Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 190 - 3. oktober 2008 ] Bert FCK eftir FCK er einasta danska liðið, sum er eftir í UEFA-Cup, nú farið verður undir bólkaspælið. Meðan Brøndby mátti lúta fyri Rosenborg, fekk FC Nordsjølland av at vita í Grikkalandi, har teir taptu 5-0 móti Olympiakos. Og tað var um reppið, at FCK fekk heilt stórar trupulleiakr móti FC Moskva. Við 2-1 sigri í skjáttuni hevði FCK annars góð kort undan heimadystinum í gjárkvøldi, men teir vóru aftan fyri 1-0, og eitt russiskt sjálvmál skuldi til, áðrenn FCK fekk javnað til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan av dystinum. Agger til Real Madrid Tað ljóðar nú í sponskum miðlum, at venjarin hjá Real Madrid, Bernd Schuster, ætlar sær at keypa danska Daniel Agger úr Liverpool, har danin seinastu tíðina hevur sitið nógv á beinkinum. Um talan bert er um taktiskt spæla í miðlunum, ella um talan er um ítøkiligar ætlanir, er enn ikki greitt, men tað ljóðar í miðlunum, at danin er tann spælarin, sum Schuster vil hava sum avloysara fyri Fabio Cannavaro. Tó verður eisini mett, at týski Per Mertesacker í Werder Bremen er tann spælarin, sum stendur ovastur á ynskilistanum hjá Schuster. Liktinsteinski landsliðsspælarin, Franz Burgmeier er yrkisleikari í fjórðu­ bestu ensku fótbólts­ deildini. Men tað tók sína tíð at fáa hann til Darlington Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Liktinstein heystar fruktir- nar av, at landið hevur lands- liðsleikarar, sum spæla fót- bólt uttanfyri liktinsteinsku landoddarnar. Mario Frick spælir í italska felagnum, Siena. Málverjin, Peter Jehle spælir í FC Tours í næstbestu fronsku fótbólts- deildini, og Thomas Beck spælir við Feldkirch í Eyst- urríki. Liktinstein hevur eisini ein landsliðsspælara, sum er yrkisspælari í fjórð- bestu ensku fótbóltsdeildini – League Two. Talan er um Franz Burgmeier, sum spæl- ir við Darlington FC. Dar- lington FC – sum er stovnað í 1883 - er lítlibeiggjin hjá Newcastle, Middlesbrough og Sunderland í Norðureyst- ur-Onglandi. Burgmeier hevur áður spælt við sveis- isku feløgunum, Aarau og Basel. Abbasonur skapti áhugan Nógvir landsliðsspælarar úr nógvum ymiskum lond- um hava spælt við New- castle, Sunderland og Middlesbrough, men ikki er líka vanligt við landsliðs- spælarum í Darlington FC, sum í skrivandi stund er nr. 8 við 11 stigum í fjórðubestu ensku fótbóltsdeildini. For- maðurin í Darlington FC eitur George Houghton. Tá Ongland og Liktinstein spældu EM-undankapping- ardyst ímóti Onglandi á Old Trafford í Manchester í 2003 varð Franz Burgmeier millum teir mest eyðsýndu í dystinum, har Liktinstein tapti heiðurliga 0-2. Ein, sum var bergtikin av Franz Burgmeier, varð abbasonur- in hjá George Houghton, Max Houghton, sum tá bert varð 7 ára gamal. Max helt, at Burgmeier minti nógv um Michael Essien hjá Chelsea, og hann orðaði við abba sín, at Darlington FC átti at gjørt sáttmála við Franz Burgmeier. George Houghton fór beinavegin í gongd við at kanna møgu- leikarnar. Stjórin í Darling- ton FC, David Jones hevur so síðani 2003 fylgt við gongdini hjá Bergmeier. Hesi fimm árini hevur Burg- meier so spælt við Vaduz, Aarau og Basel í næstbestu og bestu sveisisku fótbólts- deildini. Kendi Darlington Tíðliga í summar høvdu teir í Darlington samband við fyrrverandi Tottenham- venjaran, Christian Gross, sum gjørdi greitt, at framtíð- in hjá Burgmeier ikki long- ur lá í Basel. Fronsku Metz, og ymisk feløg í Sveis bjóð- aðu Burgmeier ein sáttmála, men tá Darlington bjóðaði honum eina royndarvenjing valdi Burgmeier at fara til Onglands. Í dag er Burg- meier fegin um, at hann valdi Darlington. Hóast Dar- lington ikki er eitt eins kent felag, sum grannarnir New- castle, Middlesbrough og Sunderland, so varð Franz Burgmeier væl vitandi um felagið. Høvuðsvenjarin hjá Darlington, Dave Penney varð hugtikin av tí hann sá undir royndarvenjingini hjá Burgmeier. Partarnir skriv- aðu undir ein sáttmála, og síðani kappingarbyrjan hev- ur Franz Burgmeier verið ein av grundstuðlunum á liðnum hjá Darlington. Mill- um áskoðarnar hjá Darling- ton er Burgmeier vorðin ein stór hetja. Liktinsteinsbúgv- in trívist eisini væl í Dar- lington. - Lívshátturin er øðrvísi, enn í Liktinstein og Sveis, men fólk eru sera vinarlig her, og spælarnir gera alt fyri at hjálpa mær. Mær dámar væl bretska lívshátt- in, her býr gott fólk, sum ikki ganga runt og gruna yvir alt, Sigur Franz Burg- meier við BBC. Enn hevur Burgmeier ikki roynt at drekka enskt te, og hann hevur til góðar at fara ein túr á enska pub. Burgmeier heldur tað er stuttligt at spæla í einari ligu, har fólk veruliga sita nær við vøllin, so ein veru- liga kann kenna atmosfer- una. Longu í fyrsta heima- dystinum ímóti Port Vale úr Stoke skoraði Burgmeier mál fyri Darlington, og legði hann upp til hitt málið hjá Darlington í einum dysti, sum Darlington vann 2-1. Burgmeier hevur stað- ið seg væl í nógvum dyst- um, men ikki alt er full- komið. Ikki alt er fullkomið Tað hevur regnað illa í Norðureystur-Onglandi, og tann 26 ára gamli liktin- steinsbúgvin saknar fjøllini í Liktinstein og Sveis. Men Burgmeier livir út sín dreym at sleppa at spæla yrkisfótbólt í Onglandi. Bergmeier hevur spælt 48 landsdystir, og skorað 7 mál fyri Liktinstein. Besta minnið hjá Bergmeier er 2- 2 javnleikurin ímóti Portu- gal á heysti í 2004 í HM- undankappingini. Her stríddist hann við Christiano Ronaldo og Paolo Ferreira. Burgmeier vónar, at Dar- lington kann vinna sær upp- flyting til eina hægri deild. - Eg haldi avgjørt, at Dar- lington skuldi verið í einari hægri deild. Hygg eftir leikvøllinum! Felagið hoyrir heima í League One ella í The Championship, sigur Franz Burgmeier avgjørdur. Tað skuldi ganga fimm ár, áðrenn Darlington FC fekk Franz Burgmeier í sín hóp. Tann nú 12 ára gamli Max Houghton er ovurfegin, tað er honum fyri at takka, at FC Darling- ton nakrantíð fekk áhuga fyri Franz Burgmei- er. Nógvar forkunnugar søgur eru í fótbólti. Úr Liktinstein til Darlington Enn hevur Franz Burgmeier ikki drukkið the ella verið á pub, men hann sigur seg kortini stórtrívast í enskum fótbólti Fótbóltur Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 24 16 - 3 - 5 47 27 20 51 2 HB 24 12 - 6 - 6 51 21 30 42 3 B36 24 12 - 6 - 6 27 17 10 42 4 NSÍ 24 12 - 5 - 7 37 30 7 41 5 Víkingur 24 10 - 5 - 9 40 32 8 35 6 B68 24 11 - 2 - 11 21 33 -12 35 7 ÍF 24 8 - 3 - 13 29 42 -13 27 8 KÍ 24 6 - 6 - 12 27 36 -9 24 9 B71 24 6 - 3 - 15 24 44 -20 21 10 Skála 24 4 - 7 - 13 20 41 -21 19 Seinastu seks dystirnir vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 6 4 - 1 - 1 19 6 13 13 2 NSÍ 6 4 - 1 - 1 11 6 5 13 3 EB/S 6 4 - 1 - 1 12 8 4 13 4 B68 6 4 - 0 - 2 7 5 2 12 5 B36 6 4 - 0 - 2 6 4 2 12 6 ÍF 6 2 - 1 - 3 6 9 -3 7 7 Víkingur 6 2 - 0 - 4 10 11 -1 6 8 KÍ 6 1 - 1 - 4 4 8 -4 4 9 Skála 6 1 - 1 - 4 5 12 -7 4 10 B71 6 1 - 0 - 5 3 14 -11 3 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 07 Vestur 24 18 - 2 - 4 101 32 69 56 2 VB/S 24 18 - 2 - 4 59 23 36 56 3 AB 24 18 - 1 - 5 85 31 54 55 4 TB 23 14 - 3 - 6 57 19 38 45 5 Víkingur 23 8 - 3 - 12 31 66 -35 27 6 NSÍ 24 6 - 5 - 13 44 65 -21 23 7 HB 23 5 - 7 - 11 27 46 -19 22 8 B68 24 6 - 3 - 15 44 60 -16 21 9 KÍ 23 5 - 3 - 15 30 74 -44 18 10 EB/S 24 5 - 1 - 18 23 85 -62 16 Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 2 1 - 1 - 0 55 42 13 3 2 VB 1 1 - 0 - 0 31 19 12 2 3 Stjørnan 1 1 - 0 - 0 28 18 10 2 4 Tjaldur 1 0 - 1 - 0 25 25 0 1 5 StÍF 1 0 - 0 - 1 18 28 -10 0 6 Kyndil 2 0 - 0 - 2 36 61 -25 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 H71 1 1 - 0 - 0 35 21 14 2 2 VÍF 1 1 - 0 - 0 34 28 6 2 3 StÍF 1 1 - 0 - 0 24 21 3 2 4 KÍF 1 0 - 0 - 1 21 24 -3 0 5 Neistin 1 0 - 0 - 1 28 34 -6 0 6 Kyndil 1 0 - 0 - 1 21 35 -14 0