Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 175 - 12. september 2008 Onki arbeiði í Gekkatíð Á Fiskavirking í Vestmanna, sum vanliga koyrir við tveimum vaktum, verður arbeiðið lagt niður í kvøld imeðan Gekkurin er í sjónvarpinum. Tað sigst, at fólkini ikki vildu koma til arbeiðis meðan Gekkurin var, og tí verður onki arbeiði í gekkatíðini. Men hetta er ikki løgi, tí Gekkurin er í kvøld 800.000 krónur, og møguleikin fyri at hann ikki verður vunnin 26 ferðir á rað, sum talan er um í dag, er bert 3,6 prosent. Tó skulu fólk altíð minnast til, at møguleikin fyri kvøldið bara er 12 prosent fyri at Gekkurin verður vunnin. At blóðga ella ikki at blóðga fisk er ein spurningur, sum mangan hevur verið frammi í sambandi við dygd á fiski og fiskavørum. Í ársritinum Sjóvarmál, sum Fiskirannsóknar­ stovan gevur út, hevur Helgi Nolsøe, verkfrøðingur, áhugaverda grein um týdningin av, at fiskur verður blóðgaður Blóðging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Helgi Nolsøe vísir á, at spurningurin um blóðging av fiski er aftur vorðin aktuellur, eftir at fleiri partrolarar hava fingið kryvjimaskinur, sum kryvja fiskin beinleiðis. - Ymiskir pástandir hava verið frammi um góðskuna á beinleiðis kruvda fiskin- um, bæði fyri og ímóti, men í Føroyum eru ongar almennar kanningar gjørdar av, hvussu blóðging ávirkar góðskuna av lidnu vøruni. Tí heldur kjakið fram – ikki minst eftir, at partrolarar eru farnir at nýta kryvji- maskinur. Verkfrøðingurin vísir á, at partrolarar veiða stórar nøgdir av fiski, og tí hevur tað sjálvsagt stóran týdning, hvussu fiskurin verður hagreiddur. Blóðging avgerandi - Sambært norskari kanning verður dygdin á fiskinum betri, um hann verður blóðg- aður, áðrenn hann verður kruvdur. Helgi sigur, at Fiskeri- forskning í Noregi hevur kannað ymisku hættirnar at hagreiða fiskin og soleiðis eisini ymisku blóðgingar- hættirnar. Hugt hevur eisini verið eftir, hvussu blóðging ávirkar litin á flakinum. - Niðurstøðan hjá norð- monnum er, at beinleiðis kryvjing gevur verri úrslit enn tvey stigs blóðging/ kryvjing – sjálvt við livandi fiski og útblóðingartíð á ein tíma. Hann vísir á, at sambært kanningini hevur tíðin frá tí, at fiskurin kemur úr sjónum, til hann er blóðg- aður ella beinleiðis kruvdur, størstu ávirkanina á útbløð- ingina. - Eisini er niðurstøðan, at tvey stigs blóðging/ kryvj- ing eigur at verða nýtt, heldur enn beinleiðis kryvj- ing. Í kanningini verður víst á, at hagreiðing eigur at verða løgd soleiðis til rætt- is, at møguleiki er at blóðga fiskin niður í rennandi sjógv, so hvørt hann kemur inn umborð. Útblóðingar- tíðin í rennandi sjógvi eigur at vera í minsta lagi 30 minuttir. Helgi sigur, at norska kanningin er rættiliga umfatandi. - Kanningin fevnir eitt nú um, hvørja ávirkan bein- leiðis kryvjing hevur, kvett- ing av toknubondum og blóðging, har skorið verður niður á. Norðmenn hava eisini kannað, hvørja ávirkan beinleiðis kryvjing hevur á litin á uggunum samanborið við, um fisk- urin í staðin verður blóðg- aður niður í kaldan sjógv, áðrenn hann verður kruvdur. Í kanningini hava norðmenn eisini hugt at, hvat tað merkir fyri útbløðingina, um tíðin til fiskurin verður blóðgaður er styttri ella longri. Fiskimenn vilja vera við, at tað, at fiskurin eftir beinleiðis kryvjing sleppur at liggja leingi í køldum sjógvi, vigar upp ímóti vanligari blóðging. - Fiskeriforskning hevur ikki kannað hetta uppáhald nærri, men mælir til, at slíkar kanningar verða gjørdar, sigur Helgi. Føroyski fiskiflotin Havandi í huga norsku kann- ingarnar, heldur Helgi Nol- søe, at vit hóskandi kunnu seta okkum spurningin, um føroyski fiskiflotin við broyttum mannagongdum umborð á skipunum kann avreiða fisk við hægri góðsku? - Ein spurningur er, um broyttar mannagongdir og menning av nýggjari útgerð kunnu skapa hægri avreið- ingarprísir og harvið økt útflutningsvirði – og í øðrum lagi, um tað ber til at fáa hægri góðsku, uttan at kostnaðurin av hesum gerst størri enn meirvinningurin. Í triðja lagi kunnu vit spyrja, um tað í heila tikið fæst nakar meirvinningur við eini betri hagreiðing – og um so er, hvør fær so meir- vinningin? Verkfrøðingurin, sum hevur arbeitt nógv við fram- leiðslutøkni, heldur ikki, at nakað einfalt svar er til hesar spurningar, men fyri at koma nærri einum svari, er neyðugt fyrst at staðfesta, hvør støðan er. - Hetta kann gerast við kanningum og royndum, sum útgreina viðurskiftini fyri ymiskar partar av fiski- flotanum, leggur hann aftrat. Helgi vísir á, at um vit hyggja at einum einstøkum skipabólki – partrolarunum – kann staðfestast, at fiski- skapurin er vorðin nógv meira effektivur seinnu árini, enn hann hevur ver- ið. - Nøgdirnar, sum partrol- Blóðging gevur eina betri f - Altavgerandi fyri, hvussu hagreiðingin av fiskinum verður, er hugburðurin og viljin til at troyta møguleikarnar, sigur verkfrøðingurin, Helgi Nolsøe Kórið Eystanljóð til verka aftur Aftan á ein stuttan summarsteðg byrjar kórið Eystanljóð, fyrr felagskórið Gøta/Leirvík, venjingarnar aftur týsdagin 16. Sept. Kl. 19.30. Vant verður hvørt týskvøld í ovastu hædd á 29 skúlanum við Gøtugjógv. Hettar er annað árið á klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen fer at venja kórið. Í kórinum eru um 30 fólk í aldrinum 18 til 70 ár. Fyri jól verður fyrst og fremst vant fram ímóti jólakonsertum, ið verða hildnar í Vesturkirkjuni og í Gøtu Kirkju sunnudagin 7. desember. Konsertirnar verða saman við Tórshavnar Manskóri. Nú kórið byrjar aftur upp á eitt nýtt sangár eru nýggir sangarar hjartaliga vælkomnir. Kórið syngur bæði traditionellan og nýggjan tónleik, kirkjutónleik og verðsligan tónleik, føroyskt og útlendskt. Ein og hvør við áhuga fyri sangi kann luttaka. Allir sangir verða lagdir út á netið, so møguligt er at venja stemmur heima.