fríggjadagur 3. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 190 - 3. oktober 2008 ]
B71-B68:
Skulu
venda
gongdini
Seinastu vikurnar
hevur millum lítið
og einki riggað
hjá B71. Skulu
teir eisini spæla
sunnudagsbólt í
2009 skulu stig á
borðið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er á heimavølli, at
B71 hevur staðið seg
best, og tí er eingin ivi
um, hvørjar ætlanirnar
eru, nú B68 vitjar.
Toftamenn fóru fyrr í
ár úr Traðardali við øll
um stigunum, og við
verandi formkurvu í
huga er ikki óhugsandi,
at teir hava somu ætl
anir sunnudagin, nú teir
síggja sær møguleika
at vinna seg eitt pláss
upp á stigatalvuni.
Hjá
B71
ræður
kanska fyrst og fremst
um at finna spæligleðina
og stríðsviljan, sum púr
asta hevur restað í sein
astu umførini. Í so máta
kann tað muna væl, at
Eirikur Poulsen og Gud
mund Nielsen nú aftur
er tøkir. Nakað sum
ger, at B71 fyri fyrstu
ferð í trý umfør ikki er
rakt av leikbanni til
lyklaspælarar.
Hjá
B68
hevur
Ndende leikbann, eins
og Jóan Símun Ed
mundsson er burtur
staddur í U19ørindum,
og
tí
noyðist
Bill
McLoud Jacobsen at
gera onkra broyting í
mun til liðið, sum hevur
staðið seg so væl sein
astu vikurnar.
FM í MTB verður leygardagin
Komandi leygardag skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri fjallasúkkling
fyri unglingar og vaksin. Fyrireikararnir hava avgjørt, at kappingin
leygardagin eisini verður uppi við Føroya Studentaskúla í Hoydølum.
Sunnudagin bleiv kappast í MTB Criterium, sum er fjallasúkkling har
koyrt verður runt á einum lítlum teini t.d. 45 minuttir. Komandi
leygardag verður kappast í sokallaðu MTB Cross Country, har kappast
verður á einum ávísum teini, t.d. 40 km. Leygardagin verður eisini koyrt
fleiri ferðir ein ávísan tein, men hesin teinur er nógv longri enn
Criterium teinurin.
Ein klokkutíð til allar
dystirnar
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, dystirnir í
teimum báðu deildunum skulu spælast samstundis
seinastu umførini. Í Formuladeildini verður spælt
klokkan 15 á øllum støðum bæði nú sunnudagin og 19.
oktober, meðan dystirnir í seinasta umfarinum – 25.
oktober – verða spældir klokkan 15.30. Í 1. deild eru allir
dystir tann 12. oktober klokkan 14.30. 18. oktober verður
spælt klokkan 15, og í seinasta umfarinum – 25. oktober
– verður spælt klokkan 13.
Alt bendir á, at
dysturin um seinna
UEFA-Cup plássið
stendur millum HB
og NSÍ, og avgerðin
um hetta kann væl
fella sunnudagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast matematiska vissan
enn ikki er til staðar, so
bendir alt á, at EB/Streymur
vinnur Formulagullið í ár.
Tað inniber samstundis,
at B36 fær UEFACup pláss
ið fyri steypavinnarar, og
og verður tað upp til HB og
NSÍ at stríðast um seinna
UEFAplássið, sum er vert
nakað nógv meira enn eitt
pláss í InterTotokapping
ini.
Og tí kann væl sigast, at
nakrar hundraðtúsund krón
ur standa upp á spæl, tá liðini
fara á vøllin sunnudagin.
Og til hetta eru bæði á
leið somikið væl fyri, sum
hugsast kann. Eingir skaðar
av týdningi gera um seg í
nakrari av legunum, og held
ur ikki eru nøkur leikbann
at stríðast við, so venjararnir
hava so at siga allar mans
tøkar, tá liðini skulu setast.
VÍF hevur tað altíð
trupult á Skála, har
teir leygardagin skulu
royna at verja góðu
byrjanina
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við greiða sigrinum á Neist
anum gav VÍF seinasta
sunnudag tekin um, at teir
avgjørt vilja spæla við har,
sum VÍF so ofta hevur gjørt
um seg. Nevnliga í oddi
num.
Liðið, sum í fjør var undir
mest sum enduruppbygging,
hevur nú fingið nakrar
royndu profilunum við aft
ur, og spurningurin er so,
um hesir megna at lyfta seg
upp aftur á tindarnar.
Ein ábending um hetta
fæst kanska á Skála, har
VÍF sjáldan hevur havt
nakra lætta uppgávu sein
astu nógvu árini. StÍF tykist
viknað nakað í ár, men teir
vunnu fyrsta dystin í Kolla
firði, og tí er einki at ivast í,
at teir eisini ætla sær stigini
hesaferð, hóast uppgávan
avgjørt ikki er av tí lættara
slagnum.
Í Havn og í Hovyík eru
ávikavist Neistin og H71
greiðir favorittar, tá tey
spæla sínar dystir. Hjá Neist
anum var talan um vónbrot,
tá teir komu aftur úr Vest
manna við ongum, og tað
vilja teir heilt víst skal
ganga útyvir Kyndil, sum
ikki fekk nakra serliga góða
byrjan við stórtapinum móti
H71.
Og júst tann dysturin gev
ur ábendingar um, at hoy
víkingar í ár rokna við onkr
um stórum, og móti KÍF
eiga hoyvíkingarnir neyvan
at gera sær tilveruna alt ov
trupla.
HB-NSÍ:
Europa stendur upp á spæl
Nýklassikari á Skála
Á pappírinum má VÍF
roknast sum favorittur, men
júst á Skála hevur VÍF havt
tað meira enn vanliga trupult
seinasta 10-ára skeiðið ella so
Hóast gullið uttan iva var málið hjá bæði HB og NSÍ, so eru schweizarafrankarnir hjá UEFA avgjørt eisini nakað, sum vert er at
stríðast fyri, tá liðini møtast sunnudagin