Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 7. august 2001 17 Tað varð gjørt nógv burturúr í Høllini á Hálsi leygarkvøldið. Tiltakið var ein blandingur av føroyskum og altjóða tónleiki úr Danmark. Hetta var eitt av teimum tiltøkunum, sum riggaði óføra væl, hóast tekniskir trupulleikar mundu stjolið myndina frá góðu tónleikarunum UMMÆLI Heri á Rógvi Tað var ein javnur streymur av fólki, sum stevndi inn í høllina á Hálsi. Ung sum eldri vóru møtt upp, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ymiskur í aldri áhoyraraskarin var. Fólk vóru komin fyri at hoyra tvey føroysk innsløg og sjálvandi eisini donsku brøðurnar. Felagsnevnarin fyri kvøldið var Grand Prixið. Tað er hetta sama Grand Prixið, sum bæði eitur Eurovision Song Contest og Melodi Grand Prix. Tiltakið byrjaði eitt sind- ur eftir kl. níggju á kvøldi, og áðrenn ein nýggjur dagur var byrjaður, vóru fólk á veg útaftur úr ítrótt- arhøllini. Tað skal eisini sigast, at tiltakið var ikki ov stutt, og fyrireikararnir eiga tøkk uppiborna fyri at hava fingið eitt sovorðið tiltak upp á beinini í Føroyum, og tiltakið var ikki ov kostn- aðarmikið. Endiliga var Grand Prixið komið til Føroya, og við nógvum og góðum minnum í huganum sótu flest fólk og bíðaðu spent. Kensluborin kelda Fyrst á skránni leygar- kvøldið var Pætur við Keldu. Pætur merkir klett- ur, og tað var eisini ein einsamallur klettur, sum sat við ljómborðið á pallinum. Pætur hevur eina yndisliga og góða rødd, sum skarar framúr. Pætur spældi nakrar av sínum egnu sangum, men legði seg líka nógv eftir at spæla sangir hjá øðrum. Millum hesar var ein yndis- lig útseting av einum Elton John lagi. Pætur endaði við at spæla klassikaran “Smile”, og hetta var eisini eitt virðiligt og kensluborið punktum. Stóra løtan hjá Pæturi var lagið “Muse- um”. Her fekk hann hjálp frá duldum røddum handan teppið, og hetta virkaði eitt sindur fjákut, men sangurin var frálíkur. Framførslan hjá Pæturi var ógvuliga kenlsluborin og innilig. Ein sovorðin framførsla krevur sam- stundis nakað av áhoyrar- unum og fyrireikarunum. Hetta eru løg, sum upp- livast best, tá tú situr niðri og lurtar. Meðan fram- førslan fór fram, so streym- aðu fólk framvegis inn í høllina, og stólar vórðu eisini settir upp, meðan framførslan var, og hetta er nakað sum órógvar - í øllum førum hjá pørtum av áhoyrarunum leygar- kvøldið. Tað vóru eisini fleiri einsamallar hendur, sum funnu betri umstøður hjá síðumanninum ella konuni. Hetta er nakað av tí, sum tónleikarurin hjá Pæturin stendur fyri, og Pætur og hansara tónleik hoyra vit fegin meira til. Ein fram- førsla, sum var ein góð byrjan. Hit eftir hit Ger ein lista yvir allar tínar yndis sangir úr Grand Prixnum, so veitst tú, sum ikki var og lurtaði, onkran av sangunum, ið Euro- vision Hit Band framførdi leygarkvøldið. Bólkurin rúmaði nakrar av royndastu tónleikarun- um í Føroyum, m.a. bróð- urparturin av manningini í Taxi var við í bólkinum. Hetta var eisini ein fram- førsla, sum nógv var gjørt burturúr áðrenn. Við fram- førsluni hjá hesum bólkin- um, skifti tiltakið rættiliga kós. Teir meira kenslubornu tónarnir vórðu skiftir út við svingandi pop sangir, tá teir eru bestir - Grand Prix løg. Hetta var ikki ein bólkur, sum royndi at herma eftir sangum úr Grand Prix søguni, heldur var tað út- leggingar av løgum, ið flest øll kenna so ómetaliga væl frá kvøldunum framm- anfyri sjónvarpsskíggjan. Framførslan leygarkvøld- ið hjá bólkinum byrjaði rímiliga væl, men tað vóru beinanvegin trupulleikar at hóma, og áhoyrarnir fingu eitt ótolandi ýl at hoyra fleiri ferðir gjøgnum fram- førsluna, og hetta órógvaði sera nógv. Kórgenturnar koma ikki rættiliga uppí part fyrrenn eftir nakrar sangir, men tá so byrjaði at koyra, so er ikki annað at siga, enn at tað var sera gott. Við sangum hja Abba, Cliff Richard og serliga við lagnum “Halleluja” var tað sum um, at tú vart til eitt samfelagsmøti, soleiðis sum fólk tíggjaðu sær. Onkur hevði kanska fingið nakað væl innanborða, men sum heild var talan eina vakta føroyska áhoyrara- fjøld, sum vísti, hvussu gott tað kann vera. Allur bólkurin útstrálaði nakað av tí, sum vita at tey kunna, og Grand Prix løg fingu bæði staðfest sína støðu og eina uppreisn, tá fram- førslan var í hæddini. Tað var spell fyri bólkin, at sovorðnir tekniskir trupulleikar skuldu koma fyri. Tað var tó ein ógvuliga góð framførsla, har seinasti danski Melodi Grand Prix vinnarin “Der står et billede af dig på mit bord”skuldi gerast einasta minusið. Hetta var tó fyrst og fremst ein framførsla, ið megnaði at seta lív í eina stóra føroyska áhoyrafjøld. Flott. Brøðurnir Konsertin leygarkvøldið var ognað Brødrene Olsen. Teir vóru tað stóra navnið á plakatuni, og tað vóru eisini hesir báðir, sum flest øll høvdu glett seg til at síggja og hoyra. Eftir at Eurovision Hit Band hevði sett so nógv lív í áhoyrarnar, var tað - so løgið tað ljóðar - torført hjá Olsen brøðrunum at kveikja sama lív í áhoyrara- fjøldina. Teir løgdu fyri við “Angelina”, sum er at meta sum teirra elsta hit. Eftir hetta fylgdu nakrir sangir, har teir sjálvir áttu nakrar, men aðrar vóru sangir hjá øðrum, og hesir høvdu tað til felags, at teir vóru á aldur við teir báðar á pall- inum, ið hava Olsen sum ættarnavn. Ljóðið var rættiliga rámandi, og teir báðir stóðu einsamallir á pallinum. Hesir báðir eru framúr professionellir, og teir dugdu eisini við fólkini, og rósandi orð í hópatal vórðu søgd um Føroyar, føroy- ingar og føroysku náttúr- una. Tá hesir báðir standa einsamallir á pallinum, verður tað ein heldur sermerkt ljóðmynd, sum kanska ikki riggaði so ótrúliga væl. Eftir at hava so at siga spælt seg heitar, byrjaðu teir, við hjálp frá áður upptiknum ljóðum, at endurskapa tað ljóð, sum teir eru kendir fyri. Tað er ikki soleiðis at skilja, at eg meti tað vera alneyðugt at halda fast við tað gamla, men tað gjørdist eitt sindur deydligt við teimum fyrstu sangunum. Teirra dygdir koma til sín rætt, tá “I wanna dance” og “Walk right back” vórðu spældir. Hesir sangir settu lív í fjøldini, og tá so sangirnir, sum øll høvdu bíða eftir, “Smuk som et stjerneskud” og “Fly on the wings of love”, vórðu spældir, leyp alt saman í eina stórfingna løtu, har takið næstan varð lyft omanav av stórfingnari gleði, sum var at síggja, hoyra og kenna í høllini. Finala Brødrene Olsen spældu ein sang afturat eftir Grand Prix klimaksið, og siðani fingu teir blomstur. Stóra yvirraskilsi, sum fyrireik- ararnir høvdu boðað frá, var - ikki óvæntað - at Brøðurnir sungu ein sang saman við hinum luttakar- unum á pallinum. Hetta gjørdist ein fínur endi. Í hesum tíðum er 11. boð hjá tónleikarum í Føroyum at vera originalir og at royna nýggjar leiðir. Hetta kvøldið bar eisini boð um onkra nýggja leið, men hetta var fyri tað nógva eitt afturhvarv av besta slag. Tað eru óivað nógv fólk, sum ikki leggja stórvegis í tílíkar Grand Prix sangir. Hetta var eitt tiltak, har nakað av tí besta og nakað av tí, sum fólki dámar fann saman, og hetta er eftir mínum tykki ikki nakað galið við, so eg sigi: Frálíkt. Afturhvarv við øllum afturvið C M Y K 17