leygardagur 11. august 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 153 - 11. august 2001
Nr. 153 - 11. august 2001
29
HEILSANIR
Góða ommulang
Hjartaliga tillukku við 85 ára degnum. Takk fyri tú altíð
hevur verið so góð við okkum.
Heilsan langommubørnini
Góðu Trygvi og Jón
Hjartaliga tillukku við 13 og 8 ára føðingardøgunum 11.
og 14. august. Alt tað besta ynskja vit tykkum.
Heilsan Emma og abbi á Skála
Til mína fittu sólstrálu
Tillukku á 10 ára degnum.
Bobby og Inga most
Góða fitta Silja
Hjartaliga tillukku við
teimum 8 árunum tann 11.
august.
Ynskja mamma,
Magnus, Barbara
og Anna
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt vóru
við til at gera hjúnabandsdag okkara 30. juni 2001 so
hugnaligan og ógloymandi.
Maria og Djóni á Boðanesi
Góða kona
Hjartaliga tillukku við 50 ára føðingardegnum í dag. Takk
fyri tey góðu árini saman við tær.
Ynskir maður tín
Góði fitti Óðin!
Hjartaliga tillukku við 1 ára føðingardegnum í morgin.
Mamma og babba hjá tær fáa eisini eina heilsan.
Frá gubba, ommu og abba
Góða Sjanna og Tórður
Hjartaliga tillukku við 25 og 15 ára føðingardøgunum,
Tórður, framhaldandi góða eydnu við fótbóltskappingini.
Ynskja mamma og babba
Gudstænastur
9. sunnud. e. trinitatis
Skála: kl. 11, Jógvan
Fríðriksson
Vestmanna: kl. 11, Martin
R. Jacobsen
Vesturkirkjan: kl. 11,
altarg., Bergur D. Joensen
Fríðrikskirkjan: kl. 11,
Meinhard Bjartalíð
Gásadalur: kl. 11,
Mykines: kl. 18, David
Johannesen
Havnar kirkja: kl. 11,
lestur
Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein
Viðareiði: kl. 11, altarg.,
Elsa Funding. (Talvan
gongur fyri føroysku
Sjómansmissiónina)
Eiði: kl. 10.40 skriftamál,
kl. 11 messa, Emil Olsen
Christianskirkjan: kl. 11,
lestur
Klaksvíkar sjúkrahús: kl.
10, Karl Gudmund
Henriksen
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30 Elsa Funding
Sumba: kl. 12, Erland
Beder
Tvøroyri: kl. 11,
fráfaringargudstænasta,
Petur Martin Rasmussen
Skopun: kl. 12, Kjartan
Mørkøre
Kirkju- og missións-
húsið á Argjum
Sunnukvøldið kl. 17.30:
bønarløta. Um viðrar,
verður útimøti uttanfyri
kirkjuna sunnukvøldið kl.
18 við luttøku av familjuni
Fonsdal í Vestmanna og
Magna Christiansen o.ø.
Aftaná verður hugna- og
lovsongsløta inni í missi-
ónshúsinum.
Mikumorgunin kl. 7: bøn-
arløta.
Heimasíða okkara:
www.koma.fo
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 11 møti.
Øll eru vælkomin.
»Tíð til Gud«
Vit koma saman úti í
Pállstovu sunnukvøldið kl.
21.00. Regin Guttesen
vitjar við einum boðskapi.
Verið hjartaliga vælkomin.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl.
17.30 messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 messa
í Kerit. Sunnudagin kl. 11
hámessa v/ Jacques Adams
í Mariukirkjuni.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10.00:
Breyðbróting, kl. 18.00:
Evangel. møti, kl. 21.00:
útimøti.
Mikukvøldið kl. 20: bønar-
og uppbyggingarmøti.
Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Meinigheitin
í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar
skúla: kl. 17.30 bøn og kl.
18.00 møti, har John Peter-
sen talar. Øll eru vælkom-
in.
Meinigheitshúsið
Sunnukvøldið kl. 18.00:
Møti v/ Hjørleif Poulsen.
Filadelfia,
Landavegur 22
Í dag kl. 17 landsbøn.
Í morgin kl. 11 morgun-
møti v/ Símun Absalonsen,
kl. 18 kvøldmøti v/ Ólavi
Jacobsen, kl. 22 útimøti v/
Filadelfia.
Mánakvøldið kl. 20
bønarskúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia
sæst á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
http://www.filadelfia.fo
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 mor-
gunmøti, kl. 18: Evangel-
iskt møti. Øll eru væl-
komin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 sunnu-
dagsskúli, kl. 17 møti.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11
morgunmøti v/ Jón
Miðberg. Mánakvøldið kl.
20 bíbil- og bønarmøti.
Útimøti
Heimamissiónin hevur
útimøti leygardagin kl. 18 í
Saksun og kl. 20 í Hósvík.
Filadelfia, Sundalagi
Sunnudagin kl. 17 bønar-
møti, kl. 18 útimøti v/
Theodor Petersen.
Ørkin, Saltangará
Evangel. møti verður
sunnudagin kl. 19.00.
Týsdagin kl. 20 verður
húsmøti hjá Jonnu og Palla
Højgård, Saltangará. Verið
hjartaliga vælkomin.
Missións- og ung-
dómshúsið á Glyvrum
Útimøti verður í kvøld kl.
21 á Høgabóli. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Keldan í Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21.00:
Opið hús v/ Helga
Abrahamsen.
Sunnukvøldið kl. 19.00:
Møti v/ Rannvu Royðutoft.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Soli Deo Gloria
Leygardag kl. 9.00: Bøn.
Sunnudag kl. 18.00: Møti
Mánadag kl. 20.00:
Bønarmøti.
Betania, Skopun
Sunnudagin kl. 11 mor-
gunmøti, kl. 18 kvøldmøti
við barnavælsignilsi,
Karen og Curt Nielsen
luttaka. Øll eru vælkomin.
Cafe One Way,
Tvøroyri
Fríggjakvøldið kl. 21:
Ungdómstreff, Eyðun og
onnur úr Evangeliihúsinum
luttaka.
Leygarkvøldið er útifundur
kafein er opin aftaná.
Sunnukvøldið kl. 21:
Filmur vegna One Way.
Missiónshúsið á
Tvøroyri
Sunnukvøldið kl. 18 møti
við Árna og Ásbjørg Kjær-
bæk. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið í Vági
Sunnukvøldið kl. 18 møti.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mána-
dag, mikudag og fríggja-
dag kl. 13-15.00 á tlf.
212380.
2. august
Ingeborg Michelsen, fødd Egholm, 94 ár
5. august
Jóhannus Olsen, Vestmanna, vanliga nevndur Jóhannus hjá
Funningspól, 84 ár
5. august
Asbjørn Petersen, Tvøroyri, 58 ár
6. august
Kim Hanusson, ættaður úr Leynum, búsitandi í Havn, 81 ár
7. august
Joen Hendrik Zachariasen, Sørvágur, 64 ár.
FØÐINGAR
TILTØK
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Klókt at játta og taka møguleikan
fyri fyrigeving og nýggjari tænastu
Luk.16,1: Ein ríkur maður hevði ein húshaldara .....
At vera húshaldari er støðan hjá okkum øllum. Vit eiga
einki sjálvi. Alt, sum fer í gjøgnum hendur okkara,
egna likam okkara og alt lív okkara, tilhoyrir Guði. Vit
eru ikki nakrir leigulendingar, sum gjalda Guði eitt
leigugjald og síðan kunnu gera tað, vit ynskja, við rest-
ina av pengum okkara, tíð okkara og evnum okkara. Vit
eru umsitarar.
Tað er sostatt at søpla tað burtur, um tú nýtir lív títt,
tíð tína og ogn tína, sum ræður tú yvir tí sjálvur. Og tað
er júst hetta, sum so nógv menniskju gera. Tað er tað
teimum tað mest sjálvsagda av øllum, at tey hava rætt
til at liva so. Tað vísir, hvussu langt burtur tey eru frá
Guði.
So kemur Guð ein dag og ger upp. »Hvat er hetta,
sum eg hoyri um teg? Legg fram roknskap fyri húshald
títt!« Og her hava vit nakað at læra av tí lítarleysa hús-
haldaranum.
Hann var ein svíkjari og eitt bartrog. Men hann var
klókur. Tað er tað, húsbóndin og Jesus rósar honum
fyri. Í líknilsum sínum sigur Jesus vissuliga ikki altíð,
hvat ið vit skulu gera í hvørjum einstøkum føri. Eisini
maðurin, sum fann ein dýrgrip í akuri sínum, var
óreiðuligur. Men sovorðnir vanligir syndarar kunnu
mitt í sjálvsøkni sínum geva okkum eina mynd, sum
sigur frá nøkrum, ið eigur at finnast í livinum hjá ein-
um kristnum.
Her er tað klókskapin, talan er um. Hin lítarleysi hús-
haldarin gjørdi ikki sum so nógv menniskju, ið Guðs
orð kallar til uppgerð. Hann bíðaði ikki. Hann fyrigykl-
aði sær ikki, at tað onkursvegna fór at laga seg. Hann
visti, hvat ið fór at henda honum. Men hann sá, at her
fanst ein útvegur, bara ein. Og henda tók hann avgjørd-
ur.
Soleiðis áttu allir Guðs avdúkaðu umsitarar at gjørt.
Bara við tí muni, at hin einasti møguleiki teirra er at
játta alt og taka tann møguleika til fyrigeving og nýggja
tænastu, sum stendur okkum í boði gjøgnum tað, sum
Jesus hevur gjørt fyri okkum.
Halda vit fram at lesa hjá Lukasi, so ger Jesus eina
nýtslu afturat av hesum líknilsi. Hann sigur, at vit
kunnu fáa okkum vinir við hinum órættvísa mammon.
Vit kunnu nýta pengarnar so, at menniskju fara at takka
Guði. Alt fær ein enda, sum vit fingu at umsita her á
jørð. Men eftir kann verða eitt samband og ein felags-
skapur við tey, sum vit sluppu at tæna og gleða, sum
heldur fram í Guðs ríki.
Niels Pauli Danielsen
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 11. aug.: Bodil Nielsen, tlf. 441490
Sunnudagin 5. aug.: Knud Jacobsen, tlf. 423006
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13-14. Tlf. 314544.
3. august fingu Heidi K. og Tórolvur Jacobsen, Syðrugøta
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4200 gr.
4. august fingu Turið av Teiginum og Eirikur Jacobsen,
Keypmannahavn ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði
3990 gr.
4. august fingu Vivian Dahl og Regin Joensen, Argir eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3200 gr.
6. august fingu Anna Elisa Jacobsen og Hallur Berg, Sør-
vágur eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3000 gr.
7. august fingu Eyðgerð Hentze og Marner Joensen, Vest-
manna eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr.
7. august fingu Irdi Elisa Andreasen og Kaysten Andreasen,
Hósvík ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3600 gr.
8. august fingu Oluffa Joensen og Hans Jacob Nystrøm,
Klaksvík tvíburðar – dreingir. Tann eini var 50 cm. langur
og vigaði 2700 gr., hin var 47 cm. langur og vigaði 2400 gr.
8. august fingu Anja og Jógvan Eidesgaard, Eiði eina dóttur.
Hon var 51 cm. long og vigaði 3050 gr.
8. august fingu Oddbjørg og Birgir Johansen, Miðvágur,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3305 gr.
ANDLÁT
BRÚDLEYP
Leygardagin 18. august kl. 9 giftast í Fríðrikskirkjuni á
Toftum Guðni P. Peturdóttir, Toftum og Jørgen F. Andrea-
sen, Leirvík. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík
eftir vígsluna. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma,
verða biðin um at siga frá áðrenn 11. august á tlf. 447702
ella 443180.
Leygardagin 18. august kl. 16 giftast í Sands kirkju Vivian
Olsen, Tórshavn og Dánjal Jákup Berg í Soylu, Sandur.
Veitslan verður í felagshúsinum Virkinum á Sandi kl. 19.30
fyri innbodnum.
75 ÁR
Mikudagin 15. august fyllir Símun Waag Høgnesen,
koyrilærari, Klaksvík, 75 ár. Hann er burturstaddur.
C
M
Y
K
29
28
Ársaðalfundur
Føroya
Blindafelag
hevur
ársaðalfund
leygardagin 25. august 2001 kl. 10.00.
Fundurin verður hildin á Føroya Blindastovni,
Íslandsvegur 10 A,Tórshavn.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
www.sosialurin.fo