Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 150 - 8. august 2001 Nr. 150 - 8. august 2001 11 Eivind Jacobsen Strendur Í havsbrúnni hómast eitt skip. Tað stóra tornið gerst alsamt stórri. At enda hvørvur Nólsoyggin aftan- fyri skipið. Oljan er komin. Vit telja pengar. Vit leggja ætlanir. Hvat skulu vit gera við allar pengarnar? Skipið fær boriloyvi og fer út á hav at LEITA eftir olju. Eftir sita okkara ráðandi menn. Stórsta málið í dag er, næst eftir egnari løn, Búskapargrunnurin. Sam- gongan kann ikki semjast um, hvussu pengarnir í grunninum skulu brúkast. Stórsta partin av seinastu viku brúktu teir at verða ósamdir. Tað eru ivaleyst fleiri við mær, sum hava trupult við at skilja, hví vaksnir menn skulu verða ósamdir um hvør skal fáa útgjald úr einum tómum kassa. Einki kann samla fólk, sum ein felags fíggindi. Men tá Nýrup er í summar- feriu, noyðast teir at verða ósamdir við hvønn annan. Havandi í huga, at tað einasta almannaráðharrin kundi bjóða í orðaskift- inum mánadagin var fram- haldandi fígging til SJÁLV- BOÐIÐ ARBEIÐIÐ, undr- ast vit enn meira, tá vit hugsa um, at enn veit eing- in, hvat skal gjaldast inn í hendan grunn. Hevði tað ikki sømt seg betri hjá vaksnum monnum, at latið pengar komið í kassan, áðrenn tosa verður um, hvat pengarnir, sum ikki eru til og møguliga ongantíð verða tøkir, skulu brúkast til. Men hetta er fólkafloks- politikkur, tá hann er best- ur. Teir siga eitt í dag og annað í morgin. Støðufesti er í teirra hugaheimi ókent. Teir tosa, sum teir hava skil til. Tað er trupult at taka menn fyri fult, sum siga, at alt sum kemur í Búskapar- grunnin skal deilast út til hvønn einstakan. Fyrr í ár søgdu somu menn, at peng- arnir skuldu brúkast til at koyra í Landskassan, fyri at viga upp ímóti minkandi ríkisveiting. Sum øll vita, kunnu pengar bert brúkast eina ferð. Tí lekur millum teori og praxis. Men hvat er at vænta, tá liberalu sjónar- miðini skulu berast fram av alment løntum persónum og teimum, sum bert tosa frá búkinum, og als ikki frá hjartanum. Visiónir hjá livibreyðs- politikarum hava altíð og fara altíð at verða Fata Morgana Fata morgana Bill Justinussen Miðflokkurin Løgtingið samtykti í vár uppskot um sjálvstýri Føroya fólks. Hetta upp- skotið innihelt tað, sum møguligt var at fáa hinar samgonguflokkarnar at taka undir við á sjálvs- stýrisleið. Tú hevur í fjølmiðlunum víst á týd- ningin av hesi løgtings- samtykt, sum meirilutin av Føroya fólki eftir tíni meting stendur aftanfyri og tí eigur at takast í ramasta álvara. Hendan samtyktin verður eftir øllum at døma nýtt sum amboð at staðfesta okk- ara rætt sum tjóð. Í sambandi við løg- tingssamtyktir vil undir- ritaði loyva sær at seta hendan spurning: Í vár varð eisini ein onnur løg- tingssamtykt gjørd. Hetta var løgtingssam- tyktin um serskatting av hjúnum, sum ein meiri- luti av Føroya løgtingi tók undir við. Ikki havi eg hoyrt nakran lands- stýrismann klovið í tvey um, at hendan samtyktin skal virðast á sama støði sum hon um sjálvstýri Føroya fólks. Kann landsstýrismaðurin geva nakra trygd fyri, at parta- maður hansara, fíggjar- málaráðharrin, vil taka nevndu løgtingssamtykt fyri fult og fyrireika neyðuga lógararbeiðið? Til tey, sum annars lesa hetta, kann upplýsast, at ein løgtingssamtykt ikki kann sammetast við eina løgtingslóg, og at lands- stýrið ikki er bundið av at fylgja løgtingssam- tyktum. Tí haldi eg, at Høgni Hoydal yvirmetir týdningin av løgtings- samtyktini um sjálvsstýri Føroya fólk, samstundis sum eg haldi, at tey, sum vænta sær nakað sum helst burturúr uppskot- inum um serskatting av hjúnum, verða hildin fyri gjøldur. Fyrispurningur til Høgna Hoydal! VIÐMERKINGAR Spákaðu okkum ein túr oman á staðið, sum vit fyrr kendu sum Sandá- gerð, har aldurnar tutl- aðu, fuglarnir lótu, men nú børnini gráta. Tí fyri stuttum hevði »húðaskógvaungdómur« eitt tiltak, millum manna kent Free Føroyar. Eitt mentunnartiltak har fleiri av okkara fremstu tón- leikarum luttóku. Leivdirnar av hesum tiltaki sita nú á iljum barnanna. Summa summarum: Hvar er virðingin fyri hesum landi, sum hesin ungdómur vil hava ræði á. Kundi ein partur av inntøkuni av hesum til- taki ikki verið nýttur til upprudding!!!! Rúni Poulsen Sjúrður Johansen Hans Áki Chirstiansen Bárður Mikkelsen Regin Lamhauge Jákup Sverri Kass Jón Henriksen Bjarni Wardum Glasagerð Almanna- og Heilsurøktarafelagið: Noktar limum at virka sum praktikvegleiðarar A.H.F. - Almanna- og Heilsurøktarafelagið (Føroya Sjúkra- hjálparafelag) Fríbjørg Jacobsen, formaður Tórshavn tann 06.08.01 Við hesum verður boðað frá, at felag okkara hevur noktað øllum limum felag- sins at virka sum praktik- vegleiðarar fyri teimum heilsuhjálparnæmingum, sum eftir ætlan skuldu út í praktik 13.08.01. Orsøkin til hetta stig er, at Fíggjarmálastýrið fram- haldandi hevur noktað at sett inn í sáttmála okkara lønarskipan fyri teir assi- stentar, sum eru limir í felag okkara og sum starv- ast innan heimarøktina. Hetta tykist at vera gjørt við fullum stuðli frá Al- manna- og Heilsumálastýr- inum. Heldur ikki hava vit nakrar ásetingar fyri lønar- samsýning hjá limum okk- ara, sum eftir ætlan skuldu átaka sær at vera praktik- vegleiðarar. Í sambandi við at vit hava fingið skjalainnlit í Al- manna- og Heilsumálastýr- inum, hava vit tó staðfest, at tað tykist sum at Al- manna- og Heilsumálastýr- ið ikki sakliga hevur við- gjørt hendan spurning um lønarásetingina hjá assi- stentunum. Hinvegin tykist stýrið einvíst at røkja áhugamál- unum hjá øðrum fakfelag, sum krevur ávísar treytir uppfyltar, fyri yvirhøvur at góðkenna, at limir okkara fáa løn samsvarandi sátt- mála okkara. Tað er átaluvert, at al- mennur myndugleiki so- leiðis á ósakligan hátt við- ger mál, sum hava við lønarviðurskiftini hjá lim- um okkara at gera, og enn meira óhugnaligt er hetta, tá hendan framferð helst kemur at hava ávirkan á røktina hjá teimum gomlu og veiku í samfelagi okk- ara. Sum dømi um fram- ferðina hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum kunnu vit vísa á, at vit fóru á fund við umboðum fyri Al- manna- og Heilsumálastýr- ið, har annað fakfelag eisini var við. Á hesum fundi reisti við- komandi fakfelag ávísan spurning, sum als ikki var á dagsskránni, og hóast starvsfólk á Almanna- og Heilsumálastýrinum sum fundarskrivari ikki við ein- um orði í fundarfrásøgn síni hevur nevnt, at nøkur avtala ella semja varð gjørd um hendan spurning, so hevur Almanna- og Heilsu- málastýrið seinni gjørt galdandi, at avtala varð gjørd á hesum fundi, um at sáttmáli okkara skuldi broytast eftir tí tilmæli, sum kom frá hinum fakfelag- num sum var við á fundi. Tað er fyri okkum heilt óskiljandi, at almennur stovnur fyrst skrivar fund- arfrásøgn frá fundi, og har ikki grettir orð um, at nøkur avtala er gjørd á fundinum, men síðani tykist at vilja tvinga felag okkara at við- urkenna, at vit hava gjørt avtalu um sáttmálaviður- skifti, hóast hin sáttmála- partur okkara, nevniliga fíggjarmálastýrið als ikki var við á hesum fundi. Vit skulu tí við hesum boða frá, at Fíggjarmála- stýrið og Almanna- og Heilsumálastýrið mugu taka fulla ábyrgd av tí støðu, sum nú hevur stung- ið seg upp, tí vit fara ikki at lata limir okkara átaka sær meiri arbeiði, enn tað sum álagt er teimum við setan- ini, so leingi sum sáttmála- viðurskiftini ikki eru komin í rætt lag. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2772, Sp/f Sam, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 21.03.2001. Nýggj adressa: Tinghúsvegur 8, Box 125, 110 Tórshavn Stjórn: Farin frá sum stjóri: Eyðun Hammer, á Teigi 4, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Beinta Eliasen, Fjalsgøta 50, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 6. august 2001 Kristin Balle _____________________ Bilur til sølu Toyota Carina st. car. P/F Fótbúni Tlf. 311705 Brúktbilalisti Velbastaðvegur • 110-Tórshavn Tel. 31 73 00 - 21 73 00 www.bilfridkan.fo Sosialurin - 311820 Merki Árg. Ford Fiesta 97 Peugeot 96 Rover 420 RT 97 Nissan Primera 90 Fiat Punto 85 ELX 5h 99 Ford Fiesta 96 Daewoo Matiz 99 BMW 525iA 97 Opel Vectra Diesel 98 Sera lagalig fígging! Nýtt skeið byrjar hóskvøldið 9. august kl. 19.00 Sosialurin - 311820 Ole Lykke, tel. 220 972 Hugo Kristiansen, tel. 225 225 Johan Beder, tel. 210 821 VW transporter TDI 2500 (kassabilur) við skaða til sølu, 3 1/2 ára gamal. Kann síggjast á Bilasøluni hjá Øssur Johannesen. Tlf. 212705 og 332705 Yvirtænari søkist søkt verður eftir yvirtænara til Hotel Föroyar at byrja skjótast gjørligt. Umsókn við prógvum verður at senda til: Hotel Föroyar Oyggjarvegur Postboks 3303 FO-110 Tórshavn Innan 24. august 2001 Tórshavnar Ítróttarráð Úrslit av drátti 6. august 2001 Hesir seðlar hava vunnið: Vinningur nr. 1: 4452 Vinningur nr. 2: 1950 Vinningur nr. 3: 13277 Vinningur nr. 4: 2758 Vinningur nr. 5: 3140 Vinningur nr. 6: 16456 Vinningur nr. 7: 21750 Vinningur nr. 8: 8591 Vinningur nr. 9: 8685 Vinningur nr. 10: 5016 Ringið til Kristionnu, tlf. 319017, ella Birgir, tlf. 210298. REOLIR Hædd 2-3 m Hillar: 30 x 90 cm 45 x 90 cm 60 x 90 cm 75 x 90 cm 90 x 90 cm Til tey størri goymslurúm bjóða vit stigar og bjálkar til europlattar Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Lesið -tað loysir seg Internet Sosialur www.sosialurin.fo in C M Y K 11 10