fríggjadagur 12. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 175 - 12. september 2008
Lehman Brothers
samráddust í
gjárkvøldið við
møguligar keyparar
– teirra millum Bank
of America – í einari
seinastu roynd at
bjarga bankanum,
eftir at íleggjarar
ikki góðtóku
bjargingarætlanini,
sum bankin hevði
arbeitt við
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Partabrævakursurin
í
Lehman Brothers, sum hesa
vikuna er farin niður í eina
helvt, kavaði 41,8% aftur í
gjár tá tað kom fram, at
bankin kanska ikki megnaði
at halda fram sum ein
sjálvstøðug eind.
Lehman stjórnarlimir við
forstjóranum, Dick Fuld á
odda, byrjaðu at seta seg í
samband við aðrar kapp
ingarneytar gjáramorgunin,
eftir at partabrøvini fullu
ógvusliga á marknaðinum.
Í gjárkvøldið vóru fleiri
bankar í sambandi við
Lehman við tí í hyggju at
keypa allan bankan ella part
av honum. Umframt Bank
of America verður mett, at
Barclays er millum hinar
áhugaðu bankarnar.
Hvørki Lehman, Bank of
America ella Barclays vildu
tó
gera
viðmerkingar.
Financial Times, sum ber
tíðindini, fekk ikki fatur á
Nomura í Japan, sum verður
hildin
at
vera
millum
møguligu keypararnar, til
eina viðmerking.
Bankafólk siga, at amer
ikansku
myndugleikarnir
heita á fíggjarstovnar um at
halda fram at handla við
Lehman, samstundis sum
teir løgdu trýst á bankan
um at fáa eina avtalu í lag
til tann prís, sum markn
aðurin er til reiðar at gjalda.
Fíggjarmálaráðið vildi ikki
gera aðra viðmerking enn
at tað var í sambandi við
luttakarar á marknaðinum.
Seint í gjárkvøldið tók
Fíggjarmálaráðið
ikki
beinleiðis lut í samráðingum
um sølu av Lehman, og
vóru heldur ikki í samráð
ingum við aðrar partar av
stjórnini um stuðul til ein
handil.
Starvsfólk í villareiði
Støðan broytist tó skjótt og
tað var framvegis ein møgu
leiki fyri, at ein møguligur
keypari kundi fáa stjórnar
trygd á sama hátt sum tá
JPMorgan Chase keypti
Bear Stearns í mars í ár.
Summir analytikar halda, at
Fíggjarmálaráðið
kann
verða biðið um at taka
kredittvirði vegna handils
ligu ognarpartabrøvini hjá
Lehman á sama hátt, sum
tað tók á seg alla uttan ta
fyrstu milliardina dollara
skuldina av teimum 30
milliardunum av ognarvirði
við ognartrygd hjá Bear.
Amerikansku
myndug
leikarnir fylgja ikki fegnir
hesum fyrsta dømi, men
møguleikin er framvegis
opin fyri, at skipaði vandin
í sambandi við møguleikan
fyri
einum
spakuligum
kollapsi av einum leiðandi
íløgubanka, kann føra til
eina slíka handling.
Trýstið at finna ein keyp
ara ella íleggjara øktist eftir
at íleggjarar gjørdu av, at
løgdu ætlanirnar mikudagin
at selja ivasomu handilsligu
ognirnar og minka um virk
semi annars, ikki vóru nóg
mikið.
ChartMoody’s
ávaraði
um, at tað helst fór at niður
rata
kredittratingina
hjá
Lehman, um bankin ikki
skjótt fann ein keypara.
Kostnaðurin
at
tryggja
virðið á skuldini hjá Leh
man vaks heilt upp í 805
grundstig í gjár, áðrenn
hann aftur fall tá tað gjørdist
greitt, at bankin royndi at
finna ein keypara.
10ára lánsbrøvini hjá
Lehman
vóru
seld
á
kreppuraktum støði.
Ein annar møguleiki hjá
Lehman er at góðtaka ein
skjótan handil av meiriluta
partabrøvini í teirra dóttir
feløgum til tess at skapa
alneyðugan kapital.
Væntandi er, at fleiri
privatir
framtaksgrunnar
fara at leggja inn eitt síðsta
boð um vikisfitið, halda
keldur, sum stand banknum
nær, hóast ein endalig loysn
enn ikki er í ljósmála.
Turbulensurin
merktist
týðiliga á starvsfólkunum.
Vit hava 25.000 fólk sit
andi her og gráta, segði ein
deildarleiðari í gjár, eg vóni
bara ein loysn finst, skrivar
Financial Times.
Ein nýggj Megafon
kanning fyri TV2,
sum er gjørd eftir
formansskiftið hjá
teimum konservativu,
gevur Lene Espersen
framgongd
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Við seinastu kanningina hjá
Megafon 28. august, fingu
tey konservativu 9,9% av
atkvøðunum. Tað talið er
nú økt til 14%.
Um val var í dag, høvdu
tey konservativu fingið sjey
tinglimir fleiri í fólka
tinginum.
Framgongdin hjá teimum
konservativu gongur fyrst
og fremst út yvir Radikala
Vinstra, sum gongur aftur
við 2,1 síðani síðstu kann
ing, og Socialdemokraterne,
sum gongur aftur 1,4% og
Vinstra,
ið
somuleiðis
gongur aftur 1,4%.
Við
seinastu
kanning
hevði vinstrivongurin yvir
hálað borgarliga vongin við
90 mandatum móti 85. Nú
hevur stjórnin saman við
Dansk
Folkeparti
aftur
framman
fyri
við
92
mandatum móti 83.
Tølini frá Megafon vísa
eisini, at 35% av fram
gongdini hjá teimum kon
servativu einans er takkað
verið veljarum, sum »dáma
væl« Lene Espersen sum
persón,
skrivar
danska
blaðið Børsen.
Lene Espersen er væl
dámd millum danir
Lene fram við
sjey tinglimum
Lehman í svárari kreppu
Færri GM starvsfólk í Evropa
General Motors í Evropa, við bilmerkjunum Opel, Vauxhall og Saab, skulu minka
um arbeiðsmegina við umleið 5.900 starvsfólkum í 2008. Hetta upplýsir týska
bilmagasinið "Auto, Motor und Sport", som endurgevur keldur á evropeiska
høvuðskvarterinum hjá General Motors í í Zürich. Verksmiðjurnar eru í Belgia,
Stórabretlandi, Spania, Týsklandi og í Trollhättan í Svøríki.
Lehman Brothers er í
sonnum fíggarligum
brotasjógvi eftir kollapsið av
húsalánsgrunnunum, Fannie
Mae og Freddie Mac