mikudagur 8. august 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 8. august 2001
17
Sjáldan hevur áhugin
fyri einum donskum
Europa-Cup dysti
verið so stórur, sum
hann verður miku-
kvøldið
EUROPA-CUP
Jákup Mørk
Leitast skal helst aftur til
Europa-Cup ævintýrið hjá
Brøndby í 1991, fyri at
finna nakað, sum kann
samanberast við støðuna í
Danmark, nú italska Lazio
kemur á vitjan í høvuðs-
staðnum.
Roknað verður við einari
fullsettari Parken, tá liðini
bæði fara á vøllin, og eisini
millum fjølmiðlarnar er
áhugin fyri dystinum sera
stórur. Í alt verður roknað
við, at eini 120 fjølmiðla-
fólk vera til dystin, og
koma hesi úr fleiri av mæt-
astu fótbóltstjóðunum í
Europa. Sjálvsagt er áhugin
úr Italia stórur, men harum-
framt veit heimasíðan hjá
FCK at siga, at talan verður
um fjølmiðlafólk úr bæði
Noreg, Týsklandi og Ong-
landi.
Umframt hetta, verða
føroyskir fjølmiðlar eisini á
staðnum. Jóannes Hansen
fer at umboða Sosialin til
dystin, og væntandi verður
nakað at frætta frá honum í
fríggjadagsblað okkara.
Annars fer sjónvarps-
rásin, TV3, at senda bein-
leiðis frá dystinum, so
hyggjarar hjá Rás Tórshavn
eins og tey, sum hava at-
gongd til eina parabvol við
digitalum dekodara, kunnu
fylgja við, hvussu gongst
FCK í royndunum at vinna
sær atgongd til sterkastu
europeisku kappingina.
Eitt gott avrik frá
FCK kann viðføra, at
teir verða noyddir at
selja burtur av leik-
arahópinum, og út-
lendskur áhugi tykist
vera fyri fleiri av leik-
arunum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast italska Lazio eru
stórfavorittar til ein saml-
aðan sigur á FCK, so hava
tey í danska høvuðsstað-
num langt í frá mist vón-
irnar um, at leikarar teirra
kortini fara at fremja eitt
gott avrik.
Gott avrik kann kosta
Trupulleikin í hesum sam-
bandi er tó, at avrikið hjá
onkrum av leikarunum hjá
FCK kann gerast somikið
gott, at teir verða noyddir at
selja burtur av leikara-
hópinum, sum eftir donsk-
um viðurskiftum er rætti-
liga stjørnusettur.
FCK hevur í dag ein leik-
arahóp upp á heilar 31 leik-
arar, og hóast hetta ikki er
nakar fíggjarligur trupul-
leiki, soleiðis sum tað er
hjá mongum øðrum feløg-
um, so er greitt, at venjarin
neyvan hevur tørv á øllum
hesum.
Ítróttarliga vildi helst
verið skilabest, um selt
varð av lakara endanum av
hópinum, men áhugin frá
øðrum feløgum snýr seg
sjálvsagt fyrst og fremst um
bestu leikararnar, og kemur
eitt nóg stórt boð úr
onkrum útlendskum felagi,
kann væl verða, at Flemm-
ing
Østergaard
verður
noyddur at siga jú takk.
Zuma og Laursen
Fyrst og fremst verður
roknað við, at suðurafri-
kanski Sibosiso Zuma er
ein leikari, sum útlendsk
feløg hava áhuga fyri. Um-
framt at hann bæði í fjør og
higartil í ár hevur sýnt
stórspæl í fleiri dystum, so
ferðaðist vakra saksaspark
hansara í avgerandi dyst-
inum móti Brøndby í fjør
kring sjónvarpsskíggjarnar
í Europa, og roknað verður
fyri vist við, at eitt gott av-
rik frá honum mikudagin
kann senda hann til Italia.
Sjálvur tykist Zuma held-
ur einki at hava ímóti hes-
um. Suðurafrikanin er nú
24 ára gamal, og í seinast-
uni hevur ljóðað, at hann
ikki trívist so væl í Dan-
mark, og tí er áhugaður í at
royna seg aðra staðni.
Roknað verður við, at
Zuma í øllum førum kann
seljast fyri einar 30 millión-
ir krónur, og eru nóg nógv
feløg um boðið, tykjast tær
50 milliónirnar als ikki at
vera veruleikafjarðar.
Harumframt hevur sterki
verjuleikarin, Jacob Laur-
sen, eisini sagt seg vera á-
hugaðan í at koma uttan-
lands. Hann er komin nak-
að upp í árini, og verður tí
neyvan seldur fyri teir heilt
stóru pengarnar, men hin-
vegin er neyvan nøkur nytta
hjá FCK at halda fast um
ein leikara, sum als ikki vil
spæla við felagnum.
Selja ikki enn
Ítróttarstjórin í FCK, Niels
Christian Holmstrøm, hev-
ur áður sagt, at teir í FCK
so avgjørt ikki ætla at selja
nakran sum helst, fyrr enn
teirra leiklutur í Europa er
liðugur á hesum sinni.
Skuldi tað hent seg, at
FCK vinnur seg fram í
bólkaspælið í meistara-
kappingini, hava leikararnir
neyvan nakað ímóti at taka
eitt tørn afturat fyri felagið,
tí hetta kann samstundis
vera tann heilt stóri sýnis-
gluggin mótvegis europe-
iskum stórfeløgum.
Verður talan um saman-
lagt tap móti Lazio, hevur
FCK enn UEFA-Cup kapp-
ingina at stríðast fyri, og
spurningurin er, hvat tá fer
at henda. Hendan er als ikki
eins áhugaverd hjá veruliga
stóru feløgunum, og spurn-
ingurin
er
so,
hvat
Holmstrøm og Østergaard
siga, um eitt boð um tær
hálvt hundrað milliónirnar
skuldi komið upp á Zuma.
Hetta kundi hóskandi kom-
ið úr Udinese, har Roy
Hodgson nú er venjari, men
gitingarnar hesum viðvíkj-
andi eru so nógvar, at vit
ikki nerta meira við tær á
hesum sinni.
Toppdysturin í
bestu mansdeildini
verður sum ætlað
avgreiddur
19. august
Í blaðnum í gjár hevði
eitt mistak sníkt seg inn,
tá vit umrøddu gongd-
ina í bestu mansdeildin.
Har stóð, at dysturin
millum B36 og GÍ, sum
skuldi verið leiktur í
trettanda
umfarinum,
var fluttur frá 19. august
til 12. september.
Hetta er sjálvandi ikki
rætt. B36 og GÍ spæla
oddadystin sum ásett,
men hinvegin er ein
annar dystur hjá GÍ
fluttur. Talan er um
dystin móti HB, sum
skuldi
verið
leiktur
komandi
leygardag.
Gøtumenn verða ikki
aftur í Føroyum úr Jugo-
slavita fyrr enn leygar-
dagin, og tískil er vón-
leyst at spæla hendan
dagin. Tí er hesin dyst-
urin fluttur til ta í før-
oyskum
fótbólti
so
søguligu ásetingina, 12.
august.
Vit biðja lesararnar
halda okkum til góðar.
- blðm
HB og ikki B36
Fullsett í Parkini
Parkin verður allar helst fullsett, tá FCK móti italska stórfelagnum, Lazio, fer at gera eina roynd
at vinna seg fram í europeisku fótbóltselituna
Kunnu missa arvasilvurið
17
16
Nr. 150 - 8. august 2001
Tað er ikki oftani, at
móttøka er fyri ein-
um heimsmeistara í
Føroyum, men mána-
kvøldið var hetta tað,
sum hendi. Tær báð-
ar, Esther og Heidi,
vórðu uppiborið
fagnaðar av vinum,
kenningum og
stuðlum
AFTURKOMA
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kr. Vang
Hornorkestur var møtt upp,
og fitt av fólki legðist
afturat. Øll vóru komin nið-
an í Gundadal fyri at heira
tær báðar, Esther og Heidi.
Høvuðsstuðulin hjá ÍSB,
sum er sersambandi hjá
brekaðum í Føroyum, hevði
boðið til eina móttøku
mánakvøldið. Borðreitt var
við onkrum søtum til tey, ið
høvdu valt at leggja leiðina
framvið Gundadal hetta
kvøldið.
Eina góðan hálvan tíma
eftir at fyrstu fólkini vóru
møtt, komu tær báðar í
einum bili, og tað var
beinanvegin, at tónleikurin
byrjaði frá hornorkestrin-
um, sum ikki spardi uppá
krútið, men legði fyri við
»Congratulations« hjá Cliff
Richard, og ikki kann sigast
annað, enn at hesin sang-
urin hóskandi væl til.
Tær báðar fingu síðani
nøkur
væl
uppiborin
klemm, og tað vóru mong,
sum vildu ynskja teimum
báðum hjartaliga tillukku,
og tær báðar funnu eisini
tey stóru smílini fram. Tað
sá eisini út sum um, at tær
báðar vóru vorðnar vandar
við at ganga so tungum
metalli og fínum um hálsin.
Røður
Einki tiltak uttan nakrar
røður frá nøkrum politik-
arum. Fólkið, ið var møtt
upp mánakvøldið, skuldi
heldur ikki snýtast fyri
hetta, og teir vóru heldur
ikki minni enn tríggir í tali,
sum tóku mikrofonina í
hond, og søgdu samkom-
uni, hvat tær hildu um
megnaravrikini hjá teimum
báðum.
Umframt formannin í
ÍSB, Egga Jensen, vóru
røðarnir hetta kvøldið Jan
Christiansen, borgarstjóri,
Heðin Mortensen, formað-
ur í ÍSF og Tordur Niclasen,
borgarstjóri.
Allir vóru teir sera fegnir
um úrslitini hjá teimum
báðum. Allir nýttu eisini
høvi til at nevna, hvussu
stórt arbeiði er farið í hetta,
og at tær ikki vóru komnir
sovandi til sigurs.
Genturnar fingu gávu frá
Tórshavnar Kommunu og
blómur frá ÌSF, ÍSB, Eiðis
Kommunu og Stuðulsfelag-
num hjá ÍSB, sum avgjørt
eigur sín stóra part í góðu
úrslitunum hjá ÌSB.
Tordur Niclasen var sjón-
liga rørdur, og hann nevndi
eisini, hvussu errin tey vóru
av Heidi í heimbygd henn-
ara, Eiði.
Sera fegnar
Eftir at røðurnar vóru fing-
nar frá hondini, og áðrenn
fólki slap at leska av sær av
tí, sum var sett á borðið, so
áttu fjølmiðlarnir tørn at
spyrja spurningar.
Tá tær vórðu spurdar, um
tær kundu seta orð á, hvat
hetta hevði at siga fyri tær,
søgdu tær báðar, at hetta
hevði ovurstóran týdning
fyri tær, og tær vóru eisini
fegnar yvir, at teimum
hevði gingist so mikið væl.
Sjálvar høvdu tær ikki
væntað, at úrslitið fóru at
gerast so góð, sum tey
gjørdust, men tær høvdu
sett nøsina upp ímóti at
betra um teirra persónligu
met.
Heidi segði, at hevði
kanska eina vóna um at
standa ovast á sigursskam-
linum einaferð, men at hon
skuldi uppliva hetta fýra
ferðir, hevði hon ikki
droymt um.
Tær báðar søgdu eisini,
at tær høvdu eitt sindur av
nervum
frammanundan
kappingini, men hetta gekk
yvir. Heidi segði eisini, at
tað kendist óføra stuttligt at
hoyra »Tú alfagra land
mítt« í stóru svimjihøllini í
Stockholm.
Betri umstøður
Eisini venjarin hjá teimum
báðum, Katrin Johansen,
tók orðið mánakvøldið.
Hon segði, at leingi hevur
valt at tiga, men hon kendi
seg noydda at koma við
einum hjartasuffi.
Katrin segði, at hon sakni
alnógv betri umstøður fyri
svimjarnar.
Skal
fram-
gongdin halda fram, og
skulu fleiri gera seg gald-
andi á sama støði, so verður
neyðugt at skapa betri
karmar fyri svimjarnar.
Serliga sóknaðis Katrin
eftir einum 50-metra svimj-
ihylið, tí tær hvørja ferð,
tær ætla sær uttanlands at
kappast, mugu leita í onnur
lond áðrenn kappingina
fyri at fáa neyðugu venj-
ingina í longra hylinum.
Tá hon varð sprud, um
góðu úrslitini hjá teimum
báðum ikki vóru eitt tekin
um, at umstøðurnar vóru
nøktandi, segði hon, at
eftirsum tær einans eru
tvær gentur, so ber til at fáa
líkinda úrslit burturúr, men
hetta krevur rættiliga nógv
av teimum báðum, venjar-
anum og familjunum.
Til Argentina
Hóast tær báðar nú hava
fingið hesi frálíku úrslit, so
ætla tær ikki at steðga á nú,
men heldur fara tær aftur at
leita sær út í onnur lond.
Fyrst av øllum stendur
ein kapping í Norra á
skránni, men í 2002 bíðar
eitt møgulig heimsmeist-
arakapping eftir teimum
báðum, har tær veruliga
sleppa at royna seg. Hetta
krevur tó nógva venjing og
ikki minst nógvar pengar,
men tær hava góðar vónir.
Sosialurin ynskir teimum
øllum hjartaliga tillukku.
Føroyskar svimjigentur fagnaðar
Føroysku gullgenturnar prógvaðu enn einaferð, at tær hoyra til í absolutta heimsoddinum
Katrin Johansen, sum her sæst saman við gullgentum sínum,
kom undir móttøkuni við einum hjartasuffi, tá hon eftirlýsti
betri venjingarumstøður til svimjararnar
Júst afturkomin er altíð gott at fáa klemm frá teimum
nærmastu
Borgarstjórin á Eiði taldist eisini millum teirra, sum heiðraðu
avrikinum hjá
C
M
Y
K
16