Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Lazio hevur fleiri ivamál í hópinum, sum mánadagin kom til Keypmannahavnar EUROPA-CUP Jákup Mørk Milliarda dýru leikararnir hjá Lazio komu mánadagin til Keypmannahavnar, har teir skulu fyrireika seg til týdningarmikla dystin móti FCK. Hóast ein dystur móti donsku meistarunum neyv- an er nakað, sum kann ræða fótbóltsmillióningarnar úr italska stórfelagnum, so kann týdningurin av dystin- um neyvan undirmetast. Vit hava áður skrivað, at leik- ararnir í FCK kunnu rokna við einum kekki upp á 200.000 krónur, um tað eydnast at basa Lazio yvir tvey umfør, men týdning- urin av hesum er so nógvar ferðirnar størri hjá mót- støðuliðnum. Neyvan er tað tó spurn- ingurin um pengar, sum fær rómverjarnar at hugsa ov nógv, men hinvegin verður tað mett sum ein sonn skandala, um tað ikki eydnast liðnum at spæla seg í bólkaspælið í sterk- astu europeisku kappingini. Zoff er varin Venjari hjá italska felag- num er fyrrverandi met- maðurin á italska lands- liðnum, Dino Zoff, suim eisini var venjari hjá italska landsliðnum, sum í yvir- tíðini tapti finaludystin móti Fraklandi í undan- farnu EM-kapping. Zoff hevur sjálvsagt nógvar og drúgvar royndir innan yrkið, og hann tykist eisini at vera sera varin við at úttala seg um framm- anfyristandandi uppgáv- una. - Eg vóni at mínir leik- arar eru til reiðar at spæla ímóti FCK. Keypmanna- havn hevur eitt gott lið, og vit skulu fara varisliga undir hesa uppgávuna. Teirra kapping er longu byrja, og tí eru teir í betri dystarvenjing enn vit. Fleiri ivamál Frá føroyskari síðu er longu greitt, at Todi Jónsson neyvan fær nakran leiklut í dystinum, men annars tykj- ast allir mans hjá FCK at vera tøkir. Hjá Lazio er støðan tó heldur øðrvísi. Í bæði donskum og italskum miðl- um verður roknað við, at skal nakar veikleiki finnast á liðnum, er hetta í verju- partinum. Fyrrverandi italski landsliðsmálverjin, Angelo Peruzzi, er smá- skaddur, men roknað verð- ur fyri vist við, at hann kortini fer at spæla. Verri er statt hjá Fer- nando Couto, sum herfyri fekk 10 mánaða langt leik- bann, orsakað av doping- dómi. Eisini er ivamál landsliðsleikaran, Alessan- dro Nesta, og tí liggur nærum fast, at jugoslaviski Sinsia Mihailovic fer at vera í verjuni, har hann annars hevur spælt lítið, síðani Zoff kom til sum venjari. Jugoslavin hevur framúr fótbóltsevni og ikki minst ein frálíkan sparki- teknikk, men hinvegin seta fjølmiðlarnir spurnartekin við, um hann er førur fyri at steðga Zuma, sum tykist vera rættiliga í hopla í løtuni. Annars er eisini ivamál um Dejan Stankovic, sum plagar at halda til á mið- vøllinum, og søgurnar ganga harumframt um, at Juventus er áhugað í at keypa Marcelo Salas. Skal hesin handil gerast veru- leiki, skal hetta helst henda innan mikukvøldið, og vil hetta tí forða kilenska fram- herjanum í at taka lut í dystinum. Á miðvøllinum og í álopinum er tó einki at ivast í, at Lazio kortini er sera væl fyri. Spaniólin, Gaizka Mendieta, er júst keyptur fyri ikki færri enn 320 milliónir krónur, og hann er ivalkeyst sjálvskrivaður á miðvøllinum, har hann helst spælir saman við argentiska Diego Simeone og italska Stefano Fiore. Altso ein miðvøllur við trimum altjóða stjørnuleik- arunum, og álopið tykist ikki minni ræðani við teimum báðum argentisku málmaskinunum, Hernan Crespo og Claudio Lopez. Nr. 150 • mikudagur • 8. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo GÍ kann spyrja Julian Italskir spurningar Í seinasta venjing- ardystinum undan kappingarbyrjan spældi Hull City móti komandi mótstøðumonn- unum hjá GÍ FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað tykist sum um lag- ið hjá Julian Johnsson og nýggju liðfeløgun- um í Hull er gott, nú tað av álvara stundar til kappingarbyrjan í Ong- landi. Fyrsti dysturin í landskappingini verður leygardagin, og undan hesum hevur Hull sjálvandi spælt hópin av venjingardystum. Ósigraðir Ikki kann sigast annað enn, at úrslitini hjá Hull hava verið góð í hesum venjingardystum. Talan hevur millum annað verið um dystir móti Sheffield Wednes- day og Kilmarnock, og enn hevur eingin megn- að at bast Julian og teimum, sum hava sett sær greitt mál um at lyfta seg longur upp í ensku fótbóltsrøðini. Allir hesir dystirnir eru endaðir við sigri til Hull, og leygardagin var so seinasta styrkis- royndin á skránni, tá liðið leikti venjingar- dyst móti jugoslaviska fyrstu deildar liðnum, FK Obilik, sum eisini er liðið, sum GÍ skal royna seg ímóti hós- kvøldið. Dysturin endaði við javnleiki, 2-2, og er Hull sostatt ósigrað í øllum sínum venjing- ardystum. Nakað sum ivaleyst gevur gott mót, nú farið verður undir kappingina. Julian Johnsson byrj- aði hendan dystin á miðvøllinum hjá Hull, og sum skilst, stóð føroyski miðvallarin seg væl. Tá hetta sam- stundis var seinata fyri- reiking undan kapping- ini, kann roknast við, at venjarin hevur sent tað liðið, sum hann heldur vera sítt sterkasta, inn á vøllin, so sannlíkt tyk- ist vera, at Julian longu frá kappingarbyrjan fer at fáa pláss millum teir fyrstu ellivu á liðnum. Italska Lazio hevur fleiri ivamál í stjørnusetta leikarahópinum, so møguleiki tykist vera fyri, at FCK-leikararnir fáa okkurt at fegnast um mikukvøldið C M Y K