Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2001 13 Náttúra og annað Sjálvsagt eru eisini náttúrumyndir. Og eins og allar hinar myndirnar, so eru tær góðar. So góðar í støðum, at sjálvt hin kræsnasti knappliga skilir bæði Ingálv av Reyni og Kára Svensson til fullnar. Men sanniliga, um tað ikki eisini sæst, at í Føroyum eiga vit eisini nýmótans hús. Skip, bilar, berghol. Billardborð og mangt annað. Bókin er sannur fongur. Føroyar eru her tiknar á bóli. Men talan er um eina vakra ungmoy, ið trínur fram í dagsljósið, so hvørt sum blaðað verður í bókini, ið hevur heitið ”Forbi Færøerne”. Her er tað gestur, ið talar. Gesturin, ið er sloppin innar. Og hóast tað er myndatala, so eru mynd- irnar málandi greiðar og vakrar. Tó ikki málaður vakurleiki, men føroyskur vakurleiki, tá hann er vakrastur, myrkastur og skitnastur. Tá hann er gerandissligur. Gerandiskostur. Fugla- veiða, fongurin í einum gomluim kari, fólk til arbeiðis, brattir bergveggir, fólk í stevnustási. Her eru føroyar, sum tær nú eina- ferð veruliga eru. Avmynd- aðar, áårenn smyrdáman slapp farmat. Per Folkver takkar á baksíðuni teimum, ið hava hjálpt honum við bóka- ætlanini. Teimum, ið gjørdu tað gjørligt at fáa bókina til veruleika. Per Folkver og bókin Forbi Færøerne er givin út á forlagnum Politisk Revy og er hugtakandi og avdúk- andi. Ein háttur hjá før- oyingum at síggja í egnan heim við fremmandum eygum. Bókin er ein vakur varði. Ein bók, ið staðfestir, at orð eru fátøk og at ein mynd kann siga meira, enn tús- und orð. Ein bók, ið mentamála- ráðharrin í útvarpsviðtali segði seg hava á nátt- borðinum, tá hann tók við í nýggja starvinum. Og ein bók, ið kann viðmælast til allar føroyingar. C M Y K 13