týsdagur 4. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2001
15
Gjestall Baby Ull
Til gentu: Jakki,
spensari og
pannuband
Dreingjasettið kemur í blaðið
komandi mikudag
Tlf. 312727
Uppskriftin
hesa vikuna
15
14
Nr. 170 - 5. september 2001
Tað kann henda fyri
tann besta, og tað
hendi eisini Kurt.
Onnur barnabókin
um Kurt er komin í
bókabúðirnar
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Vit hildu øll hann vera so
fittan, men nú hann
verður
miljóningur
í
barnabókini Kurt verður
óreinur, verður hann ikki
bara pírin og nasvísur,
men ógvuliga óreinur,
eisini við síni næstu.
Kurt fær nógvar pengar
um hendi, tá ið hann ein
dagin
bjargar
einum
sjómanni frá at drukna.
Hesin gevur honum ein
diamant, sum Kurt síðani
selur. Alt endavendist
heima
hjá
Kurt
og
teimum.
Kurt verður óreinur er
onnur bókin um Kurt. Í
juni var Kurt fyrstu ferð
á skránni, tá ið Bóka-
deild Føroya Lærara-
felags gav út bókina,
Kurt og fiskurin. Tá
lærdu vit eisini alt húskið
at kenna, konuna Onnu
Lisu og børnini Klænu-
Helenu, Sodavatns-Kurt
og lítla Bud. Saman fóru
tey eina ferð um alla
verðina í trukkinum hjá
Kurt.
Bøkurnar um Kurt eru
stuttligar, og har ber alt
til. Og hóast Kurt ber seg
skilaleyst at, tá ið hann
ikki megnar at standa
ímóti freistingunum, so
eru persónarnir góðvarn-
ir á ein barnsligan hátt.
Tað er sonn fragd at lesa
hesar barnabøkurnar eft-
ir Erlend Loe, sum er
millum fremstu høvund-
ar í Noregi í dag.
Juli Fagerland týddi
bókina úr norskum.
Kurt verður óreinur er
114 bls., heft og kostar
kr. 90 í bókabúðunum.
Bókin er umbrotin og
prentað á Hestprent.
Fitti Kurt
verður
óreinur
Nógv kundu bent á, at
Mentamálastýrið við
vilja hevur fjalt týð-
andi skjal fyri fjøl-
miðlunum. Menta-
málastýrið sigur, at
skjalið ikki kom fram,
tí tað var skeivt
journaliserað. Sosi-
alurin hevur tosað
við fólk við innliti í
almennu journali-
skipanirnar, sum siga
hetta vera lítið sann-
líkt
SKJAL
John Johannessen
Tað er nógv, sum kundi
bent á, at Mentamálastýrið
við vilja hevur fjalt brævið
frá Óla Holm, landsstýris-
manni
til
Mikladals
Kommunu, har hann gevur
boð um at lata skúlan á
Trøllanesi upp aftur.
Hetta brævið er eitt av-
gerandi skjal í málinum um
skúlan á Trøllanesi, tí tað
prógvar, at landsstýris-
maðurin fór út um sínar
heimildir.
Miðlarnir avdúkaðu
Tveir miðlar, Útvarpið og
Dimmalætting, bóðu við
heimild í lógini Menta-
málastýrið, um at fáa
útflýggjað øll skjøl í mál-
inum um trætuna um skúl-
an á Trøllanesi. Men tá tað
til kom til stykkis, vantaði
týdningarmiklasta skjalið
bæði í skjaladunganum,
sum Útvarpið fekk, og í
skjaladunganum,
sum
Dimmalætting fekk út-
flýggjaðan frá Mentamála-
stýrinum.
Men miðlarnir vistu, at
skjalið fanst og fingu tað til
vega uttan um Mentamála-
stýrið. Og tískil fingu tey
prógvað, at landsstýrismað-
urin við menta- og skúla-
málum, Óli Holm, greitt fór
út um sínar heimildir, tá
hann gav skrivlig boð um,
at skúlin á Trøllanesi skal
lata upp.
Skeivt journaliserað
Tað tykist sjálvsagt ógvu-
liga løgi, at júst hetta skjal-
ið ikki fanst í málinum um
skúlatrætuna á Trøllanesi,
sum miðlarnir bóðu um
innlit í.
Hetta hava Útvarpið og
Dimmalætting eisini í felag
gjørt vart við.
Mentamálastýrið svarar,
at hetta er eitt óheppið mis-
tak. Boðini eru, at brævið
av misgávum er skeivt
journaliserað.
Men, sum Sosialurin
skilir,
eru
journalskip-
anirnar í almennu fyrisit-
ingini soleiðis háttaðar, at
hetta er lítið sannlíkt. Sosi-
alurin hevur tosað við fleiri
fólk í almennu fyrisitingini,
sum
hava
skil
fyri
journalisering. Og hesi siga
tað vera vanliga manna-
gongd at gera krossaðar
ávísingar til hvørt einstakt
skjal, so tað eisini vísir til
onnur mál, sum tað ikki er
journaliserað undir, men
sum tað kortini hevur
samband við.
Eisini
er
vanligt
at
journalisera skjøl undir
fleiri málum, um nakar ivi
er um, júst hvat mál, ið
skjalið hoyrir til.
Harumframt ger journal-
skipanin av sær sjálvum
leitiorð til hvørt einstakt
skjal, tá journaliserað verð-
ur. Tí átti skjalið at verið
komið fram, um leitað varð
uppá Trøllanes til dømis.
Og oman á tað heila
skrásetir skipanin eisini
sendaran av skjalinum og
nær tað er sent. Tí ber eisini
til at leita upp á Óla Holm.
Tað skuldi tí borið illa til
hjá Mentamálastýrinum at
journalisera
skjalið
so
skeivt, at tað ikki fanst, tá
leitað varð í málinum um
skúlatrætuna á Trøllanesi.
Goymdi einki
Óli Holm, landsstýrismað-
ur, er ógvuliga keddur um
støðuna, sum er íkomin.
Hann sigur, at hann aldri
kundi funnið uppá at goymt
eitt skjal fyri almenn-
inginum, soleiðis sum tað
kann tykjast.
Landsstýrismaðurin sigur
seg av góðum grundum
einki kenna til journal-
skipanina í Mentamálastýr-
inum, og tí góðtók hann
eisini frágreiðingina um, at
skjalið var skeivt journali-
serað. Men eftir at hava
frætt nærri um journal-
skipanina frá Sosialinum,
fer Óli Holm at biðja um
nærri frágreiðing frá em-
bætisverkinum.
Petur Petersen, aðalstjóri
í Mentamálastýrinum, be-
dýrar eisini, at skjalið ikki
er goymt við vilja. Hann
sigur, at Mentamálastýrið
enn ikki er farið at nýta
krossaðar ávísingar, og har-
afturat var tað onkur, sum
var óvanur við at journal-
isera, sum hevði journali-
serað júst hetta skrivið. Og
Petur Petersen ásannar, at
hetta er álvarsamt.
Sum Sosialurin skilir,
hevur øll tann almenna
fyrisitingin somu manna-
gongdir at halda seg til, tá
tað
snýr
seg
um
at
journalisera skjøl. Tí er tað
undranarvert, at øll umsit-
ingin, uttan Mentamála-
stýrið, nýtir krossaðar ávís-
ingar.
Hóttir
landsstýrismannin
Støðan, sum er íkomin í
Mentamálastýrinum er sera
álvarsom. Sosialurin hevur
tosað við løgfrøðing, sum
beinleiðis
metir
lands-
stýrismannin vera í vanda.
– Talan er um eitt sera
álvarsamt mál, um umsit-
ingin hevur fjalt eitt skjal
við vilja. Lógin um alment
innlit verður tikin í størsta
álvara, og tað kann fáa
politiskar avleiðingar, um
tað kann prógvast, at nakar
hevur givið boð um, at
skjalið ikki skuldi útflyggj-
ast, sigur Anfinn V. Han-
sen, løgfrøðingur.
– Fjølmiðlar og almenn-
ingurin hava krav uppá at
fáa øll viðkomandi skjøl, tá
biðið verður um alment
innlit, og skjøl, sum kunnu
verða avdúkandi, skulu eis-
ini útflyggjast, sigur hann.
Hóast nógv bendir á, at
mannagongdin í Menta-
málastýrinum viðvíkjandi
trætuni á Trøllanesi hevur
verið undranarverd, vita vit
ikki, um tyngjandi skjalið í
málinum er goymt við vilja.
Men vit kunnu staðfesta,
at
embætissjusk
hóttir
landsstýrismannin. Og tí er
helst bert eftir at finna út
av, hvør eigur ábyrgdina.
Stríðið um skúlan á Trøllanesi:
Embætissjusk hóttir
landsstýrismann
Sambært keldum í almennu
umsitingini skuldi tað borið
illa til hjá Mentamálastýr-
inum at journalisera skjalið
um skúlan á Trøllanesi so
skeivt, at tað ikki fanst, tá
leitað varð í málinum um
skúlatrætuna á Trøllanesi. Er
skjalið goymt við vilja, er
hetta tyngjandi fyri lands-
stýrismannin, staðfestir
løgfrøðingur
C
M
Y
K
14