týsdagur 4. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Allan Simonsen held-
ur møguleika vera
fyri, at vánaligu um-
støðurnar leygardag-
in fara at kennast aft-
ur í annaðkvøld
TÍÐINDAFUNDUR
Jóannes Hansen
Sum vera man var venjarin
hjá føroyska landsliðnum,
Allan Simonsen, væl nøgd-
ur eftir lokið stríð leygar-
kvøldið.
– Vit kunnu ikki annað
enn vera nøgdir við at hava
vunnið ein HM undankapp-
ingardyst.
Umstøðurnar
vóru ikki til fótbóltsspæl.
Tað var spell, at tað skuldi
bera soleiðis á. Meðan vit
hava fyrireikað okkum til
hendan dystin, hava verður
umstøðurnar verið góðar.
Allan Simonsen vildi
ikki draga nakran spælara
framum nakran annan, men
staðfesti, at undir teimum
umstøðum, sum vóru, so
høvdu allir víst tað, sum
roknast kundi við:
– Nú verður uppgávan at
fáa møðina úr kroppinum,
áðrenn vit mikukvøldið
skulu spæla ímóti Russ-
landi. At vøllurin var so
vátur og tungur kann fara at
vísa seg at kennast kom-
andi dagarnar. Spælararnir
eru ivaleyst móðari, enn
teir høvdu verið undir van-
ligum umstøðum.
Hví skifti tú Súna Olsen
út?
– Hann var eitt sindur
eymur í øðrum lærinum, og
so gjørdu vit av at seta Heð-
in á Lakjuni inn í vinstru
síðu.
Ivaðist tú í at gera onkra
aðra útskifting eisini?
– Kurt Mørkøre hitaði
upp, tí vit ætlaðu at seta
hann inn í álopið. Vit tos-
aðu um at seta John Peter-
sen aftur á miðvøllin og so
at seta Kurt Mørkøre í
plássið hjá honum. Tað
gjørdu vit, tí vit hildu, at
tað var neyðugt við eitt
sindur størri tyngd í brots-
teiginum hjá teimum. Men
so vísti tað seg sum um, at
tað gekk rætta vegin, og tá
vit høvdu fingið málið var
eingin orsøk at skifta út.
Hvat var taktiska út-
gangsstøði?
– Undir hasum umstøð-
unum var tað heilt einfalt.
Tað ráddi um at syrgja fyri,
at bólturin ikki kom í nánd
av okkara máli, og at hann
var so nær upp at teirra
málið, sum tað bar til. Tað
var týðuligt, at um eitt mál
skuldi koma, so fór tað at
vera eftir eina tilvildarliga
støðu ella í sambandi við
ein deyðbólt, og so ráddi
um, at tað gekk fyri seg í
rætta endanum.
Hálvt hundrað ferðir
Dysturin mikukvøldið var
tann 50. hjá Allani Simon-
sen saman við føroyska
landsliðnum. Hetta var átt-
anda ferðin, at føroyingar
og Allan Simonsen vunnu.
Sjey ferðir hevur tað verið
javnt, og 35 ferðir hevur
landsliðið tapt, síðani Allan
Simonsen í 1994 gjørdist
landsliðsvenjari. Málmun-
urin er 37–117.
Átta umboð fyri pressuna
í Luksemborg vóru við í
Føroyum, og teir vildu hava
Allan Simonsen at siga
teimum, um hann fer at
halda fram sum landsliðs-
venjari.
Sáttmálaskeiðið
hjá FSF og Allani Simon-
sen verður lokið, tá síðsti
dysturin í HM undankapp-
ingini – tað verður í
Slovenia leygardagin 6.
oktober – er spældur. Men
tað vildi Allan ikki svara
uppá:
– Vit hava ikki tosað um
tann spurningin enn, var
svarið, sum væl nøgdi venj-
arin hjá føroyska liðnum
hevði leygarkvøldið.
Vónbrotni venjarin
hjá Luksemborg, Paul
Philipp, helt ikki, at
veðurlíkindini vóru
til at spæla fótbólt
leygardagin
TÍÐINDAFUNDUR
Jóannes Hansen
Venjarin hjá Luksemborg
hevur verið longri í venj-
arastarvinum, enn nakar
annan landsliðsvenjari í
Europa. Hann er ættaður úr
Luksemborg, og hann var
landsliðsspælari í sjeyti
árunum. Síðani 1985 hevur
hann verið landsliðsvenjari.
Leygardagin sást hann
undir dystinum alla tíðina
at veipa við ørmunum og at
tosa við fjórða dómaran, tá
tað bar til. Tað var týðuligt,
at venjarin ikki var nøgdur,
og á tíðindafundinum var
hann sera vónbrotin:
– Eg havi ongar viðmerk-
ingar til fótbóltsspælið. Tað
var einki fótbóltsspæl at
síggja, tí umstøðurnar vóru
ikki at spæla fótbólt í,
staðfesti Paul Philipp, sum
síðani tosaði eina rúgvu um
veðrið.
Tá Føroyar og Luksem-
borg 24. mars spældu í
Luksemborg, regnaði tað
illa, og vøllurin var tungur,
men venjarin helt ikki, at
veðurumstøðurnar kundu
sammetast, og hann segði
seg ikki hava verið í so-
vornum fótbólts ódnar-
veðrið tey sekstan árini,
sum hann hevur verið
landsliðsvenjari.
Langt síðani seinast
Tað var einki at siga til, at
venjarin hjá Luksemborg
var vónbrotin. Sjálvandi
hevði avrikið verið øðrvísi,
um veðrið hevði verið øðr-
vísi, men tað er lítið sann-
líkt, at úrslitið hevði verið
gestunum meiri til fyri-
munar.
Men venjarin hevði vón-
að og billað sær inn, at tað
hesa ferð skuldi eydnast at
vinna sigurin, sum hann og
hini í Luksemborg hava
bíðað eftir síðani 1995.
Í undankappingini til EM
endaspælið í Onglandi í
1996 vann Luksemborg
tríggjar dystir. Teir vunnu
tvær ferðir 1–0 á Malta, og
so eydnaðist teimum á
heimavølli at vinna 1–0 á
Kekkia, sum í EM enda-
spælinum í Onglandi kom í
finaluna, har teir taptu
ímóti Týskalandi.
Síðani tá hevur tað
ongantíð eydnast Luksem-
borg at vinna. Tá teir í HM
undankappingini komu í
bólk saman við Føroyum
høvdu teir vónað, at tað
aftur skuldi eydnast at
vinna. Nú eru báðir dyst-
irnir spældir. Føroyar hava
vunnið 2–0 og 1–0, og tað
sigur seg sjálvt, at teir í
Luksemborg eru vónbrotn-
ir.
Nr. 169 • týsdagur • 3. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Stríðið kann kosta í morgin
Ikki upplivað sovorðið í 16 ár
– Eg havi ongar viðmerk-
ingar til fótbóltsspælið. Tað
var einki fótbóltsspæl at
síggja, tí umstøðurnar vóru
ikki at spæla fótbólt í,
staðfesti Paul Philipp eftir
dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Allan Simonsen hevði rundan dag leygardagin, tá hann fyri
50. ferð stóð á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
13
12
Nr. 169 - 4. september 2001
Um nakrar mánaðir
byrja 34 børn í barna-
garðinum hjá Føroya
Tele
DAGSTOVNUR
Turið Kjølbro
Barnagarðurin hjá Føroya
Tele verður veruleiki fyrst í
komandi ári. Fyrst í hesum
árinum keypti Føroya Tele
sethúsini við Sundveg 3 í
Havn. Tey verða nú um-
væld og gjørd til barnagarð.
Í hesum døgum søkir Tórs-
havnar
kommuna
eftir
leiðara til stovnin at byrja
1. desember. Ætlanin var
annars at stovnurin skuldi
lata upp eftir summar-
steðgin í ár, men hetta hev-
ur av eini ella aðrari
orsøkin ikki verið møgu-
ligt.
Stovnurin fer at hýsa 34
børnum undir skúlaaldri.
Helmingurin av børnunum
vera børn hjá starvsfólki á
Føroya Tele. Hini plássini
vera latin børnum, sum
frammanundan standa á
bíðilista hjá Tórshavnar
kommunu.
Barnagarðurin hjá Før-
oya Tele, sum verður skip-
aður
sum
sjálvsognar-
stovnur, er fyrsti av sínum
slagi í Føroyum. Føroya
Tele hevur leingi havt í um-
búna at keypa hús til barna-
garð, men hevur havt
trupult við at finna eini
egnað hús.
- Fólkaskúlin hevur
brúk fyri einum
landsstýrismanni við
ambisjónum. Áhugin
fyri fólkaskúlanum er
lítil, og eingin spyr,
hvussu hann hevur
tað, sigur Katrin Dahl
Jakobsen, løgtings-
kvinna
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Hóast støðan viðvíkjandi
fígging og kørmum í før-
oyska fólkaskúlanum í dag
er hættislig og ótrygg, og
ymiskt, sum er álagt við
lóg, ikki ber til at gjøgnum-
føra vegna vantandi pengar,
eigur
fólkaskúlin
ikki
nógvar røddir á løgtingi.
Teir fýra fyrispurningarnir,
sum hava verið um fólka-
skúlan, eigur Katrin Dahl
Jakobsen, løgtingskvinna
fyri Javnaðarflokkin.
- Áhugin hjá Mentamála-
stýrinum fyri fólkaskúlan-
um er lítil, sigur Katrin
Dahl Jakobsen, sum heldur,
at landsstýrismaðurin í
mentamálum átti í nógv
størri mun lurtað eftir
skúlafólki.
- Eingin spyr, hvussu
skúlin hevur tað. Hjá løg-
tingsfólki og øðrum við
hevði verið áhugavert at
fingið at vita nærri, hvussu
fólkaskúlin hevur tað kring
landið. Hvussu klára ymsu
skúlarnir kring landið eitt
nú at fylgja við, hvussu
stendur
til
við
kunningartøkni á skúlun-
um, og sum heild at eftir-
meta, áðrenn nýggj ting
verða sett í verk. Kunningin
frá
Mentamálastýrinum,
hvussu skúlin hevur tað, er
alt ov lítil, og tað er sera
óheppið, sigur Katrin Dahl
Jakobsen.
Tað tænir ivaleyst ikki
fólkaskúlanum ella menta-
málum yvirhøvur, at fýra
landsstýrismenn hava sitið
við mentamálum hetta val-
skeiðið.
- Fólkaskúlin hevur brúk
fyri einum landsstýris-
manni við ambisjónum.
Tað er sera óheppið, at
landsstýrissessurin
í
Mentamálastýrinum verður
útskiftur so ofta. Arbeiðið
hjá teimum kann aldri vera
serliga miðvíst, ei heldur
um teir hava nakrar ambi-
sjónir, sigur Katrin Dahl
Jakobsen.
Men
visjónir
hevur
landsstýrismaðurin
um
fólkaskúlanum. Sambært
løgmansrøðuni á ólavsøku
skal føroyski fólkaskúlin í
andgletti
komandi
ár.
Viðurskifti
í
skúlanum
skulu nærlýsast og greinast,
og arbeitt verður við, at
virksemi og játtan í fólka-
skúlanum sampakka betur
enn nú.
- Fólkaskúlin hevur veru-
liga havt tað so ringt í
longri tíð, og nú, tá ið tíðin
styttist til løgtingsval, skal
skúlin í andgletti. Tað
virkar ógvuliga løgið fyri
mær, at ein slík ætlan kem-
ur so seint í einum val-
skeiði. Slíkt átti at komið í
byrjanini av einum val-
skeiði, soleiðis at eitthvørt
sum kemur burtur úr kann
setast í verk í valskeiðnum.
Hatta kann ikki verða ann-
að eitt plástur uppá sárið
eftir alt rokið um fólka-
skúlan, sum hevur verið,
sigur Katrin Dahl Jakob-
sen.
- Fyri mær sær tað út sum
landsstýrið hevur lopið
nøkur stig um. Vit tosa um
gransking og granskingar-
ráð, og nógvir pengar eru
settir av til tað endamálið,
meðan fólkaskúlin als ikki
verður raðfestur. Gongdin
átti at verið tann øvugta,
har byrjað verður við skúla-
gongdini hjá teim smáu.
Hetta valskeiðið er eisini í
alt ov stóran mun verið
merkt av stórum glæsi-
ligum málum. Skúlin er
bara ein smálutur, ein
parentes í hesum høpinum,
og alt kjak uttan mun til
hvat endar í kjaki um full-
veldi.
Fyrstu tvær væl
umtóktu bøkurnar
um Malju eru nú
komnar
ÚTGÁVUR
Turið Kjølbro
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags hevur givið út
tvær
smábarnabøkur,
sum Lucy Cousins hevur
skrivað og teknað. Tær
eru Malju dámar væl at
spæla og Fyrstu klaffa-
bókina hjá Malju. Niels
Jákup Thomsen hevur
týtt báðar.
Fyrsta klaffabókin hjá
Malju er stór, litføgur
klaffabók við 36 klaff-
um. Hyggur tú væl at
myndunum
og
letur
klaffarnar upp, lærir tú
ymiskt saman við Malju,
t.d. um litir, at telja upp í
fimm, um skap og um
mótsetningar. Bókin er
12 bls. í litum, prentað á
haldgott papp og kostar
kr. 90.
Malju dámar at spæla
er lítil, sniðskorin bók
um Malju, sum spælir
ymiskt. Hon er ætlað
teimum smæstu. Bókin
er 16 bls. í litum, prent-
aðar á haldgott papp.
Hon kostar kr. 40.
Hesar bøkurnar um
Malju eru bara tær fyrstu
í
einum
rættiligum
Malju-roki í heyst til tey
minstu. Malja hevur ver-
ið at sæð á okkara leið-
um á donskum, men nú
koma fýra nýggjar søgur
á føroyskum. Umframt
tær tvær, sum eru um-
røddar, fara tvær aðrar at
koma út seinni, Malju
dámar at koyra og so Á
garðinum hjá Malju - ein
bók at seta upp og spæla
við. Bókadeildin væntar,
at børn og vaksin fara at
taka væl ímóti Malju.
Lucy Cousins er í dag
ein tann kendasti barna-
bókahøvundurin og tekn-
arin í Onglandi. Við at
knýta
saman
humor,
hugflog og einfaldar ger-
andistilburðir og endur-
geva tað í føgrum litum,
hevur eydnast henni at
koma á tal við børn um
allan heimin. Hon hevur
teknað og skrivað nógvar
smábarnabøkur, men tær
kendastu eru bøkurnar
um Maisy, á føroyskum
Malja. Í dag er Malja
vorðin SV-stjørna, og
bøkurnar um hana koma
úr í fleiri og tjúgu lond-
um.
Tær fyrstu
um Malju
Barnagarðurin hjá Føroya Tele
Mynd: Álvur Haraldsen
34 pláss í eygsjón
Sakni ein landsstýris-
mann við ambisjónum
- Hetta valskeiðið er í alt ov stóran mun verið merkt av
stórum glæsiligum málum. Skúlin er bara ein smálutur, ein
parentes í hesum høpinum, sigur Katrin Dahl Jakobsen,
løgtingskvinna.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
12