hósdagur 2. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 43 - 2. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 43 - 2. mars 2000
JAN MÜLLER
Texaco Faroes Group, sum
fevnir um tey trý ameri-
konsku oljufeløgini, Texa-
co, Conoco og Murphey er
so gott sum klár til 1. út-
bjóðingina á føroyskum øki.
Umleið 10 fólk frá teimum
trimum oljufeløgunum vóru
í Føroyum herfyri fyri at
kunna
føroysku
oljumyndugleikarnar um
tað stóra og rættiliga um-
fevnandi kanningararbeiði
tey hava gjørt av føroyska
økinum.
-Vit løgdu fram úrslitið av
tí tøkniliga arbeiðinum vit
hava gjørt í nærum fimm ár.
Tað eru skjótt tvey ár síðani,
at vit góvu føroysku olju-
myndugleikunum eina frá-
greiðing, og nakað er broytt
síðani tá. Og tí hildu vit tað
vera rætt nú at gera støðuna
upp sigur Donald Driscoll,
leitingarstjóri fyri Føroya-
økinum. Donald Driscoll
hevur arbeitt hjá Texaco í
mong ár, og nú felagið er
operatørur í bólkinum, er
tað eisini hann, sum stendur
á odda fyri øllum arbeið-
inum.
Tey trý oljufeløgini hava
verið millum teir virknu
bólkarnar á Føroyaøkinum,
síðani loyvi varð givið til
forkanningar. Eitt skifti var
eisini oljufelagið Arco við í
hópinum, men tók seg so úr,
tá tað kom uppá tal, at BP
skuldi keypa upp felagið.
Donald Driscoll sigur, at
feløgini hava gjørt sítt
tøkniliga arbeiði so mikið
klárt, at tey nú kunnu fara
undir at skriva umsókn til
føroysku myndugleikarar
um at fáa leitiloyvi.
Tey eru nøgd við úrslitið
av tí tøkniliga arbeiðinum.
Tað er „encouraging“ -
„uppmuntrandi og lovandi“
- sum hann málber seg.
Tey 10 fólkini frá bólk-
inum vóru í Føroyum júst
um sama mundið, sum 1.
útbjóðingin á føroyskum
øki varð almannakunngjørd
fyri umheiminum, og so-
statt vóru tey eisini tey
feløgini, sum vóru fyrst til
at fáa útbjóðingartilfarið.
Donald Driscoll er nøgd-
ur við útbjóðingina, og hann
heldur eisini, at røttu og
kanska mest áhugaverdu
økini eru við í 1. útbjóðing.
Teigarnir eru í hvussu so er
so mikið áhugaverdir, at
Texaco-bólkurin helst fer at
senda eina umsókn inn.
Sjálvandi vóna teir at
kunna koma vi eini góðari
umsókn til tess at kunna
koma upp í part, tá loyvini
og harvið eisini tey bestu
økini skulu lutast út. Hann
sigur, at neyvan verða øll
nøgd við útbjóðingina, tí tað
er avmarkað, hvussu mong
øki eru sera áhugaverd. Men
har er nokk til at fara undir
eitt veruligt leitingararbeiði,
og
tað
er
tað
mest
umráðandi. Kanningar vilja
so vísa, um øki, sum í dag
ikki tykjast so lovandi,
kunnu vera meira lovandi,
tá man hevur kannað tey
nærri.
Donald
Driscoll
er
nøgdur við treytirnar fyri 1.
útbjóðing. Bæði lisenstreyt-
irnar og aðrar treytir eru
innbjóðandi.
Tey trý feløgini í bólki-
num eru sinnað at gera eitt
gott arbeiðsprogramm og
fáa tey eitt loyvi, so meta
tey seg at hava hava bæði
tøkniligu royndirnar og
eisini pengarnar til tess at
fara út í og gera eina
leitingarfasu lidna og seinni
fara víðari til framleiðslu.
Hvat viðvíkur boring í ár
2001 sigur Donald Driscoll,
at tað besta hevði verið um
tað ikki er liðið so nógv út
á árið, til teir kunnu seta
borin í. -Øll vita vit, hvussu
veðrið kann vera í seinnu
helvt av árinum. Tað er
møguligt at bora til út í sep-
tember 2001, men helst
eigur boringin ikki at verða
seinni enn í august.
Sosialurin skilur, at fær
Texaco-bólkurin
nakrar
góðar teigar, so er hann
eisini sinnaður at fara eftir
nøkrum teigum, sum í dag
verða mettir minni áhuga-
verdir.
Ein av treytunum fyri lut-
tøku í oljuleiting er, at olju-
feløg lata upp skrivstovur í
Føroyum. Donald Driscoll
sigur, at teir vóna at skriva
undir sáttmála um eina
skrivstovu í næstu framtíð.
Texaco-
bólkur er
klárur til
at skriva
umsókn
-Eftir at hava gjørt kanningar í meira
enn fimm ár meta tey trý oljufeløgini,
Texaco, Conoco og Murphey seg nú
liðug við tøkniliga partin av arbeið-
inum og harvið eisini nærum klár at
skriva umsókn um leitiloyvi
Umboð fyri Texaco,
Conoco og Murphey
saman við umboðum fyri
føroyskar oljumyndug-
leikar á Hotel Hafnia nú
um dagarnar, har feløgini
løgdu fram úrslitið av tí
tøkniliga arbeiðinum á
føroyaøkinum seinastu 5
árini. Mynd: Jan
Umhvørvisparturin av eini
føroyskari oljuvinnu hevur
sera stóran týdning. Her
hittir stjórin í Texaco-
bólkinum Jákup Paula
Joensen, sum arbeiðir við
umhvørvismálum á
Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni. Mynd: Jan
Ein av serfrøðingunum hjá
Texaco-samtakinum greiðir
føroyingum frá seinastu og
nýggjastu úrslitunum frá
Føroyaøkinum. Tey síggja
lovandi út. Mynd: Jan
JAN MÜLLER
Ikki kann sigast, at olju-
vinnan hevur átt nógv pláss
í tí almenna orðaskiftinum
her heima hesi mongu sein-
astu árini stórar fyrireik-
ingar hava verið gjørdar til
oljuleiting á føroyska land-
grunninum.
Hetta heldur eitt av pol-
itisku feløgunum í landin-
um, at nakað eigur at verða
gjørt við. Tí skipar Suður-
streymoyar Tjóðveldisfelag
fyri einum almennum fundi
í útvarpshøllini í kvøld um
hetta stóra málið.
Í einum kunningarskrivi
til fjølmiðlarnar undan
fundinum í kvøld verður
víst á, at fyri tann vanliga
føroyingin er oljuvinnan
enn heldur fjald í framtíð-
arinnar mjørka, og torført er
at meta um, hvørjar avleið-
ingar henda vinna hevur fyri
samfelagið og tann ein-
staka. Vit vita, at nógvur
peningur er í hesi vinnuni,
og møguliga eru nógv ar-
beiðispláss eisini. Men vit
Oljuríkidømi og samfelagslig árin
vita onki um, hvussu eitt
møguligt oljuríkidømi fer at
broyta tað føroyska sam-
felagið.
Stóri spurningurin er,
halda stigtakararnir til fund-
in, um vit eru til reiðar at
møta hesi oljuvinnuni.
Oljufeløgini eru mannað
av hørðum vinnulívsfólk-
um, ið vita, hvat tey vilja.
Men vita vit, hvat vit vilja
við oljuvinnuni? Er olju-
vinnan bert eitt nýtt gull-
nám, ið nøkur ávís fáa loyvi
at troyta? Ella kann eitt
møguligt oljuríkidømi vera
øllum
samfelagnum
at
gagni verður spurt.
Tað er í eini roynd at seta
orð á hesa framtíð, at Suð-
urstreymoyar Tjóðveldis-
felag fyri eini hoyring um
oljuríkidømi og samfelags-
lig árin. Ætlanin er at við-
gera, hvørji ítøkilig árin
oljuvinnan hevur á føroyska
vinnulívið, og hvørji sam-
felagslig árin ið standast av
hesi vinnu.
Fyrireikararnir halda, at
lættast er helst at viðgera
“vinnulívspartin”, tí har eru
vit komin longst. Føroysk
oljufeløg eru stovnað, fleiri
útlendsk oljufeløg hava
deildir í Føroyum og eitt
nýtt aðalstýri er skipað, sum
tekur sær av fyrisitingini av
oljumálum. Hinvegin er líkt
til, at tað helst eru ógvuliga
fá, sum hava gjørt sær tank-
ar um hvørjar samfelags-
ligar broytingar, ið fylgja
við oljuvinnuni. Á hvønn
hátt fer oljuvinnan at ávirka
dagliga lívið hjá tí vanliga
føroyinginum? Fær olju-
vinnan ávirkan á bústaðar-
mynstrið í Føroyum? Koma
lønarligir ójavnar í vinnu-
lívið, ímillum tann partin ið
tengdur er at oljuvinnuni,
og tann partin ið ikki er?
Hvussu kann oljuvinnan
leggjast til rættis soleiðis, at
Í kvøld klokkan kl. 19.30 verður
skipað fyri pallborðsfundi - eini hoyr-
ing - í útvarpshøllini undir heitinum
„Oljuríkidømi og samfelagslig árin“.
Tað er Suðurstreymoyar Tjóðveldis-
felag, sum skipar fyri tiltakinum, sum
er alment
negativu árinini mótvegis
umhvørvinum gerast so fá
sum møguligt? Og hvussu
skulu samfelagsligu ágóðar-
nar av einum møguligum
oljuríkidømi brúkast og um-
sitast?
Tiltakið er skipað sum ein
hoyring, og tað er fyrsta
ferð, at hetta verður roynt í
Føroyum siga stigtakararnir
og vísa á, at luttakararnir
eru býttur upp í “serfrøð-
ingar” av ymiskum slag og
tveir spyrjarar, ið eru pol-
itikarar. Tá luttakararnir
hava hildið síni upplegg,
kunnu spyrjararnir seta
teimum kritiskar spurn-
ingar, har borað verður í tí,
ið sagt er. Somuleiðis kunnu
spyrjararnir gera sínar egnu
viðmerkingar. Afturat hes-
um kunnu fundarluttak-
ararnir gera viðmerkingar
og seta spurningar, eins og
undir vanligum pallfundum.
Vónað verður, at hetta elvir
til eitt meira lívligt tjak enn
vanligt er á pallfundum.
Luttakarar eru hesir:
Jan Müller, blaðstjóri Sos-
ialurin, Herálvur Joensen,
aðalstjóri Oljumálastýrið,
Kjartan Hoydal, skrivstovu-
leiðari NORA, Jákup Pauli
Joensen, Heilsufrøðisliga
Starvsstovan og Óla Jákup
úr Dímun, bóndi Stóra Dím-
unSpyrjarar eru: Torbjørn
Jacobsen, Tjóðveldisflokk-
urin og Hendrik Old, Javn-
aðarflokkurin Orðstýrari er
Jógvan Arge, program-
leiðari í Útvarp Føroya
JÁKUP MØRK
Ørindi hansara á føroya-
ferðini vóru millum annað,
at hann við hesum eisini
fekk gjørt føroyingar varug-
ar við teir útbúgvingar-
møguleikar, sum innan
ferðaleiðaraøkið.
Sjálvur
hevur
hann
drúgvar royndir á økinum,
við tað at hann í tíggju ár
hevur starvast sum ferða-
leiðari hjá teimum stóru
donsku ferðafyriskiparu-
num.
Allir hesir hava vanliga
havt sínar egna skúlar, har
nýggir ferðaleiðarar verða
uppaldir, men fyri at brót
upp úr nýggjum, hevur Palle
Højsholt, saman við øðrum,
sett á stovn ein óheftan al-
tjóða ferðaleiðaraskúla.
Eisini fyri føroyingar
Skúlin hevur longu nú
nøkur skúlaskeið á baki, og
millum luttakararnar hava
higartil verið níggju føroy-
ingar.
Ein av hesum føroyingum
er 23 ára gamla Rósmari
Í farnu viku var altjóða ferðaleiðara-
dagur hildin kring allan heim, og í
hesum sambandi var danin, Palle
Højsholt, á vitjan her í Føroyum
Ferðaleiðarastarv gevur førleika
Hellisdal, og sjálv er hon als
ikki í iva um, at hon hevur
fingið stóra gleði burtur úr
sínum skúlaskeiðið.
Rósmari var á skúlanum
allan mei mánað seinasta ár,
og sjálv sigur hon, at hetta
er størsta uppliving, sum
hevur havt higartil.
Við tað at talan er um ein
altjóða skúla, møtir ein
nógvum fólkum frá øðrum
londum, og ger hetta, at tú
lærur nógv um verumátan
hjá øðrum fólki.
Sjálv undirvísingin er
skipað soleiðis, at allir
næmingarnir í ein mánað
eru á einum ferðastaði í
Spaniu ella Malta, men
kortini skal hetta ikki skilj-
ast sum nøkur frítíðarferð.
Talan er um hart arbeiði
so at siga alt samdøgrið, og
sambært føroysku gentuni,
so kundi hetta til tíðir vera
rættuliga strævið. - T.d. er
tað ikki altíð líka stuttligt at
skula upp klokkan átta á
morgni, tá tú hevur dansað
alla náttina, men hetta má
man so bara taka við, greið-
ur Rósmari frá.
Sjálv hevur hon ikki sum
so ætlanir um at starvast
sum ferðaleiðari, men hon
kundi væl hugsað sær at
arbeitt við tilrættisleggjan
av ferðum. Tískil gjørdi hon
av at fara á skúlan, soleiðis
at hon á tann hátt kundi læra
eitt sindur um yrki.
Ikki bara stuttligt
At ferðin er strævin, er so
sanniliga eisini ætlanin,
greiðir Palle frá.
Arbeiðið sum ferðaleiðari
kann kanska tykjast sum eitt
spæl fyri nógv. Ókeypist
ferðir hvørt summar, og
møguleikan at sleikja sól á
suðurlendskum strondun-
um, ljóðar kanska lokkandi,
men tað er nú ikki bara
stuttligt.
Starvstíðin hjá einum
ferðaleiðara er heldur ikki
longur enn nøkur fá ár, og
boðar hetta eisini frá, at tal-
an er um eina strævna til-
veru, men hinvegin vísur
Palle á, at hetta í flestu
førum eisini gevur ein
vinnuførleika, sum kann
koma ferðaleiðarunum til
góðar í nógvum øðrum
lutum.
- Við tað at skúlin er so-
mikið strævin, duga vit eis-
ini beinan vegin at síggja,
um ein næmingur er egn-
aður til hetta lívið, greiðir
Palle frá, samstundis sum
hann vísur á, at stórur eftir-
spurningur er eftir næming-
um teirra.
Skúlin virkar eisini sum
ein formidlari av starvs-
plássum, soleiðis at ymsu
ferðastovurnar venda sær til
skúlan, sum síðani ger av,
hvørjar næmingar tey halda
egna seg til starvið. Starvs-
økini eru sera víttfevnandi
og eru fyrrverandi næming-
ar hjá skúlanum at síggja
sum á m.a. skíferðum, gist-
ingarhúsum, barrum, buss-
um og flúgvarum. Palle
Højsholt tykist eisini at vera
ikki sørt errin, tá hann
greiðir frá, at higartil eru
allir næmingarnir frá skúl-
anum slopnir fram at til
samrøðu, so góðskan á
undirvísingini skuldi verið
í lagi.
Meira tilfar
Um so er, at onkur av lesar-
unum skuldi havt áhuga fyri
hesi útbúgvingini, ber til at
frætta meira við at venda
sær til Tora Tourist Traffic,
sum umboðar skúlan her á
landi.
Eisini ber til at leita um
alnetið á www.service.dk.
Á heimasíðuni hjá skúla-
num eru fyrrverandi næm-
ingar eisini skrásettir við
telefonnummari, soleiðis at
tað er gjørligt at seta seg í
samband við hesi, fyri at fáa
meira at vita um útbúgv-
ingina.
Palle Højsholt og Rósmari Hellisdal