týsdagur 7. august 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 149 - 7. august 2001
Komandi vikuskifti
leita telvarar úr
grannatjóð okkara
hendan vegin. Lands-
dystur er nevnliga á
skránni.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í 1974 samdust Talvsam-
band Føroyar og Skáksam-
band Íslands at fara undir
regluligt landsdystarsam-
band, og í 1975 varð sostatt
fyrsti dystur leiktur. Tvey
tey fyrstu árini nýttu íslend-
ingar teirra bestu telvarar,
men skjótt sást at hesir
vóru nógvir klassar betri
enn okkara menn og síðani
triðja dystin í 1979 hava
bert
telvarar
uttanfyri
Reykjavík
mannað
ís-
lendska liðið, og hevur
hetta eisini givið meira
javnvág í dystunum.
Telvað
hevur
verið
annaðhvørt
ár
seinastu
tjúgu árini, seinast í Akur-
eyri í 1999. Tá endaði dyst-
urin 10-10. Í 1997 tá telvað
varð í Føroyum, endaði
dysturin somuleiðis 10-10,
men báðir dystirnir hava ís-
lendingar vunnu vegna
fleiri stig á fremru borðun-
um. Hesi 26 árini telvað
hevur verið landsdystir,
hava íslendingar vunnu
nógv flestar ferðir, men
sjáldan
hevur
munurin
verið stórur.
Ikki bert talv hevur verið
á skránni tá tjóðirnar báðar
hittast í talvørindum. Sann-
iliga hevur eisini verið høvi
til útferðir og veitslur, sum
hava viðført vinarsambond
uttanum sjálvt telvingina.
Tað er nakað serligt tá før-
oyingar og íslendingar hitt-
ast.
Sterkt føroyskt lið
Fyrireikingarnar til dystin
komandi vikuskifti eru
byrjaðar og nógvir av okk-
ara fremstu telvarum hava
játtað seg tøkar. John Arni
Nilssen telvar í løtuni NM í
Bergen, hann hevur í skriv-
andi løtu hálvtannað stig av
tveimum, og kann tí ikki
vera við í landsdystinum.
IM John Rødgaard verður
væntandi við, meðan iva-
mál er um Flóvin Tór Næs
og Rógva W. Rasmussen.
Torbjørn Thomsen, Ólavur
Simonsen, Rani Nolsøe og
Carl Eli N. Samuelsen hava
allir játtað seg klárar.
Eyðun Nolsøe og Jens
Kristian Hansen verða báð-
ir burturstaddir. Maður
kemur tó í mans stað, og tí
er eingin orsøk at óttast, tí
næstir í røðini eru eitt nú
unglingarnir Martin Poul-
sen og Olaf Berg, og teir
meira
royndu
Steintór
Rasmussen, Terji Petersen,
Finnbjørn Zachariassen og
Martin Brekká. Hesir og
fleiri aðrir eru tí um boðið.
10 mans manna liðini.
Telvað verður tvíumfar, eitt
leygardagin og eitt sunnu-
dagin, í hølum Havnar
Telvingarfelags.
Kelda: »Føroysk telving í
20. øld« eftir Suna Merki-
stein
Vágbingurin sýndi
enn einaferð, hvussu
góð evnini eru á ein-
um hjólhesti, men
hóast formurin neyv-
an hevur verið betri,
so verður hann ikki
við, tá súkklast skal
um FM
SÚKKLING
Jákup Mørk
Vágbingurin Rógvi Johan-
sen, hevur luttikið í ymisk-
um testum á Team Dan-
mark centrinum í Odense,
testinar vóru gjørdar í sam-
band við eitt »forsknings-
projekt« sum var gjørt í
samstarvi millum Odense
Universitet og Team Dan-
mark.
Í hesum sambandi skuldu
teir testa eina røð av rætti-
liga servandum um súkkl-
arum.
Súkklarum
við
drúgvum royndum í danska
A-bólkinum.
Allar royndinar vóru
undir strongum eftirliti av
læknum og Team Danmark
laborantum.
Vann greitt
Royndirnar, sum súkklarar-
nir skuldu ígjøgnum vóru
hesar:
-Ein submaksimal (á fløt-
um og hellandi rennibandi)
og ein maksimal test á
(hellandi rennibandi). Alt
hetta varð gjørt á súkklu.
-Ein submaksimal-test á
baghjólergometur.
- Ein sonevnd feltroynd,
sum varð koyrd í Odense,
og sum mest var álíkt ein-
um einkulstarti.
Tíggju súkklarar vóru
valdir út til at taka lut í
royndunum, og millum
teirra, sum Rógvi altso
vann á, vóru millum aðrar
Flemming Witt (F.B.C.),
sum herfyri varð nr. 10 í
DM í einkulstarti, Michael
Larsen (Team Glud/Mar-
strand),
Ole
Ørsted
(O.C.K.) og Jannik Peter-
sen (Hammel Cykelklub).
Sum kunnugt koyrdi hesin
seinasti í bláu førara-
troyggjuni í Statoil kring
Føroyar kappingini, áðrenn
hann tók seg úr kappingini.
Tað eydnaðist Rógva at
gerast besti súkklarin í
royndini, og ikki kann sig-
ast annað enn, at talan var
um ein sannførandi sigur..
Rógiv koyrdi 381 watt í
felttestini, og var hetta heili
41 watt meira enn næsti
súkklarin, sum var hin
hálvprofessionelli Michael
Larsen. Munurin her var
somikið stórur, at hetta
eisini gjørdi Rógva til
greiðan vinnara av samlaðu
royndini.
Sjálvur er Rógvi sera
fegin um úrslitið sum stað-
festir at hansara støði er
sera høgt eins og niður-
støðan má vera, at hann
hevur framúr evni sum
einkultstart súkklari.
Ikki til FM
Annars boðar Rógvi Johan-
sen nú frá, at hann ikki
verður við til FM-kapping-
arnar, sum verða hildnar í
august mánaði. Hann sigur
seg vera vónbrotnan um
viðferðina, sum hann og
fýra
danskir
súkklarar
fingu
frá
Tórshavnar
Súkklufelag og Jens Glerup
undir Statoil kring Føroyar
kappingini, og at hann tí-
skil ikki er serliga motiver-
aður at taka lut í FM kapp-
ingini, sum TSF skipar fyri.
Tað er sjálvandi við ring-
um tannabiti, at Rógvi hev-
ur tikið hetta stig. Hann
hevur vunnið einkultstartin
her heima seinastu seks ár-
ini, og eisini hevði hann
ætlanir um at gera ein vørr
á hinum teinunum, sum
verða súkklaðir.
-Eg velji tí heldur at stilla
upp í stóru kappingini »Fyn
Rundt«. Hettar er ein av
teimum størru kappingun-
um, sum eru í danmark,.
Ein av teimu har fleiri kend
nøvn eru við. Tað skal tó
ikki vera nøkur loyna, at
fegin vildi koyrt FM-kapp-
ingina. Eisini hóast hetta er
ein minni kapping enn Fyn
Rundt.
- Serliga er tað í ár á-
hugavert, at FM-kappingin
fyri fyrstu ferð skal skipast
í Suðuroynni. Suðuroyggin
er mín heimavøllur, og tí
var eg undan Statoil kapp-
ingini var eg sera spentur til
FM, men soleiðis bleiv tað
bara ikki, sigur ein vón-
brotin Rógvi Johansen at
enda.
70 ára gamli Victor
Korchnoi vann óvæntað
sterku kapingina í Biel,
Sveis. Hann byrjaði væl,
og lá hálvt stig fremstur
tá komið var hálva leið,
og soleiðis varð eisini
endastøðan.
Korchnoi
vann loksins við seks
stigum av tíggju møgu-
ligum,
Svidler
fekk
hálvtsætta stig meðan
Boris Gelfand heldur
skuffandi ognaði sær
triðja plássið við fimm
stigum. Javnir á fjórða
og somuleiðis aftasta
plássi, vórðu Alexander
Grischuk, Joel Lautier
og Yannick Pelletier.
Fá vóru tey sum høvdu
væntað at sæð Korchnoi
aftur á sigurspalli, men
sum hann sjálvur sigur,
so hevur hann ongar
veruligar talvambitiónir,
uttan tað at hann ætlar at
vísa teimum ungu, at
enn er dugur í honum!
-cens
Talvið hesa vikuna
Talvið niðanfyri er frá landsdystinum í 1981, sum
bleiv telvaður í Hoydølum. Íslendingar vunnu tepran
samanlagdan sigur. Tað varð í hesum árið har
sandavágsmaðurin Torkil Nielsen av álvara menti seg
sum telvari. Hann var tá 17 ára gamal og hevði Áskell
Orn Kárasson, sum nú er forseti í Skáksamband
Íslands, yvir av sær á øðrum borði.
Áskell O. Kárasson (ÍS) — Torkil Nielsen (FO)
Landsdystur í 1981. 2. borð.
1.d4 Rif6 2.c4 g6 3.Ric3 Bg7 4.e4 d6 (Kongaindisk
byrjan) 5.Be2 0-0 6.Bg5 c6 7.h4 Fa5 8.Fd2 e5 9.d5
cxd5 10.cxd5 Ribd7 11.f3 Ric5 [11...a6 hevði verið
rætti leikur] 12.Rib5 Fxd2+ 13.Bxd2 Rd8 14.b4 Ria6
15.g3 Rie8 16.Bd3 Bd7 17.Rie2 Bxb5 18.Bxb5
Riac7 19.Bd3? [19.Bc4 og svartur hevur at kalla
einki mótspæl]
19...Rixd5! 20.exd5 (Ivasamt. Betri hevði verið at
roynt seg við h5 til dømis) 20...e4! (Liður í planini)
21.Rc1 exd3 22.Rif4 Be5 (Restin er teknikkur, sum
Torkil tann dagin í dag enn mynstrar) 23.g4 Bxf4
24.Bxf4 Rif6 25.Bg5 Re8+ 26.Kd2 Rixd5 27.a3 h6!
28.Bxh6 Kh7 29.Bg5 f6 30.Kxd3 fxg5 31.hxg5+ Kg7
32.Kd4 Re5 33.Rh3 Rif4 34.Rc7+ Kg8 0-1
Rógvi Johansen vann
Team Danmark test.
Royndirnar, sum súkklararnir skuldu ígjøgnum, fóru partvíst
fram á laboratoriinum hjá Team Danmark
Íslendingar bjóða av
Aldursforsetin
vann
C
M
Y
K
24
Nr. 149 - 7. august 2001
25
Eydnuhjól
Haldórsvíkar Avhaldsfelag hevur eydnuhjól 02.
sept.2001.Um nakar vil stuðla við lutum,kunnu tey
venda sær til ein av nevndarlimunum: Paulivar tlf.
423319, Katrin tlf. 423491, Hallgerð tlf. 423368,
Hjalma tlf. 423343, Hansa tlf. 423348.
Nevndin
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3217
Navn: Sp/f Inn
Adressa: c/o Jaspur
Johannesen,
Marknagilsvegur 10, 100
Tórshavn
Kommuna: 460 Norðskáli,
Sunda Kommuna
Stovningardato:
16.07.2001
Viðtøkudato: 16.07.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Jaspur
Johannesen,
Marknagilsvegur 10, 100
Tórshavn.
Stjórn: Jaspur
Johannesen,
Marknagilsvegur 10, 100
Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður
bundið
við
undirskrift
av
stjóra
felagsins.
Grannskoðari: : Sp/f AB-
grannskoðan, Sleipnisgøta
12, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
16.07.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil
og tað sum stendur í
samband við hetta.
Skráseting Føroya tann 2.
august 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3214
Navn: Sp/f INT
Promotion
Adressa: Jørundsgøta 65,
188 Hoyvík.
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato:
06.07.2000
Viðtøkudato: 06.07.2000
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Regin Vágadal,
Jørundsgøta 65, 188
Hoyvík.
Stjórn: Regin Vágadal,
Jørundsgøta 65, 188
Hoyvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið av
stjóranum.
Grannskoðari: :
Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen, J.
Paturssonargøta 18, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
06.07.2000 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at fyrireika
tiltøk av einumhvørjum
slag og allan handil í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 2.
august 2001
Kristin Balle
_____________________
Bilur til sølu
Toyota Carina st. car.
P/F Fótbúni
Tlf. 311705
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
Føroya
Psoriasisfelag
Vit vilja hervið boða frá, at komandi viðgerðar-
túrur fyri psoriasis verður á Bláa Lónið í Íslandi 7.
sept. og heim aftur 4 vikur seinni.
Tey, ið hava tørv á viðgerð, fara til egnan
kommunulækna, læknin fyllir umsóknarblaðið út
og sendir tað til húðlæknan.
Umsókn skal latast inn seinast 10. august 2001.
Eru ivamál hesum viðvíkjandi,eru tit vælkomin at
ringja 424179.
Vinarliga
Føroya Psoriasisfelag
Frá Happadráttinum
Seðilin spælir við í trimum dráttum
70% av søluvirðinum
verður latið til vinningar
HIN FØROYSKI HAPPADRÁTTINUM
Seinasti søludagur til
1. drátt er 16. august
Nýtt skeið
byrjar hóskvøldið
9. august
kl. 19.00
Sosialurin - 311820
Ole Lykke, tel. 220 972
Hugo Kristiansen, tel. 225 225
Johan Beder, tel. 210 821
Regatta 2001
Um viðrar verður tann árliga regatta-
siglingin fríggjadagin 10. august
Siglt verður av Eiði kl.19.30,verða í Hósvík uml.kl.
22.30.
Allir bátar kunnu luttaka.
Prísur 100 kr. pr. persón. Heitur matur íroknaður
og ábit leygarmorgunin.
Dansur
verður í Bygdarhúsinum frá kl. 23.30. Orkestrið
Moonshot úr Vestmanna spælir. Kostnaður 80 kr.
Møguleiki er at seta tjald upp.
Leygardagin kl. 14.00
verður siglt út til Nólsoyar, har Ovastevna er.
Møguleiki er at keypa okkurt til matna.
Møguleiki er at seta tjald upp.
Tilmelding
á tlf.422589,422578,422368,422148,422096 ella
e-mail: regatta2001@yahoo.dk
Til ber at gjalda á konto 9181.133.309.9 í Føroya
Sparikassa. Viðmerkjast skal bátanavn og tal av
persónum.
Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 7. august
kl. 20.00.
Sky digital
og
Orbit Network.
Kort og móttakari,
alt fæst nú á einum stað.
á tlf 421411
ella
215328
Fí
ú
Kortsáttmála beinleiðis við
Sky Digital.
Sjálvandi tann tryggasta
loysnin.
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
-har
tað hendir
25