Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2001 17 Uttan fleiri av stuð- ulsspælarunum var VB ein alt ov stórur biti hjá einum blað- ungum HB-liðið, sum nú hevur mist alla vón um heiðursmerki FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tey bæði liðini, sum í fjør runnu um kapp eftir gull- merkjunum, hava í ár átikið sær nakrar heldur meira eyðmjúkar leiklutir, har tað fyrst og fremst hevur verið stríðið um bronsumerkini, sum hevur upptikið áskoð- ararnar hjá felgøgunum. HB var tó eitt skifti tíð- liga í kappingini sera væl við, men eftir at teir fleiri ferðir snávaðu ella hálv- snávaðu, øktist munurin upp til ovaru liðini dekan ov nógv øktur. Fram til summarsteðgin varð tó framvegis roknað við, at HB kundi gera seg galdandi í bronsudystinum, men hes- in møguleikin tykist nú vera fullkomuliga farin fyri skeyti, eftir at liðið hevur tapt fyri bæði KÍ og VB. Nógvir restaðu í Til dystin móti VB kom HB annars suður við einum liði, sum í nógva rmátar líktist einum styrktum ung- lingaliðið. Menn sum Pól Næs Joensen, Bárður Christiansen, Ransin N. Djurhuus og Høgni Mohr Joensen hava so avgjørt ikki leikt teir heilt nógvu minuttirnar á besta HB- liðnum, og tað tóktist eisini skjótt greitt, at móti drúgvu royndunum hjá heimalið- num fóru hesir at formáa sær lítið. Spæliætlanin hjá HB tóktist eisini heilt greitt at vera tann, at bindast skuldi fyri í verjupartinum, fyri síðani møguliga at fáa okk- urt kontraálop í lag, og fyrstu trý korterini eydnað- ist sum so eisini at halda hesa. VB hevði vindin und- an og trýsti rættiliga nógv oman móti HB málinum, men í nógvum førum hjálpti vindurin, soleiðis at bólturin rann undan, og tó at VB hevði einar tvær ella tríggjar heilt naskar roynd- ir, so hevði bólturin so framvegis ikki verið í neti- num, tá farið varð til hálv- leiks. Gekk betri ímóti Í álopspartinum høvdu vertirnir so avgjørt ikki skapt nakað nevnivert ímóti vindinum undan stegðin, og í seinna hálvleiki gjørdist nærum eiðasørt í so máta. VB fekk nógv betri sam- anhang í sítt spæl, nú teir høvdu vindin ímóti. Tað riggaði nógv betri at leggja bóltin fram eftir vøllinum, uttan at úrslitið hvørja ferð gjørdist eitt málspark, og í verjuni høvdu afturvendu tvíburðarnir gott tamarhald á teimum ferðunum, tá HB dittaði sær niðan eftir vølli- num. Tað var eisini nú, at tað eydnaðist VB at skora, men hóast máli mátti sigast at vera uppiborið, so mundiu teir í HB tó koritni iðra seg um málið, sum tóktist held- ur óneyðugt. Mark Wierz- bicki fekk bóltin nakað framman fyri miðjuna, og eftir at hava drigið seg oman í brotsteigin, smekk- að pólverjin til. HB mál- verjin átti helst at hava hild- ið skotinum, men tá hetta ikki eydnaðist, var altíð vandamikli Birgir Jørgen- sen á staðnum, og so var dysturin mest sum avgjørd- ur. Í øllum førum var sera torført at síggja, hvussu HB skuldi fáa eitt mál burtur úr dystinum, tí hóast teir nú vóru aftanfyri, so megnaðu teir ikki á nakran hátt at trýsta VB longur niðan á vøllin. VB var framvegis spæl- stýrandi, og um miðjan hálvleik eydnaðist teimum so eisini at fáa málið, sum væl og virðiliga avgjørdi dystin. Marek spældi út í vinstru til Jón Paula, sum dróg skjótt oman móti brotsteiginum. Komin om- an til brotsteigin sendi hann hart og flatt innfyri, og millum vinir og fíggindar endaði bólturin onkurs- vegna í málinum. Fáa royndir Við sigrinum syrgdu vág- bingar fyri, at teir fram- haldandi halda fast um møguleikan at vinna sær bronumerki, og har við eis- ini atgongumerki til enn eitt ár úti í Europa. Skaðarnir, sum teir hava drigist við seinastu tíðina tykjast nú eisini at vera lagdir aftur um bak, og so er spurning- urin, hvat teir megna at gera, tá teir komandi viku- skifti fara til Gøtu á vitjan. Hjá HB er hinvegin alt tos um heiðursmerki tagt burtur fyri árið. Liðið er í løtuni á einum sjeynda plássi, og hóast teir ikki eru í nøkrum niðurflytingar- vanda, so man hetta helst svíða meint hjá sigursvanda felagnum. Trupulleikin hjá HB er bara, at í løtuni skal liðið ikki rokna við at koma nógv longur upp eftir stiga- talvuni. Hópurin hjá teim- um er ikki hin breiðasti í landinum, og tá skaðar raka so mikið meint, sum teir hava gjørt í ár, so verður tað sera trupult at standa seg í kappingini um heiðurs- merkini. Hinvegin gevur hetta møguleika at geva blað- ungu monnunum nakrar royndir í fyrsta liðs høpi, og kann hetta virka til at betra um møguleikarnar fyri framtíðina hjá hesum leik- arunum á besta liðnum, so nýtist árið tó kortini ikki at vera heilt spilt. VB-HB2-0 (0-0) 1-0: Birgir Jørgensen 54 2-0: Jón Pauli Olsen 70 Dómari: Dagfinn Olsen (NSÍ) VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Krzy- stof Popczynzki, Michael í Lágabø, Jón Pauli Olsen – Birgir Jørgensen, Robert Cieslezicz HB: Pól N. Joensen – Eyð- finn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Bárður Christian- sen – Ransin N. Djurhuus, Allan Mørkøre, Rói Árting, Høgni M. Joensen, Janus M. Joensen – Rógvi Jacob- sen, Bárður Mortansson VB-HB 2-0 (0-0): Moyrir havnarmenn Nónklett, sum var einsa- mallur á toppinum, varð feldur á veg inn í KÍ brots- teigin. Dómarin dømdi frí- spark á brotsteigarmarki- num, og Sjúrður Jacobsen varð settur at skjóta. Mann- garðurin hjá KÍ stóð helst ikki akkurát soleiðis, sum hann skuldi gera, og uttan at hugsa stórvegis um at skrúva bóltin, bankaði Sjúrður bóltin upp undir nettakið uttan at Meinhardt Joensen fekk gjørt nakað sum helst við skotið. Abraham aftur á vølli Runavíkingar vórðu nú greitt við yvirlutan. Partur av spæliætlanini var at yvir- fólka miðvøllin, og hetta tóktist eisini at rigga heilt væl, soleiðis at KÍ als ikki fekk glið á sítt álopsspæl. Harafturat kemur, at NSÍ til dystin hevði gjørt nýtslu av einum gomlum trumfi. Abraham Løkin kundi væl verið pápi at fleiri av spæl- arunum á vøllinum, men hóast hetta, so spældi hann í samfullar 90 minuttir sunnudagin, og hann stóð heldur ikki pettið aftan fyri hinar leikararnar. Hann vann hópin av bóltum. Tók ábyrgd á seg, tá spælið skuldi skipast, og drúgvu royndir hansara gera so eis- ini, at tað er ikki annað enn náttúrligt, at tað er hann, sum hevur leiðandi leiklut- in á miðvøllinum. KÍ royndi at broyta eitt sindur upp á liðið, til tess at koma inn aftur í dystin, og partvíst eydnaðist hetta eis- ini við innskiftingunum av teimum báðu hálvskaddu Allan Joensen og Hjalgrím Elttør. Serliga gav Hjalgrím NSÍ verjuni trupulleikar, men mál spurdist tó einki burturúr, og ístaðin kundu runavíkingar so avgera, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. KÍ misti enn eina ferð í uppspælinum. Bólt- urin støkk til Sjúrð Jacob- sen, sum gjørdi skjótt av og smekkaði til. KÍ fekk eina lítla troyst móti endanum, tá brots- spark varð dømt móti runa- víkingum, men hóast Kurt var ósvikaliga tryggur úr ellivu metrum, so vendist ikki. Runavíkingar fingu ikki stórt meira enn givið bóltin uppaftur, so hevði dómarin blást dystin av. Ov tunt Sum nevnt í byrjanini, so høvdu runavíkingar lítið annað enn æruna at spæla fyri, og tí er tað helst av- markað, hvat teir kunnu nýta sigurin á klaksvíking- unum til. Hinvegin er lítið at ivast í, at klaksvíkingar munnu iðra seg um stigamissin, sum viðførdi, at teir meira ella minni mistu sambandið við bronsumerkini. Hetta speglar tó eisini ein stóran trupulleika, sum KÍ hevur havt at dragast við. Nevnliga at hópurin er sera tunnur, og at spælið tí gerst ógvuliga óstøðugt, um ein- stakir leikarar resta í. Hesa ferð tóktist saknurin í Hjal- grími Elttør sjónligur. Hann fekk ein snudd á landsliðs- ferðini, og at hann kortini varð sendir á vøllin, boðar eisini frá lítlu breiddini, sum hópurin hevur. Hinvegin er einki duls- mál, at fyri ein part er talan hjá KÍ um leikarar, sum fel- agið kann fáa gleði av nógv ár fram í tíðina og megnar felagið at byggja víðari á teirra herðar, sum helst eru vorðnir nakað breiðari í ár, so er kanska als ikki so langur vegur, áðrenn KÍ aftur fer at hava ein leiklut í føroyska fótbóltsoddinum. NSÍ-KÍ 3-2 (1-1) 0-1: Aleksandar Djordjevic 23 1-1: Gert Langgaard 36 2-1: Sjúrður Jacobsen 69 3-1: Sjúrður Jacobsen 86 3-2: Kurt Mørkøre (br.) 89 Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB) NSÍ: Jens Martin Knudsen – Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Lang- gaard, Jónsstein Petersen – Gert Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Abraham Løkin, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen – Ken Nónklett KÍ: Meinhardt Joensen – Ove Nysted, Jan Andrea- sen, Andreas Jacobsen – Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Fríðin Ziska- son, Tomislav Sivic, Atli Danielsen – Kurt Mørkøre, Alexander Djordjevic Robert Cieslewicz og teir úr VB srygdu fyri, at HB datt heilt burtur úr dystinum um heiðursmerki Mynd: Áki Bertholdsen 17 16 Nr. 159 - 21. august 2001 Tølini eru vanliga ein ímynd av beiska veru- leikanum, men hóast úrslitið á Sandi kundi bent á eina niður- spælan av vertunum, so var tað kortini ikki soleiðis, tá B68 vitjaði FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Síðani teir fyri viku síðani taptu fyri FS Vágum, hava fólk flest verið greið um, at tað fór at gerast sera torført hjá sandoyingum at lív- bjarga sær í bestu fótbólts- deildini. Við eini sera torførari dystarskrá, tóktist tað longu undan dystinum sunnudag- in at kalla ógjørligt hjá sandoyingunum, og í øllum førum líktist tað eini treyt, at stig skuldu fáast burtur úr heimadystunum, sum eftir vóru. Eisini hóast hesir vóru móti liðum sum B68 og HB. B71 trýsti Á pappírinum var tað helst dysturin móti toftamonn- um, sum var hin torførari av hesum báðum, men fyrstu góðu løtuna sást so einki til, at tað vóru geistir- nir, sum spældu við í oddi- num, meðan heimaliðið av álvara nærkast niðurflyt- ingini. Sandoyingar høvdu at kalla alt spælið, og móti illa skipaðu B68-verjuni var tað fleirii ferðir um reppið, at støðurnar gjørd- ust heilt vandamiklar. Hóast tað soleiðis var framman fyri málið hjá Kjartani Nesá, at mesti vandin var, so var tað hinu- megin, at tey trý málini í fyrra hálvleiki komu, og hetta er eisini ein stór undirstrikan av, hvussu trupult tað ofta er at vera botnlið. Sandoyingar trýstu sum sagt, men best sum teir tóktust at yvirtakað alt spælið, fór B68 í álop. Bólturin endaði úti hjá John Hera Dam, sum legði inn- fyri, og eftir at sandoyingar fyrst fingu skumpað bóltin nakað út frá, kom Marlon Jorge rennandi, og hann smekkaði til í málið. Punkteraðu Hetta fyrsta málið broytti sum so einki um dystin. Um nakað, so fekk hetta helst toftamenn at leggja seg enn longur aftur á vøll- in, soleiðis at teir ístaðin kundu dúva upp á kontra- álop, men tað var tó heldur ikki líkt til, at nakað serliga nógv av hesum fingust í lag. Móti endanum av hálv- leikinum høvdu sandoying- ar tó mist nakað av luftini. Í royndunum at trýsta vóru teir ikki heilt savnaðir, tá talan var um verjuskyldur, og so var tað at B68 enn einaferð smekkaði til. Upptaktin til málið var eitt innkast í høgru síðu. Eftir at Hans Fróði fyrst hevði longt, fekk Arnold fatur á bóltinum, og tá hann legði inn til Fróða, skuldi landsliðsmaðurin bara stýra bóltinum seinasta pettið inn um. Sandoyingar fóru av álv- ara niður við høvdinum av hesum, og tá so B68 løtu eftir økti enn meira, mundu tey flestu rokna dystin fyri at vera avgjørdan. Fróði Benjaminsen byrjaði álop- ið, tá hann sendi John Hera Dam avstað. John Heri dróg nakað omaneftir, áðr- enn hann sendi inn til ein púra leysan Arnold Joen- sen, sum ikki hevði stór- vegis trupulleikar av at skora. Hóast teir nú vóru aftan fyri við trimum málum, so royndu heimamenninir eis- ini í seinna hálvleiki at leggja trýst á. Veðrið var farið at versna, at í undan- vindinum, sum vertirnir nú høvdu, royndu teir at ota seg longur og longur oman. Tað var tó sum um, at lagnan langt síðani hevði gjørt av, at stig skuldu tey ikki fáa á Sandi, og veru- ligar møguleikar gjørdist talan sum so heldur ikki um. Ein ørgrynna av horna- spørkum varð send innfyri, men antin hevði verjan við Hans Fróða á odda tamar- hald á støðunum, ella eisini tók veteranurin í B68-máli- num, Kjartan Nesá, sær av bóltinum. Spælið gjørdist eisini alt meira ófantaligt, samstund- is sum frustratiónirnar á vøllinum øktust, og alt end- aði so eisini á nøkun lunda sama hátt, sum tað gjørdi í fyrra hálvleiki. Toftamenn fingu tvey mál – sandoy- ingarnir einki, og so kundi tað sum so gera tað sama, hvørt parturin hevði roynt mest. Fóði Benjaminsen var í báðum førum málskjútti. Fyrst eftir enn eitt innkast, sum Hans Fróði fyrst fekk kollin á. Bólturin datt til John Hera, og tá hann sendi inn, smekkaði Fróði til fyrstu ferð. Seinnu ferðina varð hann leiktur leysur av miðvølli- num, og eftir at hava dribl- að fram við Waldemar, kundi hann at enda leggja bóltin í málið. Árið tykist vera farið Sigurin hjá toftamonnum mest sum staðfesti, at teir nú liggja sera væl fyri í kappingini at fáa bronsu- merkini. Teri eru nú fýra stig undan næstu kapping- arneytunum, og hóast tað enn eru fimm dystir eftir at spæla, so er í løtuni ilt at síggja, hvør skal taka tofta- menn í hesari kappingini. Sandoyingar hava hin- vegin helst ilt við at síggja, hvussu teir skulu verða ver- andi í bestu deildini. Dyst- urin sunnudagin undirstrik- aði aftur, í hvussu lítlan mun teir hava havt hepnið við sær í ár. Í fleiri dystum hava teir verið mest sum spælstýrandi, men talan er vorðin um alt ov nógv tepur tap, sum so bara eru vorðin størri og størri, sum árið hevur liðið. Hesa ferð varð aftur talan um stórtap, og um teir ikki fara at fáa stig eitt av teim- um báðum komandi viku- skiftunum, so lítið at ivast í, at árið er farið fyri terira viðkomandi. Teir hava tá tríggjar torførar útidystir eftir, og neyvan ber til at ímynda sær, at teir fáa stig í hesum. B71-B68 0-5 (0-3) 0-1: “Marlon” Jorge 16 0-2: Fróði Benjaminsen 38 0-3: Arnold Joensen 40 0-4: Fróði Benjaminsen 58 0-5: Fróði Benjaminsen 88 Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ) B68: Kjartan Nesá – Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Messias Parreira – Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Jan Dam, John Heri Dam, Jákup Eli Olsen – Arnold Joensen, Súni Fríði Johan- sen B71: Waldemar Nowicki, Jógvan Jón Petersen, Bern- hard Petersen , Bjørn Thor- steinsson - Hans Jørgen Djurhuus, Julian Florescu, Jónsvein Thomsen, Ib Mohr Olsen, Svenning W. Hansen - Eli Hentze, Kári Nielsen B71-B68 0-5 (0-3): Tølini lúgva Eftir at teir síðani summarsteðgin hava otað seg upp móti bronsuplássinum, máttu teir eftir tapið í Runavík ásanna, at talan neyvan verður um heiðursmerki í ár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at KÍ seinastu vikur- nar hevur gjørt um seg á stigatalvuni, vóru fólk í Klaksvík so smátt farin at hugsa um møguleikan fyri heiðursmerkjum hetta kappingarárið. Ein møgu- leiki, sum annars tóktist rættiliga fjarður eftir vána- ligu byrjanina upp á árið. Skuldi hetta gerast so, var tó neyðugt við einum sigri í Runavík, og hóast KÍ vanliga hevur havt tað trup- ult móti NSÍ, so vóru for- treytirnar fyri hesum rætti- liga góðar hesa ferð móti einum NSÍ liðið, sum hevur lítið annað enn æruna at spæla fyri, tað sum eftir er av kappingini. Hugburðurin bilaði KÍ liðið hevur hinvegin havt ein sera góðan hug- burð síðani summarsteðin. Leikararnir hava fyrst og fremst staðið væl saman sum eitt lið, og hetta hevur so eisini viðført, at sjálvt spælið á vøllinum hevur gingið betri. Sunnudagin var tó sum KÍ fyri eina tíð hevði gloymt alt um stríðsviljan og ágangandi fótbóltsspæl- ið. Teir høvdu høvdu bóltin nógv í Runavíkini, men tað var tó sera sjáldan, at talan gjørdist um nakrar vanda- støður framman fyri málið hjá Jens Martini Knudsen. Hinvegin vóru runavík- ingarnir sera beinraknir, tá teir settu ferð á niðaneftir. Ferð eftir ferð varð KÍ verj- an tagað sundur av longum sendingum út í borðini, men teir heilt opnu møgu- leikarnir gjørdist talan tó ikki um. Dysturin tók tó eina brádliga vend um miðjan hálvleikin, tá jugoslaviski álopsmaðurin hjá KÍ, Alex- ander Djordjevic, tók málið í at kalla egnar hendur. Skjótt samanspæl í borði- num endaði við, at Alex- ander smoygdi sær leysan av verjuni hjá runavíking- um, og einsamallur við Jens Martini sendi hann bóltin í meskarnar. Hetta gav klaksvíkingum eitt sindur av luft undir veingirnar, og næstu løtuna gekk at kall alt spælið fyri seg niðri við NSÍ-brotsteig- in. Verjan við Djóna N. Joensen og Arnfinni Lang- gard megnaði tó at halda tørn, og brádliga fingui runavíkingarnir málið, sum mest sum burtur úr ongum fekk teir inn aftur í dystin. KÍ misti bóltin í upp- spælinum høgru megin, og eftir at runavíkingar sera skjótt spældu seg ígjøgn- um, stóð Gert Langgard leysur í brotsteiginum og langaði bóltin í málið. Sjúrður avgjørdi Runavíkingar kundu tí halda høvdið nakað hægri, tá farið varð til hálvleiks, og tað var sjónligt, at teir í seinna hálvleiki høvdu fingið tamarhald á aftur spælið. Vengrirnir vórðu aftur nógv nýttir, og ikki minst hevði Eddie Mikkelsen víðar ræsur í vinstru, men mest sum hvørja ferð varð seinasta sendingni ov óneyv, soleiðis at runavík- ingarnir ikki fingu spælt seg til opnar møguleikar. Tað bragdaði tó um miðj- an hálvleikin, eftir ta Ken NSÍ-KÍ 3-2 (1-1): So steðgaði KÍ Fyri tað mesta vóru tað sandoyingar, sum vóru í álopi, men málunum tóku gestirnir av Toftum sær av Mynd: Emil Simonsen C M Y K 16