mikudagur 8. august 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 150 - 8. august 2001
Gløgt er gestsins eyga,
verður tikið til. Og
tað er óivað mangan
prógvað. Nú er lagt
afturat próvgrundar-
lagnum við bókini hjá
danska myndamann-
inum Per Folkver, ið
hevur vitjað í Føroy-
um. Burturúr er
komin myndabók við
hugtakandi, litríkum
myndum, ið tó eru
heldur øðrvísi, enn
tær vit vanliga síggja
UMRØÐA
Dagfinn Olsen
Myndamaðurin Per Folkver
hevur fingið myndir sínar
úr Føroyum út í bók. Hetta
eru myndir, sum hann
hevur tikið á vitjanum í
Føroyum frá 1994 til 2000.
Her skal ikki gerast ein
fátækslig roynd at ummæla,
men heldur skal bókin
ummrøðast.
Tí slík bók hevur nevni-
liga tann eginleika, at orð
verða gjørd til einkis. Her
eru tað myndirnar, ið tala.
Øðrvísi
Føroyingar duga ofta best
at vísa Føroyar, sum eitt
land, har einki menniskja
býr, har eingir bilar eru og
har hús ikki eru uppfunnin
enn. Í hvussu er ikki hús
við nýmótans sniði og
øðrum enn grasi á tekjuni.
Soleiðis er veruleikin
ofta lýstur í ferðavinnu-
faldarum. Lundar, fjøll og
seyður! So einfalt er tað!
Danir hava eitt fyribrigdi,
ið teir nevna ”folkesjæl”.
Kanska er tað júst føroysku
fólkasálina, ið danin Per
Folkver hevur givið út í
bók.
Her skorta í hvussu er
ikki lív, fólk og veruleiki.
Og tað er tað, ið ger mynd-
irnar so øðrvísi, góðar,
gerandisligar og harvið
veruligar. So vælsignaða
veruligar, gerandissligar og
flottar. Flottar, tí eisini
sæst, at her er talan um
listarligt virði og gott
hondverk.
Her síggjast føroyskir
ungdómar eitt púra vanligt,
váttligt vikuskiftiskvøld.
Her eru fólk. Fólk til
arbeiðis, fólk heima, fólk ,
ið hava frí. Kend og minni
kend andlit. Gerandistos
uttan orð.
Vit síggja málaran, ið
stríðist við altartalvuna,
meðan
modellið
tolið
hongur á krossinum. Vit
síggja seymikonuna, før-
oyska dansin, møti og
bønarstund, stevnufólk og
fólk, ið tekst við tað, ið
føroyingar
nú
einaferð
takast við.
Hugtakandi og øðrvísi myndir
úr Føroyum
Bókin »Forbi Færøerne« hjá
myndamanninum Per
Folkver er hugtakandi og full
av gerandismyndum úr
Føroyum. Her eru fólk. Fólk
til arbeiðis, fólk heima, fólk ,
ið hava frí. Kend og minni
kend andlit. Gerandistos
uttan orð
C
M
Y
K
12