hósdagur 2. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 43 - 2. mars 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 43 - 2. mars 2000
Høgni Mohr
Darr, duggidugg, bumm!
Og umaftur hinvegin; darr,
duggidugg, bumm.
Sam spælir sama lag, nóg-
var ferðir um dagin, hvønn
dag. Og byrjanin er altíð hin
sama:
Dekkið darrar og døkki
dieselroykurin stendur úr
skorsteinunum, tá ið skrúva
verður sett á teir báðar
motorarnar.
han og smílist, meðan hann
verður avmyndaður, veip-
andi eftir lastbilunum hjá
Føroya Bjóri og Restorff, ið
koma klikkjandi í takt, reyv
í reyv umborð ferjuna.
— Tak tú bara myndir,
góði. Nógvar myndir verða
eisini tiknar av okkum um
summarið; ja, tað er neyvan
nøkur útlendsk myndabók,
ið eg ikki eri í, sigur hittin-
orðaði
porkeringurin
í
Funningi.
Eygleiðingin gongur báð-
ar vegir. Porkeningurin hev-
ur fragd í at meta útlendsk
ferðafólk og samanbera tey
við føroyingar.
– Føroyingar eru aldri í
regnklæðum. Men tú sært
næstan ikki útlending, uttan
hann er væl bjálvaður. Tú
hómar bara eyguni í teim-
um, so væl eru teir vavdir
inn í hetta plastikkið, sigur
Johan og sipar til regnklæð-
ini.
Play it again, Sam
SAMFERÐSLA. Álitið í Vestmannasundið hevur í
fjóringsøld leikt sama lag. Hóast tað styttist til fátónaða
sveiggið millum Vestmanna og Oyrargjógv fer í søguna,
nervar tað ikki manningina á strandfaraskipinum Sam
Farvæl og væl
afturkomin
Men hendan fyrrapartin eru
eingir eyðkendir útlendingar
við umborð. Kortini er
ferðafólkafylgið litríkt, gev-
ur ein sær far um tað.
Ferðafólk til flogførini eru
eykend; í sløttum buksum,
blonkum skóm og við ný-
kembdum hári. Eyguni bera
brá av hesum serføroyska
og álvarsama stevnufestin-
um, ið neyðugt er at brynja
seg við, áðrenn stigið verður
út í stóra heim. Onkur ekka-
fullur ferðamaður, ið annars
starvast á opnum havi í øll-
um veðri, hevur fingið sær
ein ráka til tess at taka
broddin av ringasta ferða-
stikninum. Lagið er passa-
ligt.
Ferðafólkafloymurin
dregur eisini við sær onkrar
longu longsulsfullar konur
og forelskaðar ungdómar, ið
eru komin at fylgja teimum
kæru á leið vestur ígjøgnum
sundið.
Tjúgu minuttir seinni, tá
ið skipið fer av Oyrargjógv,
er alt øvugt. Andlitini eru
nýggj, men vónirnar og
longsulin, ið komu til sjónd-
ar við fráferð, hava borið
ávøkst. Longu væl og virði-
liga hálsfevnd, koma tey til
Oyrargjáar at bíða eftir Sam.
Og tey sleppa nærum ikki
hvørjum øðrum í bilum,
bussum ella standandi á
hekkuni, meðan siglt verður
fram við Svøðini, streymoy-
armegin.
Eyguni á rætta stað
Líta tey upp ímillum muss-
arnar, síggja tey kanska í
knokkin á Sofusi Jacobsen,
skipara.
Í fyrstu atløgu tykist hes-
in blíðskortaði maðurin ikki
serliga líkur einum skipara.
Her eru ongar aksla- ella
ermastrípur, ongin kaskett-
ur.
Í dag skal Sofus leggja at
einar 30 ferðir, og tá ið hann
hevur lagt at fyrstu 3- 4 ferð-
irnar, sæst, at maðurin dugir
tað, hann eigur at duga.
Ongantíð sleppa mildu eyg-
uni stavnhaldinum úr eyg-
sjón. Hann hevur ábyrgdina
av gomlu stálskútuni, og
harvið verður tað. Fólk
koma upp á brúnna, og
skifta orð við skiparan úr
Kvívík, men eygnasamband
við hann er ikki við í ferða-
seðlaprísinum.
Tá ið motorarnir tagna
Sofus hevur siglt á sund-
inum síðani 1982, og stend-
ur tað til hansara, verður
hann siglandi nøkur ár aft-
Jógvan Syderbø, varin dekkari.
Spakmælti dekkarin úr Klaksvík, fortalar seg ikki.
– Onkuntíð eri eg á Leirvíksfirði, onkuntíð á Suður-
oyar-firði og nú eri eg her, staðfestir hann.
Men Jógvan hevur eisini verið við trolara. Og tað
hevur hann eina meining um.
– Her arbeiða vit eina viku og hava frí eina. Ein
líknandi skipan átti at verið galdandi umborð á
fiskiførum...
Jógvan hevur verið á Strandferðsluni í 10 ár.
Mynd: Jens Kristian Vang
Johan Dam, stýrimaður og skemtari.
Porkeninginum dámar væl at hugleiða um stóra heimin uttan fyri sundið:
– Tað var annað lívið, tá ið vit lógu í karibiskum havnum. Har komu lastamenninir
til arbeiðis við ukulela og ghettoblastara og dansaðu limbo á keiini.
Starvstíðin hjá Johan á Strandferðsluni gongur á 14. ári.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tummas Marni Joensen, røkjutur maskinmeistari:
– Fólk, sum ferðast dagliga, fara at sakna Sam og tað sosialu samveruna, sum øll
skríggja eftir í dag. Vit hava minni og minni tíð, so vit trongja til Sam...
Tummas Marni ivast ikki í, at saknur verður í kaffiprátunum, tá ið gjøgnumtrekkur
verður undur sundinum.
– Soleiðis broytist alt. Men vit noyðast at liva í okkara samtíð. Hetta er liður í
framburðinum og samfelagsmenningini.
Tummas Marni helt 20 ára starvsdag á Strandferðsluni í januar.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sofus Jacobsen, mildoygdur skipari:
– Øll skulu við Sam. Og øll eru eins umborð á Sam.
Prominentir gestir eru ikki prominentir umborð á Sam,
og tað krevja teir heldur ikki.
Hægsti maður á skútuni er eisini hin mest royndi. Í
samfull 32 ár hevur hann verið strandferðslumaður;
tey 18 umborð á Sam.
Mynd: Jens Kristian Vang
Síðani 1975 hevur Sam siglt einar 220.000 ferðir um Vestmannasund. Longdin hvønn vegin er 2,5 sjómíl. Sostatt
hevur Sam siglt ein tein, ið svarar til 20 ferðir kring knøttin. Á leið ein triðingur av øllum siglandi ferðafólki í
Føroyum, fer við Sam.
Mynd: Jens Kristian Vang
Undirsjóvartunnilin
er
enn bert eitt eiti, og sum
áður eru tær 660 hestakreft-
irnar undir tronga bildekk-
inum álitið. Flestu føroying-
ar hava kent darranina frá
íkoblingini fara upp ígjøgn-
um nýpussaðu svartaskógv-
arnar og nakað væl niðan
um kníggja. So kanska er
tað ikki løgið, at fá hava
givið sær stórvegis far um
hana annars.
Onki ósamljóð
Kvíkvíkingurin, Tummas
Marni Joensen, stjórnar
hestakreftunum í Vestmann-
asundi. Hann er einsamall-
ur maskinmeistari umborð
á Sam. Í roynd og veru er
hann starvssettur umborð á
nýggju Ternuni, men roynd-
irnar umborð á Sam eru
drúgvar.
– Vit eru á forsíðuni á
bløðunum beinanvegin, tá
ið hóttafall kemur á. Tað
áliggur mær at kenna trup-
ulleikarnar, áðrenn teir ger-
ast veruligir trupulleikar, tí
skipið skal sigla, sigur kví-
víkingurin, ið alla tíðina
kennir
spenningin
av,
hvussu neyðug motormegin
á Sam er, um sleppast skal
undan ósamljóði í føroyska
samferslukervinum.
Passað og pussað
Og hjartað og æðraskipanin
umborð á Sam hava tað gott.
Fyri tað kundi ein stigi skó-
leysur inn í maskinrúmið.
Dúrkið er reint og nýmálað,
og góðu gomlu Grenaa mot-
orarnir skína í vónríkum
ljósagrønum. Í stýriborði
stendur einsamalli Volvo
Penta motorurin til bóg-
skrúvuna, ikki minni snøgg-
ur og vælhildin. Øll kopar-
rørini eru blonk sum ný-
pussað skreyt, og amboðs-
talvan er fullkomin.
Á el-talvuni frammi á
skottinum eru nógvir knapp-
ar; har ímillum eisini neyð-
avbrótarin til 24 volts kaffi-
maskinuna í messuni.
Hann verður valla rørdur.
Tí kaffimaskinan er sam-
bindingarliður. Bæði mill-
um teir fýra menninar um-
borð; og eisini millum
manningina og føstu ferða-
fólkini.
Manningar hittast
– Klaverið spælir ikki uttan
kaffi, sum ein ferðamaður í
messuni tekur til.
Messuprátini eru mong,
men ikki long. Meðan gestir
og manning leska sær á
hálvskonktu krússini, verð-
ur dúgliga hugt at klokkuni.
Eisini hendan ársins fyrsta
várdag, tá ið manningar hitt-
ast í messuni nakrar min-
uttir. Føroyska flogfarið fer
á flog um knappar tveir tím-
ar, og manningin á Atlants-
flogi er undir dekki og
drekkur nýbryggjað lág-
spenningskaffi.
Soleiðis sita sjómenn,
fólk í luftini og einstakir
bussførarir og hugna sær eitt
lítið bil, meðan tveir av
manningini ganga og stákast
á dekkinum.
Eygleiðingar
Samstarvið millum teir báð-
ar á dekkinum, stýrimannin,
Johan Dam úr Porkeri, bú-
sitandi í Funningi og dekk-
aran úr Klakvík, Jógvan Sy-
derbø er gott. Tíðin loyvir
bert stuttum prátum við
ferðafólkið, og tí eru setn-
ingarnir kanska av vana
vorðnir greiðir og beinrakn-
ir.
– Pausur..? Tær verða
brúktar til eykatúr, sigur Jo-
urat. Spurdur um, hvat verð-
ur av skiparanum á Sam, tá
ið opið verður undir sund-
inum, kann hann ikki bara
sær:
– Er tað ikki upp á tíðina
at ein verður uppsagdur..?
Og man tað fara at bila, ha?.
Tað rýkur úr øðrum skorst-
einum, enn teimum hjá
Strandferðsluni. Men eitt
veit eg. Eg eri ov gamalur
og skirvasligur at fara á opið
hav. Kanska fylgi eg við
Sam, tá ið motorarnir tagna
her á sundinum, hugleiðir
hann.
Alt hevur sína tíð. Men
tað er við blandaðum kensl-
um, at Sofus hugsar um
fasta sambandið.
– Var eg vágamaður, var
eg glaður um fasta sam-
bandið. Eg minnist, tá ið
onki vegasamband var úr
Kvívík til Havnar. Nú er
onki at spikkulera upp á. Alt
gongur sum eitt spæl. Eg
seti meg í bilin, og løtu
seinni eri eg í Havn, sigur
dámligi kvívíkingurin.
Eins og maskinmeistarin
umborð, veit Sofus, hvønn
týdning teirra arbeiði hevur.
– Fyribils er Sam portrið
til útheimin. Verður tað aft-
urlatið, so steðgar alt upp.
So hevði verið róp og levint
av eini aðrari verð. Men tað
hugsa vit ikki um, tí hetta
er bara okkara arbeiði. Og
tað riggar væl hjá okkum, tí
vit arbeiða jú undir góðum
og vælskipaðum umstøðum,
sigur Sofus
Og væl er alt lagað. Eisini
tá ið svongdin fer at gera
um seg. Ongin kokkur er
við, so ístaðin verður mat-
urin borin manningini um-
borð, tá ið tíð er at skaffa.
Hesin steðgurin í einstátt-
aðu framførsluni hjá Sam er
40 minuttir langur. Tá sess-
ast øll manningin í messuni.
Og tá ið bitarnir eru tugdir
og svølgdir og tað gløðir úr
fyrstu sigarettunum, lættir
hugurin sær á. Farið verður
at siga frá stuttligum søgum
uttan úr heimi, tá ið menn
vóru yngri og meira ævin-
týrhugaðir, enn bara til at
liggja í fastari sigling um
Vestmannasund. Søgurnar
úr so fjarskotnum londum
sum Marokko og Trinidad
og Tobago eru stuttligar, og
eitt kærkomið høvi at eks-
perimentera við eksotiskum
rútmum, meðan Sam hvílir
seg.
Men løtu seinni spælir
Sam aftur sama lag. Við
vælsignilsi frá manningini:
Darr, duggidugg, bumm. Og
enn einaferð hinvegin; darr,
duggidugg, bumm.