Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Nr. 190 • 3. oktober 2008 savninum ”Heimahøllin” næstan tann sama sum í yrkingini ”Grøvin hjá H.P. Lovecraft” (báðar hava fýra deildir við 4-4-3-3 reglum). Tann fyrra endar so: her livst í æli ælasliti ekka og dýrd til hann sum rekur hugans grindir av hongslum finst matur her og drekka Kann lesast sum ein positiv resi- gnatión - tað kundi verið so gott, um ... ? Ja, ’ger borglið breið’. Hvør ið hesin Lovecraft, sum spøkir fleiri ferðir, er, havi eg ikki kunna googlað meg fram til enn. Seinna yrkingin hevur hendan enda, sum er meira civilisatións- pessimistisk at vestmanna veldi er jøkil á rók sum króktímans gudleysi íbinviðar vongur skal kveistra sum pu úr alheims bók Andsmentan ella Religiøsitetur? Verður yrkingin ”Menniskjuson- urin” lisin fyri áljóðandi, kundi man stempla yrkjaran sum ateist. Kanska er hann tað. Mær er tað ikki so áhugavert. Fyrstanin ljóðar soleiðis: alt hetta roksið við ediki spjóti í síðuni og uppreisn triðja dagin so bygdasliga passé í dag vita vit betur í kjallaranum í Samarkand lora vit hugtiknir tað livandi páskalambið niður í tann spruttheita pottin dagin eftir á borðinum hjá tannvátum evangelistum í Richmond og Dallas og í Havn Eg lesi hetta meira sum eitt nei til banala uttanatslæru, halleluja- fascismu og konformitet. Um eg týði Hanus Kamban rætt, so er hetta ikki anti-religiøsitetur (re-ligión: tað sum bindur saman). Meira ein háloving av umtanka og eftirtanka - ein roynd at brúka ta gávu, vit hava fingið: evnini at undrast, at seta spurningar, at hugsa seg um og ikki minst: dirvið at siga frá okkara tankum. Ella bara háloving av andsmentan? Veri sál tín trygg veri lund tín kvirr kom við mær og grynn har tú ei grynti fyrr Ufo-Galskapur í Garnatálg Við elegantum, yvirberandi eygna- brá profanerar hann ta brutalu nationalismuna og tað grunna Jet-settið, til dømis í yrkingini ”Skuggastjórn” har garpar sum Dunganon yngri, Hálvtummil, Tvey upp og eitt í Mentu, Ravnapól og Lucia Theresa von Löwenfelse verða negld upp á steyran. Niður úr sólsurksins glámlýsi mær landi og tjóð til verndar ufoanna ótaldu fjøldir Somuleiðis fáa ”Tíðarprinsar” av at vita: andlitsleys egghøvd við Brecht-stapum og ossetiskum kakulakk-mustasjum við ”konseptum” og ”synergieffektum” og ”branding” og ”boom ”So many different suns” Eitt fyribrigdi er í yrkingum Hanus Kambans, sum annars sjáldan sæst. Hann kennir plantur og nøvn teirra bæði í bø og haga. Annars er gróðurreins ofta betri kent enn snjósølja Men her: Ribesrun- nar, arnica, eirisgras, hjálpirót, gloymmegei, tistil, kattarklógv og eygnagras. Ella sum í »Stygian Orchid« har hann býtir kápukonu, børkubónda, mariustakk út til vinkonur. Men móti endanum tekur yrkingin eina vend móti Dire Straits - kanska: meðan bróðir brýnir øks móti bróðir … never- more Knopfler syngur: We’re fools to make war on our brothers in arms Sjaldsamur Arkitekturur Her hugsi eg um formin, hvussu yrkingar eru uppbygdar. Hyggur tú at síðunum, so líkist teksturin oftast vanligum yrkingum, men eru tað ikki altíð. Í støðum eru fastir versaføtur og endarím, sum tá hjá rímar uppá brá, og ramir uppá hamir. Og kanska fæst fornemilsi av vanligum enda-rímum, tí ”en- darnir” ríma. Men er tað heldur so, at endarnir rýma? Tá ber ikki til at liða yrkingina sundur í ørin- dir, men tað verður ein spontan heild, sum registrerast ”synte- tiskt”, sum Kant vildi sagt. Eitt nú í yrkingini ”Myndahøggarin”, har eg finni eitt festi, og haldi fram soleiðis: … einbúgvin tann høviska hvørs hurða- hongsl ofta ríktu… Orðið hurða-hongsl verdur brotið av, tí arkitektururin krevur eitt rím uppá furða. Á hinum extremitetinum stendur ”Tann samanklamsiligi”, ein yrking ella bara eitt stykki, hvørki vers, rím knekkprosa ella setningar. Fjúrtan langar reglur um ein violinkassa. Ríkidømi í Málinum Ein visión í hesum savni - soleiðis síggi eg tað - er at lata málið liva sítt natúrliga lív, sum ein ævigt broytiligur partur av andliga og materiella veruleikanum. Eitt er tann eksisterandi veruleikin og følilsir hjá menniskjum, næsta er okkara sansing og tankar um hetta, og so koma okkara orð og setningar – málið, sum at enda verða rekonstruerað í eina grammatikk og ortografi. Fyri hvørt stigið minkar komplexiteturin og ríkidømið. Lívsins upphav er ikki ein nevndarsamtykt, men tann pulserandi universelli veruleikin. Skal yrkjarin hava Euklid, Goethe, Gratefull Death, Kant, Kepler, Lennon, Mann, Marx og Praxiteles inn í universið, so noyðist hann út í stóru verð. Eg hefti meg beinanvegin við navnið á yrkingasavninum. Café Europa. Ein provokatión? Natúrligur partur av veruleikanum. Probaton er enntá skrivað við greskum bókstavum. Er tað at gera seg upp - ella víðsjón? Janus og Hanus Loyvi mær at siga, at Janus Djurhuus hevði ta klassisku romersk-greksku mentanina sum barlast í sínum skaldskapi. Men Hanus Kamban hevur ta europeisku, humanistisku mentanina sum viðføri og sjónarring. Tí er hetta yrkingasavn ein dýrgripur at fáa. Vit eru komin aftur til tað vakra, ríka og søguríka europeiska landslagið í Toscana. So kunna vit – kanska – stilla svøltin eftir lands míns angandi kroppi - á Grote Markt, hví ikki? avninum ”Café Europa” hjá Hanusi Kamban er at lata t natúrliga lív sum ein ævigt broytiligur partur av ateriella veruleikanum