mikudagur 22. august 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 22. august 2001
15
Uppskriftin
hesa vikuna
Gjestal Vestlandsgarn-Superwash Sport
Damu- og harratroyggja
Tlf. 312727
15
14
Nr. 160 - 22. august 2001
FLØGUÚTGÁVA
Rúnar Reistrup
Tað var ein glaður og ikki
sørt errin Stefan Simonsen,
leiðari á Nordens Institut í
Grønlandi, ið hósdagin
bjóðaði
fjølmiðlum
og
øðrum umborð á Norð-
lýsið. Her skuldi hann løtu
seinni, saman við tveimum
av kempunum í vestur-
norðurlendskum fólkatón-
leikahøpi, Rasmus Lyberth
og Kristian Blak, leggja
fram
nýggju
fløguna
»Piniartut«, sum Nordens
Institut í Grønlandi gevur
út.
Fløgan er ætlað sum tað
grønlendska íkastið til eina
vestnorðurlendska fangara-
og
veiðimannamentanar
framsýning, sum norður-
landahúsini í Føroyum, Ís-
landi og Grønlandi og onn-
ur í løtuni arbeiða við at
fyrireika. Ætlanin er, at
framsýningin skal ferðast
millum tey trý vestur-
norðurlendsku londini, og
síðan fara víðari út í heim.
Fiskiveiða
Leiðarin á Nordens Institut
í Grønlandi, Stefan Sim-
onsen, ið fleiri munnu
kenna sum tónleikaralærara
í Vágunum, har hann búi
eitt skifti, er finni, og tað
setir sín týðuliga dám á
fløguna. Hon er nevniliga
tikin upp í Finnlandi og á
henni eru fleiri finnskir
sangir. Eins og hinir sang-
irnir á fløguni, ið allir eru á
grønlendskum, snúgva teir
seg um veiðimentan, fyri
tað nógva innan fiskiveiði.
Rasmus Lyberth, sum var
í Føroyum í sambandi við
Listastevnuna, segði seg
vera sera væl nøgdan við
fløguna.
- Tað er øgiliga spenn-
andi tá tónleikarar úr einum
landi arbeiða við løgum úr
einum øðrum landi. Eg
haldi at tann tulkanin, sum
kemur burturúr, er sera
gevandi, segði Lyberth,
meðan hann bíðaði eftir at
verða
sigldur
inn
í
Klæmintsjógv.
Konserthelli
Tá Norðlýsið eftir stuttari
tíð hevði flutt seg úr Havn
vestur um Hestoynna, rópti
skiparin, Birgir Enni, á fólk
um at fara í bjargingar-
vestarnar. Nú skuldu tey á
konsert.
Við ikki sørt av dirvi
lupu fólk úr øllum aldurs-
bólkum og vektklassum í
teir báðar gummibátarnar,
ið síðan sigldu konsert-
áhoyrararnar inn í tað
stórsligna hellið, ið nevnt
verður Klæmintsgjógv. Her
hevur Kristian Blak við
øðrum spælt fleiri fløgur
inn. Tann seinasta, ið kall-
ast »Anybody Home?«
varð givin út í farnu viku.
Her spælir saxofonisturin
John Tchicai nýkompon-
erað løg hjá millum øðrum
Sunnleifi Ramussen og
Kristiani Blak.
Hósdagin var konsert-
hellið reserverað til Ras-
mus Lyberth, Kristian Blak
og Heðin Ziska Davidsen,
sum frá einum av gummi-
bátunum spældu og sungu
løg av fangara-fløguni um-
framt nøkur løg, sum Krist-
ian Blak hevur smíðað við
helliframførslu fyri eygað.
Undir Hestbjørgini
Eftir at tann, eftir umstøð-
unum, langa konsertin var
av, og teir báðir gummi-
bátaskipararnir høvdu fing-
ið gongd á motorarnar
aftur, avgjørdi Birgir Enni
at fara ein túr undir og
ímillum
Hestbjørgini
í
gummibátinum við tónleik-
arunum og innbodnu gest-
unum.
Tíman
frammanundan
vórðu eyguni blendað inni í
hellinum og sóu einki. Nú
slapp hesin sansur til sín
rætt aftur, meðan áhoyrarar
og tónleikarar málleysir
vórðu
tiknir
ígjøgnum
smalar rivur og inn í myrk-
ar holur, meðan tey aktaðu
ráðini frá Birgir Enni.
- Haldið høvd og armar
innanborða, um tit ætla at
varðveita tey, vóru boðini
frá manninum ið stýrdi
motorinum.
Komin trygt og væl um-
borð aftur á Norðlýsið var
grønlendski sangarin í góð-
um lag.
- Hatta var fantastiskt. Eg
fekk ikki afturhald, men
mátti bara halda fram at
syngja. Tónarnir komu
mestsum av sær sjálvum,
segði Rasmus Lyberth, sum
seinni um kvøldið hevði
eina aðra konsert í land-
fasta Norðurlandahúsinum
Leypa yvir Danmark
At tað júst er føroyska
forlagið Tutl, sum gevur
eina fløgu hjá grønlendska
norðurlandastovninum út
kann kanska tykjast eitt
sindur løgið. Men sambært
leiðaranum
á
Nordens
Institut í Grønlandi, so hev-
ur Tutl, við Kristiani Blak á
odda, eitt so stórt heims-
umfatandi kontaktnet og
væl roynt produktións-
apparat at tað er best egn-
aða forlagið í vesturnorður-
londum til eina útgávu sum
»Piniartut«.
Og nú norðurlandastovn-
urin hevur givið fløgu út í
samstarvi við kreftir úr
Føroyum og Finnlandi,
fegnast Stefan Simonsen
um, at tað hevur eydnast at
fremja eina verkætlan heilt
uttan stuðul úr Danmark.
- Tað er ikki tí at nakað ilt
er í at fáa stuðul frá donsk-
um mentunarstovnum og
grunnum, men í Grønlandi
verður so at siga einki gjørt
uttan danska hjálp. Tí haldi
eg at tað er umráðandi at
man roynir at fremja verk-
ætlanir, har vit so at siga
leypa Danmark yvir. Bara
fyri at ikki alt grønlendskt
skal hava ein feril av donsk-
um uppi í sær, sigur Stefan
Simonsen.
Grønlendska konsertin í
hellinum í Hestoynni og
búrfiskasuppan umborð á
Norðlýsinum í førosyka
mjørkanum aftaná var so
vesturnorðurlendsk
sum
slíkt kann gerast.
Eg fekk ikki afturhald, men mátti bara halda fram at syngja. Tónarnir komu mestsum av sær sjálvum, segði Rasmus Lyberth
eftir konsertina í Klæmintsgjógv
Fangar tú ljóðið
Tað var einki minni enn ein fangandi konsert í Klæmintsgjógv, sum Rasmus Lyberth, Kristian Blak og
Heðin Ziska Davidsen framførdu úr einum gummibáti í sambandi við útgávuna av fløguni »Piniartut«,
sum umsett til føroyskt merkir fangararnir
C
M
Y
K
14