Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 159 - 21. august 2001 Nr. 159 - 21. august 2001 11 Um vikuskiftið fingu føroyingar møguleik- an at síggja og hoyra nakað so forkunnugt sum eina opera. Írsku operasangararnir góvu eisini føroysku áhoyrarunum eitt spennandi upplivilsi FRÁSØGN Heri á Rógvi Í útvarpinum hoyrdist, at fólk skuldi møta í góðari tíð, tí hurðarnar vórðu læst- ar, tá sýningin byrjaði. So óføroyskt sum tað nú einaferð er, so møttu stund- isliga, og sýningin byrjaði, tá hon skuldi. Tað vóru eisini teir betru búnarnir hjá fólki, sum vórðu tikinir fram til hetta forkunnuga høvi. Á stólin- um lá eitt program, og ein »ljóspennur« lá somuleiðis á stólinum. Hetta, soleiðis at fólk kundu fylgja við í programminum, meðan leikurin fór fram. So byrjaði henda yndis- liga og syrgiliga sýning av klassikaranum hjá Puccini. Operain hjá italiumannin- um, sum á við fyrstu fram- førsluna varð kveistrað við lítið sømuligum herðróp- um. Síðani hevur operain vunnu frama í mongum londum kring allan heim. Sjálvur kallaði Puccini hetta fyri sítt besta verk. Av mongum verður tó ein onn- ur av hansara operaum »La Boheme« skýrd at vera hansara besta verk, og kanska eisini hin besta operain av øllum. Operain snyr seg um ein amerikanskan hermann (Pinkerton), sum fer til Jap- an, har hann giftir seg við einari japanskir gentu, sum er einans 15 ára gomul. Hann sær giftarmálið sum eitt spæl: hon sær giftar- málið sum veruligan kær- leika, og hon kollveltur eis- ini sítt lív av hesari somu orsøk. Hon (Madama Butterfly) skiftir til kristna trúgv, og hennara lív verður tillagað amerikonskum virðum. Hon gerst við barn, men Pinkerton fer aftur til Sam- bandsríkið áðrenn hann gerst greiður yvir hetta. Tá Pinkerton fleiri ár seinni vendir aftur til Japan við nýggju konu hansara, varnast hann, at Butterfly og hann eiga eitt barn sam- an. Hann og nýggja kona hansara gera av, at tey skulu taka barnið við sær. Butter- fly játtar fyri hesum, men hon sær hetta sum eina so- vorðna skomm, at hon ger av við seg sjálva. Madama Butteffly er ein opera um ymiskar mentan- ir. Um hvussu hin almikla amerikumentanin eisini kann oyðilegga. Hetta verð- ur eisini lagt dent í tí síðsta leikbrotinum. Skilligt er, at hjúnaband millum japanska kvinnu og amerikumann er nakað sum er at meta sum ein stór skomm. Tað er hvørki tá ella nú óvanligt, at japanar- ar doyggja fyri egnari hond, tá hesir meta, at teir æra hevur verið fyri vanlaknu. Ìrsku sangararnir góvu áhoyrarunum eitt serstakt og spennandi upplivilsi um vikuskiftið. Sangurin var framúr góður, og tú sum áskoðari kundi ikki annað enn at njóta yndisliga song- in hjá teimum. Eitt spenn- andi upplivilsi. Madama Butterfly hugtók Umstøðurnar hjá ferðandi í Føroyum skulu betrast ljóðar tad frá ferðavinnuni. Eitt av stiginum er at fáa m.a. betri nátthús. Hósdagin fekk Bjarni Djurholm, landsstýr- ismaður, handað eitt uppskot frá stjóran- um á ferðaráðnum FERÐAVINNA Heri á Rógvi Hósdagin í farnu viku fekk Bjarni Djurholm, lands- styrismaður í vinnumálum, handað eitt uppskot frá stjóranum á ferðaráðnum. Uppskotið snyr seg um skelting, nátt-tvátthús Dvalavíkar og Tjalding. Hesi góðu heiti siga kanska ikki so nógv í sær sjálvum, men úrslitið er eitt umfat- andi arbeiðið, sum ná- greiniliga viðgerð hesi viðurskifti innan ferðavinn- una. Tórálvur Weihe, arkitekt- ur hevur staðið fyri arbeið- inum. Á tíðindafundinum hósdagin fekk Bjarni Djur- holm, landsstyrismaður, handað lidna uppskotið, og eisini vóru dømi um nátt- hús tikin fram, eins og greitt varð frá um ymisku skeltinum, sum í dag eru at síggja. Bjarni Djurholm vísti skemtandi á, at nátthús er tad altíð tørvur á, og oftani hevði hann saknað nátthús, tá hann ferðaðist. Tad var stjórin á ferða- ráðnum, Heri Niclasen, sum handaði landsstyris- manninum uppskotid, tá hevur verið Ferðarádið, sum hevur tikið stig til at gera uppskotið. Verið í Íslandi Arbeiðið vid at gera hetta uppskotið fór í gongd í oktober 2000. Tad er ilt at siga, um rættast er at kalla hetta eitt uppskot ella verk- ætlan, men á tíðindafundin- um hósdagin var heitið verkætlan nýtt, men í for- mælinum verður tað rópt uppskot. Hvussu er og ikki við navninum, so hevur tað ver- ið Tórálvur Weihe, ið hevur staðið fyri arbeiðinum. Í innganginum nevnir hann eisini, at hetta hevur verið eitt rættiliga drúgt ar- beiði. Arbeiðið er framt í samstarvi við Landsverk- frøðingin. Eisini hava yms- ir stovnar og feløg verið tikið við uppá ráð. Verkætlanin viðgjørdi tær núverandi umstøðurnar, og gjørdi eisni uppskot um, hvussu bøtast kann um viðurskiftini. Meðan arbeiðið er farið fram, hevur Tórálvur eisini leitað sær til Íslands fyri at hyggja eftir, hvussu íslend- ingar gera. Á tíðindafundinum hós- dagin greiddi Tórálvur frá, at skeltingin sum er ikki er langt av leið, men tað hevur týdning at gera fleiri og betri ávísingar. Eisini vísti hann á dømi um nátthús, sum kundu verið gjørd bæði gott og bíliga. Skilligt var, at allar partar tøktist nøgdir við arbeiðið hjá Tórálvi. Samstundis tykist tað eisini sum um, at hetta uppskot er í tøkum tíma. Hóast tað hevur verið Ferðaráðið og Landsverk- frøðingurin, sum hava sam- starvað um at gera hetta uppskotið, so liggur ein stór ábyrgd hjá kommunun- um. - Tað vera kommununar, sum í síðsta enda koma at hava høvuðs ábyrgdina av, at umstøðurnar verða betr- aðar. Í uppskotinum eru kort úr at kalla øllum Føroyum, har víst verður á tey núverð- andi viðurskifti, samstundis sum víst verður á nýggjar møguleikar. Neyðugt Ì fororðinum kallar stjórin á ferðaráðnum, Heri Nicla- sen, verkætlanina fyri eitt átak, fyri at fáa Føroya gjørdar fult tilreiðar at taka ímóti ferðafólki. Á tíðindafundinum vísti stjorin á Ferðaráði Føroya eisini á, at hetta var eitt neyðugt stig, og var eisini glaður fyri tað arbeiðið, sum hann fekk høvi til at handað landsstýrismannin- um. Heri Niclasen tók eisini so dýran til, at hann segði seg vóna, at framløgan av verkætlanini vildi skunda undir at fáa framt tey neyð- ugu átøkini, so vit við góð- ari samvitsku kundu taka ímóti ferðfólkinum, sum leita sær út um landið. Næsta stigið skulu eftir øllum at døma komm- unalir- og landsmyndug- leikar taka í felag. Betri umstøður til ferðandi í Føroyum Bjarni Djurholm fekk hósdagin handað úrslitið av einari verkætlan frá Hera Niclasen, stjóra á Ferðaráði Føroya. Tórálvur Weihe hevur staðið fyri verkætlanini Kostnaður pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan út. Klipp myndina út og send hana saman við lepanum til Sosialin. Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Navn: Blað nr.: Síða: Stødd: Mongd: Bústaður: Telefon: Nú er møguleiki at keypa myndir sum standa í Sosialinum C M Y K 11 10 Brimil kom tíðliga í gjáramorgunin á Kollafjørð við tí eini helvtini av eini tvíkilju, einum katamarani, sum varð funnin til havs, 120 fjórðingar í ein lands- ynning úr Føroyum. Hálva tvíkiljan er leivdirnar av »Team Phillips« einum flottum kappsiglara í 100 milliónaklassanum, sum forlisti í desember mánað í fjør, nakrar 100 fjórðingar úr landi vestur úr Írlandi. Fríggjadagin fekk MRCC Tórshavn fráboðan um, at vrakið av »Team Phillips« var funnin nær- hendis Føroyum. Tað vóru havrannsóknarskipið »Geo Pacific« og farmaskipið »Thor Chaser« sum funnu vrakið. Tá vrakluturin var so stórur, at hann kundi vera til vanda fyri skip, av- gjørdi MRCC at senda »Brimil« eftir vrakinum. »Brimil« var hjá vrakinum um fimm tíðina leygar- morgunin. Ein høg mastur hekk føst í vrakinum og hetta gjørdi sleipingina upp aftur torførari. Tað eydnað- ist manningini á »Brimli« víð hegni at fáa tveir trossar á vrakið og síðan varð farið undir sleipingina. Ein stórur dreymur brast »Team Phillips« var ein stórur seglbátur, gjørdur úr kolfibrum og var 40 metur langur. Tvíkiljan var bygd til kappsigling á heimshøv- unum. Talan var um eina risa verkætlan, sum hevði vart í fleiri ár. Báturin hevði undir royndarsigling havt trupulleikar við mastrum og bógnum. Tað júst undir royndarsigling, at skipið í einum ódnarveðri fekk ein sjógv, sum oyðilegði mann- ingarrúmini. Róðrið gekk eisini fyri og skipið kundi ikki sigla. Báturin kláraði hetta ódnarveðrið, men tá útlit vóru fyri einum ódnar- veðri afturat, avgjørdi skip- arin, Pete Goss, at senda út neyðarkall. Hann metti ikki at báturin kláraði ein sjógv afturat. Tann 10. desember í fjør varð manningin, í taldi sjey, tikin av »Team Phillips« av einum týskum bingjuskipi umleið 650 fjórðingar vest- ur úr Írlandi. Ætlanin var at fara umborð aftur, tá tað blíðkaði, men aftan á 19. desember hevur ongin sæð bátin og hildið varð at hann var sokkin. 31. mai fann »Geo Pacific« eitt vrakpetti av »Team Phillips« og sam- stundis varð eitt petti funn- ið við Vestmannaoyggjarn- ar. Tá var Pete Goss í Íslandi og hugdi eftir rest- unum av hansara stóra dreymi og bjargingarmynd- ugleikarnir í Føroyum hava eisini verið dagliga í sam- band við Pete Goss, síðan helvtin av seglbátinum varð funnið. Hálvur seglbátur á Kollafirði Tveir praktikantar á Sosi- alinum Birita Christiansen úr Hósvík og Rólant Dam av Norðskála frammanfyri hálva seglbátinum, sum »Brimil« hevur sleipað á Kollafjørð. Mynd: Jan Müller