga sær, men um tað
fer at eydnast, er so ein
onnur søga.
Dysturin í tølum:
NSÍ-FS Vágar 3-0 (1-0)
1-0: Sjúrður Jacobsen 30
2-0: Ian Højgaard 54
3-0: Sonni L. Petersen 69
Dómari: Niklas á
Líðarenda (GÍ)
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Rúni Rasmussen, Djóni
N. Joensen, Arnfinn Lang-
gaard, Jónstein Petersen –
Gert Langgaard, Sjúrður
Jacobsen, Ian Højgaard,
Eddie Mikkelsen – Ken
Nónklett, Dánjal Hansen
FSV: Arturast Ramoska –
Jógvan H. Samuelsen, Vlad
Osipov, Jákup Joensen,
Ruslan
Screlea
–
Per
Joensen, Hannus Olsen,
Sonni Johansen, Jón Niel-
sen, Jack Johansen – Birgir
Joensen, Sonni Johansen
NSÍ-FS Vágar 3-0 (1-0)
NSÍ greiddi
setningin
Sjúrður Jacobsen hevði sentralan leiklut á NSÍ-miðvøllinum, og umframt at skjóta fyrsta málið,
legði hann upp til nummar tvey hjá runavíkingunum
savnsmynd
13
12
Nr. 149 - 7. august 2001
Væl trimmaðu gøtu-
menninir megnaðu
ikki tað, sum super-
veteranar í vánaligari
venjing hjá B71 meg-
naðu fyrr í summar
SAMANUM
Jóannes Hansen
Sunnudagin
kom
tað
spenningur í aftur lands-
kappingina. Munurin ímill-
um GÍ og B36 minkaði nið-
ur í trý stig, og nú kann tað
gerast heilt spennandi, tá
B36 fær vitjan av GÍ. Tann
dysturin skuldi sambært
skránni verið spældur í
trettanda umfarinum, men
nú er hann útsettur frá 19.
august og til 12. september.
Um gongdin verður tann
sama, sum hon kann rokn-
ast við at verða – tað vil
siga, at bæði GÍ og B36
fara at vinna sínar dystir –
so verður talan um sanna
finalu mikukvøldið ímill-
um 15. og 16. umfarið.
B36 er trý stig aftanfyri
GÍ, men tað ber væl til at í-
mynda sær árstalsfelagið
sum meistaralið. Men so
skal B36 vinna á heima-
vølli ímóti GÍ. Um tað
stendur á jøvnum í stigum,
so eru innanhýsis dystirnir
avgerandi, áðrenn málmun-
urin verður tikin inn í
myndina. Tá B36 í 4. um-
farinum var í Gøtu, vann GÍ
3–1. GÍ javnleikurin á Eiði
og B36 sigurin á Sandi
høvdu við sær, at nú er tað
B36, sum hevur betra mál-
munin. B36 hevur +31, og
Gí hevur +29.
Støðugt
Steypavinnararnir úr B36
vóru heilt sannførandi á
Sandi, har heimaliðið ikki
slapp at pynta um, fyrrenn
B36 var komið framum
5–0. 20. mai var fjórða um-
farið í landskappingini á
skránni. Tá var B36 í Gøtu,
har heimaliðið vann. Síðani
tá hevur B36 spælt sjey
dystir, og teir hava vunnið
hvørja ferð.
Tá vit líta í skránna,
mugu vit rokna B36 sum
upplagdan favoritt í øllum
dystunum, sum eru eftir at
spæla – burtursæð frá topp-
dystinum ímóti GÍ, tá alt
sær út til at vera púra opið.
Men Piotr og teir í B36
gera væl ímóti sær sjálvum,
um teir bara hugsa um
næstu uppgávuna. Tað kann
fara at vísa seg, at hon
verður
ivaleysa
torfør.
Komandi
leygardag
–
næstu ferð verða allir dyst-
irnir spældir leygardag, tí
landsliðið fer til Jugoslavia
sunnudagin – koma fyrr-
verandi B36 toppskjúttin,
Bergur
Magnussen,
og
hansara menn í EB/Streymi
í Gundadal. Teir hava fleiri
ferðir í ár víst, at teir ikki
eru kanónføði. Hetta kunnu
teir í GÍ skriva undir uppá,
eftir at teir sunnudagin ikki
megnaðu meiri enn javn-
leik á Mølini.
Undarligt
Úrslitið á Mølini síðsta
sunnudag undirstrikaði enn
eina ferð, at tað er fynd í tí,
tá tað verður sagt, at bólt-
urin er rundur, og at alt
kann koma fyri í fótbólti.
Í síðsta umfarinum undan
summarsteðginum var B71
á Eiði. Sandoyingarnir vóru
illa fyri við fólki. Tað sást
m. a. aftur í, at tað var
neyðugt hjá teimum at
brúka bæði Ib Mohr Olsen
og Páll á Reynatúgvu, og ilt
gjørdist uppaftur verri, tá
miðvallarin Julian Floresco
noyddist at taka seg av vál-
inum, tí hann var skaddur.
Men hóast vánaligu fyri-
treytirnar, so megnaði B71
ta ferðina at vinna 2–1 á
Mølini.
Sunnudagin var GÍ á
Eiði. Tað kann væl vera, at
gøtumenn fyrr í ár hava
verið manningarliga betri
fyri, enn teir vóru hesa ferð,
men kortini var tað merkis-
vert, at teir ikki megnaðu
tað sama, sum eitt haltandi
B71 lið megnaði.
Ivaleyst eru nógvar frá-
greiðingar upp á, hví tað
tørnaði soleiðis út, sum tað
gjørdi á Mølini. Men tað er
upplagt, at EB/Streymur
trívst væl betri, tá teir eru
kroystir, og tá teir harvið
kunnu dúva upp á kontra,
enn teir gera, tá tað verður
roknað við, at teir skulu
mynda spælið. Hetta er
nakað, sum teir í B36 eiga
at leggja sær í geyma, nú
teir fyrireika seg til vitj-
anina úr Sundalagnum.
Stríðið um Europa
Úrslitini hesa ferð gjørdu,
at stríðið um síðsta at-
gongumerkið til Europa
Cup gjørdist størri. GÍ og
B36 eru sjálvsagt best fyri í
tí stríðnum. Eitt triðja
Europa Cup pláss er at
kappast um. B68 er best
fyri í tí stríðnum, men tað
er so mikið tætt, at um B68
komandi sunnudag tapir á
heimavølli ímóti NSÍ, sum
er á sjeynda plássinum, so
eru grannarnir javnir í stig-
um.
HB vil fegið vera við í
Europa Cup á hvørjum ári,
men vónirnar um altjóða
luttøku kámaðust sunnu-
dagin, tá hýrurin ikki var
góður. HB tapti annan
landskappingardystin upp í
slag 2–1, og eins og tað var,
tá HB undan summarsteðg-
inum var á Toftum, so var
avrikið ímóti KÍ lítið sann-
førandi.
Leygardagin skal HB
norður til Gøtu. Tann upp-
gávan verður ikki løtt, nú
GÍ ikki fekk fult á Eiði.
Umframt B68 og HB er
VB við í kappingini um
bronsumerkini.
Úrslitini
sunnudagin bóru við sær, at
klaksvíkingar aftur eru við
í tí kappingini. Eitt er, at
teir vunnu sær trý kær-
komin stig í Gundadali og
harvið komu upp undir HB.
Eitt annað er, at KÍ – uttan
mun til endastøðuna í
landskappingini – kann fáa
triðja Europa Cup plássið.
Tað gera teir, um B36 fer at
liggja omaná GÍ í FM
stríðnum. So fær KÍ sum
tapari
í
steypafinaluni
Europa Cup plássið, ið
verður tómt, tí B36 skal lut-
taka í europeisku meistara-
kappingini.
Um tað skuldi lagað seg
soleiðis, so verður virðið í
triðja plássinum í lands-
kappingini ikki meiri enn
Intertoto Cup pláss.
Botnstríðið
At NSÍ vann fyrsta lands-
kappingardystin á nýggja
graslíkisundirlagnum
í
Runavík hevði við sær, at
gloppið frá teimum og
niður til tey bæði aftastu
plássini øktist so mikið, at
NSÍ ikki er botnlið. Sum
omanfyri nevnt so kunnu
teir koma upp í stríðið um
bronsuna, um teir megna at
vinna á Svangaskarði kom-
andi leygardag.
Hjá FS Vágum stendur
ikki væl til.Vágamenn eru
aftast. Komandi leygardag
fáa teir vitjan av B71, og tá
verður talan av álvara um
lagnudyst. Um FS Vágar
ikki fær trý stig ímóti
sandoyingum, so verða teir
heilt illa sperdir í botnin-
um, og um teir tapa, so skal
næstan eitt undur til hjá
teimum fyri at sleppa
undan beinleiðis niðurflyt-
ingini. Men tað varð aftur
undirstrikað sunnudagin, at
fótbóltur er eitt undarligt
spæl. Tí er einki annað at
gera enn at fylgja við,
hvussu tað fer at tørna út í
sjey teimum síðstu umfør-
unum – bæði í toppinum og
botninum.
Fótbóltur er eitt undarligt spæl
Gøtumenn hava nógvar skaðar í løtuni, og aðrir, so sum Helgi L. Petersen, verða meira ella minni pjøssaðir saman til dystirnar
Mynd: SJ
B36 heldur framvegis fast um sigursgongdina, og hóast munurin er trý stig upp til GÍ, so munnu alt fleiri nú rokna árstalsfelagið
sum favoritt í FM-stríðnum
Mynd: Emil Simonsen
C
M
Y
K
12