Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • 13. oktober 2006 Vikuskifti bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com Mortan í Hamrabyrgi umrøður nýggjar bøkur um mat og drekka. Kanska ikki øll í Føroyum kenna enska sjónvarps-kokkin, mat- journalistin og rithøvundan Nigellu Lawson, men eg hugsi at nógv politiskt áhugaði hava hoyrt um pápa hennara, Nigel Lawson. Hann var fíggjar- málaráðharri í Thatcher-stjór- nini 1983 til 1989. 48 ára gamla dóttir hansara telist millum allarstørstu for- midlarar av mati um vit telja blaðgreinar, sjónvarps-røðir og bøkur. Kanska bara Jamie Oliver kann samanberast við hana. Hon býr í London saman við núverandi manni sínum, kenda list-savnaran, Charles Saatchi. Fyri New York Times skrivar hon fastan teig um mat. Nigella er ikki útbúgvin kok- kur, men hevur universitets- úbúgving frá Oxford. Og so hevur hon sínar heilt egnu meiningar um mat-viðurskifti. Nógv rok hevur mangan verið um hennara stíl, at hon brúkar sína útsjónd dekan og nógv at føra seg fram sum blómandi og fýrig kókikona. Og feitt ræðist hon ikki. Brúkar altíð egg, smør, ost og bacon í up- pskriftum. Men soleiðis er iva- leyst, tá ið konufólk ditta sær at stinga nøsina fram og ikki halda seg aftur at vísa njótilsi og siga sína politiskt ókorrrekta meining. Nigella Ekspres Sum Nigella segði hen- dan dagin eg hitti hana í Keypmannahavn: -Konufólk í dag skula ikki eta nakað. Matur er vorðin vanda- mikil og tað verður mett sum vulgert at vísa gleði fyri góðan mat. -Og so hesi heilsufólkini, ið hvønn dag skiftast um at billa okkum inn hvat vit skula eta av undarligum mati. -Tað kann væl vera at vit liva longri við at eta serligan rak- kost. Tað kennist í hvussu so er so! -Eg eri sannførd um, at kvinnur sum eru uppá A alt sítt lív, hava vesaligt kynslív. Nigella Lawson vitjaði Keyp- mannahavn í samband við at hon hevur givið út nýggja kókibók á Gyldendal, Nigella Ekspres. Hetta er kókibókin fyri ta modernaða familjuna, ið dáma væl góðan mat, men ikki vilja standa í køkinum fleiri tímar. Í bókini eru uppskriftir til innbjóðandi og vælsmakkandi gerandismat og veitslumat. Somuleiðis eisini uppskriftir til morgunmat, døgurða og nátturða. Serliga dugir Nigella at brúka íblástur frá italska og meksikanska køkinum at fáa vanligan mat at smakka serliga væl. Eisini eru nógv prei í bókini um hvussu modernaða familjan í dag nær at keypa inn á skynsa- man hátt og leggja ætlan fyri góðar máltíðir. Myndir eru til allar uppskriftir og listin av rávørum er styttur sum mest. Men viðhvørt eru meira eksotisk krydd fyri at gera matin meira spennandi. Frálík og eisini stuttlig bók. Her er talan um eina modernaða damu, ið hevur sínar meiningar og torir at njóta lívið. Bókin er 392 blaðsíður og fæst sambært Kára í Rit & Rák (SMS) til kr. 275 í næstu viku. 17