Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 190 - 3. oktober 2008 ] Rosenborg vann grannauppgerðina Tað eydnaðist Rosenborg at vinna 3-2 á Brøndby á heimavølli, og harvið samanlagt 5-3 í UEFA Cup kappingini. Brøndby hevði ikki tey bestu kortini á hondini, tá dysturin byrjaði á Lerkendal Leikvøllinum í Tróndheimi, tí teir høvdu tapt heimadystin 1-2. Og tá bert eitt korter var farið av dystinum vísti samlaða støðan 3-1 til Rosenborg, tí tá hevði Didier Konan Ya lagt Rosenborg á odda. Men Brøndby vísti góðan moral og stríðsvilja, og 20 minuttir seinni høvdu teir gulu og bláu bæði javnað og lagt seg á odda 2-1, so samlaða støðan var 3-3. Í 2. hálvleiki setti heimaliðið ferðina upp, og teir teir hvítu úr Tróndheimi trýstu Brøndby-spælarnar nógv. Tá eitt stórt korter var eftir legði Pelu innfyri, og Per Ciljan Skjelbred stútaði bóltin í netið til 2-2. Brøndby kundi tó enn vinna seg víðari, um teir komu uppá 3-2. Men væl stuðlaðir av heimafjøldini hevði Rosenborg gott tamarhald á støðuni. 4 minuttir áðrenn leiklok var Roar Strand hildin í brotsteiginum hjá Brøndby, og dómarin dømdi brotsspark til Rosenborg. Marek Sapara var ísakaldur og setti brotssparkið trygt í netið. Rosenborg hevur hervið vunnið seg í bólkaspælið. Hjá Skála er tað nú alt ella einki. Verða trý stig ikki sett á kontina, kann talan samstundis gerast um matematiskt farvæl til sunnudagsfótbólt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við bara níggju stigum eftir at spæla um byrjar tað nú av álvara at síggja svart út hjá Skála. At liðið har til eisini hevur mist bæði eitt og tvey stig í seinastu min- uttunum av seinastu dystun- um hevur ikki gjørt tilver- una hjá liðnum lættari, og tí er trýstið meira enn bara stórt, nú teir á heimavølli taka ímóti Víkingi. Tí tapir Skála tann dystin, og vinnur KÍ samstundis sín dyst, er eingin møguleiki longur fyri bjarging hjá fel- agnum, sum tó eisini hevur roynt seg í somu støðu áður. John Petersen hevur allar mans tøkar til uppgávuna móti Víkingi, sum kanska hevur nakað at løna Skála aftur í so máta. Tí vit skulu bara leita trý ár aftur fyri at finna støðuna, tá táverandi GÍ við máli í yvirtíðini móti júst Skála tryggjaði sær møguleikan at hanga í bestu deildini. Hjá Víkingi er manntalið hinvegin ikki heilt so stórt. Hans Jørgen Djurhuus hev- ur framvegis leikbann, og tað sama hevur Símun Louis Jacobsen, eftir at hev- ur rokkið fimm gulum kort- um. Andreas Lava Olsen hevur drigist við skaða sein- astu tvær vikurnar. Hann royndi at koma inn móti HB, men tað riggaði illa, og spurningurin er tí, um hvíldin verður tikin framum hesaferð. Meira enn nakað verður dysturin móti ÍF sæddur sum dysturin, ið skal bjarga KÍ frá niður­ flytingarvandanum. Fuglfirðingar kunnu hinvegin eisini tryggja seg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skal visión 2009 ikki enda við eini roynd at vinna 1. deild, skal dysturin sunnu- dagin vinnast. Somikið einføld eru boð- ini til KÍ, sum tá tekur ímóti ÍF í einum dysti, sum væl kann kallast fyri lagnudystur hjá KÍ. Eisini hóast spurn- ingurin um niðurflyting ikki einans stendur og fellur við hesum dystinum. Men við útidysti í Gøtu og heimadysti móti helst komandi meistaraliðnum eftir á skránni – umframt dystin sunnudagin – so er hetta helst besta høvið hjá KÍ at prógva, at teir eru ein sjálvskrivaður partur av bestu føroysku fótbóltsdeild- ini. Tí vænta áskoðararnir helst, at talan verður arbeiðs- avrik í sama flokki, sum tað var móti B71 fyri tveimum vikum síðani, og so er stóri spurningurin, hvørjar mans Petur Mohr hevur tøkar til stóru uppgávuna. Her hava Eli Nolsøe Leifsson og Rógvi Jacobsen báðir verið darvaðir av skaða, og tað er sera iva- samt, um nakar av teimum verður tøkur, hóast Rógvi uttan iva situr á beinkinum sum ein møguligur jokari at tveita inn, skuldi tørvur verið á einum luftsterkum áleypara til seinast. Hinvegin hevur ÍF eisini sítt at stríðast fyri. Hóast málið um yvirliving í bestu deildini næstan er rokkið, so kann tað enn kiksa, og tí ræður um hjá fuglfirðingun- um at skava sær nøkur stig afturat á kontina. Móti Skála seinast gekk tað soleiðis akkurát, og lítil ivi er um, at arbeiðsavrikið skal vera betri hesaferð, um stig skulu setast inn. Hjá teimum verður Jonn Thomsen aftur at síggja í verjuni, men hinvegin skal nýggjur maður seta liðið saman, tí Albert Ellefsen er burturstaddur við U19- landsliðnum. KÍ-ÍF: Klaksvíkingar halda ondini Stórt trýst hevur verið á KÍ, sum hevur havt eina sera trupla tilveru í ár. Trý stig sunnudagin kunnu tó bera við sær, at spælararnir kunnu draga andan nakað lættari seinastu tvey umførini av landskappingini Skála-Víkingur: Enn livir vónin Marginalarnir hava ikki verið við Skála seinastu umførini. Svørtu skýggini eru tí vorðin alsamt daprari, og nú er tvingandi neyðugt við sigri, um tilveran í Formula- deildini skal bjargast Dystir um vikuskiftið Fótbóltur Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 05.10 EB/S-B36 Lars Müller 05.10 HB-NSÍ Georg Rasmussen 05.10 Skála-Víkingur Ransin Djurhuus 05.10 KÍ-ÍF Dagfinn Olsen 05.10 B71-B68 Petur Reinert 1. deild 04.10 Víkingur-TB Alex Troleis 2. deild 04.10 AB-TB Jóhan P. Michelsen 04.10 Fram-MB Bent T. Linklett 04.10 Víkingur-KÍ Petur Reinert 04.10 07 Vestur-ÍF Jákup M. Kjeld Hondbóltur Sunset-deildin 04.10 StÍF-Tjaldur Karsten/Kristian 05.10 VB-Stjørnan Rúni/Ragnar Atlantic Airways-kappingin 04.10 StÍF-VÍF Karsten/Kristian 05.10 Neistin-Kyndil Sámal/Kári 05.10 H71-KÍF Hans/Hanus Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 04.10 Mjølnir-ÍF TB 04.10 Dráttur-KÍF TB 04.10 SÍ-Fleyr TB