týsdagur 21. august 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 21. august 2001
15
Við sigrinum á vága-
monnum tykjast upp-
flytararnir úr
EB/Streymi at hava
tryggjað sær fram-
haldandi luttøku í
bestu deildini kom-
andi kappingarár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Annað vikuskiftið á rað
skuldu vágamenn spæla
botndyst, tá teir sunnudagin
vitjaðu á Eiði, har upp-
flytararnirr úr EB/Streymi
spæla sínar heimadystir.
Eftir sigurin á B71 fyri
viku síðani sluppu vága-
menn sær av niðasta sess-
inum, og ivaleyst var tað
við vónini um at vinna seg
enn longur upp, at farið
varð til Eiðis, har ein sigur
kundi innibera, at liðið eis-
ini lyfti seg upp um dystin
um upp- og niðurflyting.
Lág ferð
Tá vágamenn vunnu dystin
á B71 var fremsta vápnið í
so máta stríðsfúsni hug-
burðurin, sum leikararnir
høvdu við sær á vøllin, men
hesin tóktist at liggja eftir
har vesturi sunnudagin.
Leikferðin
fyrstu
trý
korterini var ógvuliga lág,
og komst hetta eina mest av,
at liðini bæði at kalla bert
bíðaðu
eftir
hvørjum,
soleiðis at tey heldur vildu
sleppa at spæla kontrafót-
bólt. Av tí sama vórðu liðini
eisini varin, tá farið varð í
álop. Nógvir mans vórðu
hildnir aftan fyri bóltin, og
yvirhøvur var talan um sera
fáar málmøguleikar.
Gestirnir vóru tó sera
blíðir móti vertunum, tí
eftir á leið eitt korter, fekk
Sorin Anghel eina gávu av
teimum heilt stóru. Jógvan
Hendrik Samuelsen og
Jákup Joensen misskiltu
hvønn annan í eini at síggja
til vandaleysari støðu, og
rumenski álopsmaðurin hjá
EB/Streymi er ikki spælar-
in, sum letur eitt tílíkt til-
boð fara framvið, og tað
gjørdi hann so heldur ikki
hesa ferð.
Hetta betraði sum vera
man enn meira um fyri-
treytirnar hjá heimaliðnum
at dúva upp á kontraálopini.
Vágamenn vórðu noyddir
at flyta seg longur niðan á
vøllin, men hóast hetta, so
eydnaðist sjáldan at seta
gongd á nakað veruligt á-
lop. Spælið gekk alt ov
seint niðan eftir vøllinum,
so verjurnar høvdu tíð at
skipa seg, og ógvuliga sig-
andi skuldi eiini ein deyð-
bóltur til, áðrenn heima-
liðið fekk økt um leiðsluna.
Fríspark varð sent inn-
fyri, og har var Andrzej
Pacek hægstur, soleiðis at
hann kundi gera sítt næsta
fyrstudeildarmál
í
før-
oyskum fótbólti. Hitt fyrsta
gjørdi hann, tá hann í fyrsta
dystinum fyri KÍ í 1999
skoraði móti B68.
Vendu dystinum
Høvdu vágamenn verið
dølskir í fyrra hálvleiki, so
var tað kanska fyri at
goyma orku til seinna hálv-
leik, tí í øllum førum komu
teir út sum eitt óløgi, tá far-
ið varð í holt við seinna
umfarið.
Kanska loypti hetta eisini
hvøkk á vertirnar, sum allar
helst hildu seg hava tryggj-
að sær stigini, go tað gingu
heldur ikki meira enn tíggju
minuttir, so stóð aftur á
jøvnum.
Aftur var upprunin til
málið eitt fríspark. Sparkað
varð langt fram eftir vøl-
inum, har Jákup Joensen
longdi fríspark inn um verj-
una.
Vladlens
Osipovs
gjørdist púra leysur, og hó-
ast skotroyndin var meira
enn hálvkiksað, so varð
endin tann, at bólturin rull-
aði í málið.
Bert
fimm
minuttir
seinni tók Tór-Ingar Aksel-
sen, sum júst er komin aftur
til landið, málið í egnar
hendur. Eftir at hava runnið
ein djúpan bólt upp, sneiddi
hann ein verjuleikarar av
sær, áðrenn hann við einum
skrúvandi skotið sendi bólt-
in upp í handara málhorn
av brotsteigarmarkinum.
Esmar átti trumfin
Leingi sá nú út til, at javn-
leikur skuldi gerast enda-
liga úrslitið, men mest sum
liðini høvdu sligið seg til
tols við hesum, langaði Es-
mar Eiðisgarð seinasta
trumfin á borðið.
Ein bóltur varð sendir inn
fyri vágamálið, og í fyrstu
atløgu tóktist vandin ikki so
stórur. Stútað varð útfrá,
men tá bólturin kom niður,
smekkað Esmar til, og uttan
nakran
møguleika
hjá
Arturas Ramoskas streyk
bólturin í málið.
Málið
tryggjaði
EB-
/Streymi sigurin á kapping-
arneytunum í botninum, og
allar helst tryggjaði hetta
eisini liðnum framhaldandi
tilveruna í bestu mans-
deildini. Í øllum førum er
sera ilt at ímynda sær, at
teir skulu missa fimm
stiga-leiðsluna niður til FS
Vágar, og at hetta er hent
longu fimm umfør undan
kappingarloki kann ikki
sigast vera annað enn
imponerandi
av
einum
uppflytara.
Vágamenn mugu hinveg-
in helst sláa seg til tols við,
at teir aftur í ár skulu spæla
móti einum aðru deildar-
liðið um rættin til at verða í
bestu deildini komandi
kappingarár.
Heilt tryggar kunnu teir
tó ikki kenna seg, og tí eiga
teir at leggja alla orku í at
vinna sær í øllum førum
eitt stig komandi dystirnar.
Megna teir tað, er lítið at
ivast í, at málið fyri
kappingarárið er rokkið.
EB/Streymur-FS Vágar 3-2 (2-0)
Uppflytararnir tykjast tryggir
Esmar Eiðisgarð smekkar til,
so bólturin fer í málið. Hetta
tryggjaði EB/Streymi sigurin
á vágamonnum, og ivaleyst
var hetta eisini nóg mikið til
at tryggja uppflytarunum
framhaldandi tilveru í bestu
mansdeildini, hóast tað enn
resta fimm dystir at spæla
Mynd: Sofus Johannesen
EB/Streymur-FS Vágar 3-2 (2-0)
1-0: Sorin Anghel 16
2-0: Andrzej Pacek 45
2-1: Vlad Osipov 50
2-2: Tór-Ingar Akselsen 56
3-2: Esmar Eiðisgarð 87
Dómari: Birgir Sondum (B36)
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Ólavur Poulsen,
Andrzej Pacek, Alfred Jacobsen, Andreas J. Dahl,
Esmar Eiðisgarð, Ronnie Samuelsen, Eyðfinnur
Joensen, Christian Carlsson - Sorin Anghel, Jón
Sigurð Gleðisheygg
FS Vágar: Arturas Ramoskas – Jákup Joensen,
Jógvan Hendrik Samuelsen, Jack Johansen –
Ruslan Ruslan Screlea, Hannus Olsen, Jón
Nielsen, Vladlens Osipov – Tór-Ingar Akselsen,
Sonni Johansen, Birgir Joensen
15
14
Nr. 159 - 21. august 2001
Sigurin hjá B36 á GÍ
viðførdi, at odda-
stríðið nú er víðopið.
Eitt oddastríð, sum
eisini verður avger-
andi fyri lagnuna hjá
bronsuvinnarunum
SAMANUM
Jákup Mørk
Stórdysturin hetta viku-
skiftið var sjálvsagt í
Gundadali, har tey bæði
liðini, sum fullkomuliga
hava dominerað kapping-
arárið hittust.
Sum tað framgongur aðra
staðni á hesum síðum, so
gjørdist úrslitið ein 3-1
sigur til B36, og sum liðið
spælir í løtuni, eru tað helst
fleiri, sum hava ilt við at
ímynda sær nakran annan
meistara.
Eru favorittar
Teir í B36 mugu eisini á-
sanna, at teir í skrivandu
løtu eru favorittar til FM-
gullið, men hinvegin skal tó
ikki so øgiligt hugflog til,
fyri at ímynda sær gøtu-
menn sum meistarar. Hóast
úrslitini ikki hava verið
heilt eftir vild síðani summ-
arsteðgin, so sýndu gøtu-
menn hin væl kenda »GÍ-
hugburðin« í Gundadali,
har einki er tapt, fyrr enn
dómarin hevur bríkslað fyri
seinastu ferð.
Kropsliga tóktust teir eis-
ini at hava størri yvirskot
enn B36 menninir, tá dyst-
urin var av, og megna teir at
seta leikferðina upp á sama
støði í teimum seks írest-
andi dystunum, er einki at
ivast í, at mótstøðuliðini
fara at køvast, tá komið er
nakað út á seinna hálvleik.
Hinvegin er so at siga tað
sama galdandi fyri B36, og
í løtuni eru tað so teir, so
sita í førarasetrinum, so-
leiðis at teir sjálvir kunnu
gera av, hvat gullið skal
fara. Treytin fyri hesum er
tó, at gøtumenn ikki vinna
tey 12 málini, sum B36 nú
er betri enn GÍ innaftur.
Verður B36 meistari, er
talan samstundis um eitt
søguligt meistaraheitið til
árstalsfelagið. Við sigrinum
í steypakappingini tryggj-
aðu teir sær nevnliga
møguleikan fyri greipuni,
sum felagið ongan tíð hev-
ur vunnið áður. Í 1991 var
annars heilt nær við, men
eftir sigur í steypakapp-
ingini restaði eittans mál í
at vinna seg fram um unga
KÍ liðið, sum tók øll á bóli
tað árið.
Hvat gevur bronsan
Tað er tó ikki bara í Havn
og í Gøtu, at spenningurin
um meistaraheitið er stórur.
Á Toftum og í Klaksvík
er
spenningurin
eisini
minst líka stórur, tí úrslitið
av gulltvídystinum verður
eisini
avgerandi
fyri,
hvussu verður við europe-
isku luttøkuni hjá liðnum,
sum vinnur sær bronsu-
merkini. Hesin spenningur
kann eisini breiða seg til
Vágs ella Klaksvík, men i
løtuni eru tað so toftamenn,
sum liggja nógv best fyri til
bronsumerkini.
Um so er, at verandi
støða við B36 sum eittara
heldur sær, merkir tað, at
GÍ
vinnur
sær
annað
UEFA-Cup plássið, meðan
KÍ sum tapari av steypa-
finaluni móti B36 fær
seinna UEFA-plássið. Tá
verður talan bert um eitt
Inter-Toto pláss til bronsu-
vinnaran, sum allar helst
verður B68. Í øllum førum
soleiðis sum støðan er nú.
Verður tað hinvegin GÍ,
sum fer avstað við meist-
araheitinum, vinnur B36
sær rætt til UEFA-Cup sum
steypavinnari, meðan trið-
besta liðið í landinum
somuleiðis vinnur sær rætt
til umboðan í UEFA-Cup
kappingini. Hetta vil so eis-
ini viðføra, at liðið á fjórða
plássinuim vær atgongd til
Inter-Toto
kappingina,
meðan fjórða plássið í
sjálvum sær ikki gevur
nakra atgongd til Europa,
um B36 verður meistari.
Til stuttleikar kann eftir
hetta nevnast, at omanfyri
standandi hypotesur væl
kunnu hugsast at geva nakr-
ar stuttligar støður í teimu
dystum, sum enn eru eftir
at leika.
Hvussu fara til dømis
klaksvíkingar at hugsa, um
teir í trið seinasta umfar-
inum eru á odda 1-0 móti
B36. Skulu teir stríðast fyri
at halda fast um leiðsluna,
samstundis sum teir for-
koma egnum møguleika
sínum at vinna seg fram til
Europa-Cup, ella skulu teir
bara lata B36 sleppa við
skrekkinum, soleiðis at
UEFA-luttøkan
fer
til
Klaksvíkar.
Nakað líknandi kann eis-
ini hugsast um B68, tá teir
á næst seinasta leikdegi
taka ímóti GÍ. Hvat um
toftamenn, sum ikki hava
vunnið heimadyst móti GÍ í
tíggju ár, tá hava møguleika
at basa skurunum, men við
at gera hetta samstundis
skifta sítt UEFA-Cup at-
gongumerki um við eina
Inter-Toto billet?
Jú, sanniliga eru møgu-
leikarnir nógvir, men hin-
vegin er so bara at vóna, at
bæði leikarar og venjarar
eru somikið at sær komin,
at hugburðurin altíð verður
positivur, tá farið verður á
vøllin, og so má mann bara
taka restina, sum tað kem-
ur.
Ongamannalandið
Fyri viku síðani skrivaðu
vit, at NSÍ var komið í eitt
at kalla ongamannaand, og
eftir vikuskiftið tykjast teir
nú at hava fingið fylgi av
HB í hesum. Hetta kann tó
verða broytt, um so er, at
HB vinnur útsetta dystin
móti GÍ, men soleiðis sum
havnarmenninir eru fyri í
løtuni, tykist hetta at vera
óhugsandi,
men
sum
kunngt er bólturin rundur,
og gøtumenn og Johan
Nielsen eru neyvan teir,
sum kanna sær bitan,
áðrenn hann er svølgdur.
Er tað við ringum tanna-
biti, at HB og NSÍ eru kom-
nir í sonevnda ongamanna-
landið, so er fagnaðurin á
Eiði helst stórur um, at teir
nú eisini mugu roknast upp
í hendan bóltin. At ein upp-
flytari mest sum hevur
tryggjað sær tilveruna í
deildini
fimm
umfør
áðrenn kappingarlok, er í
øllum
førum
ógvuliga
sjáldsamt, men í veruleik-
anum kundi støðan verið
enn betri hjá samansett lið-
num, ið sum teir einastu
hava tapt fyri B71. Vóru
seks stig fingin til vega í
teimum dystunum, høvdu
tey í Sundalagnum og á
Eiði helst droymt europe-
iskar dreymar, men so-
mikið høgt munnu hvørki
leikarar ella venjari at hava
sett nøsina enn.
Botnurin óbroyttur
At enda skal eisini nevnast,
at botnurin á stigatavluni
stendur
óbroyttur
eftir
vikuskiftið, og hóast vága-
menn munnu iðra seg um
tapið á Mølini, so eru tað tó
teir, sum kunnu vera best
nøgdir um óbroyttu støð-
una.
Hjá
sandoyingum
er
sandurin í tímaglasinum av
álvara farin at fjarða, og
verður ikki okkurt muna-
gott gjørt heilt skjótt, tykist
tilveran í bestu deildini at
vera av, tá september mán-
aður er lokin.
Størstu vónina um stig
hava sandoyingar ivaleyst
til heimadystin móti HB,
sum er alt annað enn væl
fyri í løtuni. HB hevur
mangan havt tað strævið á
Sandi, men hinvegin vóna
tey í HB helst, at til ta tíð
eru fleiri av skaddu monn-
unum klárir aftur, soleiðis
at uppstillingin í størri mun
fer at líkjast henni, sum
varð ætlað undan kapp-
ingarbyrjan.
Nógvar avgerðir tykjast
sostatt longu at vera falnar,
men hinvegin eru fram-
vegis fimm umfør eftir, og
og ofta stinga óvæntað
úrslit seg upp um júst hetta
mundi, tá summi lið berjast
fyri antin lívinum ella
heiðursmerkjum,
meðan
støðan í fleiri dystum er
hon, at mótstøðuenninir
einki hava at spæla fyri
uttan æruna. Bólturin er
framvegis rundur, og allar
helst fer hann eisini at rulla
fimm umfør afturat.
Enn er einki avgjørt
Her er Bartal Eliasen oman fyri John Petersen, men eftir
dystin sunnudagin er B36 oman fyri GÍ á stigatalvuni
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
14