Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 21. august 2001 19 18 Nr. 159 - 21. august 2001 Úti við 1.800 áskoðar- ar sóu B36 vinna seg upp á fremsta sessin í landskappingini eftir ein spennandi, ferð- miklan og til tíðir væl leiktan fótbóltsdyst móti GÍ FÓTBÓLTUR orð: Jákup Mørk myndir: Jonhard Hammer At nógvir áskoðarar høvdu leitað sær til Gundadal sunnudagin, man neyvan koma óvart á nakran. Dyst- urin, sum meira enn nakar annar var róptur til at vera gull-dysturin, stóð á skránni, tá B36 tók ímóti GÍ. Hesi bæði liðini hava ver- ið mest sum í serflokki hig- artil í landskappingini, og undan dystinum sunnu- dagin hevði GÍ ongan tíð tapt, meðan B36 bert eina ferð - Í Gøtu – var farið stigaleyst av vøllinum. Mongu áskoðararnir fingu eisini ein rættiliga lívligan fótbóltsdyst at síggja. Spælið var kanska ikki alla tíðina so polerað, men ferðin var nógv, spenn- ingurin stórur, og partvíst var veðrið eisini á eini heilt góðari leið. Málið lat upp Fyrstu løtuna tóktist tað tó, sum um liðini høvdu dekan ov stóra virðing fyri hvørj- um øðrum, ella var tað kanska óttin fyri at gra mis- tøk, sum viðførdi, at hvørg- in parturin vildi leypa fram- av. Høga press-spælið, sum fyri ein stóran part hevur eyðkent liðini, var at kalla burtur fyrsta korterið. Bíð- að varð nærum á egnari hálvu eftir mótstøðumonn- unum, og hetta gjørdi eis- ini, at spælið fyri tað allar mesta gekk fyri seg á mið- vøllinum hesa løtuna. Álopsmennnir, sum hjá báðum pørtum tóktust sera einsamallir hesa løtuna, vórðu væl ansaðir av verj- uni, og varð bólturin vunn- in niðri við egnan brotsteig, varð bólturin heldur spark- aður langt av vøllinum, heldur enn at royna at spæla seg burtur úr verjustøðuni. Tað tóktist, sum um dyst- urin hevði tørv á einum máli, fyri at loysa eitt sind- ur upp fyri nervunum, men hinvegin var ilt at fáa eyga á, hvaðani hetta skuldi koma, so tað var sum so sera hóskandi, at talan var um eina deyðbóltsstøðu. Tað var annars ilt at fáa eyga á nakað fríspark, tá Bartal Eliasen og Heðin á Lakjuni lupu upp eftir ein- um bólti. Bartal kom nakað væl betri upp enn Heðin, sum fór bóltandi niðuraftur, og floytan ljóðaði. Jákup á Borg varð settur at skjóta, og hóast bólturin bar við eitt GÍ-høvd á veg upp um múrin, so gjørdi hetta bara, at bólturin klistraðist enn longu upp móti tríkantinum, og so var B36 á odda. John syrgdi fyri rest Málið setti av álvara ferð á dystin. Gøtumenn vóru sjálvandi alt annað enn nøgdir um at vera aftanfyri, og royndu tí at trýsta spælið longur niðan, meðan hetta hinvegin gav betri rúmd hjá B36 at spæla kvika álops- spælið, sum teir hava megnað so væl higar til í ár. Tað gekk heldur ikki long tíð, so var bólturin aftur í GÍ málinum. Uppspælið kom upp ígjøgnum vinstru síðu, har Heðin á Lakjuni varð sendur avstað, men tað, sum síðani hendi, syrgdi John Petersen einsa- mallur fyri. Hann mundi annars hava einar tríggjar gøtumans rundan um seg, tá hann fekk sendingina frá Heðini, men hetta tóktist tó ikki at nerva landsliðsleikaran á nakran hátt. Hegnisliga – og kanska eitt sindur heppi – fekk hann bóltin fram við allari GÍ-verjuni, áðrenn hann við vinstra beini smekkaði flatt móti hand- ara stólpa. Góvust ikki Fagnaðurin í B36 skýlinum var øgiligur hesa løtuna, men tað var tó heilt skjótt, at gulu herrópini úr tí, sum nú verður nevnt Bygda- skýlið, tóku yvir. Hevði onkur hildið, at gøtumenn fullu í fátt, nú teir høvdu fingið tvey mál ímóti sær, so fór viðkom- andi so púrasta skeivur í hesum. Ístaðin løgdu teir enn meira fyri í royndunum at trýsta. Á miðvøllinum var dysturin millum Magna, Zdzislaw og Pól Henning øðrumegin og Klæmint, Jan og Jákup hin- vegin somikið harður, at vongverjarnir hjá B36 ofta máttu hjálpa, og serliga í høgru álopssíðu hjá GÍ opnaði hetta fyri møguleik- um. Spakuliga otaðu teir so longri og longi oman á B36 málið, og tað tóktist bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. B36’ar- nir hinvegin bardust av øll- um alvi fyri at verja leiðs- luna. Ta einu ferðina bjarg- aðu teir tvær ferðir upp í slag á sjálvari málstrikuni, og fleiri ferðir hoppaðu harraleysir bóltar í brots- teiginum, uttan at GÍ tó fekk gjørt sær dælt av hes- um. Málið mátti koma fyrr ella seinni, og á hálva tíma- num fingu gøtumenn løn fyri stríðið. Magni Jarnskor hugsaði skjótari enn mót- støðumenninir, tá hann smoygdi sær inn í brots- teigin, og ætlan hansara var heilt greið. Hann prikaði bóltin fram við tveimum verjuleikarum, og tá ein fótur so kom fyri, var brots- sparkið ein veruleiki. Henning Jarnskor varð sett- ur at skjóta, og hóast Tróndur Vatnhamar toygdi seg rætta vegin, so var bólt- urin inni, og GÍ var so sanniliga eisini inni aftur í dystinum. Um tað var tí gøtumenn høvdu nýtt ov nógva orku til at fáa málið, ella um tað bara var tað, at teir ikki megnaðu at halda ómenniskjasligu høgu leik- ferðini, skal vera ósagt, men seinastu løtuna av dystinum vóru tað aftur havnarmenninir, sum fingu yvirtakið. Seinastu fimm minuttir- nar undan steðginum vóru tað teir, sum kringsettu GÍ brotsteigin, og beint undan seinasta bríkslinum fingu teir tað so sera týdningar- mikla málið. Eftir stutt hornaspark eydnaðist tað Jákupi á Borg at sneiða Poul Henning Jac- obsen av, og tá stutta inn- leggið kom, fekk Fróði Clementsen stýrt bóltinum inn við nærmastu stong. Aftur og fram Tað hendi ikki nógv meira í fyrra hálvleiki, men tað sama kann so sanniliga ikki sigast um dystargongdina í seinna hálvleiki. Hóast einki mál kom afturat, so var hetta so av- gjørt ikki tí málmøguleik- arnir trutu. John Petersen legði linj- una mest sum alt fyri eitt, tá hann fýra minuttir inn í seinna hálvleik slapp púra leysur móti Halli Hansen, men dragingin fram við málverjarnum gjørdist ov long. Hesin møguleikin kom eftir eitt langt spark úr verj- uni hjá B36, og yvir høvur var tað nú soleiðis, at GÍ trýsti og trýsti, meðan B36 hinvegin vóru sera vanda- miklir í skjótu mótálopun- um. Heilt nær við var GÍ, tá Helgi úr stuttari fjarstøðu toygdi seg eftir einum skoti, men hann megnaði bert at avrætta bóltin upp um málið hjá Trónda Vatn- hamari. B36 hevði so sanniliga eisini sínar møguleikar. Millum annað tá Heðin av Lakjuni rann úr brotsteigi til brotsteig, uttan at nakar gøtumaður megnaði at fylgja honum, men helst vóru kreftirnar tá gingnar undan, og sjálv skotroyndin gjørdist tí ov óneyv. Júst Heðin var annars saman við John Petersen avgjørdi lyklaleikarin í kontraspælinum hjá B36. Heðin við sínum skjótleika og John við sínum egin- leika at halda bóltinum, meðan tað serliga vóru teir báðir á miðvøllinum, Jan og Klæmint, sum saman við Jens Kristiani ruddaðu í verjupartinum. Sámal, Sámal GÍ royndi at broyta støð- una. Sámal Joensen varð settur á vøllin, og Bartal varð fluttur fram. Fyrst á miðvøllin og síðani í álop- ið, og júst teir báðir stóðu eisini fyri størsta møgu- leikanum í øllum dystinum, sum tó eisini varð misnýtt- ur. Bartal breyt ígjøgnum høgrumegin, og flata send- ingin var ov uttarliga, til at Tróndur kundi gera nakað. Sámal Joensen hevði so- leiðis alt málið fyri seg sjálvan, tá hann skuldi skumpa bóltin seinasta pettið inn um mállinjuna, men onkursvegna misnýtti miðvallarin gylta møgu- leikan, og tá tóktist tað mest sum greitt, at GÍ B36-GÍ: Buldur og brak í Gundadali skuldi tapa. Tað vóru tá fimm minutt- ir eftir, og eitt mál her hevði helst lagt eyka trýst á heimaliðið, sum tá tóktust vera væl moyrari enn gøtu- menninir. Teir høvdu so eis- ini havt fýra mans í lands- liðshópinum, meðan GÍ ongan hevði, men yvirhøv- ur tókust gøtuemenn at vera sterkari kropsliga. Var talan um ein triðja hálvleik hevði GÍ helst vunnið hendan trygt, men somikið langt komu teir ongantíð. Eingin tekur tey Við sigrinum fór B36 sum kunnugt fram um GÍ á stigatalvuni, har trý stig skilja partarnar, tó at GÍ hevur spælt ein dyst færri, og eftir dystinum sunnu- dagin at døma, er lítið at iv- ast í, at B36 er favorittur at vinna FM-heitið. Í øllum førum er sera ilt at síggja, hvat lið skal kunna gera nakað sum helst við hesi bæði liðini, tað sum eftir er av kappingar- árinum. Kropsliga tykjast gøtu- menn at vera nógv betri fyri enn nakað av hinum liðun- um í deildini, meðan B36 helst eru teir, sum duga mestu gandakynstrini við bóltinum. Sjálvandi kann annar parturin – ella báðir – renna seg í ein ringan dag, soleiðis at okkur tóneyðugt stig verður tveitt burtur, men verður spælið bara á leið sama støðið, sum tað var sunudagin, so fara bæði liðini at hava 49 stig, tá landskappingin 2001 er av. Somikið nógv betri enn hini liðini tykjast hesi vera í løtuni, og saman skaptu tey so eisini besta dystin, sum er leiktur hetta kappingar- árið. B36-GÍ 3-1 (3-1) 1-0: Jákup á Borg 13 2-0: John Petersen 16 2-1: Henning Jarnskor (br.) 30 3-1: Fróði Clementsen 45 Dómari: Suni Johansen (SÍF) B36: Tróndur Vatnhamar – Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Fróði Clem- entsen – Pól Thorsteinsson, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen – John Petersen, Heðin á Lakjni GÍ: Hallur Hansen – Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor – Óli Hansen, Helgi L. Petersen Sámal Joensen iðr- aði seg eftir dystin um misnýttu GÍ møguleikarnir – ikki minst tann, sum hann sjálvur hevði FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, at tað er dyggur smeitur hjá GÍ, at Sámal Joensen stóran part av árinum hevur drigist við ein treiskan skaða í rygginum. Hesin var eisini orsøkin til, at Sámal ikki var á vøllinum frá fyrsta bríksli, men ístaðin varð settur inn móti endanum av dystinum, tá GÍ legði stórt trýst á B36 málið. Sjálvur helt Sámal tó eftir dystin, at tað ikki hevði nakað við støðuna í dystinum at gera, at hann varð sendir á vøllin. - Nei, eg hevði so undir øllum umstøðum ætlað mær at spælt. Tað er bara tað, at venjingarstøðan als ikki er nóg góð til 90 min- uttir, tí eg havi vant mill- um lítið og einki síðani í vár. Skuldi skorað Hvussu var og ikki, so tóktist tað í øllum førum at økja um GÍ-trýstið, og Sámal átti so eisini ein gyltan møguleika at skora, tá einir fimm min- uttir vóru eftir at spæla. Spurdur, hvat hendi, vóru boðini frá Sámali á leið tey, sum roknast kundi við. - Handan møguleikan skal eg sjálvandi skora uppá. Tað er alt ov vána- ligt, at eg ikki fái skumpa hann í málið. Yvirhøvur haldi eg, at um vit skor- aðu upp á okkara møgu- leikar, so høvdu vit eisini vunnið dystin. - Enn er tó einki av- gjørt. Kappingin er fram- vegis púrasta opin, og tað haldi eg eisini, at hon hevði verið, um so var, at vit høvdu vunnið dystin, segði Sámal Joensen at enda. Skoraðu ikki - Handan møguleikan skal eg sjálvandi skora uppá, segði Sámal eftir dystin, og tað er so ein sannroynd, at hann neyvan fer at fáa størri møguleika í framtíðini Fróði Clemtsen iv- aðist ikki í, at sigur- in á GÍ var altavger- andi fyri møguleik- arnar hjá B36 at vinna FM FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki fyrsta ferð- in, at Fróði Clementsen hevur skorað í fyrstu deildarhøpi, men nevyan hevur hann nakran tíð skotið eitt so týdningar- mikið mál, sum tað hann skoraði beint undan steðginum ímóti GÍ. - Eg skoraði eisini til 2-1 á Tofum, tá tíðin var um at vera farin, og tað var sjálvandi týdningar- mikið. At skora í einum slíkum dysti er tó eitt sindur øðrvísi. Ikki minst tá tað hendir beint undir B36-skýlinum. Tað var bara heilt fantastiskt, segði Fróði, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. Altavgerandi Spurdur, hvussu stóran týdning teir mettu hend- an sigurin at hava, sigur Fróði, at hann hevði alt at siga. - Undan dystinum vistu vit av, at vunnu vit ikki, so høvdu vit neyvan nakran møguleika at gera meistarar, so eg vil siga, at hann var altav- gerandi. - Nú eru vit so á odda. Tað kann eingin taka frá okkum, og tað ætla vit so eisini at vera restina av kappingini, segði Fróði Clementsen at enda Altavgerandi C M Y K 18