Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 162 - 26. august 2008 Martin Dale í Glitnir og í Pubbini á Tvøroyri Enski trubadururin Martin Dale spælir í Glitnir hóskvøldið frá klokkan 21 og sunnukvøldið 31. august frá klokkan 18 í Pubbini á Tvøroyri frígjakvøldið og leygarkvøldið. Hann byrjaði sínar fyrstu solo framførðslur fyri 20 árum síðani, og er tað síðani hann kom til Danmark í 2001, at Martin Dale byrjaði fast at spæla í barrum klubbum, veitslum og festivalum við sera góðum undirhaldi við teimum best dámdu sangunum sum flest øllum fólkum dámar. Saman við írskum fólkaklassikarum hevur Martin eisini eitt reportuari upp á yvir 500 vældámdar sangir frá t.d. Beatles, Stones, Robbie Williams, Queen, Springsteen, Oasis og so víðari, har hann á ein serliga jukeboks hátt, sum hugtekur flest fólk, fær fólki við upp á tað. Hansara høvuðstalent liggur í at gera eina vinarliga og glaða atmosferu. Við at hava spælt professionelt í umleið 20 ár kann man ikki siga annað enn, at hann følir seg totalt heima á senuni og kann framføra faktiskt til einhvørt tiltak. Martin Dale spælir javnan á støðum so sum. Nyhavn 17, Scottis Pub, John Bull, Den Engelske Pub, The Irish Pub. Vitja heimasíðuna hjá Martin Dale á www.martindale Arbeiða fisk á Sandi Í gjár var nakað av fiskaarbeiði á Sandi, skrivar heimasíðan bkv. fo. Tveir bátar vóru komnir inn at landa, og av hesum varð hýsan flutt suður til Delta Sea­ food á Tvøroyri, men restin verð­ ur arbeitt á Sandi, her fiskurin verður landaður (myndin). Annar fiskur var koyrdur til flakavirkið í Skopun. - Vit hava keypt eitt lutfalsliga nýtt og gott hús, og vit ivast onga løtu í, at vit fáa eitt hóskandi herberg í Kagganum, sum sjálvandi fer at skifta navn, sigur Sámal Jákup Joensen, samkomuleiðari Herberg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Frelsunarherurin í Føroyum, sum virkar saman við frelsunarherinum í Íslandi og Noregi, keypti Kaggan fyri 3,7 miljónir krónur. Soleiðis, sum príslegan á fastogn endaði, áðrenn peningastovnarnir landaðu lokið á kassan, var hetta ikki nøkur himmalrópandi upphædd. Sámal Jákup Joensen sig­ ur, at bygningurin, sum ikki hevur so mong ár á baki, tí gamli Kaggin brendi, liggur væl fyri í Havnini við góðum útsýni, og Frelsunar­ herurin er komin eftir, at hetta er ein sterkur og góður bygningur. ­ Nú verður ein umbygg­ ing av bygningunum tekn­ að, og síðan skulu vit hava allar neyðugar góðkenning­ ar. Tá alt hetta er komið upp á pláss, fara vit í gongd, og vit miðja avgjørt eftir, at nýggja herbergið verður liðugt at taka í nýtslu, áðrenn langt um líður. Hann sigur, at Frel­ sunarherurin í øllum førum miðjar eftir, at nýggja herbergið stendur liðugt og klárt at taka í nýtslu innan eitt ár er umliðið. ­ Vit ætla at brúka niðastu hæddina til herberg, har heimleys helst skulu kunna siga, at tey hava sítt egna kamar undir ávísum eftirliti. Síðan er ætlanin, at ein »lág« gátt verður í mið­ hæddini, har tey heimleysu skulu kunna koma og fara, meðan dagur er. Á loftinum verður síðan ein snotulig uppihaldsstova við sera góðum útsýni. Sámal Jákup vísir á, at soleiðis sum støðan er við verandi herbergi, noyðast tey heimleysu út á gøtuna longu klokkan 10 um morgunin, og síðan eru tey úti til klokkan 22 á kvøldi. ­ Umstøðurnar í nýggja herberginum verða soleiðis munandi betri, og vit gleða okkum til betraðu umstøðurnar. Hann vísir á, at í verandi herbergi standa eitt nú sjey sengur við 20 sentimetrum millum hvørja song í sovirúminum. ­ So, hetta verður ein stór broyting og stórur bati, tá nýggju hølini verða klár at taka í nýtslu, sigur Sámal Jákup. Mett verður, at umbygg­ ingin av Kagganum fer at kosta einar 2­3 miljónir krónur. Tá Føroyabanki fylt 100 ár, setti bankin millum 1,8­ 2 miljónir krónur av til at betra um umstøðurnar hjá heimleysum. ­ Henda upphædd er oyramerkt til hetta endamál. Ætlan okkara var at gera umstøðurnar í verandi herbergi betur, men hetta vildi kommunan ikki loyva okkum. Sámal Jákup Joensen sigur, at við keypinum av Kagganum hevur Frelsunar­ herurin fingið eitt gott hús, har høgt er til loft og vítt til veggja, sum hann tekur til. ­ Peningurin, sum Føroya­ banki hevur játtað, er ikki útgoldin enn, men vit hugsa okkum, at hesin verður nýttur til umbygging og inn­ rætting av nýggja herberg­ inum, sigur samkomu­ leiðarin. Frelsunarherur fær hóskandi herberg Sámal Jákup Joensen stóð uppundir øklarnar í vatni, tá hann í myrkri kom oman í niðastu hæddina í bygninginum, sum Frelsunarherurin hevur keypt til herberg Mynd: Jens Kr. Vang - Umstøðurnar í nýggja herberginum verða munandi betri enn í tí verandi, og vit gleða okkum til at kunna geva heimleysum eitt meira sømiligt lív, sigur Sámal Jákup Joensen, samkomuleiðari, sum her stendur undir liðini á Finnboga Olsen Mynd: Jens Kr. Vang