fríggjadagur 3. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Vikuskifti
20
Hanus Kamban er ein maður,
sum hevur lisið, kannað og sæð.
Hann hevur ferðast, upplivað og
undrast. Hann er ósmæðin og
djarvur í sínum málbrúki. Hann
hevur óvæntaðar sjónarvinklar og
associatiónir, har føroyskt, mo-
dernað, klassiskt, popp-beat-rock
og Guinness á Dickens Bar verður
serverað ómakaleyst. Spurningu-
rin er so, um víðsjón er tað sama
sum visión. Neppa. Og tó?
Slært tú á glasið, so hoyrist ein
reinur klingandi tóni í langa tíð
- hetta er krystal uttan rivur ella
bløðrur. Men hvat vil hesin singu-
laritetsins villfalkur siga okkum?
Eksistentialisma og
Terra Incognita
Ein partur av andsmentanini
í yrkingum Hanus Kambans er
leitingin eftir tí eksistentiella.
Í yrkingini ”Heim” verða hesi
tingini søgd púra einfalt við
(næstan) vanligum orðum:
heim rópar sálin heim eg
taki bussin og fari út í býarins
terra incognita og fari av
á skeivum stað
Longu her bivar hjartað, tú ert
farin skeivur, finnur ikki. Longu
her rullar tragedian.
Eisini tað basala og í grun-
dini banala– at fara herfrá – er
viðgjørt. Sum í yrkingini ”Skríg-
gið”, ið at enda hevur hesar
reglur:
hvar at fara?
hvar at vera?
hvar at rýma?
brátt at skýma?
koyggjuhurð smellir: veri her
ongar dyr
Kanska bendir heitið á yrkingini á
Edvard Munch, men hjá mær kom
Salvador Dali ófráboðaður upp úr
eskjuni. Surrealisma?
Av tilvild – kanska - er
arkitektururin í fyrstu yrkingini í
”Brátt ljóma
paukur og
strúkarar
aftur í norði”
Innihaldsliga er nýggja yrkingasavnið hjá Hanusi Kamban,
Café Europa, spennandi og tankavekjandi. Í formi og
arkitekturi originalt og gjøgnumtonkt. Her eru eingir
banalitetir, men víðsjón og europeisk mentan
Ummæli
Rolf Guttesen
Ein visión í sa
málið liva sítt
andliga og ma