Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 159 - 21. august 2008 Vinnumálaráðið er nú farið til verka at broyta russiska innflutningsbannið móti føroyskum laksaúrdráttum. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvið við Heilsufrøðilugu Starvsstovuna ÚTFLUTNINGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Russiska innflutningsbann­ ið fevnir um laks og laksaúrdráttir frá teimum virkjum, sum høvdu vitjan av russisku eftirlitsmynd­ ugleikunum í mai í ár. ­ Málið er sera álvarsamt, tí tað snýr seg um stór útflutningsvirði, ið kunnu fara fyri skeytið. Vinnu­ málaráðið nýtir tískil alla neyðuga orku at loysa málið so skjótt og skynsamt sum til ber, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnu­ málum. Heilsufrøðiliga starvsstov­ an arbeiðir – saman við umrøddu alivirkjum – at rætta tey frávik, sum russiska matvørueftirlitið hevur víst á. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eisini boðað russiska mat­ vørueftirlitinum frá, at matvørueftirlitið verður boðið til Føroya á nýggja eftirlitsvitjan at kanna, um ávístu frávikini eru rættað samsvarandi russisku krøvunum. Samband hevur verið við matvørumyndugleikarnar í Noreg og Danmark, sum hava havt líknandi trupulleikar við mat­ vøruútflutningi sínum til Russlands. Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan fer at bjóða stjóran­ um fyri russiska matvøru­ eftirlitinum til Føroya á fund at viðgera tey frávik, sum ósemja er um, eitt nú russiska kravið um, at hvørt einstakt alivirki skal hava egna kanningarstovu. Harumframt er ætlanin at tosa um møguligt samstarv landanna millum, bæði ímillum myndugleikar og ímillum vinnuvirki. Bjørt roynir at broyta russiska innflutningsbannið Nýggi skúlin í Runa­ vík hýsir nú næming­ um í 4. – 10. flokki. Prísurin fyri skúlan er slakar 100 milliónur krónur NÝGGJUR SKÚLI Tíðindaskriv Býráðið í Runavíkar komm­ unu avgjørdi í 2004, at umskipa skúlarnar í Ritu­ vík, Runavík, Glyvrum og Søldarfirði. Avgjørt varð at fara frá fýra skúlaeindum til tvær, og í hesum sam­ bandi byggja nýggjan dag­ førdan skúla í Runavík. Avgjørt varð at skúlin í Runavík, sum var bygdur miðskeiðis í sjeytiárunum, skuldi takast niður heldur enn at byggja uppí. Verandi býráð avgjørdi eisini at sam­ skipað verkætlanina við­ víkjandi bygging av ment­ anarhúsi og nýggjum skúla, soleiðis at høli til mentunar­ lig tiltøk verða bygd saman við nýggja skúlanum. Arti­ con fekk í kapping millum tríggjar byggifyritøkur upp­ gávuna. Sáttmáli varð undir­ skrivaður 30. aug. 2006 og 2. okt. 2006 varð spakin settur í. Tíðarætlanin í sáttmálan­ um er soleiðis, at bygning­ urin verður handaður byggi­ harranum í trimum stigum. Teir fyrstu 1600 m² vóru tiknir í brúk av skúlanum við ársbyrjan 2008. Restin av skúlastovunum verður tikin í nýtslu nú skúlaárið byrjar í komandi viku. Sostatt verður nýggi skúlin nú karmur um skúla­ gongdina hjá øllum næm­ ingum frá 4. – 10. flokk hjá Runavíkar Kommunuskúla, meðan 1. – 3. flokk umframt næmingar við serligum tørvi, koma at halda til í skúlanum á Glyvrum. Skúl­ in í Rituvík verður nú nýttur til elsta flokkin í barna­ garðinum. Søldfjarða skúli er langtíðarleiðaður til Handilsskúlan, og har byrja sum skilst fýra FHS flokkar nú eftir summarferiuna. Síðsta byggistigið Tað síðsta byggistigið í nýggja skúnanum umfatar námsfrøðiliga tænastudepil­ in, bókasavn, samkomuhøli, matarstovu og tónleikahøli saman við hølum til húsa­ vørðin, skúlasjúkrasystir og høli til NSR­ráðgeva. Hetta verður eftir ætlanini liðugt við ársskiftið, og merkir hetta at tá er allur bygn­ ingurin liðugur. Sáttmálin millum Runa­ víkar Kommunu og ArtiCon er ein “partalagsavtala” og er arbeiðið skipað sum heildar­arbeiðstøka. Heildarætlanin umfatar skúlabygning, ið er uml. 5000 m² til víddar. Lendið, ið útlagt er til skúlaøkið, er umleið 16000 m², harav 5000 m² eru gjørdir til spæli­ pláss, grasfløtur og øki til gangandi­ og koyrandi ferðslu. Í bygninginum eru m.a.: Skúli við nútímans tøkni Lyklaskipanin í skúlanum er ein nútímans elektronisk skipan. Skúlin er ­ í staðin fyri ta “traditionellu” talv­ una – útgjørdur við interakt­ ivum talvum, ið eru í skúla­ stovum og serhølunum. Í skipanini eru nógv ymisk forrit, ið eru til frálæru, eins og at samband er til alnótina í øllum stovum og hølum. Samskifti útfrá­ og innan­ hýsis við lærara, er um tráðleysa IP­telefon skipan. Hetta er fyrstu ferð at hetta verður roynt í føroyskum skúla. Samlaði kostnaðurin nú skúlin verður liðugur verð­ ur uml. 94 mill. kr. Íroknað hesa upphædd er víðkan av upprunaligu samkomuhøll­ ini umframt innbúgv, KT o.l. Sjálv byggiætlanin hev­ ur bæði í kostnaði og byggitíð gingið væl í mun til upprunaliga sáttmálan. Nýggjur skúli til eldru næmingarnar 18 flokshøli 8 serstovur 4 bólkarúm 3 balkongir námsfrøðiligur tænastudepil bókasavn samkomuhøll til 340 fólk fyrilestrastova matstova tónleikastova umsitingarhøli goymslur, wc o.l. FAKTA um nýggja skúlan Vikuskiftistiltak á Slættanesi Aftur í ár skipar Sandavágs Fornminnafelag fyri vikuskiftistiltakið á Slættanesi, tiltakið verður nú um vikuskiftið. Í skúlanum verður myndaframsýning av flólki og bygdalívi á Slættanesi. Leygarkvøldið: Í skýmingini spælir Knút Olsen fíól í skúlanum, stykkir av Ole Bull. Marjun Dalsgarð og Egin Markná hugleiða um barna­ og summarminni á Slættanesi. Dansifelagið Tøkum Lætt kemur at dansa á miðnátt leygarkvøldið, seinni um náttina verður Syngið Við­løta, har Tummas Heri Thomassen og Knút Olsen spæla harmoniku. Sunnudagin: Kl. 14:00 verður guðstænasta í skúlanum, har Theodor Olsen prædikar. Í samband við tiltakið ger Vága Ríðingafelag túr úr Miðvági leygardagin kl. 15, og gongutúrur verður av Oyrargjógv kl. 14:00. M/b Ólavur siglir fríggjakvøldið kl. 20 av Oyrargjógv. Leygardagin siglir Ólavur fleiri túrar av Oyrargjógv, fysti túrurin verður kl. 14 og hann heldur á til kl. 20 ­ Kl. 23 siglir Ólavur av Slættanesi á Oyrargjógv. Sunnudagin siglir Ólavur av Oyrargjógv kl. 13 og heimaftur aftan á guðstænastuna