Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 170 - 5. september 2001 Nr. 170 - 5. september 2001 13 Tíðindaskriv Leygardagin 8. septembur byrja kórvenjingarnar í samband við framførsluna av nýggja kórverkinum »Jólaboðskapurin«. Tað snýr seg um eitt verk fyri ferræddað blandað kór í seks satsum, ið Jóhan Mortensen hevur skrivað. Hetta kórverkið er heldur meira rútmiskt enn tey undanfarnu, ið Jóhan hevur skrivað. Venjingarnar verða ikki hvønn leygardag. Nakrir leygardagar verða valdir út frá nú av og framyvir. Ætlanin er at fáa so nógv fólk, sum til ber, at koma til venjingarnar — bæði yngri og eldri, royndar sum óroyndar sangarar. Tónleikararnir, sum skulu spæla undir til fram- førsluna, ið er løgd at vera í Fríðrikskirkjuni 9. desemb- ur, fara undir venjingarnar í næstu framtíð, og ætlanin er, at teir av og á skulu venja saman við sangar- unum. Fyrsta venjingin verður í sangstovuni í skúlanum á Glyvrum leygardagin 8. septembur klokkan 15:00 til 17:30. Sjálvandi verður eisini tíð at hugna sær og drekka ein drekkamunn saman. Tíðindaskriv Frá 18 til 23 septembir koma 60 limir í Íslenska dansifelagnum Komið og Dansið á vitjan í Føroyum, hetta er í samband við at felagi verður 10 ár í ár. Komið og dansið er sprotti av tí norska Kom og Dans, sum var stovnað av Johan Fasting fyri 20 árum síðani, tá hesin uppfann eina nýggja útgávu av rock´n roll dansi, ella svingdansi sum tað verður kallað yviri í Noregi. Eisini tað føroyska Kom og Dansa er ein systir- felagsskapur av tí norska. Í Føroyum er Kom og dansa mest kent fyri at skipa fyri skeiðun í Rock´´n roll, og dansi- spølun har rock´´n roll takt verður nýtt. Tónleikurin og taktin er tann sama sum verður nýtt í øðrum útgávum av rock´´n roll dansi, einamest verður tann norski og svenski dansitónleikurin nýttur. À ferðini í Føroyum fara íslendingarnir at nýta høvi at hava fleiri skeið í Rock´´n roll ella sving sum teir siga. Skeið verða í Rockesving Týskvøldi 18 og Mikukvøldi 19/9 frá kl 20-22.30 og í Dansesving Hóskvøld 20 og fríggja- kvøld 21/9 frá kl 20-22.30. Leygardagin 22 og sunnudagin 23/9 frá kl 13.30-16. verður skeið í Blues boogie. Hesi eru øll ymisk sløg av Rock´´n roll dansinum, Rockesving er grundleggj- andi sleið, í Dansisving lærir man eitt sindur meir, meðan Blues Boogie er eitt sindur stillari dansur við blues tónleiki, til Blues Boogir er tað best um man hevur veri til eitt av hinum skeiðinum áðrenn. Dentur verður lagdur á at øll skeiðini eru grundskeið, so ein nýtist ikki at hava dansað nakað soðvorið fyrr, tað er heldur ikki nakað krav at ein skal hava ein dansipartnara við, um tað skuldi veri ov nógvar kvinnur ella menn og koma nakrir íslendingar at hjálpa til. Fríggjakvøld og leygar- kvøld verður dansur har góður dansitónleikur verð- ur spældur har øll sum hava veri á skeið og onnur eru vælkomin at koma og svinga . Felagskapurin Kom og dans er ein rúsfríður felag- skapur og hevur nógv sam- starv við fráhaldsrøsluna í teimum londum, sum teir virka í . Kom og dans ger nógv av at ferðast runt og vísa dansin fram, eisini har sum alkohol verður skonkt, mest fyri at vísa á at tað ber væl til at hava tað stuttligt uttan at alkahol má verða eina partur av tíð. Øll skeiðini og dansurin verða í hølinum hjá frá- haldtrørsluni IOGT á Tinghúsvegnum 18 í havn. Tekning til øll skeiðini fer fram í Kunningarstov- uni í Havn. Nýtt føroyskt kórverk framførast til jóla Stór Dansistevna í Havn Vágamenn eru um dagarnar í Íslandi eftir havrannsóknar- skipinum Árna Fríðrikssyni, sum teir hava keypt SKIPAKEYP Enn eitt skip er á veg í føroyska flotan. Tað er íslendska havrannsóknar- skipið Árni Friðriksson, sum vágamenn hava keypt. Skipið skal brúkast sum vaktarskip í oljuvinnuni. Fólk úr Vágum er í løtuni í Íslandi eftir skipinum, sum hevur fingið navnið Mars Chaser og verður skrásett í Sandavági. Mars Chaser er bygdur í Lowestoft í Englandi í 1967 og varð yvirdekkaður í 1990, tá hann eisini fekk aðrar umfatandi umælingar. Skipið er 42,15 m. langt, 9,75 m. breittt og 7.04 m. djúpt. Tað hevur tvær MAN maskinur upp á 1.200 hk. hvør og er annars væl út- gjørt, siga teir, sum eru eftir skipinum. Tað er ampterað, alt sum tað er, og er til dømis als einki lastarúm umborð yvirhøvur. Skipið hevur ikki verið brúkt til havrannsóknir, síðan íslendingar í mai mánaða í fjør fingur ein nýggjan Árna Friðriksson, sum bygdur varð í Chile. Reiðaríið í Sandavági, sum eigur Mars Chaser, hevur framman undan Ven- us, Mars og Vesturtúgvu. Venus og Vesturtúgva royna undir Føroyum. Venus er línuskip, meðan Vestur- túgva partrolar saman við Grønanesi úr Vestmanna. Mars er vaktarskip hjá boripalli í Norðsjónum, og fer Mars Chaser væntandi eisini tann vegin. ej Vágamenn hava keypt vaktarskip C M Y K 13 12