týsdagur 26. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 162 - 26. august 2008
Í sínari tíð gingu
mong við kenning
í Kagganum, og
ivaleyst mundi
onkur av og á vera
ríkiliga fullur, men
nú Frelsunarherurin
eigur bygningin og
skal umbyggja hann
til herberg, gjørdist
Kaggin fullur – fullur
av yvirflatu- og
kloakkvatni
Vatnskaði
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var ikki nøkur tespilig
sjón, sum møtti Sámal
Jákupi Joensen, samkomu
leiðara hjá Frelsunarherin
um, tá hann ein dagin
herfyri hugdi inn á gólvið í
bygninginum, sum sam
koman hevur keypt til nýtt
herberg fyri heimleys.
Tað var myrkt, og eg
gjørdist skakkur, tá eg
varnaðist, at vatn í niðastu
hædd stóð mær upp um
øklarnar.
Samkomuleiðarin sigur,
at nú arbeiði at umbyggja
húsið til herberg enn ikki er
byrjað, tí tekningar og
loyvir fyrst skulu fáast til
vega, hevur fólk ikki verið í
húsinum hvønn dag.
Tá vit kannaðu eftir,
hvussu alla henda nøgdin
av vatni kundi vera komið
inn í húsið, vísti tað seg, at
húsið hevur eina serliga
pumpuskipan, og tað er
henda skipan, sum av eini
ella aðrari orsøk var hildin
uppat við at virka.
Hann sigur, at niðasta
hæddin av húsinum liggur
so lágt, at neyðugt er við
pumpuskipan til frárensl,
har bæði yvirflatuvatn á
ognini og avlopsvatn frá eitt
nú septiktanganum verða
savnað í brunn og síðan
pumpað út í kommunalu
kloakkirnar.
Sum
dagarnir
eru
gingnir, og pumpuskipanin
hevur verið óvirkin, er nøgd
in av vatni vaksin og er at
enda komin upp ígjøgnum
ristirnar og inn í bygningin.
50 tons av vatni
Sámal Jákup sigur, at neyð
ugt var at senda boð eftir
kloakksúgvaranum
hjá
Tórshavnar Kommunu, og
so nógv vatn var inni í
niðastu hædd, at tey at enda
mistu talið av bilum, sum
koyrdu fullir avstað aftur.
Bilarnir taka einar
10.000 litrar hvør, og eg
haldi, at einir fimm bilar
koyrdu fullir avstað. So
leiðis tóku bilarnir einar
50.000 litrar – ella eini 50
tons av yvirflatu og
kloakkvatni
úr
niðastu
hæddini.
Hann sigur, at hóast
vatnið úr septiktanganum
er
runnið
saman
við
yvirflatuvatninum, luktaði
tað ikki væl at koma í húsið
eftir stóra vatnskaðan.
Tað hevur hóast alt ikki
gjørt støðuna verri, at
kloakkvatnið er blandað
saman við yvirflatuvatni,
men neyðugt er at taka alt
gólvið upp í niðastu hædd
ini.
Undir
gólvplátunum
liggja bjálvingarmáttur, og
tí má alt skiftast og byggjast
av nýggjum. Niðasti partur
in av vegginum hevur tikið
skitna vatnið í seg, og her
verður eisini neyðugt at
skifta.
Ókend orsøk
Sámal Jákup ásannar, at
hann kendi ikki skipanina
við pumpuverkinum so væl
og í smálutum, sum hann
nú ger.
Í fyrstani hildu vit, at
orsøkin til vatnskaðan var
ein tøppur, sum hevði sett
seg í skipanina, soleiðis at
vatnið ikki slapp at renna
frá. Men nú greiða er fingin
á, hvussu skipanin hongur
saman, og hvussu hon
virkar, vita vit betur.
Hann sigur, at enn er full
greiða ikki fingin á, hvør
orsøkin er til, at pumpu
skipanin gjørdist óvirkin.
Vit hava havt elektrikar
ar her, og líkt er til, at rele
eru sligin frá, men hví hetta
er hent, vita vit ikki ítøki
liga. Um orsøkin kann vera
torusláttur
ella
ójavnur
spenningur á elskipanini,
vita vit heldur ikki. Tað ber
eftir øllum at døma ikki til
at staðfesta, hví óhappið
hendi.
Tá
Frelsunarherurin
keypti Kaggan, var tað við
tí endamáli at umbyggja
bygningin til herberg og
annað virksemið í tí sam
bandi
hjá
Frelsunarher
inum.
Í so máta eru vit heppin,
at umbyggingararbeiði ikki
longu var byrjað, tí tá hevði
verið neyðugt at tikið alt
uppaftur og gjørt arbeiði í
niðastu hæddini av nýggj
um.
Sámal Jákup sigur, at
ætlanin annars ikki var at
taka gólvið í niðastu hædd
ini upp, men nú er so eingin
møguleiki at sleppa undan
hesum.
Hetta er sjálvandi eitt
bakkast, men málið hjá Frel
sunarherinum er framvegis,
at nýggja herbergið veðrur
umbygt og tikið í nýtslu
skjótast gjørligt.
Umbyggingin verður nú
teknað, og síðan skulu øll
loyvi útvegast.
Tá alt hetta er komið
upp á pláss, fara vit í gongd
við umbyggingina, sigur
hann.
Tekur ikki við
Sámal Jákup Joensen sigur,
at samkoman eftir hend
ingina hevur verið í sam
band við stovnin, har ognin
er tryggjað.
Men her hava vit í fyrstu
syfti fingið at vita, at trygg
ingin dekkar ikki. Tey siga,
at vatnið er komið uttanífrá,
og at tað er okkara skipan,
sum er gingin fyri. Trygg
ingarfólkini hava kortini
verið blíð og fyrikomandi
og hava sagt seg vilja vera
positiv at royna at finna
eina loysn. Hvat liggur í
hesum, vita vit ikki í løtuni,
men vit vóna, at vit kunnu
koma til sættis um onkra
loysn, sum sømir seg og er
virðilig fyri báðar partar,
sigur hann.
50 tons av
vatni endaðu
inni í nýggja
herberginum
Sámal Jákup Joensen (høgrumegin) og Finnbogi Olsen eru í holt við at
taka gólv og bjálving upp í niðastu hæddini, har 50 tons av yvirflatu-og
kloakkvatni endaðu
Mynd: Jens Kr. Vang
Tryggari ferðsla Millum fjarða
Landsverk fer nú undir eina royndarverkætlan á landsvegnum Millum Fjarða í
Eysturoynni, sum skal eggja bilførarum til at halda lógarásettu frástøðuna til bilin, sum
koyrir frammanfyri. Hagtølini vísa, at nógv ferðsluóhapp henda og at summi fáa klipp í
koyrikortið, tí at tað er ov stutt millum bilarnar. Seinastu fimm árini eru umleið átta
prosent av øllum óhappum á landsvegnum, har politifrágreiðing er skrivað hend, tí at
tað hevur verið ov stutt millum bilarnar. Fyri at varpa ljós á vandamálið og at bøta um
ferðslutrygdina fer Landsverk nú undir eina royndarverkætlan við vegaskeltum og
pílum, ið verða málaðir á vegbreytina, sum skulu tryggja, at bilførararnir halda tað
neyðugu frástøðuna. Gongst sum ætlað verða vegmerkingar og vegaskelti liðug einaferð
seinni í hesi vikuni.
Flagga í Sundalagnum
Í góðveðrinum mánadagin í farnu vant formaðurin í Trivnaðarnevndini,
Asbjørn Djurhuus, nýggja flaggið hjá kommununi á stong sunnanfyri
skrivstovuna á Oyrarbakka. Flaggið er sniðgivið í ljósum litum, sum
búmerkið hjá kommunununi setir sín dám á. Vit halda, at flaggið á ein
góðan hátt ímyndar eina unga og livandi kommunu, ið vil gróður og
vøkstur fyri alt Sundalagið, verður sagt úr kommununi. Vónað verður, at
flaggið í øllum veðri og árstíðum fer at bera boð um eina sterka
kommunueind, ið fer at leggja lunnar undir framhaldandi menning fyri
tey, sum búleikast her um leiðir, og virka fyri einum góðum gerandisdegi
hjá øllum borgarum.