fríggjadagur 3. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Vikuskifti 19
Farvæl
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
myndir: Jan Müller
Tað var ein lívlig men kensluborin
løta, tá Jóannes Eidesgaard,
løgmaður segði farvæl í Tinganesi
á middegi seinasta fríggjadag,
eftir skjótt fimm ár í landsins
hægsta embæti. Borðreitt var við
øllum góðum, tá starvsfólkini á
løgmansskrivstovuni og Jóannes
Eidesgaard settust til borðs. Høvi
varð at siga nøkur orð, og okkurt
tárið hómaðist í eygnakrókum.
Løgmaður takkaði fyri hesa tíðina
hjá sær í Tinganesi og ynskti
sínum starvsfólki góða eydnu við
nýggja arbeiðsgevaranum Kaj Leo
Johannessen. Hann fór so heldur
ikki tómhentur heim. Starvsfólkini
góvu fráfarandi arbeiðsgevaranum
serstaka parkeringskivu við
ísskravara í gávu.
Kensluborin fráfaringarløta
í Tinganesi
Jóannes Eidesgaard, løgmaður saman við sínum starvsfólki til seinastu máltíðina í Tinganesi
Fráfarandi løgmaður fekk parkeringsskivu við ísskravara í
fráfaringargávu
Jóannes Eidesgaard, her saman við trimum øðrum javnaðarløgmonnum í Tinganesi