Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 7. august 2001 19 KÍ hevði møguleikar at vinna við fleiri málum ímóti einum HB liði, sum á ongan hátt boðaði frá, at teir komandi ár skulu spæla altjóða fótbólt FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Klaksvíkingar fóru heilt fegnir úr Gundadali sunnudagin. Teir høvdu vunnið á arvafíggindunum úr HB. Tølini boða frá teprum 2–1 sigri, og tað var um reppið, at KÍ yvirhøvur vann. Tíggju minuttir restaðu, tá HB javnaði til 1–1. Ein langur bóltur varð sparkaður fram eftir miðásinum. KÍ verjan, sum annars var stinn, tóktist í hesi støðuni sein og brád- liga vóru bæði Rógvi Jacobsen og Jón Rói Ja- cobsen púra leysir. Tað var Rógvi, sum potaði bótin framvið Meinardti Joensen, sum aftur hesa ferð var sera tryggur í KÍ málinum. Men hóast HB hevði javnað, so megnaði KÍ at vinna uppiborna sigurin. 88 minuttir vóru farnir, tá eitt av óteljandi hornaspørkum frá Hjalgrím Elttør varð sent innfyri. Símun Joen- sen, sum spældi sín síðsta dyst fyri KÍ í hesum um- farinum, var hægstur og stútaði ímóti málinum. Ein svartur og reyður bjargaði á strikuni, og so var Fríðin Ziskason fyrstur á retur- inum. KÍ hevði fingið hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Teir høvdu havt fleiri møguleikar, tá nýggi HB málverjin, Pól Næs Joen- sen, hálvbjargaði skotroynd frá Alexander Djordjevic (arbeiddi alla tíðina sera væl), og so var Kurt Mørk- øre fyrstur á og taklaði bóltin inn um strikuna. Eitt typiskt Kurt mál, og ein av teimum KÍ støðunum, sum í fleiri øðrum dystum fyrr í ár ikki hava givið mál. KÍ møguleikar Hóast tað onkuntíð hevur staðið meiri upp á spæl ímillum 91 ára gomlu javnaldrarnar, so var góði seinnaparturin í Gundadali undirhaldandi. Og tað var einki at taka seg aftur í, at klaksvíkingar høvdu betri tak á. Serliga eftir leiðslumálið dansaði bólturin ofta kring HB málið. Hjalgrím Elttør legði í 1. hálvleiki níggju hornaspørk innfyri, og fleiri ferðir stóðust vanda- miklar støður burturúr, tí bæði Kurt Mørkøre og Alexander Djordjevic høvdu stóra tyngd í. Alexander Djordjevic spældi Tomislav Sivic leys- an, skotroyndin úr høgru var góð, og Pól N. Joensen bjargaði meistarliga. Eftir langt innkast frá Símuni Joensen, og snittara víðari var um reppið, at bólturin fór í málið, men HB verjan, sum ikki var sannførandi og ofta var í trongum skóm, fekk sparkað burtur. HB møguleikar Umframt málið, sum kom burturúr so at siga ongum, hevði HB ikki nógvar málmøguleikar. Tað er sjálvandi ilt at siga, hvussu tað hevði myndast, um HB hevði skorað, tá teir fingu fyrsta stóran møguleikan, men Jón Rói Jacobsen, sum fleiri ferðir vísti, hvussu ógvuliga skjótur hann er, stútaði innleggið úr vinstru skeivu megin handara stólpan. Allan Mørkøre spældi í 2. hálvleiki sera hegnisliga inn um til Rúna Nolsøe, men Meinhardt Joensen blokeraði, og Jón Rói Jacobsen var ikki heppin við stútara eftir innlegg úr høgru. Stórt meiri var ikki at skriva um. Unglingaspælarin Atli Danielsen var aftastur í KÍ verjuni. Hann var bólt- tryggur og dugdi væl at vera á rætta staðnum røttu løtuna. Andrass Jacobsen og Niclas Niclassen, sum hósdagin fer av landinum í lestrarørdinum, vóru so mikið tryggir eftiransarar, at tað var heilt sjáldan, at Jón Rói Jacobsen og Bárður Mortansson fingu serliga langt tjóður. Stóri munurin Á sentrala KÍ miðvøllinum vunnu Jan Joensen og Fríðin Ziskason, sum spælir alt skilabetri, flestu nærdystirnar ímóti Halli Danielsen, Rógva Jacob- sen (er framvegis ikki í einum plássi, sum gevur honum møguleika at vísa sínar sterku síður) og Rúna Nolsøe, og Tomislav Sivic hevði langar teymar og treivst væl. Allan Mørkøre var í 1. hálvleiki ytstur í høgru á HB miðvøllinum, men hann hevði trupulleikar við U–19 landsliðsmanninum Símuni Joensen, sum var sera sannførandi og aftur og aftur hevði yvirskot at bjóða av í framrættaða spælinum og at leggja vandamiklar bóltar frá baklinjuni. Í hinum borðinum var Hjalgrím Elttør hjá KÍ væl upplagdur, meðan Janus M. Joensen fyrr hevur verið meiri sannførandi, enn hann var hesa ferð. Beinanvegin í 2. hálvleiki broytti HB uppstilling. Rói Árting kom á miðvøllin í vinstru, og Hallur Daniel- sen fór í høgru, har hann avloysti Ransin Djurhuus. At Allan Mørkøre varð fluttur á framrættaða mið- vallarplássið mitt fyri gjørdi, at órógv var á KÍ verjuni. HB hevði fleiri hornaspørk og næstan málmøguleikar, men tá Allan Mørkøre varð tikin av vøllinum dovnaði trýstið burtur, og so var KÍ aftur fyri tað mesta omaná. Svarti maðurin At klaksvíkingar vóru upp- tikinir av øðrum enn bólt- inum var ikki so undarligt. Meðan HB royndi at fara í álop, gav dómarin Jóhannes Færø loyvi at koma inn á HB liðið í staðin fyri Rúna Nolsøe, sum eftir saman- brest við KÍ verjuspælara noyddist at taka seg av vøllinum. Fótbóltsreglurnar verða ofta broyttar, men tað er okkum ikki kunnugt, at tað nú er loyvt at skifta út, uttan at steðgur er í dystinum. Hóast tað stóð nógv á, og hóast taklingarnar tíðum vóru dyggar, so gekk spælið í góðum anda. Uppgávan hjá dómaranum var løtt, men hann gjørdi formlig mistøk. Tað størsta var í sambandi við útskift- ingina, tá Jóhannes Færø kom inn í staðin fyri skadda Rúna Nolsøe. Reglurnar í altjóða fótbólti verða ofta broyttar, og onkur, sum veit betri, kann siga okkum, um hetta nú er loyvt. Men vit hava ongantíð áður sæð, at ein nýggjur spælari er komin á vøllin, uttan at spælið er steðgað. Jóhannes Færø kom á vøllin í tí álopinum, sum endaði við, at HB javnaði! Eitt annað formligt mis- tak var tað, tá annar linju- verjin í næstan ein minutt hevði flaggið á loftið, meðan dómarin fylgdi spælinum. Og so tók linju- verjin flaggið niðuraftur – uttan at hava havt eygna- kontakt við 23. mannin! Áskoðararnir í HB skýl- inum royndu at fáa dóm- aran at hyggja á linjuverjan. Kanska var tað, tí bólturin hevði verið uttanfyri vøllin. Ofta verður tosað um linjuna. Undan vikuskiftin- um frættu vit úr Danmark, at ein av U–17 landsliðs- monnunum var rikin av vølli fyri at halda tvær ferðir. Í Gundadali slapp ein av spælarunum at halda fram at spæla, eftir at hann fyrst í knæhædd hevði sparkað mótstøðumann niður, sum væl og virðiliga hevði sneitt hann av (tað fekk hann gult kort fyri) og síðani helt í troyggjuni á einum øðrum mótstøðu- manni! Dysturin í tølum: HB-KÍ 1-2 (0-1) 0-1: Kurt Mørkøre 24 1-1: Rógvi Jacobsen 80 1-2: Fríðin Ziskason 88 Dómari: Suni Johansen (SÍF) HB: Pól Næs Joensen – Ransin Djurhuus, Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Janus M. Joensen – Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacosben, Hallur Danielsen – Bárður Mort- ansson, Jón Rói Jacobsen KÍ: Meinhardt Joensen – Andrass Jacobsen, Atli Danielsen, Niclas Niclas- sen – Hjalgrím Elttør, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason – Alexand- er Djordjevic, Kurt Mørk- øre HB-KÍ 1-2 (0-1): Klaksvíkin omaná Havnini Klaksvíkingar fingu øll stigini við sær úr Havnini, og fingu harvið hevnd fyri ósigurin á heimavølli fyrr í ár Savnsmynd 19 18 Nr. 149 - 7. august 2001 Í 11. royndini at fáa trý stig vórðu gøtu- menn steðgaðir. Sjálvandi var talan um liðavrik frá EB/Streymi, men tað var fyrst og fremst málið frá fyrrverandi GÍ leikaranum, Jón Sigurð Gleðisheygg, sum tryggjaði javnleikin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fáur mundi ivast í, at GÍ var favorittur, tá teir sunnu- dagin settu sjøtul á heyst- hálvuni í landskappingini. Mótstøuliðið vóru uppflyt- ararnir úr EB/Streymi, og stóri munurin á stigatalvuni sigur helst mest sum alt um, hvussu misjavnt kapp- ingarárið hevur roynst liðunum. Ikki tí. Neyvan høvdu teir á samansetta liðnum rokn- að við nakrari lættari til- veru í bestu deildini, so vónbrotnir eru teir helst á ongan hátt. Hinvegin tóktist GÍ maskinan at vera ein alt ov stórur biti hjá upp- flytarunum, sum als ikki hava somu traditiónir í føroyska fótbóltstoppinum. Lítil munur Fyrstu løtuna av dystinum sást tó einki til, at nakar serligur munur skuldi vera á liðunum. GÍ liðið var eisini nakað skert, og millum annað vóru hvørki Magni Jarn- skor ella Pól Ennigarð við, samstundis sum tað ikki kundi roknast við, at Helgi L. Petersen og Sámal Joensen megnaðu at spæla í samfullar 90 minuttir. Longu eftir góðum 20 minuttum var eisini greitt, at Sámal ikki fekk verið við meira, og einki er at taka seg aftur í, at hetta var dyggur smeitur hjá gøtu- monnum. Tað løgna við hesum var, at tað ikki var hóttandi skaðin í rygginum, sum gjørdi um seg. Hin- vegin var tað ein skaði í lærinum, og sum vera man bøtir hetta ikki um skaða- støðuna hjá gøtumonnum. Meðan gestirnir sostatt fingu ein minni hvøkk av hesum, tóktist tað sum um heimamenninir ressaðust. Spælið var kanska ikki nakar flótandi álopsfót- bóltur, men hinvegin dugdu teir sera væl at gera sær dælt av teimum dygdum, sum eru á liðnum. Í verjupartinum var ikki nølað á nakran hátt, men varð bólturin aloftast rudd- aður burtur við longum spørkum niðan eftir og út í borðini. Á miðvøllinum stríddust allir fyri hvørjum øðrum, og ikki minst kom tað væl við, at Ronnie Samuelsen er aftur hjá bygdamonnum sínum. Í álopinum høvdu teir so sterkastu kortini við krops- og høvuðssterka Jón Sigurd Gleðisheygg og rumenska bóltsnillinginum, Sorin Anghel. Hesin seinast nevndi gav ferð eftir ferð prógv um, at hann telist millum allar bestu leikararnar, sum eru í landinum. Bóltførleikin er framúr, soleiðis at drag- ingarnar eru somikið tættar, at ilt er at sleppa fram at honum, og hóast hann kann tykist heldur skirvisligur, so er kropsliga styrkin ikki heilt eingin. Harafturat arbeiddi hann sera væl á vøllinum, og hóast hann í útgangsstøðnum var áleyp- ari, so mundi fáur leikari á vøllinum renna eins nógv fet. Jón Sigurd á staðnum Tá heimaliði kom á odda var tað tó ikki Sorin, sum var maðurin aftan fyri málið, hóast hann í upp- spælinum gjørdi sín part. Jón Sigurd Gleðisheygg taldist áður millum verju- álitini hjá gøtumonnum, men síðani í fjør hevur hann røkt skylduna sum málskjútti hjá EBG/ Streymi, og tað gjørdi hann eisini móti gamla felagi sínum. Talan var tó um tvey mistøk á GÍ liðnum, sum førdu til málið. Fyrst var tað eingin í verjupartinum, sum hugsaði um at bakka upp, tá Samson Nesá fór upp eftir luftbólti ímóti Sorin Angel. Rumenina fekk snittað bóltin inn um verjuna, har Jón Sigurd setti ferð á. Beinini hjá veteraninum eru tó ikki eins títt, sum tey onkun tíð hava verið, og ivaleyst átti Bartal at kunna runnið seg upp, men heldur enn at skerma valdi verju- spælarin at satsa við einari kropstakling, og hóast Bartal ikki tapir nógvar av hesum, so var hann við undirlutan móti Jón Sigurdi. Álopsmaðurin slapp leysur, og við einum dómadagsskotið sendi hann bóltin upp um Hall Hansen í gøtumálinum og mesk- arnar. Fullu ikki aftur Í slíkum førum er ofta vandi fyri, at liðið, sum er á odda móti favorittunum, fellir ov langt aftur á vøllin, men hetta hendi tó ikki hjá EB/Streymi. Á skilagóðan hátt royndu teir alla tíðina at halda fast um spæliætlan sína. Einstøku uppgávurnar á vøllinum vórðu sjáldan gjørdir óneyðuga torførar, og hóast gøtumenn eisini royndu at liggja framvið, so var líkt til, at talan skuldi verða um eina óvæntaða heimaleiðslu í steðginum. Vónirnar um hetta brustu tó tveir minuttir undan steðginum. GÍ hevði sum sagt hótt nakrar ferðir, og við eitt hornaspark gekk galið. Tað lítktist eini væl vandari støðu, tá Bartal fyrst rann seg leysan av verjuleikarunum, fyri síðani at stúta í kassan, tá Óli beindi hornasparkið innaftur. Um hetta var tilætlað ella ikki, skal ikki staðfestast her, men í øllum førum gav tað gøtumonn- um eitt skump rættan vegin. Hetta tóktist eisini at vera neyðugt, tí ikki minst í press-spælinum á miðvøll- inum, har GÍ vanliga stend- ur seg væl, hevði heima- liðið gott tak á. Dómarin í dystinum telist ikki millum teir mest erkvisnu, sum býta kort til høgru og vinstru, og hóast talan kundi verið um fleiri kort enn tey bæði, sum givin vórðu, so var tað gott fyri dystin, at hann ikki varð floytaður sundur og saman, soleiðis sum tað ofta hendir, tá leikarar eisini nýta kroppin í nærdystum. Ferðin varð trýst Hvat Johan Nielsen hevur sagt við menn sínar í steðginum, er ilt at vita, men neyvan hava orðini verið serliga blíð. Hvussu var og ikki, so tóktust gøtumenn hamskift- ir, nú teir komu út til seinna hálvleikin. Ferðin var nakað væl hægri, enn hon hevði verið fyrra umfarið, og skjótt byrjaðu teir at leggja eitt hampuliga stórt trýst oman móti málinum. Møguleikar spurdust eisini burturúr, men í mun til so nógvar aðrar ferðir í fyrru kappingarhálvu, so høvdu áleypararnir sera ilt við at umseta møguleik- arnar til mál. Fleiri ferðir var heilt nær við, men hvørki Helgi L. Petersen, Omar Pálson, Bartal Eliasen ella Óli Hansen megnaðu at seta seinasta fótin á, tá møguleikin beyðst, og tí gjørdist talan ikki um nakað GÍ mál. Heldur ikki hóast teir seinastu løtuna tveittu alt varsemi fyri borð, og spældu við fýra leikarunum á toppinum. Hinvegin vóru EB/ Streymur ikki fyri heilt ongum í álopspartinum. Eina ferð skeyt Sorin á yvirleggjaran við frísparki (ætlaði helst eitt innlegg), og fleiri aðrar ferðir var um reppið, at støðan gjørdist heilt vandamikil, men altíð var ein GÍ-verjufótur fyri í avgerandi løtuni. Mál komu tí ikki fleiri í dystinum, og einki var at ivast í, hvør frøddist meira um hetta, tá dysturin var lokin. Gøtumenn máttu niðurboygdir ásanna, at munurin á stigatalvuni nú var tódnaður í trý stig, meðan teir á heimaliðnum fegnaðust um stigið, sum lyfti teir eitt vet úr niður- flytinginarvandanum. Mist ov nógv Spurningurin hjá GÍ tykist í løtuni vera, í hvønn mun liðið fer at vera skert komandi dystirnar. Bonkurin er ikki eins stórur, sum hann er hjá eitt nú B36, sum teir kappast við í oddinum, og tí er sera tungt at bera avboð frá stuðulsleikarum. Ikki minst verður tað torført, um liðið skal standa seg uttan bæði Magna Jarnskor og Sámal Joensen á miðvøllinum. Í álopinum hevur Helgi annars uppvigað móti nógvum við mongu málum sínum fyrru kappingar- hálvu, men heldur ikki hjá honum stendur nakað serligt til. Lærkrikin argar illani, og umframt avboðið til landsliðið, er mest sum greitt, at hann ikki fer at vága nakað í komandi europa-cup dystunum hjá GÍ. So hevur tað størri týdn- ing, at allir leikarar eru væl fyri um tvær vikur, tá GÍ kemur til Havnar. Ein dystur, sum í løtuni sær út til at verða avgerandi fyri, hvar FM-.heitið í fótbólti 2001 skal enda. Dysturin í tølum: EB/Streymur-GÍ1-1 (1-1) 1-0: Jón Sigurð Gleðis- heygg 30 1-1: Bartal Eliasen 44 Dómari: Petur Erhard Kjærbo (Sumba) EB/Streymur: Gunnar á Steig – Andrzej Pacek, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson – Andreas J. Dahl, Knút Vesturtún, Ronnie Samuelsen, Eyðåfinnur Joensen, Alfred Jacobsen – Jón Sigurd Gleðisheygg, Sorin Anghel GÍ: Hallur Hansen – Bartal Eliasen, Samson Nesá, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik ,Poul Henning Jacobsen, Henning Jarnskor – Helgi L. Petersen, Óli Hansen EB/Streymur-GÍ 1-1 (1-1): GÍ’ari steðgaði GÍ Bartal Eliasen hevði lut í leiðslumálinum hjá EB/Streymi, men beint fyri leiklok gjørdi hann skaðan góðan aftur, tá hann – sum tað sæst á myndini – stútaði bóltin í meskarnar til endaliga úrslitið Mynd: SJ C M Y K 18