týsdagur 21. august 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Todi Jónsson hevur
týskvøldið møguleika
at gera fyrsti føroy-
ingurin, sum vinnur
sær rætt at luttaka í
UEAF-Champions
League
EUROPA-CUP
Jákup Mørk
Tær 200.000 krónurnar,
sum spælararnir hjá FCK
fáa útgoldið, um teir standa
royndina týskvøldið, eru
smápengar aftur ímóti tí,
sum felagið kann vinna, um
teir vinna seg fram til fyrra
bólkaspælið fyri meistarar.
Pengamaskina
Sonevnda
Champions-
League, sum við tíðini er
komin at umfata nógv
meira enn bara meistaralið-
ini, hevur nú í eitt tíggjuára
skeið ment seg til at gerast
ein sonn pengamaskina hjá
stóru europeisku feløgun-
um.
Tað er eisini eftir ynski
frá hesum, at UEFA hevur
latið seg trýst til verandi
kappingarformin, og tíverri
má sigast, at hetta er hent
upp á kostna av teimum
smærru feløgunum.
Í europeiskum høpi verð-
ur FCK eisini framvegis
rokna millum hesi smærru
feløgini, men um Flemm-
ing Østergaard og hansara
menn fáa sín vilja, so verða
hvítu leyvurnar ikki ver-
andi ímillum tey smáu.
Gott útgangsstøði
Pengar skulu tó til, og tí er
tað týdningarmikið hjá
FCK at koma til bólkaspæl-
ið, tó at uppgávan valla
kundi verið størri enn hon
er týskvøldið.
Lazio hevur bert eina
ferð vunnið eina kapping í
europeiskum høpi, men
seinnu árini hevur felagið
veruliga ment seg til eitt av
teimum stóru í Italia, og
harvið eisini í Europa.
Hetta sæst eisini aftur í
stjørnusetta
leikarahópi-
num. Har eru fleiri leikarar,
sum hvør sær verða virðis-
settir væl hægri á fótbólts-
marknaðinum enn samlaði
hópurin hjá FCK, men tí-
betur er tað soleiðis í fót-
bólti, at ein rúgva av peng-
um ikki merkja tað sama
sum gull og heiður.
FCK hevur nevnliga eitt
hampuliga gott útgangs-
støði, tá teir fara á Olymp-
iska leikvøllin í Rom. 2-1
sigurin í Parkini var í øllum
førum nakað, sum fótbólts-
áhugað runt í Europa løgdu
merki til, og hóast Lazio
má metast at hava fyrimun
av útivallarmálinum í Park-
ini, so skulu teir framvegis
vinna fyri at koma víðari.
Tørvur á
skjótum monnum
Hetta ger eisini, at tað tyk-
ist vera sannlíkt, at rúmd
verður Toda Jónsson við
síðuna av Sibusiso Zuma í
FCK álopinum. Eisini hó-
ast føroyski landsliðsleik-
arin bert hevur spælt ein
lítlan hálvleik av superliga-
bólti hetta kappingarárið.
Tað er nevnliga lítið at iv-
ast í, at tað verður Lazio,
sum fer at trýsta týskvøld-
ið, meðan FCK so má dúva
upp á snarálopini, og júst til
tað spælið munnu tað vera
fáir spælarar í Danmark,
sum eru betri enn Todi
Jónsson.
Skjóti rykk hansara við
bóltinum kunnu væl hugs-
ast at vera lykilin, sum skal
lata italsku verjuna upp,.
Aftasti maður hja italienar-
unum, tann í Føroyum so
væl kendi Sinisa Mihajlov-
ic, er so avgjørt ikki vorðin
skjótari við árunum, og
megnar hann neyvan at
kapprenna við Toda, um
møguleikin kemur.
Á heimavølli, tá Todi var
skaddur, var tað Heine Fern-
andez, sum var á álopinum
saman
við
Zuma,
og
gjørdist hann eisini matc-
vinnari, tá hann høgdi ein
leysan bólt í málið úr stutt-
ari fjarstøðu. Júst hetta við
at lúra inni í brotsteiginum
er avgjørda styrkin hjá
Heine, men tað verður
neyvan við slíkum spæli, at
FCK skal skora hesaferð, og
tí tykist tað sannlíkt, at Todi
verður við frá fyrsta bríksli.
Eru væl fyri
Hóast FCK ikki hevur havt
nøkur serlig úrslit síðani
sigurin á Lazio, so er lítið at
ivast í, at góðskan á spæli-
num verður lyft fleiri stig
týskvøldið.
Sálarliga hevur tað við
vissu órógvað leikararnar,
at hesin týdningarmikli
dysturin
stendur
fyri
framman, og at leikararnir
eru til reiðar at tørna út, er
lítið at ivast í.
Eftir at Todi er vorðin til
reiðar at spæla, eru tað nú
bert Christan Lønstrup og
Pascal Simposon, sum eru
á skaðalistanum, og hóast
serliga Lønstrup hevur ein
týðandi leiklut á liðnum, so
er hópurin somikið breiður,
at hann kann bera hesa frá-
veruna.
Eisini Lazio tykjast tó at
vera væl fyri, og undir øll-
um umstøðum mugu teir
roknast sum favorittar at
koma víðari. Enn er italska
kappingin ikki byrjað, men
venjingarstøðan hjá italiu-
monnunum er tvær vikur
betri nú, enn hon var í Park-
ini, so einki er at ivast í, at
trýstið á FCK verjuna verð-
ur stórt.
Stórsta trýstið er tó á
spælarunum hjá Lazio.
FCK kann væl liva við at
fara út úr kapipngini, og
ístaðin taka lut í ikki heilt
so fínu UEFA-kappingini.
Tað kann Lazio ikki. Fel-
agið hoyrir sum sagt heima
millum tey stóru í Europa,
og eitt farvæl til meistara-
kappingina merkir helst ein
peningamiss upp á hundr-
aðtals milliónir, og ikki
minst fer tað at geva teim-
um eitt stórt minus í euro-
peisku karakterbókini.
Danska sjónvarpsrásin,
TVDanmark, sendir dystin
beinleiðis, so føroyingar,
sum hava atgongd til eina
parabol
við
digitalum
dekodara, kunnu fylgja við,
tá FCK og vónandi Todi
Jónsson skulu royna seg í
Italia.
Stóri møguleikin hjá FCK
Christian Lønstrup er í løtí
skaddur, men annars tykist
FCK at vera so væl fyri, sum
til ber, áðrenn farið verður til
Lazio. Her sæst hann vitja á
sonvendu familjutribununi,
tá FCK fríggjadagin taptu
fyri AB
Mynd: Jonhard Hammer
13
12
Nr. 159 - 21. august 2001
– Fólkaskúlin hevur
alt ov lítið at bjóða
næmingum av kre-
ativum lærugreinum
og raðfestir sum heild
list alt ov lágt, sigur
Arngerð Joensen, sum
í næstum hevur skeið
í tekning og máling
fyri størri børn
LISTASKÚLI
Turið Kjølbro
Hevur tú serligan áhuga og
hegni til list, hevur føroyski
fólkaskúlin ikki nógv at
bjóða tær. Tað heldur Arn-
gerð Joensen, sum hevur
listaskúla í Hoyvík. Av sín-
um eintingum hevur hon
skipað fyri skeiði í tekning,
máling og leirgerð fyri
børnum og øðrum málbólk-
um. Í komandi mánaði
verða tvey skeið á skránni.
Eitt fyri børn í aldursbólk-
inum 10-14 ár, har til ber at
læra meiri um tekning,
máling og leirgerð. Hitt
skeiðið er ætlað ungum,
sum hava eitthvørt brek.
– Fólkaskúlin hevur alt
ov lítið at bjóða næmingum
av kreativum lærugreinum
og raðfestir sum heild list
alt ov lágt. Lítið og einki
tilfar er til taks og hølini,
sum eru, eru als ikki egnað
at hava undirvísing í um-
framt at tey eru alt ov fá í
tali. Tað vísir seg ógvuliga
ofta, at børn, sum altíð hava
dámað væl at tekna og
mála, stegða við hesum tá
ið tey gerast umleið 12 ár,
millum annað tí at onnur
áhugamál og aðrar læru-
greinir troðka seg framat.
Tað er rættiliga harmiligt, tí
júst tá eru tey í stórari
menning til at kunna halda
fram við listini. Nógv
skúlabørn sakna veruliga at
sleppa at verða meiri krea-
tiv, eins og eg gjørdi í síni
tíð í fólkaskúlanum. Hetta
er veruliga spell, sigur Arn-
gerð Joensen, sum er út-
búgvin
fólkaskúlalærari
umframt at hon hevur tikið
ørgrynnu av skeiðum um
ymiskt innan list.
Tey, ið tekna seg til
skeiðið í Hoyvíkar Lista-
skúla, kunnu vænta sær ein
breiða og neyva undirvís-
ing í tekning, máling og
leirgerð.
– Eg gevi teimum form-
fatan, læri tey at leggja ljós
og skugga, tekna menniska,
og ymiskt annað. Tey, ið
heldur vilja mála, læri eg at
blanda litir saman, kompos-
isjón, ljós og skugga, per-
spektiv og ymsar málitekn-
ikkir. Onnur vilja heldur ar-
beiða við leir og har eru
nógvir mátar at arbeiða
uppá, sigur Arngerð.
Arngerð tekur støði í
hvørjum barni sær soleiðs
at ein og hvør fær júst ta
undirvísing, ein hevur tørv
á og áhuga fyri. Skeiðini,
sum verða á Eysturskúl-
anum, verða í tvær vikur í
september eftir skúlatíð.
Hoyvíkar Listaskúli hev-
ur fingið stuðul frá Menta-
málastýrinum til skeiðini,
sum eru á skránni í septem-
ber. Stendur tað til Arngerð
Joensen skipar skúlin fyri
skeiðum av og á. Nøkur
pláss eru eftir til skeiðið,
sum verður í døgunum 3.
sept. til 15. sept. Hitt skeið-
ið er fullteknað.
Listin ikki góð kor í skúlanum
Tveir mykinesmenn
høvdu ítøkiligar
ætlanir um at fara
undir svínahald í
Mykinesi. Men tað
bar ikki til, uttan við
almennum studningi
og tað vil landsstýrið
ikki
ÚTOYGGJAR
Áki Bertholdsen
Tað er nú greitt, at ætlan-
inar hjá tveimum mykines-
monnum at fara undir
svínahald í Føryum aftur,
verða av ongum.
Svínahald hevur ikki ver-
ið í Føroyum síðani svína-
garðurin í Froðba helt upp-
at fyri nøkrum ársum síð-
ani, men nú ætlaðu tveir
mykinesmenn at taka táttin
uppaftur.
Tað var Esberni Eyðans-
stovu, sum sjálvur annar
hevði lagt ítøkiligar ætlanir
um at fáa sær svínagarð í
Mykinesi.
Tað er nakað síðani, at
teir søktu vinnumálastýrið
um loyvi at fara undir ætl-
anina.
Við hjálp frá royndar-
miðstøðini sendu teir stýr-
inum umsókn um at sleppa
undir ætlanina, saman við
eini rakstrar- og kostnaðar-
ætlan.
Ætlanin hjá teimum er
nevnd í útoyggjaálitinum,
sum kom fyrr í ár og vit
hava ringt til teirra at fregn-
ast, hvat varð av henni.
Esbern í Eyðansstovu
sigur, at tað hevur alla tíð-
ina verið greitt, at hetta er
ikki ein ætlan, sum letur
seg gera, uttan almennan
studning.
Og nú tað er greitt, at
hetta verður av ongum, vat
tað júst spurningurin um al-
mennan
studning,
sum
punkteraði ætlanina.
Esbern í Eyðansstovu
sigur, at teir hava fingið
svar frá Vinnumálastýrin-
um, har boðað verður frá, at
almennur stuðul verður ikki
latin til ætlanina.
–
Sostatt
mugu
vit
ásanna, at ætlanin verður
ikki burðardygg og tískil
hava vit slept henni. Tá ið
vit ikki fáa stuðulin, er onki
at gera, sigur Esbern í
Eyðansstovu.
500 svín
Hann sigur, at ætlanin hjá
teimum var at gera ein garð
í Mykinesi, har teir kundu
dripið 500 svín svín um
árið, ella gott tað.
Hann sigur, at tá ið tey
verða dripin, høvdu kropp-
arnir vigað um 75 kilo
hvørt.
Tilsamans hevði ætlaði
svínagarðurin í Mykinesi
sostatt givið 37,5 tons av
svínakjøti um árið.
Tað halda mykinesmenn-
inir hevði verið eitt gott
íkast til føroyska marknað-
in, tí tað verður mangt slíkt
flutt inn av svínakjøti um
árið.
Tað, sum teir høvdu søkt
landsstýrið um at fáa í
stuðuli, vóru átta krónur í
kjøtstuðuli fyri kilo.
Ætlanin hevði sostatt
kostað
landsstýrinum
300.000 krónur um árið.
Men teir ivast í, um tað
hevði verið nøkur útreiðsla,
tá ið alt verður talt saman,
og sett upp ímóti teimum
skattað og avgjaldskrónum,
sum hetta hevði kastað av
sær til land og kommunu og
so tað, sum hevði verið
spart í innflutningi.
Men fyri eitt pláss sum
Mykines hevði tað har sera
stóran týdning at fingið
nøkur arbeiðspláss til bygd-
ina.
Teir vísa eisini á, at teir,
sum drepa neyt, fáa kjøt-
stuðul, einar 9-10 krónur
fyri kilo. Men at fáa sama
stuðul til svínakjøt letur seg
altso ikki gera.
– Nógv skúlabørn sakna
veruliga at sleppa at verða
meiri kreativ, eins og eg
gjørdi í síni tíð í
fólkaskúlanum, sigur Arngerð
Joensen, sum er útbúgvin
fólkaskúlalærari, men sum
burturav arbeiðir við list.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sleppa ikki at hava svín í Mykinesi
Stóð tað til mykinesmenn, høvdu føroyingar aftur farið undir svínahald. Men Landsstýrið letur ikki kjøtstuðul til svínakjøt á sama
hátt sum stuðul verður latin til neytakjøt og tí er ætlanin dotin niðurfyri
C
M
Y
K
12