mikudagur 22. august 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 • mikudagur • 22. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Danska unglingalandsliðið fekk bronsu í HM-
kappingini, sum varð spæld herfyri
BRIDGE
Bogi Simonsen
og Arnbjørn Sivertsen
Í døgunum 6-15. august var unglinga HM í bridge spælt í
Brasil. Norðurlond vóru umboðað av Noregi og Danmark,
og megnaði Danmark at enda á triðja sæti.
Úrslitið í innleiðandi umfarinum, har øll liðini spældu
ein dyst móti hvørjum (round robin), var hetta:
1
USA1
324
2
Thailand
290
3
Danmark
282,5
4
Ísrael
282
5
Kina
275
6
Noreg
271
7
Niðurlond
270
7
Kanada
270
9
Argentina
270
10
Frakland
266
11
Australia
256,5
12
Brasil
251,5
13
USA2
235,5
14
Egyptaland
223
15
Kin. Taipei
208
16
CAC
190
17
Ný Sæland
159
Fýra tey fremstu komu í semifinalurnar. Nevnast kann, at
einastu ferð í hesi jøvnu og spennandi kappingini Dan-
mark taldist millum fýra tey fremstu, var eftir 17. og sein-
asta umfar!
Í finaluna komu USA og Ísrael, meðan Danmark skuldi
spæla um bronsumedaljurnar ímóti Thailandi. Úrslitini
vóru:
Finalan:
USA1 – Ísrael
262 – 156 imp
Bronsudysturin:
Danmark – Thailand
191 – 123,5 imp
Vit ynskja donsku frændum okkara hjartaliga tillukku
við úrslitinum.
Eitt spæl
Í Bulletin 1 frá HM kappingini fyri unglingar stóð hendan
uppgávan:
Gevari: Norður
Í hættu: E-V
Norður
Q4
63
AKJ109
AKJ10
Vestur
AK10953
A10
84
872
V
N
E
S
-
1rú
pass
1hj
1sp
3kl
pass
3hj
pass
3sp
pass
4hj
pass
pass
pass
Tú tekur fyri sp ess og kong, og makkarin spælir fyrst
sp2 og síðan sp8, sum eftir tykkara avtalum lovar eitt ólíka
tal. Sært tú nakran møguleika at seta kontraktina?
Soleiðis sá alt spælið út:
Norður
Q4
63
AKJ109
AKJ10
Vestur
Eystur
AK10953
J82
A10
J4
84
7532
872
9643
Suður
76
KQ98752
Q6
Q5
Tú sært tað kanska nú? Vestur má spæla enn ein spaðara
til dupult renonce hjá spælførara. Tá hann kemur inn uppá
trumfess, spælir hann fjórðu ferð spaðara, so makkarin
kann trumfa við dreinginum. Nú geva hj10 mótspælinum
tað fjórða stikkið, og kontraktin fer niður.
Kanska hevur tú ein so góðan makkara, sum eisini sær
eina trumffremjing sum einasta møguleika at seta kon-
traktina, so hann í teimum báðum fyrstu stikkunum mar-
kerar doubleton fyri at tryggja sær, at tú spælir spaðaran
triðju ferð!
Feløgini byrja aftur
Annars nærkast tíðan, tá feløgini aftur byrja við teimum
regluligu spælikvøldunum. Hevur tú funnið tær ein makk-
ara til veturin?
Bronsa til Danmark
Dystir komandi
vikuskiftið
Í blaðnum í gjár restaði dystaryvirlitið fyri
fótbóltslandskappingina til komandi viku-
skiftið. Dómarayvirlitið er nú tøkt, og verða
dystirnir hesir
1. deild menn
26.08
GÍ-VB
Lassin Isaksen
26.08
KÍ-B71
Birgir Sondum
26.08
HB-NSÍ
Niclas á Líðarenda
26.08
B68-EB/S
Suni Johansen
26.08
FSV-B36
Páll Augustinussen
2. deild menn
25.08
Skála-LÍF
Dagfinn Olsen
25.08
NSÍ-KÍ
Erling Eysturoy
25.08
HB-Sumba
Jógvan A. Jacobsen
25.08
ÍF-TB
Petur Hansen
25.08
GÍ-B25
Jón Kári Frederiksen
3. deild menn
26.08
GÍ-VB
Edvard Højgaard
26.08
KÍ-B71
Jógvan A. Jacobsen
26.08
AB-Royn
Georg N. Rasmussen
26.08
B68-TB
Dia Lamhauge
26.08
ÍF-B36
Jónleif Gerðisá
1. deild kvinnur
26.08
KÍ-VB
Berint Andreasen
26.08
B68-HB
Dan Højgaard
26.08
B71-B36
Laurits í Króki
Svend Novrup
vitjar í Føroyum
Bridgesambandið
fær í næstum vitjan
av navnframa
danska bridgespæl-
aranum, sum eisini
fer at halda skeið
BRIDGE
Bogi Simonsen
og Arnbjørn Sivertsen
Navnframi blaðmaðurin,
telvarin og bridgespælar-
in, Svend Novrup vitjar í
Føroyum í døgunum 29.
august til 4. september.
Vitjanina hava Eyðun An-
thoniussen og nevndin í
FBS fingið í lag.
FBS skipar fyri ymsum
skeiðum saman við Nov-
rup í samband við vitjan-
ina. Hetta verða skeið fyri
tann vanliga bridgespæl-
aran, fyri nevndarlimir og
so eitt eitt skeið fyri teir
meir ambitiøsu spælarar-
nar, har tosað verður um
landsliðsarbeiði. Skeiðini
verða øll í Bridgehúsinum
í Havn.
Skráin verður henda:
Hóskvøldið 30. august
kl 19
Skeið fyri nevndarlimum,
kappingarleiðarum og øll-
um, sum hava áhuga fyri
umsiting og røkt av einum
bridgefelag. Tosað verður
m.a. um kappingarformar,
og hvussu arbeiðast kann
við at fáa stuðlar til eitt
felag.
Kostnaðurin fyri hetta
skeiðið er kr. 100,- fyri
hvønn – skeiðstilfar og
kaffi íroknað.
Fríggjavøldið 31. august
kl 19 – 23
og leygardagin
1. september kl 13 – 22
Skeið fyri allar bridge-
spælarar.
Hetta skeiðið fer mest
at snúgva seg um meld-
ingar og spæliteori. Ser-
ligur dentur verður lagdur
á doblingar, innmeld, víð-
ari meldingar og mót-
spælsteori. Løgd spøl
verða spæld.
Kostnaðurin tilsamans
fyri báðar dagarnar er kr.
300,- fyri hvønn luttak-
ara. Íroknað er skeiðstil-
far, kaffi, køkur og spæli-
gjald
fyri
kappingina
sunnudagin.
Sunnudagin
2. september kl. 14
Opin
parakapping
í
Bridgehúsinum.
Mánakvøldið
2. september
og týskvøldið
3. september kl. 19
Skeið fyri landsliðsáhug-
aðum spælarum – menn,
kvinnur og unglingar.
Evnini verða m.a. tann
mentala fyrireikingin til
kappingar og gjøgnum-
gongd av meldisystemum
hjá teimum einkultu pør-
unum.
Allir áhugaðir bridge-
spælarar eru vælkomnir
til skeiðið – eisini teir
sum ikki her og nú ætla
sær á landsliðið. Skeiðið
er ókeypis.
Tilmelding til okkurt av
hesum skeiðunum hjá
Eyðuni Anthoniussen tel
218585 ella 448166 og
hjá Marjun Restorff tel
319142 skjótast gjørligt.
Avmarkað luttøka til øll
skeiðini.
17
16
Nr. 160 - 22. august 2001
- Tað hevur avgjørt
týdning, at fólk sum
arbeiða innan sama
øki hittast, sigur
Zakaris Hansen, sam-
skipari av ráðstevn-
uni um orðabóka-
frøði, sum er í Norð-
urlandahúsinum
ORÐABÓKARÁÐSTEVNA
Turið Kjølbro
Í dag byrjar norðurlendsk
ráðstevna um orðabóka-
frøði í Norðurlandahús-
inum. Føroyamálsdeildin á
Fróðskaparsetrinum skipar
fyri ráðstevnuni saman við
Norðurlendskum felag fyri
orðabókagerð og Málráð
Norðurlanda. Eini 130 fólk
úr norðurlondum og ein-
støk úr øðrum londum taka
lut.
Tað hevur ivaleyst týd-
ning fyri orðabókagerð í
Føroyum, at ráðstevna í
orðabókafrøði verður hildin
í Føroyum. Eyðsæð er
orðabókagerð ikki løtu-
verk, men tað at stór norð-
urlendsk
ráðstevna
um
orðabókagerð verður hildin
í Føroyum og ikki minst, at
Mentamálastýrið hevur sett
eitt veruligt framtak fyri
orðabókagerð í gongd, fer
uttan iva at føra við sær, at
vit fáa fleiri orðabøkur
millum føroyskt og onnur
mál. Okkum tørvar nógvar
orðabøkur, og hækkingin á
løgtingsins
fíggjarlóg
bendir á, at fleiri fara at
koma.
- Tað er ringt at máta,
hvat ítøkiligt kemur burtur
úr eini ráðstevnu sum hes-
ari, men tað hevur avgjørt
týdning at fólk sum arbeiða
innan sama øki hittast,
sigur Zakaris Hansen, sam-
skipari av ráðstevnuni.
Ráðstevna
um
orða-
bókafrøði
hevur
síðani
1991 verðið hildin annað
hvørt ár. Hetta er tann sætta
í røðini og tann fyrsta, sum
verður hildin í Føroyum.
Endamálið
hjá
norður-
lendska orðabókafelagnum
er at fremja skipað sam-
skifti og samstarv í Norður-
londum á orðabókafrøði-
liga yrkisøkinum. Hyggja
vit at skránni fyri ráð-
stevnuna, sum er rættiliga
drúgv og umfatandi, sæst,
at eitt nú tøknin stendur
frammalaga. Ein fyrilestur
er eitt nú um framtíðarinnar
orðabók. Í evni fevna fyri-
lestrarnir um bæði ástøði-
liga og verkliga orðabóka-
frøði
í
Norðurlondum.
Støði verður tikið í orða-
bókaverkum, sum eru út-
komin, og ymiskt í verk-
ætlanum, sum eru ávegis.
- Hvussu nýggj tøkni og
tradisjónelt
orðabókaar-
beiði verður sameinað er
eisini
ein
áhugaverdur
spurningur, sigur Zakaris
Hansen.
Nakrir føroyingar halda
fyrilestur, eitt nú Jógvan í
Lon Jacobsen, málfrøðing-
ur, sum fer at røða um orða-
bókafrøði og terminologi.
Johnny Thomsen fer at
greiða frá russisk-føroysku
orðabókini hann er í holt
við, og Kirstin Didriksen,
frá lærda háskúlanum í
Gøteborg, heldur fyrilestur
um
kynsperspektivið
í
føroyskum orðabókum. Ulf
Timmermann,
studenta-
skúlalærari, fer at tosa um
arbeiðið við føroysk-týsku
orðabókini, hann er í holt
við at gera, Gianfranco
Contri, sum arbeiðir á
Føroyamálsdeildini, sigur
somuleiðis
frá
arbeiði
sínum við føroysk-italsku
orðabókini, hann arbeiðir
við. Heitið á fyrilestri, sum
Anna Braasch frá lærda
háskúlanum í Keypmanna-
havn heldur er: Er munur á
Føroyum og Filipsoyggj-
unum?, og Valerij Berkov
frá lærda háskúlanum í
Sankta Pætusbrog heldur
fyrilestur um føroyska orð-
abókgerð. Hópin av øðrum
fyrilestrum eru á skránni.
Á Føroyamálsdeildini ar-
beiða fólk við eini føroysk-
danskari orðabók, eini ný-
útgávu
av
teirri
hjá
Christian Matras, sum kom
út fyri nógvum árum síð-
ani. Eisini ein fakorðabók
millum annað við orðum
innan oljuvinnu er í gerð á
Føroyamálsdeildini.
Ar-
beiðið er komið væl áleiðis,
men hevur ligið stilt vegna
vantandi fígging.
Orðabókafrøðingar hittast
Vandi er fyri, at virð-
ismiklu pappírsklipp-
ini eftir William
Heinesen fara fyri
skjeyti, um vit lata
standa til. Tískil hev-
ur Listasavn Føroya
tikið stig til at fáa ein
pappírskonservator
til Føroya at eftir-
hyggja og umvæla
hesi klipp
LIST
Turið Kjølbro
Pappírsmyndirnar
hjá
Williami
Heinesen
eru
virðismikil mentanargripur.
Men pappírsmyndir hava
tíverri avmarkaða livitíð,
um tær ikki verða eftir-
hugdar og umvældar. Tískíl
hevur Listasavn Føroya
gjørt eina ætlan um, hvussu
hesi
pappírsklipp
eftir
William Heinesen kunnu
verða bjargað. Avtala er
gjørd við danska pappírs-
konservatorin
Tine
Johannesen, sum 1. sep-
tember kemur til Føroya í
tveir mánaðir at arbeiða við
klippunum hjá Williami
Heinesen burturav. Heine-
sens Hús er latið til enda-
málið og fólk, sum eiga
hesi klipp, kunnu venda
sær til Listasavnið.
Konservatorurin
kann
vanliga ikki endurskapa
eina mynd, ið er farin, men
hann kann tálma ella steðga
niðurbrótingini við at beina
burtur tað skaðiliga límið
og seta annað á í staðin,
festa pappírsfláirnr, slætta
og hampa um klippini og
stegða skaðiligum smáver-
um. Eigararnir kunnu eisini
fáa ráðgeving í, hvussu
klippini eiga at verða
handfarin fyri at verja tey
ímóti niðurbróting.
Kendu
klippini
eftir
William Heinesen eru nú
vorðin 20-30 ára gomul.
Flestu teirra eru í rættiliga
ringum standi, og vandi er
fyri, at hendan tjóðarogn
fer fyri skjeyti, um vit lata
standa til, sigur Bárður
Jákupsson, leiðari á Lista-
savni Føroya í tíðinda-
skrivi. - Litirnir blikna og
pappírið moyrnar. Serliga
er tað límið, sum er sera
óheppið. Sýra í líminum
etur seg sum frá líður
ígjøgnum
pappírsfláirnr.
Skulu verkini varðveitast til
eftirtíðina, mugu tey undir
serkøna konserveringshond
skjótast til ber.
Meginparturin av lit-
klippunum eftur William
Heinensen
er
eginogn.
Klippini hanga í stovum
víða hvar um landið. Tey, ið
eiga slík klipp, hava nú
møguleikan at fáa gripirnar
eftirhugdar og umvældar.
Mong klipp eru uttanlands.
Listasavnið heitir á fólk,
sum vita um eigarar í út-
legd um at boða frá so hesi
eisini verða umvæld.
Klipp eftir William Heinesen bjargast
- Hvussu nýggj tøkni og tradisjónelt orðabókaarbeiði verður
sameinað er ein áhugaverdur spurningur, sigur Zakaris
Hansen, sum vegna Føroyamálsdeildina samskipar
ráðstevnuna
Tey, ið eiga klipp eftir William Heinesen, hava nú møguleikan
at fáa tey eftirhugd og umvæld.
Pappírsklipp »Lív« eftir William Heinesen frá um 1975,
privatogn
C
M
Y
K
16