Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 190 - 3. oktober 2008 ] - Tað, sum var positivt við 2006, var, at vit ongan tíð fóru niður við flagginum, men hava hildið okkum á toppinum bæði í fjør og í ár, sigur Hans Pauli Samuelsen Bólturin flýgur aftur Landskappingin hjá meistaradeild kvinnum byrjar um vikuskiftið Flogbóltur Jákup Mørk Føroyameistararnir úr SÍ taka í fyrsta dystinum ímóti Fleyr, sum sein­ asta kappingarár hevði tað trupult og endaði aftast. Fleiri blaðungar kvinnur eru tó við á lið­ num, og við tilgongd av Hjørdis Johanesen, Gudrid Nolsøe og Gur­ ið Syderbø kann væl hugsast, at talan er um eitt lið, sum fer at gera nógv um seg í vetur. SÍ er eins og í fjør ein av sterkastu FM­kandi­ datunum, hóast Karin Mikkelsen ikki longur er partur av liðnum, men við nýggja Fleyr­ liðnum tykjast meistar­ arnir veruliga hava eina styrkisroynd longu í fyrsta umfarinum. Dráttur og KíF spæla á Giljanesi. Hesi bæði liðini høvdu eina heldur misjavna kapping í fjør. Dráttur megnaði ongan­ tíð rættiliga at hótta SÍ og ÍF, hóast leikaratil­ farið var gott. Í ár tykist liðið minst líka væl fyri. Tað er tí ikki óvist, at júst Dráttur kann koma at verða størsta hóttanin hjá SÍ. KÍF misti seinasta ár nógv fólk, og tí er talan í veruleikanum at byggja nýtt lið upp, hóast talan er um nógvar leikarar, sum hava verið við leingi. Tað kann tí taka nakað av tíð, áðrenn KÍF rættiliga fær spælt liðið saman. Síðsti dysturin fyrsta leikumfarið er ímillum Mjølnir og ÍF. Hesi lið­ ini bardust seinasta kappingarár hvør í sín­ um enda á stigatalvuni. Mjølnir hevur framt eitt ættarliðsskifti, og ungu genturnar skulu nú sam­ an við Margit Joensen helst vinna seg longur fram enn seinast kapp­ ingarár. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað gevur so einki úrslit, um vit byrja at hugsa um nakað annað enn akkurát hendan dystin Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur - Vit hava støðugt víst, at vit taka stig í mest sum øllum dystum, og gera vit tað sunnudagin, so eru vit meistarar, sigur Hans Pauli Samuelsen, sum tó ikki vil tosa nakað gullprát kortini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Áskoðararnir hjá EB/ Streymi vóru bæði væl mannaðir og til reiðar, skuldi gullið komið til høld­ ar móti NSÍ seinastas sunnu­ dag. Tað gjørdi tað tó ikki, men hóast vónbrotið hjá summum kanska var stórt, so tykist hetta ikki at vera galdandi fyri spælararnar. ­ Sjálvandi vildu vit gjarna vunnið. Men vit vistu av, at talan var um ein sera truplan dyst, og tí hugs­ aðu vit fyrst og fremst um uppgávuna. Og tað var posi­ tivt fyri okkum, at vit klár­ aðu at stríða okkum upp aftur á 2­2. Vit hava gjøg­ num alt ár víst, at vit klára at skava stig saman, og gera vit tað aftur hesaferð, so er gullið vunnið, sigur Hans Pauli Samuelsen. Hugsar positivt Tá tú tosar um EB/Streym, so slepst ikki undan at nevna 2006. Lúrir vandin fyri somu søguni ikki onkra staðni í spælarunum? ­ Nú veit eg sjálvandi ikki, hvat hinir hugsa. Men sjálvur havi eg hug at foku­ sera positivt um hetta. Og eg haldi tað vera sera flott av einum somikið lítlum felag sum okkara, at vit alla tíðina hava hildið okkum í oddinum, hóast tað vón­ brotið, sum 2006 gjørdist til, sigur Hans Pauli Samuelsen. Og skuldi gullið komið til høldar hesaferð, so kann væl illa sigast annað, enn at EB/Streymur hevur hildið sær í oddinum. Tvey silvur, eitt gull (í ringasta føri triðja silvurið) og tveir steypa­ sigrar er tað, sum borðreitt er við síðani 2006, og tað eru væl tey fæstu feløgini, sum kunnu erpa sær av slíkari sigursrøð. Ein vanligur dystur Og í aðrar mátar tykjast ævigu sannleiksorðini hjá Óla Hansen eisini hava vunnið seg fram til EB/ Streym, har Hans Pauli ikki vil hoyra tos um nakra fyri­ reiking til gullveitslu. ­ Vit royna fyrst og fremst at fokusera upp á dystin sunnudagin. Og vit mugu taka hendan sum ein og hvønn annan dyst. Tað gevur so einki úrslit, um vit byrja at hugsa um nakað annað enn akkurát hendan dystin. ­ Men vit eru sjálvandi spentir. Alla staðni verður tosað um spæl og úrslit hjá okkum. Við hvørt er tað kanska ov nógv av tí góða, men hinvegin er tað sjálv­ andi stuttligt, tá fólk eru somiki áhugað. Og stuðulin, sum vit fáa er eisini heilt fantastiskur. Men sum sagt, so er tað fyrst og fremst hes­ in dysturin, sum hevur týdn­ ing her og nú, sigur Hans Pauli. Og til dystin er EB/ Streymur so væl fyri, sum til ber. Sæð burtur frá Briani Olsen, sum spakuliga er byrjaður at venja aftur, men sum nú er burturstaddur, eru allir mans tøkir til dyst­ in. Og so er spurningurin, hvussu venjararnir velja at blanda sær kortini hesa­ ferð. Hjá B36 er Klæmint Matras aftur tøkur, eftir at hann sat úti við leikbanni seinast. Jákup á Borg hevur verið sjúkur í vikuni, men hann skuldi eisini verið til reiðar at tørna út, meðan Róaldur Jacobsen er burtur­ staddur við U19­lands­ liðnum. EB/Streymur-B36: Nú skal gullið heim