Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 190 - 3. oktober 2008 ] Brückner hevur valt sær hópin Venjarin hjá eystur­ ríkska landsliðnum Karel Brückner hevur í dag, 2. oktober, úttikið landsliðshópin, sum kemur til Føroya at spæla 11. oktober, og síðan skal spæla móti Serbia á heimavølli 15. oktober 21 mans eru úttiknir, og teir eru hesir: Málverjar: Alexander Manninger, Juventus, Jürgen Macho, AEK Athen, og Ramazan Özcan, TSG 1899 Hoff­ enheim Verjuleikarar: Christ­ ian Fuchs, VfL Boch­ um, György Garics, At­ lananta Bergamo, Ronald Gercaliu, RB Salzburg, Emanuel Pogatetz, FC Middles­ brough, Sebastian Prödl, SV Werder Brem­ en, Joachim Standfest, FK Austria Wien, Martin Stranzl, Spartak Moskva, Miðvallaleikarar: René Aufhauser, RB Salzburg, Martin Har­ nik, SV Werder Brem­ en, Andreas Hölzl, SK Sturm Graz, Andreas Ivanschitz, Panatinai­ kos Athen, Jurgen Sam­ uel, FC Torino, Paul Scharner, Wigan Athle­ tics Framherjar: Marko Arnautovic, Twente Encchede, Erwin Hoff­ er, SK Rapid Wien, Marc Janko, RB Salz­ burg, Roman Kienast, Helsingborg IF, Stefan Maierhoffer, SK Rapid Wien. Krútsterkir spaniólar Føroyska U19 landsliðið við monnum møtti yvirvøldini í dystinum móti Spania í fyrsta dystinum í EM undankappingini fyri U19 lið, sum verður spæld í Hvítarusslandi. 5­0 gjørdist úrslitið eftir at støðan var 2­0 í hálvleiki­ num. Spania hevur vanliga sera sterk ungdómslandslið, og í so máta er hesin árgangurin einki undantak., og við heimasíðuna hjá FSF sigur Karl Vidtfeldt, FSF­starvsnevndarlimur og ferðaleiðari á ferðini til Hvítarusslands, at hann er ikki í iva um, at talan var um komandi heimsstjørnur, sum føroysku ungling­ arnir spældu ímóti í gjár. Tað, sum iðraði føroyingar var, at støðan bert var 3­ 0, tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Móti endanum fingu spaniumenn tvey mál afturat, og tað áttu teir ikki at fingið, vóru føroyingarnir samdir um. Føroyska U19 landsliðið skal leygardagin spæla móti Sveis 1. deild í bíðistøðu Bert ein dystur verður spældur í 1. deild hetta vikuskiftið. FSF hevur gjørt broytingar, nú U19­landsliðið er uttanlands, og hetta gevur samstundis rúm fyri at avgreiða útsettu dystirnar, sum hava verið í deildini. Soleiðis er dysturin hesa ferð millum Víking og TB, og hósdagin spæla HB og KÍ eisini sínamillum dyst, sum hevur bíðað. Tá hesir eru avgreiddir, hava øll liðini tríggjar dystir eftir at spæla, og so er veruliga klárt at fara undir endaspurtin í deildini. Nú fáa børn upp til 10 ár høvi at royna seg, á Tórsbreyt, í teimum trimum høvuðsgreinunum í frælsum ítrótti: lop, kast og renning, skrivar Hvirlan Frælsur ítróttur Tíðindaskriv Tórsbreyt verður tikin í nýtslu leygardagin 4. okt. kl. 15, tá verður stórt hátíð­ arhald á økinum. Hetta hev­ ur eisini við sær, at Hvirlan útsetur sítt tiltak til dagin eftir, fyri at kunna hava nýggju vøllirnar við sínum fullkomnu umstøðum at vera karmur um stóra barna­ tiltakið. 5. okt. Frá kl. 14 til 16 verður tiltakið, ið ber heitið “Stuttleikir”, so á Tórsbreyt. Tilmelding fer fram á staðnum frá kl. 13.30, og luttøkugjaldið er 50 kr, sum fólk skulu hava í reiðum peningi, ­ og ongan­ tíð betur, um tey koma við “akkurát fyri”, so avgreiðsl­ an verður skjót. Leikirnir eru bæði ætlaðir sum lítil sýnisgluggi til, hvat ein kann íðka, tá ein frælsast, umframt ein fram­ vísan av øllum frælsaøki­ num, tá ein rúgva av virk­ semi er í gongd í senn. Leikirnir eru skipaðir sum tríkampur, har hvør íðkari luttekur í bóltkasti, longdarlopi og 60 m renn­ ing. Tíðir og longdir verða skrásettar á skreytblað, sum íðkarin fær til tilmeldingina. Tá hann hevur luttikið í øllum trimum greinum, fær hann heiðursmerki fyri hetta. Alla tíðina, so leingi leikirnir vara, kunnu luttak­ ararnir stilla seg í rekkju og vera við, men bert tríggjar ferðir verða tíðir og longdir skrásettar á skreytblaðið. Til ber eisini bara at fáast við eina grein, men luttøka í øllum trimum er kravd, skal ein gera sær vón um medalju. Til tess at børnini ikki skulu ørkymlast meir enn neyðugt, er gott hjá teimum at hava ein vaksnan við sær, soleiðis at tey finna fram til røttu rekkjurnar og fáa neyðugu skrásetingarnar á skreytblaði. Stjørnan skal um viku­ skiftið spæla í Vági, har VB­kvinnurnar skulu vísa, um tær nú hava styrkina til veruliga at bjóða av Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Saman við Neistanum hava VB­kvinnurnar seinnu árini roynt at bjóða Stjørnuni av. Serliga hevur VB staðið seg væl í Vági, har tær eis­ ini fleiri ferðir hava bast Stjørnuni, og tað er hetta, sum verður setningurin sunnudagin, tá meistararnir vitja. Bæði liðini vunnu stórsig­ rar í fyrsta umfarinum, sum varð spælt seinasta viku­ skiftið, og út frá hesum er ilt at meta, hvussu styrkin á liðunum er. Eingin ivi er tó um, at Stjørnan er sera væl fyri kropsliga, nú tær mest sum uttan íhald hava vant fram móti europisku upp­ gávuni, men hinvegin gevur intima VB­høllin mest sum eyka styrki til heimaliðið, sum sera, sera sjáldan letur mótstøðuliðini fáa nakað við sær av oynni. Hin dysturin hetta viku­ skiftið verður á Skála leyg­ ardagin, har Tjaldur uttan iva er stórfavorittur til dyst­ in móti StÍF. Tjaldur vísti í fyrsta dystinum móti Neist­ anum, at tær ætla sær at spæla við í oddinum í vetur, og so hvørt sum liðið verður betur samansjóvað, er eing­ in ivi um, at hetta kann lata seg gera. Men tá ræður eisini um, at liðið fær fulla úrtøku í dystunum móti eitt nú StÍF. Hvirlan og Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin Brak í Vági Ætlandi skuldu stuttleikir haldast við Læraraskúlavøllin, men nú Tórsbreyt verður tikin í nýtslu leygardagin, verða leikirnir fluttir VB líkist aftur í ár einum avbjóðara til Stjørnuna. Enntá við einum hópi, sum í nógvar mátar tykist meira robustur, enn hann hevur verið seinnu árini