Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 4. september 2001 15 Tað er neyvan langt av leið at rokna við, at illveðrið hevði við sær, at 3000 áskoðarar settust aftur leygar- dagin FÓTBÓLTSPENGAR Jóannes Hansen Veðrið og týdningarmiklir fótbóltsdystir í Føroyum hava ikki verið vinir í ár. Tá finalan um løgmanssteypið var á skránni ólavsøkudag, varð frammanundan roknað við, at tað fóru í hvussu so er at møta trý túsund áskoðarar upp. Seinnapart- in ólavsøkudag var sovorð- ið illveður, sum tað ikki hevur verið á sumrinum. Tað hevði við sær, at áskoð- aratalið var kanska bara ein sætti partur at tí, sum frammanundan var roknað við. Hvussu nógvir áskoð- arar heilt nett vóru var ikki almannakunngjørt. Leygardagin var aftur týdningarmikil dystur á skránni. Eftir døgurða var veðrið so vánaligt, sum tað ikki hevur verið síðani á ólavsøku. At 1.470 áskoð- arar møttu upp í sovornum líkindum kann boða frá øðrum, enn at føroyingar framvegis eru áhugaðir í at síggja føroyska liðið spæla, tá tað er møguleiki fyri, at Føroyar kunnu vinna. Út frá hesum og út frá undanfarnu dystunum er einki at ivast í, at áskoðara- talið hevði verið tríggjar og kanska fýra ferðir so stórt, sum tað var, um veðrið hevði skikkað sær hampu- liga. – Tað tykist sum um fólk fylgja væl við, hvat hann sigur um veðrið. Hesa ferð vóru bara fýra hundrað at- gongumerki seld í forsølu. Tað er væl minni, enn tað plagar at verða selt framm- anundan. Longu mána- dagin segði veðurforsøgn- in, at tað fóru at vera vána- lig líkindi seinnapartin leygardagin. Tíverri vísti tað seg, at hetta gjørdist veruleiki. Tað høvdu møgu- ligu áskoðararnir tikið til eftirtektar, og tí er væl hugsandi, at vit um døgurðatíð leygardagin kanska mistu fleiri túsund áskoðarar, heldur Ísak Mikladal, aðaðskrivari í Fótbóltssambandinum. Miðal atgongugjaldið hjá teimum 1.470 áskoðarun- um, sum treiskaðust í út av lagi vánaligu líkindunum, var 110 krónur. Verður roknað við, at trý túsund fleiri høvdu verið og hugt at, um veðrið hevði verið, sum tað var fríggja- dagin og sunnudagin, so ber tað eina mista inntøku upp á 330 túsund krónur. 175 túsund í bonus Allir føroyingar fegnast um, at tað eydnaðist lands- liðnum at vinna 1–0 á Luksemborg. Men sigurin kostaði Fótbóltssamband- inum ikki so lítið av peng- um. Sambært avtaluna millum FSF og spæl- ararnar, so eiga spælararnir átta túsund krónur í part fyri hvønn sigurin. Venj- ararnir eiga eisini lut í bon- us pengum. Tað verður roknað við, at FSF skal rinda 175 túsund krónur í bonus pengum fyri hvønn sigurin. – Vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna, men tað hevði sjálvandi verið upp- aftur hugaligari hjá okkum at rinda bonus pengarnar, um onkur hevði viljað sponsorerað útgjaldið. Tað hevur ikki eydnast at finna nakran stuðul til hetta endamálið. Tað vil við øðr- um orðum siga, at pengar- nir fara beinleiðis av kontoini hjá Fótbóltssam- bandinum, staðfestir Ísak Mikladal. Púrasta óvæntað megnaði GÍ at fáa øll stigini, tá Skála var á vitjan sunnudagin 2. DEILD Jákup Mørk Tað var toppur móti botni, tá Skála fór til Gøtu sunnu- dagin, men úti á vøllinum sást tó lítið til, at so var. Sum skilst á lagnum, megnaði oddaliðið ongan tíð at seta seg á dystin, soleiðis sum roknast kundi við, at fóru at gera. Spælið var í nógvar mátar merkt av tilvildini, og tað var eisini rættiliga langt ímillum, at veruligir málmøguleikar spurdust burtur úr upp- spælinum hjá liðunum báð- um. Í fyrra hálvleiki fekk GÍ tó ein møguleika í gávu, tá skálamenn sjuskaðu við afturlegging. Áslakur R. Petersen, sum var leik- bannaður fyri viku síðani, og tí kundi spæla á næst besta liðnum, kom ímillum, og eftir at hava rundað ein verjuleikara, trillaði fugl- firðingurin millum beinini á málverjanum. Hart spæl Í seinna hálvleiki løgdu gøtumenn, sum vera man, størsta dentin á verjupartin. Skálamenn megnaðu ongan tíð at bróta væl skipaðu verjuna niður, og ikki minst mundi tað her vera saknur í leikligu evnunum hjá Paula Hansen, sum var leikbann- aður. Til tíðir gjørdist spælið eisini hampuliga hart, og tað einu ferðina gjørdist úrslitið eitt reytt kort, tá Arnold Berg var offur fyri eini ógvusligari takling. Enn er óvist, hvussu álvars- ligur skaðin var, men tá sá ógvusligt út, tá sjúkrabil- urin kom á staðið eftir skálamanninum. Seinasta hálva tíman mátti GÍ soleiðis spæla við tíggju monnum, men teir megnaðu framvegis at halda tætt, og sæð burtur frá einum tveimum roynd- um frá skálamonnunum, so varð talan heldur ikki teir stóru málmøguleikarnar. GÍ-Skála 1-0 (1-0) 1-0: Áslakur R. Petersen John Petersen er – burtur sæð frá Toda Jónsson – fyrsti før- oyski landsliðsleik- arin í 12 ár, sum fær tillutað brotsspark BROTSSPARK Jákup Mørk Sum kunnugt, so var tað John Petersen, sum var upphavið til føroyska málið móti Luksemburg, tá hann varð feldur inni í brots- teiginum fimm minuttir fyri leikloki. Nýttist ikki at detta Tá vit seinni fingu fatur á John, hevði hann eisini sæð hendingina á sjónbandi, og hann var ikki í iva um, at talan var um brotsspark. - Eg kapprann móti tveimum av teirra spælar- um eftir bóltinum, og tá teir onkursvegna rendu saman, gjørdist eg fríur. Síðani var eg ikki heilt greiður um, hvat hendi, men í sjón- varpinum sá eg, at ein verjuspælari hjá teimum mest sum rennir inn í bein- ini á mær, so eg detti. Brotsspark var tað so í øll- um førum, og talan var av- gjørt ikki um, at eg filmaði meg til brotssparkið, sigur John, og leggur afturat, at tað so avgjørt ikki var neyðugt at filma, fyri at detta á váta vøllinum. Brotssparkið setti Jens Kristian Hansen ósvikaliga trygt í netið. Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so hevði Jens Kristian 30 ára føðingardag mánadag, og vit spurdu tí John, um hann nú roknaði við, at honum ikki nýttist at hava nakra gávu við til liðfelagan, tá landsliðsleikararnir aftur savnaðust sunnukvøldið. - Hatta var so í øllum før- um ein lítil gáva. So fáa vit at síggja, um hann eisini fær okkurt annað. Gjørdi tað gott aftur Annars hevði júst John Petersen ein hin besta før- oyska møguleikan í dystin- um, tá hann stutt inni í seinna hálvleiki sendi upp um málið hjá Luksemburg. Um hetta segði álopsspæl- arin á leið soleiðis eftir dystin. - Bólturin kom innfyri oghevði beina kós ímóti mær, men eg gjørdist eitt sindur í iva um, hvussu eg skuldi gera. Bæði skrúvan á bóltinum og vindurin gjørdu, at eg ivaðist um eg skuldi seta høvdið á, ella taka hann við beininum. Tað endaði so við, at eg setti beinið á, og so fór bólturin upp um. Tað var í øllum førum ein somikið stórur møguleiki, at eg skuldi rakt málið. Nú gjørdi John so sjálvur skaðan góðan aftur, tá hann fekk tillutað føroyska brotssparkið, og heldur enn at iðra seg um misnýtta møguleikan, so fagnaðiast álopsmaðurin um hetta eftir dystin. - Tað hevur annars verið Todi, sum hevur fingið nógvu tey seinastu brots- spørkini hjá okkum, men hetta vísir, at tað ikki bert er hann, sum fær brots- spørk. Har afturat gav mítt brotsspark so í øllum førum mál, sigur ein flennandi John Petersen at enda. Ein hálv millión skeiva vegin GÍ-Skála 1-0 (1-0): Botnliðið vann á oddinum Ikki bara Todi Nógva regnið hevur helst kostað FSF úti við hálva millión krónur, og harumframt kostaði sigurin eisini 175.000 krónur í bonuspengum til leikararnar Mynd: Álvur Haraldsen John Petersen hevði ikki stórvegis trupulleikar av at detta á váta lendinum, tá beinini vórðu tikin í brotsteiginum Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 169 - 4. september 2001 Leygardagin heilsaðu vertirnir fyri sekstan árum síðani aftur upp á skúlanæmingin, sum nú er landsliðs- spælari í Luksemborg ENDURVITJAN Jóannes Hansen 29 ára gamli Patrick Poss- ing var ikki púra ókendur við Føroyar, tá hann í síðstu viku saman við liðfeløg- unum á landsliðnum hjá Luksemborg fór heimanífrá fyri at spæla landsdyst í Føroyum. Petrick Possing, sum leygardagin hevði ellivu talið á rygginum og sum spældi við allar 90 min- uttirnar var í Klaksvík mið- skeiðis í áttati árunum. – Hann var í tvær vikur skiftis næmingur. Sonur okkara, Jógvan Páll, var í tvær vikur í Luksemborg, har hann búði hjá teimum, og Patrick var í tvær vikur í Klaksvík og búði hjá okkum. Tað eru Bjørg og Odd Fjalsbak í Klaksvík, sum greiða frá hesum á Svanga- skarði leygardagin. Tey vóru komin at heilsa upp á gamla kenningin, sum ikki hevur verið aftur í Føroyum síðani hann var her fyri sekstan árum síðani. Eftir lokið stríð og eitt k æ r k o m i ð heitt brúsubað tosaðu Patrick Possing og Fjalsbak hjúnini í Klaksvík eina løtu saman, áðrenn ferðalagið úr Luksemborg fór aftur á Hotel Føroyar, har teir hildu til, inntil teir sunnumorgunin fóru av aftur landinum. Møguleiki var ikki hesa ferð hjá Patrick at fara til Klaksvík- ar. Spældi tú nógv fótbólt, tá tú fyri sekstan árum síð- ani vart í Klaksvík? – Ongantíð. Tað høvdu vit ikki stundir til. Tað var nógv meiri spennandi at sigla og fiska, greiðir Patrick Possing frá. Pinkutjóðirnar øðrvísi kor Tá prátið kemur inn á fót- bólt, dylir Patrick ikki, at hann er eitt sindur vón- brotin: – Vit høvdu vónað at fingið stig og kanska at vunnið í dag. Tað eydnaðist ikki, og tað er harmuligt. Men tað mest harmuliga er, at vit ikki hava havt møgu- leika at spæla um stigini. Tað, sum gekk fyri seg á vøllinum, kalli eg ikki fyri fótbólt. Patrick Possind dadlar ikki føroyingunum fyri veðrið og fyri, at dysturin varð spældur í sovornum umstøðum. Tað er altíð upp til dómaran at gera av, um tað ber til at spæla. – Vit mugu bara stað- festa, at tað er munur á at vera ein stór fótbóltstjóð og at vera pinkutjóð í altjóða fótbólti. Tað er einki at ivast í, at um hesar umstøðurnar vóru, so hevði dysturin ver- ið avlýstur, um tað vóru Týskaland og Ongland og ikki Føroyar og Luksem- borg, sum skuldu spæla. Teir, sum hava avgerðandi orðið, hava ivaleyst hugsað, at føroyingar og teir úr Luksemborg duga ikki at spæla fótbólt kortini. Teir sparka í staðin fyri at spæla, og tí er tað líka mik- ið, hvørjum umstøðum dysturin verður spældur í, heldur Patrick Possing hálvt í skemti og hálvt í álvara fyri, áðrenn hann biður gomlu vertsfamiljuni í Klaksvík farvæl og saman við vónbrotnu og illa á holdum komnu liðfeløg- unum setur seg í bussin. Bjørg og Odd Fjalsbak veittra farvæl og fara aftur til Klaksvíkar, og mynda- maðurin á Sosialinum hev- ur syrgt fyri, at minnið um løtuna, tá tey aftur hittu skúlanæmingin, er komin á prent. Formaðurin á Svangaskarði tóktist ikki bera ótta fyri, um vøllurin fór at halda RUNDANUM DYSTIN Jákup Mørk Meðan spælararnir hjá Før- oyum og Luksemburg skreiddu runt á regnváta vøllinum leygardagin, fing- u vit orðið á Niclas David- sen, sum er formaður í B68. Tað er jú B68, sum eigur vøllin á Svangaskarði, men hóast dysturin at síggja til fór rættiliga illa við vøll- inum, so tóktist formaðurin tó á ongan hátt at bera ótta fyri, at hesin skuldi oyði- leggjast av mongu glíðandi taklingunum. - Nei, vøllurin má bara taka tað, sum kemur. Eg haldi ikki, at tað er vandi fyri, at hann verður oyði- lagdur av dystinum, tí tað gongur lutfalsliga stutt tíð, áðrenn hann verður heilur aftur. Var heilt góður Um tað mundi, tá vit tosaðu við formannin, var helm- ingurin av dystinum farin aftur um bak, og hóast onkrar heilt stórar hyljar, so sá vøllurin so toluliga væl út, og í hvussu so er vóru eingi greflig sár at síggja. - Eg haldi hann sær bara gott út. Hann var eisini ógvuliga góður undan dyst- inum. Vit mugu bara síggja í eyguni, at í sovorðnum veðrið, so verður vøllurin rættiliga vátur. Tað er so nakað, sum vit neyvan sleppa undan, sigur Niclas Davidsen at enda. Umstøðurnar, sum dysturin varð spæld- ur undir, gera tað nærum ógjørligt at koma við nøkrum veruligum ummæli av avrirkunum hjá einstøku leikarunum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tá fótbóltslandslið okkara hevur verið í eldinum, hevur tað verið vanligt her á blaðnum, at vit hava givið leikarunum ummæli um, hvussu teir hava staðið seg á vøllinum. Ymiskt er kanska, hvussu beinrakin hesi ummæli hava verið, men hóast alt hava vit alla tíðina valt at hildið fast um hetta. Stóðu sum ein Eftir dystin leygardagin er tó gjørt av, at á hesum sinni verða eingi leikaraummæli skrivað. Hetta er snøgt sagt gjørt av teirri orsøk, at umstøðurnar undir dystin- um viðførdu, at metingar- grundarlagið undir einum slíkum ummælið er alt ov tunt í hesum føri. Tað kann tó staðfestast, at í tí lutinum, sum mest ráddi um leygardagin, stóðu allir leikararnir seg væl. Stríðsviljin og krops- styrkin mundu vera fremstu vápnini hendan dagin, og her stóðu allir okkara seg sum ein maður. Sum dyst- urin leið, tóktist tað alt meira sjónligt, at tað vóru okkara, sum høvdu størsta yvirskotið í so máta, eins og tað eisini vóru okkara, sum sýndu størsta viljan at sigra. Bæði á mótstøðu- monnunum og veðrinum. Sum kunnugt gav hetta so eisini úrslit, soleiðis at vit fingu trý kærkomin stig til høldar, og ivaleyst leggja leikararnir meira í hetta, heldur enn í nøkur jánka- slig ummæli frá einum ítróttarskrivara. Var skúlanæmingur í Klaksvík Ikki bangin um vøllin At eingi ummæl,i verða givin, merkir ikki á nakran hátt, at leikararnir ikki gjørdu sína skyldu á vøllinum. Her er tað Fróði Benjaminsen, sum er fyrstur á bóltinum Mynd: Álvur Haraldsen Eingi leikaraummæli Formaðurin í B68 tóktist ikki bera ótta fyri heilsustøðuni hjá vøllinum á Svangaskarði Bjørg og Odd Fjalsbak høvdu tann nú 29 ára gamla Patrick Possing búgvandi hjá sær tvær vikur í 1985. Leygardagin var hann á vøllinum, tá Luksemburg dystaðist í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14