Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 165 - 29. august 2001 Nr. 165 - 29. august 2001 7 Sunnukvøldið hin 26. august 2001 andaðist Marita bert 60 ára gomul, óvæntað tíðliga at døma eftir tí áræði og teimum avrikum, sum hon sýndi í lívinum. Hon var sum fólk óvanliga virkin, ágrýtin og dugnalig í sínum persónliga, familjuliga eins væl og politiska og fakliga lívið. Lærari, fakfelags- kvinna, politikari upp á hægstu tindar, stovns- leiðari innan sítt yrki og nú í seinastuni byrjandi privatpsykologiskt viðutaluvirki. Alt hetta er og verður ivaleyst væl og virðiliga ummælt í øðrum við- fangi, og skal eg tí av- marka meg til tað, sum hon í seinastuni var fyri sálarfrøðina í Føroyum. Marita var uppruna- liga lærari, virkaði sum so í mong ár og fekk tann vegin helst ans fyri og serliga ábyrgdar- kenslu fyri børnum og ungum við trupulleik- um í viðbót til lívið sjálvt. Meðan hon enn virk- aði sum lærari í Komm- unuskúlanum fór hon undir at lesa til skúla- sálarfrøðing. Í tí sambandi untist mær eitt skifti at vera stuðuls- lærari hjá henni til psykologlesturin, og minnist eg aftur á í tí sambandi, hvussu ovfarnan eg kendi meg at vera av, at her var ein púra vanlig húsmóðir við ábyrgd fyri manni, trimum synum í tannáringaárum, sínum gomlu foreldrum í kjallaranum umframt fullum dags- arbeiði sum lærari, og sum afturat øllum hesum orkaði at lesa til sálarfrøðing, lesa heima við hús við stuðuls- lærara umframt tíðum ferðast niður til lestur og próv- tøkur og fáa alt at hanga væl saman umframt at lúka prógv. Tað greiddi Marita sjálvsagt eisini við góðum úrsliti. Seinni untist okkum á psykiatrisku deild at hava Maritu í starvsvenjing at nema sær royndir, so hon seinni kundi gerast før fyri at virka meira alment sum psykologur, og gjørdi hon seg tá sum allar staðir áður galdandi við síni fyrikomandi, fryntligu og kompet- entu framferð. So mikið megna bert úrmælingar, og í Maritusa føri megnarkvinna og konubrot. Henda førleika, hetta dirvi og áræði kendu vit jú aftur í hennara slóðbrótandi yrki innan kvinnumál, yrkisfelagsarbeiði og politikk, sum helst fær sína um- røðu aðrastaðni. Tí vil eg vegna felagið Føroyskir sálarfrøðingar av- marka meg til hennara ótrúliga íblástur, ábyrgd og avrik innan henda felagsskap í Føroyum. Tað var heilt greitt Marita, sum tók á seg at savna psykologar í Føroyum í fakfelagsskap at verja felags áhugamál og tryggja fakligan íblástur. Marita var heilt natúrliga fyrsti formaður í hesum fámenta liði, og nú í afturskininum er sjónligt, at hon eins og aðrastaðni gjørdist hitt ótroyttiliga lokomotivið, sum fekk ta neyðugu menningina á skaftið. Felagsins lógarsmíð og kunngerðir eru hennara verk, síðani hon heilt einfalt í tí føri var von við poli- tikk, fakfelagsarbeiði og stovnsleiðaravirksemi. Eftir Maritu lógu og liggja eingir snøklar. Hon var í øllum verki holl og reiðilig, fakliga og menniskjansliga fult kompetent. Í felagnum hevur Marita verið okkum ein sera íðin og dugnaligur slóðari og ráðgevi og mangan sjálvboðin tikið á seg tyngstu byrðarnar, tó uttan at vena seg undir byrðuni, men tvørturímóti við framhaldandi eldhuga, brosi og skemti afturvið. Marita var av lyndi lítillætin og sera óstoltur persónur. Hóast lutfalsliga ung í sálarfrøðihøpi fataðu vit hana kortini mest sum ein nestor við tilsvarandi virðing. Men skjótt er Harranum um: Fyri minni enn ári síðani var hon framvegis stjóri á Sernámsdeplinum, og vóru vit øll somul, starvsfelag- ar, fakfelagar, familja, vinir og kenningar í einum rimmar gildi, tá hon fylti 60 ár. Hon var tá farin úr pol- itikki (tað var hennara val) og síðani tá segði hon seg eisini frá sum stjóri á Sernámsdeplinum, og hon var so smátt farin at fóta sær aftur við tí, sum henni hevði ligið leingi á sinni, nevniliga eini sálarførðiligari við- gerðar- og ráðgevingarstovu á privatum støði. Hon hevði jú leingi skikkað seg til tess, og lógu børn og familjur við sálarligum trupulleikum henni nógv á sinni. Henni fyri at takka var eisini ein sáttmáli ímillum sjúkrakassan og psykologar komin undir land. Men nú vildi lagnan tað altso øðrvísi fyri Maritusa viðkomandi, og Harrin valdi at taka hana heim frá familju, starvsfeløgum, vinum og kenningum. Hjá okkum í tí fámenta sálarfrøðingafelagnum kennist tað so, at »har fá ljós brenna undir lágari lon…« Tískil er saknurin av Maritu Petersen hjá okkum øllum so ómetaliga bráður og svárur, tó at hann er greitt tyngstur hjá manni, synum, ommubørnum og familju annars, og fara vit ikki skeiv so hjá heilt stór- ari fjøld av Føroya fólki, sum minnast Maritu Petersen fyri hennara ótrúliga ágrýtni, dirvi, avrik og reiðilig- heit sum politikari, yrkisfólk og menniskja. Signað verið minnið um Maritu Petersen. Vegna yrkisfelag Føroyskir sálarfrøðingar EyJo Maritu Sámalsdóttir Petersen til minnis Tað er so nógv at takka tær fyri. Tað kennist so tómt at vita, at tú ikki ert millum okkum meira. Tað er so tómligt at vita, at tú ikki verður við longur, tá ið politiskar avgerðir skulu takast í flokkinum. Við tær hava vit mist eina fyrimynd, eina megnar kvinnu og ein dyggan stuðul. Tú hevur víst, at tað er neyðugt, at bæði kynini eru umboðað, og at bestu avgerðinar verða tiknar tá ið bæði kynini eru við. Eftir árlangt stríð eydnaðist tað tær, at geva okkum Javnstøðulógina. Stóra takk fyri tað. Tað var ein stórur dagur, tá ið tað í 1993 eydnaðist at fáa teg valda sum forkvinnu í Javnaðarflokkinum. Tað var ikki eitt lætt stríð, men tað eydnaðist. Og vit kundu tá fegnast um, at tað bar til, at fáa eina kvinnu valda, eisini á ovastu rókina.. Tú var fyrsta kvinna sum gjørdist Løgmaður og Løgtingsforkvinna. Áðrenn hetta var tú eisini fyrsta kvinna sum tók við formannsstarvinum í Føroya Lærarafelag. Tú hevur veruliga víst, at kvinnur eru minst líka so dugnaligar sum menn. Við tær hava vit mist ein dyggan stuðul, eina fyri- mynd og eina megnar kvinnu. Til tykkum sum eftir sita, vil eg lýsa mína djúpastu samkenslu. Marita, tú vísti, at tað ber til. Takk fyri. Elin Lindenskov Góða Marita! Nikolaj Bor- dyuzha, russiskur sendiharri í Danmark og fyrr- verandi ráðgevi hjá Boris Jeltsin, kom týsdagin til Føroya á almenna vitjan VITJAN John Johannessen Samstarvsviðurskiftini millum Føroyar og Russland sum heild vera á skránni, tá russ- iski sendiharrin, Nikolaj Bordyuzha, mikumorg- unin skal hitta løgmann í Tinganesi. Nikolaj Bordyuzha, sum var ein av ovastu ráðgevunum hjá fyrr- verandi forsetanum, Boris Jeltsin, kom til Føroya við rutuflogfari fyrrapartin í gjár. Umframt at tosa við løgmann um samstarvs- viðurskifti, skal russiski sendiharrin hitta umboð fyri Fiskimálastýrið, Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, umboð fyri vinnuna og aðrar myndugleikar. Nógv samstarv við russar Føroyska samstarvið við russar er sambært Løgmansskrivstovuni nógv økt seinastu árini. Vit hava nógv størri samstarv við Russland, enn vit hava við stór- veldið vestanfyri, USA. Nógv bendir eisini á, at samstarvið við russ- land fer at økjast enn meira. Arbeitt verður í løtuni við einum frí- handilssáttmála við Russland, ið uttan iva fer at verða til stóran fyrimuns fyri føroyska vinnu. Og russiski sendi- harrin skal eisini hitta ein part av føroysku vinnuni. Hann skal eta og fundast saman við Føroya Reiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevara- felag. Russiski sendiharrin hevur trý fólk í fylgi við sær á ferðini í Føroyum. Sendiharrin fer avstað aftur fríggjakvøldið. Ráðgevi Jeltsins vitjar løgmann – Eg fari altíð at minnast Maritu Pet- ersen fyri hennara menninskjansskap, hennara evni til at liva seg inn í tingini og hennara heita, bankandi hjarta fyri føroyska fólkinum. Soleiðis sigur danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmus- sen, millum annað í minningargrein um Maritu Petersen, fyrr- verandi løgmann ANDLÁT John Johannessen Poul Nyrup Rasmussen gjørdist danskur forsætis- ráðharri um somu tíð, sum Marita Petersen gjørdist fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya. Tey bæði vórðu eisini beinan vegin tveitt út í harðar samráðingar í sam- bandi við sváru kreppuna í Føroyum. Hetta ger, at danski for- sætisráðharrin minnist Maritu Petersen serliga væl. Í tíðindaskrivi við minningarorðum um Mar- itu Petersen skrivar Poul Nyrup Rasmussen, at hann við stórum harmi hevur hoyrt, at Marita Petersen er deyð. Hevði dirvi – Marita Petersen gjørdist í januar 1993 tann fyrsti kvinnuligi løgmaðurin í Føroyum og stutt eftir for- maður fyri føroyska Javn- aðarflokkin. Vit tóku við okkara størvum umleið samstundis í ávikavist stjórn og landsstýri, og fingu tí frá byrjan eitt djúp- tøkið samstarv. – Marita Petersen tók yv- ir løgmanssessin í eini tíð, har tað føroyska samfelagið var í einari djúpari kreppu. Tað máttu takast nógvar og harðar avgerðir í mánaðun- um, sum komu, og Marita Petersen bleiv, sum leiðari av landsstýrinum, tann, sum mátti bera avgerðirnar ígjøgnum. – Tær tungu avgerðirnar blivu tiknar við stórum dirvi og ábyrgdarkenslu, sigur Poul Nyrup Rasmus- sen. Hevur stóra virðing Danski forsætisráðharrin sigur, at hann og restin av limunum í stjórnini høvdu stóra virðing fyri Maritu Petersen, sum við dugnalig- heit og við greiðum yvirliti megnaði at finna og gjøgn- umføra neyðugu loysnirnar, sum eyðkenna ein dugna- ligan politiskan leiðara. – Eg fari altíð at minnast Maritu Petersen fyri henn- ara menniskjaskap, hennara stóru evni til at liva seg inn í tingini og hennara heita og bankandi hjarta fyri før- oyska fólkinum – serliga fyri menniskjum við teim- um harðastu arbeiðsviður- skiftunum og liviumstøðu- num. – Eg lati mína djúpastu virðing og tankar til familj- una hjá Maritu Petersen, sigur Poul Nyrup Rasmus- sen. – Ærað verið minnið um Maritu Petersen, endar tíð- indaskrivið frá danska for- sætisráðharranum. Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá danska for- sætisráðharranum, um møguleiki er fyri, at hann kemur til Føroya til jarðar- ferðina. Men hetta er ikki greitt enn. – Um forsætisráðharrin ella onkur annar av stórnini kemur til Føroya til jarðar- ferð, skulu tit nokk fáa boð um tað áðrenn, eru boðini frá skrivaranum hjá danska forsætisráðharranum. Marita Petersen, fyrr- verandi løgmaður, fer til gravar úr Vestur- kirkjuni hósdagin JARÐARFERÐ John Johannessen Jarðarferðin hjá fyrrverandi løgmanni Føroya, Maritu Petersen, verður úr Vestur- kirkjuni tórsdagin klokkan 14. Tað verður Marjun Bæk, prestur, ið heldur jarðar- ferðarguðstænastuna. Mar- jun Bæk er ættað úr Vági, eins og Marita Petersen. Á grøvini fer GHM at spæla til sálmasangin. Tað er enn ikki greitt, um nakað annað líknandi tiltak verður í sambandi við jarðarferð- ina. Men Kári Petersen, einkjumaður eftir Maritu, sigur, at nógv hava bjóðað seg fram at sýna Maritu Petersen seinasta heiðurin við ymiskum tiltøkum. Í Tinganesi verður flagg- að í hálvari stong hósdagin, eins og børan við Maritu Petersen fær stóran krans við háttíðariligari áskrift. Hetta er vanlig manna- gongd, tá ein fyrrverandi løgmaður fer til gravar, sig- ur Maiken Poulsen, proto- kollfúltrúði í Tinganesi. Poul Nyrup Rasmussen: Eg fari altíð at minnast Maritu Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, minnist Maritu Petersen sum ein dugnaligan politiskan leiðara Jarðarferðin verður hósdagin Vesturkirkjan í Havn verður karmur um jarðarferðina hjá fyrrverandi løgmanni Føroya, Maritu Petersen C M Y K 7 6