týsdagur 7. august 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 149 - 7. august 2001
Brødrene Olsen fingu
av álvara sett teirra
navn rimmarfast í
tónleikasøguna, tá
teir vunnu danska og
altjóða Grand Prixið.
Yrkisleiðin hevur tó
vart í nógv ár, og teir
eru komnir longri,
enn teir sjálvir
nakrantíð høvdu
droymt um
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Myndir: Bárður Eklund
Johansen
Í móttøkuni á Hotel Hafnia
í miðbýnum hava vit sett
brøðrunum Olsen stevnu.
Við okkum í skjáttuni hava
vit eina eldri plátu hjá
teimum. Plátan stendur at
vera útgivin í 1972. Heitið
á plátuni er stutt og greitt
Olsen. Á plátuni eru mynd-
ir av tveimum rímiliga
ungum monnum, sum eru
klæddir, eftir tátíðarmetum,
litføgrum og flottum klæð-
um. Teir siga beinanvegin
ja til at fríðka um plátuna
við nøkrum pennastrokum,
tá teir hvør í sínum lagi
koma oman í móttøkuna.
Jørgen, eldri beiggin, er
áðrenn, men Noller kemur
ikki leingi aftaná.
Hetta eru tveir sera
proffesionellir menn, sum
sita yvirav okkum. Teir vita
júst, hvat tað snýr seg um,
og teir eru fryntligir sum
fáir. Skiftast um at tosa, og
í allar mátar er tað sum at
práta við nakrar, sum tú
hevur kent alt lívið. Hetta
eru tveir menn, ið duga og
kunna fáast við fjølmiðl-
arnar.
Fantastisku Føroyar
Millum ár og dag, so hava
Olsen brøðurnir vitja í
nógvum londum. Serliga
Týskland og Norðurlond
hava verið biðlarnir til
tónleikin hjá teimum.
Hóast teir hava vitjað í
mongum londum, so verður
ikki spart við jaligum lýs-
ingarorðum um Føroyar.
– Tit hava eina fantast-
iska náttúru, og fólkini her
eru sera vinarlig, og vit
hava møtt hjálpsemi, sum
vit ikki síggja nógva aðra-
staðni, sigur Jørgen Olsen.
Serliga glaðir vóru teir
fyri útferðina, sum teir
høvdu verið dagin fyri
(undir Hestoynni, blðm.).
Hetta er fyrstu ferð, at
teir báðir brøðurnir hava
verið í Føroyum, men teir
kenna
eitt
sindur
til
Føroyar, og teir hava eisini
nakrar føroyskar vinir. Í
Grand Prix høpi siga teir
seg kenna Anniku Hoydal,
sum teir einaferð kappaðust
ímóti til tað danska Melodi
Grand Prixið.
– Bæði á tí náttúruliga og
menniskjaliga økinum hev-
ur hetta verið eitt stórt
upplivilsi, og vit vóna
sjálvandi, at vit kunnu
koma aftur, sigurJørgen
Olsen.
Tað er tó ikki nógv, ið teir
kenna til føroyskan tónleik.
– Vit kenna so at siga
einki til føroyskan tónleik,
men vit halda tað er eitt
sindur løgið, at føroyingar
ikki royna at gera seg meira
galdandi innanfyri Melodi
Grand Prix, siga teir báðir.
Upplivað nógv
Sum áður nevnt, so hava vit
henda dagin eina eldri plátu
við okkum í skjáttuni. Plát-
an er frá 1972, men Jørgen
sigur okkum, at plátan varð
upptikin eina tíð áðrenn.
Á hesari somu plátu
stendur at lesa um tveir
ungar Olsen beiggjar, sum
fóru í holt við at gera
tónleik.Til spurningin, um
hetta eru teir somu tveir,
sum standa í Føroyum í
dag, siga teir, at innaní eru
teir fullkomiliga teir somu,
og teirra tónleikur er fram-
vegis tann sami. Einasti
munurin er, at vit nú kunnu
gera okkum dælt av nýggj-
um og betri tøkniligum
møguleikum, siga teir báðir
við ein munn.
Nógv vatn er eisini
runnið síðani henda sama
plátan kom út, og tað hava
verið góðar og minni góðar
tíðir fyri teir báðar. Teir
hava upplivað, hvat tað er at
vera næstan heilt niðri, men
so hava teir eisini upplivað
at vera heilt uppi á topp-
inum.
Tað var við stóra Grand
Prix sigrinum, at teir fingu
eina uppreisn, sum teir siga
seg ikki hava kunnað
ímyndað sær áðrenn.
– Vit gjørdust stórir
“popidolar” eftir tað fyrstu
plátuna, men síðani gekk
tað eitt sindur blandað, men
tá eg lítið aftur um bak, so
eri eg sera fegin, um at vit
hava upplivað so nógv, og
serliga henda síðsta tíðin
hevur verið sera góð, sigur
Jørgen Olsen.
Kanska aftur Grand
Prix
Olsen beiggjarnir eru ikki
heilt ungir longur, so tað
kann virka rættiliga nær-
liggjandi at spyrja, hvussu
verður við framtíðina hjá
teimum báðum. Teir hava
sum so ikki nakrar planir
uttan at royna at halda
áfram, siga teir báðir.
Tá teir verða spurdir, um
tað ikki bara kann ganga
niður á bakka hesa tíðina
eftir sigurin í Stokkhólmi,
siga teir, at tað fyri so vítt
kann vera rætt, men teir
hugsa ikki soleiðis.
Fyri kortum góðu teir út
eina nýggja fløgu, ið kal-
laðist “Walk right back, og
henda fløgan er eisini
vorðin rættiliga væl um-
tókt, og hetta fegnast teir
báðir eisini um.
Tað er í øllum førum
torført at ímynda sær,
hvussu teir báðir skulu
uppliva somu støðu sum
eftir sigurin í altjóða Grand
Prixnum, men teir siga seg
vera fegnar fyri, at tón-
leikurin hevur tikið teir so
langt, og nú hevur tónleik-
urin eisini tikið teir til
Føroya.
Ein annar spurningur er
sjálvandi, um teir aftur fara
at luttaka í Grand Prixnum?
Hesum svara teir við at
siga: tú skalt ongantíð siga
ongantíð.
– Okkara tónleikur
er hin sami sum altíð
C
M
Y
K
16