fríggjadagur 3. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 13. oktober 2006
Vikuskifti
Trupulleikin við at gera skjótan
mat gerandisdagar, er at hann
er meira praktiskur enn væl
smakkandi.
Men sjálvt um eg veit framman
undan, at kanska bert 10
minuttir eru til matgerð næstu
dagarnar, so ber væl til at gera
sansaligan og tryggleikaskap
andi mat kortini.
Fyrra dagin koyri eg lambs
leggirnir í marinadu og seinna
dagin koma teir í ovnin. Har
steikja teir í frið og náðum
meðan eg hjálpi børnunum við
heimaarbeiði og kanska svari
onkran teldupost.
Eg havi ongan trupulleika at
nýta bønir úr blikki. Eg haldi at
tær skapa vakrar litir og hóska
væl í smakki til lambskjøtið.
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Við loyvi frá Nigellu Lawson og Gyldendal,
prenta vit her til grams-lesararnar eina uppskrift
úr spildurnýggju bókini, Nigella Ekspres:
Lambsleggur
við bønum
Vínummælarin í
grams viðmælir eina
BonardaMalbec frá
Retamo afturvið.
Til 6 fólk:
2½ dl hvítvín
4 ssk ripsgelé + 1 tsk ripsgelé
2 ssk worcestershiresós
½ dL hvítleyksolju + 2 ssk hvít
leyksolju
2 leykar í bátar
Frískt rosmarin
6 lambsleggir
¾ dL vatn
1 ssk dijonsinnop
4 blikk blandaðir bønir
Salt og pipar
• Lat ripsgelé, worcestershire
sós, hvítleyksolju, leyk og
rosmarin í 2 stórar frystipo
sar. Koyr 3 leggir í hvønn.
Knút á posan og í køliskápð
næsta samdøgrið
• Tak posarnar úr køliskápi
num næsta dagin og tendra
ovnin á 200 gradir
• Koyr alt í steikifat saman við
marinaduni og set í ovnin.
Skrúva niður á 170 gradir
og steik umleið 1½ tíma
• Lat vatn, 2 ssk hvítleyksolju,
1 tsk ripsgelé og dijonsin
nop í eina grýtu, ið er nóg
stór til 4 blikk av bønum.
Lat bønirnar í og hita varliga
alt ígjøgnum meðan tú
rørir. Smakka til við pipari
og salt. At enda stoytir tú
alt yvir lambsleggirnar.
Kokkar og kokka-
lærlingar í Føroyum
umframt útlendskir
stjørnu-kokkar skapa og
hugleiða um uppskriftir.
18