týsdagur 7. august 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 7. august 2001
15
15
14
Nr. 149 - 7. august 2001
B63 spældi sand-
oyingar av vøllinum í
ein tíma, og hóast
heimaliðið slapp at
pynta um úrslitið, var
sigurin hjá gestunum
ongan tíð í vanda
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
B36 greiddi sín setning, tá
teir sunnudagin vóru á
vitjan á Sandi. Hesin var
heilt klárt at tryggja sær trý
stig afturat í oddastríðnum,
og í mun til so nógvar aðrar
ferðir hetta kappingarárið,
so viðførdi sigurin hjá
havnarmonnunum, at teir
nærkaðust oddaliðnum á
stigatalvuni.
Eingin spenningur
Talan var sum so ongan tíð
um nakran veruligan dyst,
tí til tess var styrkis-
munurin millum liðini bæði
alt ov stórur. Sandoyingar
máttu vera fleiri týðandi
leikarar fyriuttan, og hav-
andi tunna leikarahópin í
huga er sjálvsagt, at liðið
ikki uttan víðari megnar at
bera hetta, og so slettis ikki,
tá mótstøðan kemur frá ein-
um av sterkastu liðunum í
landinum.
Tað tók B36 knappar 20
minuttir at seta hol á, og
eftir hetta tóktist spurning-
urin bert vera um, hvussu
stórur sigurin skuldi vera.
Heðin á Lakjuni, sum alla
tíðina var sera sjónligur í
leiklutinum sum hangandi
áleypari, varð sendir avstað
eftir miðásini, og einsa-
mallur
við
Waldemar
Nowicki kundi hann um-
vegis stongina beina bóltin
í málið.
Lítla løtu seinni var Helgi
aftur upp á spæl. Upp-
spælið byrjaði í høgru, har
Bjarni Prior sendi ein høg-
an bólt tvørtur um alla
sandoyarverjuna. Har stóð
John Petersen, og hann
beindi bóltin inn aftur til
Heðin, sum smekkaði til í
málið.
Hóttu við skrædli
Ferð var nú veruliga komin
á B36-liðið. Miðvøllurin
arbeiddi sera hart, og gav
valla heimamonnunum tíð
at hugsa seg tað allar
minsta um, og viðførdi eis-
ini hópin av strongdum
støðum framman fyri málið
hjá heimaliðnum.
Tá triðja málið kom,
hendi tað tó eftir at B71
hevði verið í atsókn móti
B36 málinum. Heðin vann
bóltin av einum sandoyingi,
sendi John Petersen avstað,
og eftir at hesin hevði
vunnið
kapprenningina
móti aftasta sandoyingin-
um, sendi hann til ein púra
leysan Jens Kristian Han-
sen.
Beint fyri hálvleik slapp
John Petersen so eisini
sjálvur á máltalvuna, tá
Jákup á Borg sendi fríspark
fram móti nærmasta stólpa,
har John kundi stýra bólt-
inum seinasta pettið.
Eftir steðgin helt B36
trýstið fram, og tá Jákup á
Borg í tveimum atløgum
fekk
bóltin
fram
við
Waldemar byrjaði alt at
líkjast einari fullkomnari
slakting av niðurspældu
vertunum.
Sleptu takinum
So galið gekk kortini ikki.
B36 setti leikferðina nakað
niður, og hetta gav heima-
liðnum møguleika at koma
inn aftur í dystin, tó at nak-
ar spenningur als ikki var
um, hvør skuldi vinna dyst-
in.
Tað eydnaðist sandoying-
unum at pynta um úrslitið
við tveimum málum, sum
Eli Hentze skeyt. Hitt fyrra
eftir at hann varð full-
komiliga leysur eftir eina
misskiljing í B36 verjuni,
meðan hitt seinna var úrsllit
av einum brotssparki
Lukta gull
Sum
kunnugt
viðførdi
sunnudagurin annars, at
kappingarneytin hjá B36 í
oddinum, GÍ, misti síni
fyrstu stig á Mølini á Eiði,
og hetta hevur av álvara
fingið gullluktin at kennast
í næsagluggunum á B36-
leikarunum.
Teir hava nú sjálvir
møguleikan at gera av,
hvussu ovarliga teir skulu
vera á stigatalvuni, tá av-
tornar. Komandi vikuskifti
skulu teir sjálvir taka ímóti
banamonnunum hjá GÍ, og
eftir hetta fer tað at líkjast
ársins dysti, tá gøtumenn
koma á vitjan í Gundadali.
Sandoyingar hava tó ann-
að enn gull at hugsa um
komandi dystirnar. Fyrst og
fremst er tað uppgerðin
móti FS Vágum, sum man
standa frammarliga í hug-
anum. ein dystur, sum væl
kann merkja lívið fyri ann-
an partin og deyðin fyri hin.
Ikki minst tí sandoyingar
nærum hava uppbrúkt sína
kvotu av heimadystum, og
bert hava tveir slíkar eftir
restina av kappingarár-
inum.
Teir hava tó fleiri ferðir
áður lyft seg burtur úr
niðurflytingini, og ivaleyst
verður eisini roknað við, at
hetta fer at eydnast í ár.
Viljin hevur so avgjørt
verið hin rætti í flestu dyst-
inum, og sæð burtur frá
dystunum móti oddalið-
unum báðum, hevur talan
heldur ikki verið um nakað
stórtap,
men
hinvegin
munnu teir nú vóna, at teir í
onkrum dysti fara at hava
marginalarnar í sín part.
Dysturin í tølum:
B71-B36 2-5 (0-4)
0-1: Heðin á Lakjuni 19
0-2: Heðin á Lakjuni 24
0-3: Jens Kristian Hansen 33
0-4: John Petersen 44
0-5: Jákup á Borg 58
1-5: Eli Hentze 63
2-5: Eli Hentze (br.) 86
Dómari: Oddmar Andrea-
sen (HB)
B71: Waldemar Nowicki –
Bjørn Thorsteinsson, Bern-
hard Petersen, Kári Søren-
sen – Svenning W. Hansen,
Símun Hansen, Eli Hentze,
Jón Brekku, Sverrir Kjærbo
– Jónsvein Thomsen, Kári
Reynheim
B36: Tróndur Vatnhamar –
Pól Thorsteinsson, Egil
Zachariasen,
Arnbjørn
Danielsen – Bjarni Prior,
Klæmint Matras, Jákup á
Borg, Jan Guttesen, Jens
Kristian Hansen – John
Petersen, Heðin á Lakjuni
B71-B36 2-5 (0-4):
Ein tími var nóg mikið
Kanska tveir teir bestu
leikararnir á vøllinum á
Sandi sunnudagin. Heðin á
Lakjuni var flúgvandi á B36-
liðnum, meðan Waldemar
Nowicki so avgjørt gjørdi sítt
til, at sigurin ikki gjørdist
upp aftur størri
Mynd: Emil Simonsen
C
M
Y
K
14