Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 22. august 2001 13 Nr. 160 • mikudagur • 22. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Barnaklæði mugu ikki vera eldfim, og fyrivarni kann takast, longu tá klæðini verða keypt. Ein forlorin pelsur stóð í ljósum loga, tá ið norska Statens Institutt for For- bruksforskning (SIFO), tók stakroyndir av barnaklæð- um herfyri. Úslitið av kanningunum var millum annað, at ein framleiðari tók 2000 barnatroyggjur av søluhillunum. Tað er bannað at selja barnaklæðir úr serliga eld- fimum tilfari, og royndirn- ar hjá norsku kanningar- stovuni skuldu avdúka, um framleiðarar av barnaklæð- um virða hetta forboð. Flestu klæðini í royndini luku krøvini, meðan onkur vóru, sum ikki kláraðu tey. Men hvussu kunnu vit vita um klæðini, sum vit ætla at keypa, eru serliga eldfim? Ikki ber til at taka svávul- pinnar við til handils og festa í fyri at kanna klæð- ini. Eldfim klæði Mest eldfimt er lætt og tunt klæði, har væl av luft sleppur ímillum. – Tunnur vevnaður í bumull og viskosu er sera eldfimur, sigur Anne Bjørnlund frá norsku kann- ingarstovuni SIFO. Hon hevur drúgvar royndir í ar- beiði sínum við klæðum og brunatrygd. – Akryl er eldfimasta syntetiska klæðið. Tað brennur áðrenn tað smeltar, hóast tað kann tykist torført at kynda. Tá eldurin hevur fest í, brennur harðliga og akryltægrarnar bráðna og dryppa. Nylon bráðnar, tá tað kemur í samband við hita – tað skríður undan loganum, sum køvist skjótt. Um ein neisti kemur á eina nylon- skjúrtu, kemur hol á, og tann sum er í skjúrtuni fær eitt lítið brandsár. Er nylon- klæðið harafturímóti bland- að við øðrum, so sum bum- ull, rayon eller ull, kann øll skjúrtan kolast upp innan heilt stutta tíð. Tí er sera torført at kenna brunavand- an fyri slík blandað klæði. Er plaggið seymað við bumullstráði, kann hesin gera ilt verri og sammetast við ein veik í einum kertu- ljósi. Tjúkt klæði tryggast Best er at velja tjúkt klæði, vovið úr ull ella bumull. Hesi lúka oftast krøvini fyri brunatrygd. Bæði ull, silki og mohair eru klæði, sum ikki eru eldfim og sum brenna seint. Harumframt ber eisini til at vera fyrivarin í gerandis- degnum. Smá børn og liv- andi ljós eru altíð vanda- mikið. Tunnir kragar og blondir festa lætt í, tá børn- ini vøsa og boltrast. Anne Bjørnlund sigur, at hon altíð hugsar um eld- vandan, tá hon skal til onkra samkomu, har opin eldur er. – Eg fari ikki í eitt tunt sjal, um eg veit at nógv kertuljós verða har. Heldur ikki nýti eg møttil ella poncho, tá faklagonga er um veturin. Kelda: Forbrukerrådet í Noregi Vaskievnini við norður- lendsku umhvørvisgóð- kenningini Svananum, eru ikki einans mest umhvørv- isvinarlig – tey vaska eisini best, vísa kanningar. Á marknaðinum eru í dag alt fleiri vaski- og reingerð- arevni, sum hava uppborið tann heiður, at verða prýdd við norðurlendsku um- hvørvisgóðkenningini Svananum. Vørur, sum fáa svanamerkið, skulu lúka ávís umhvørviskrøv, og mugu til dømis ikki inni- halda evni, sum eru torfør at bróta niður í náttúruni. Fyri okkum brúkarar ger hetta lívið so nógv lættari, um vit vilja hugsa um um- hvørvið; eisini tá ið vit vaska. Vaska best og eru bíligast Ein kanning av ymiskum colorvaskievnum, sum danska brúkarastýrið lat gera í oktober 1999, vísti, at vaskievni við Svana- merkinum, samstundis vóru tey ið vaskaðu best. Harumframt vóru tey bíligari enn onnur vaski- evni á marknaðinum. Í hesum sambandi er vert at geva gætur, at teir størstu framleiðararnir av vaski- evnum ikki hava víst áhuga fyri at fáa umhvørvisgóð- kenda Svanamerkið á vør- urnar – enn. LAS – eitrandi fyri umhvørvið LAS ella linierar alkyl-ben- zen sulfonatir eru vaski- virkin evni. Í innihaldsyvir- litunum verða tey nevnd anioniskar tensidur – sum er ein bólkur av ymiskum evnum. Men samstundis er LAS skrásett á yvirlitinum yvir óynskt evni hjá danska um- hvørvisstýrinum, tí tað verður ikki brotið niður lívfrøðiliga uttan súrevni, og er eitrandi fyri vatnum- hvørvið. So stórar nøgdir av LAS eru mátaðar í reinsiútbún- aði á reinsiverkum, at av- lopsrunan er óegnað at taða bøin við. Í dag eru vaski- evni uttan LAS ofta merkt við einum merki, har víst verður á, at evnið ikki inniheldur LAS. LAS hevur verið nýtt í meira enn 30 ár, og evnið hevur tann, fyri vaskievni, góða eginleika, at tað upp- loysir feitt og skitt, eins og sápa. Handilin ger eftir ynskjum keyparans Um handilin, har tú plagar at keypa ikki hevur vaski- evni við svanamerkinum á, so bið tey bíleggja slík. Einans soleiðis kunnu vit brúkarar fáa vørur, sum lúka krøvini um umhvørv- isvernd. Kelda: Forbrugerstyrelsen Her eru nøkur góð ráð til foreldur og onnur, sum keypa gávur til børn. Tað er týdningarmikið at vera fyrivarin, tá leika skal keypast – serliga tá talan er um leika til smábørn. Keyp leika, sum hóska til aldurin og menningarstøðið hjá barninum. Um støðið á leikanum er ov høgt, er størri vandi fyri at tað brotnar, og tá kann tað lættliga elva til skaða. Barnið verður eisini skjótt troytt av leikanum, um tað ikki megnar at spæla við tað. Sum oftast stendur á leikanum, hvønn aldurs- bólk tað er ætlað til. Keyp ikki leika við smá- lutum til børn undir trý ár. Hjá smábørnum er tað ein partur av natúrligu menn- ingini at kanna heimin við munninum. Í ringasta føri kunnu lutirnir seta seg í hálsin og barnið kvalist. Leika skulu vera sterk, soleiðis at hjól, eygu, næsar og aðrir smálutir eru væl festir. Kanna sjálv eftir – klárar tú at skrikkja lutirnir av, so klárar barnið tað eis- ini. Um band er í leikanum, so kanna eftir, at tað ikki er longri enn 22 cm, um okkurt er fest í ella handtak er á. Leikan lúkar vanligastu europeisku lógarkrøvini um tað er CE-merkt. Um tað ikki hevur hetta merkið, so keyp okkurt annað. Eisini skalt tú krevja, at vegleiðingar og ávaringar eru á einum norðurlendsk- um málið, sum roknast kann við at tú skilur. Kelda: Forbrugerstyrelsen Sosialurin fer undir nýggjan teig við tíðindum og upplýsing um brúkaravið- urskifti BRÚKARIN er heitið á nýggja teign- um hjá Sosialinum. Endamálið við nýggja tiltakinum verður at upplýsa føroyskar brúkarar um áhugaverdar brúkaraspurningar og tíðindi úr Føroy- um og hinum norðurlondunum. Hagani kenna vit eitt ótal av óheftum brúkara- stovnum, umhvørvisfelagsskapum og statsligum kanningarstovnum, sum í heilum seta eitt hitt týdningarmesta økið í nýtslusamfelagnum á dagskránna: nevnliga áhugamál brúka- rans. Stórur tørvur á upplýsing Tað verður Rigmor Dam, ið fer at leggja teigin til rættis. Hann verður í fyrsta umfari at finna í blaðnum annanhvønn mikudag. Rigmor sigur, at tørvurin á upplýsing og orðaskifti um brúkaraviðurskifti er alstórur í Føroyum. Tað gongur næstan ikki dagur uttan at vit hoyra um onkrar ávaringar ella kanningar, sum brúkarastovnar í hinum norðurlondunum kunngerða. Seinast vóru ávaringar frammi um onkra mat- olju, sum var undir illgruna fyri at elva til krabbamein, og herfyri vóru tað havragrýn, sum ikki so frægt sum vóru egnað til svínafóður. Vitan er besta amboð brúkarans Brúkarin í dag hevur bæði rættindi og skyldur. Tí setur ein politiskur brúkari etisk og moralsk krøv til framleiðarar av vørum og tænastum Rigmor Dam Tað at brúkarar seta krøv, er eitt fyribrigdi, ið ger alt meira um seg í dag, og sum heilt givið eisini fer at vera ein partur av framtíðini her í Føroyum. Leggja trýst á fyritøkur Umframt at brúkarin í alt størri mun setir krøv til umhvørvisvinarligar vørur, framleiðslu og pakkitilfar, so er eisini eitt annað sjónarmið, sum fer at gera meira um seg, og er tað trupulleikin millum suður og norður í heimsbúskapar- ligum høpi. Tí, eins og fyri okkum í ídnaðarlondunum, er útflutningur avgerandi fyri búskapin í menningar- londum. Men um vøru- framleiðslan er í stríð við grundleggjandi etisk og moralsk virði, kann útflutn- ingurin tvørturímóti forða menningini av landinum. Tess fleiri brúkarar seta spurnartekin við og krøv til framleiðsluna – um ar- beiðsumstøður, rættin til at skipa seg í fakfeløg og at vísa hógv og ábyrgd fyri umhvørvinum – tess størri trýst verður lagt á handlar og fyritøkur, um at kunna geva tær røttu upplýsingar- nar – tær, sum brúkarin krevur. Hugsan brúkarans stóran týdning Fyritøkur eru sera við- breknar mótvegis hugsan brúkarans. Til dømis er vanligt, at fyritøkur í dag gera eitt ‘atburðarkodeks’ fyri virksemið teirra. Hetta verður mett at geva eina góða mynd av fyritøkuni, sum brúkarin eigur at kunna líta á. Verður tað alment kent, at ein framleiðari er sam- vitskuleysur, so er einasta vápn brúkarans upplýsing, soleiðis at fólk sjálvi kunnu velja um tey ynskja at halda fram at stuðla viðkomandi fyritøku. Hvør av øðrum liva má Framleiðarin er bundin av brúkaranum, tí um hann bjóðar eina vøru, sum ikki lýkur krøvini, so velur brúkarin bara onkran ann- an. Og um fleiri fólk gera tað, verður tað bani fram- leiðarans. Tí brúkarin er eins eiðrindarleysur í vali sínum, sum framleiðarin er tað í kappingini um vinn- ing. Hetta kenna vit til dømis frá trupulleikanum millum grindadráp og fiskasølu. So – hvør av øðrum liva má – eisini úti á handilsgøtuni. Keypivanar tínir kunnu ávirka umhvørvið, støðuna í 3. heiminum og arbeiðsumstøðurnar hjá verkafólki Framtíðar brúkarin hugsar politiskt Tryggar leika til børnini Svanurin boðar frá góðsku Eldfim barnaklæði C M Y K 13 12