Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 4. september 2001 17 16 Nr. 169 - 4. september 2001 C M Y K Tá tað í ódnarveðri- num ikki bar til at spæla fótbólt, fingu føroysku spælararnir løn fyri, at teir vóru betri fyri enn mót- støðumenninir og harvið ikki gjørdu mistøk DYSTARFRÁSØGN Orð: Jóannes Hansen, Myndir: Álvur Haraldsen Føroyar vunnu 1–0 á Luksemborg og fingu trý kærkomin stig. Hetta eru hagtølini og tað, sum fer at standa eftir í altjóða fót- bóltssøguni. Í løtuni eru Føroyar á 122. plássinum við 264 stigum á altjóða styrkislistanum, meðan Luksemborg er á 144. plássinum við 260 stigum. Heimasigurin leygardagin fer at bera við sær, at mun- urin í stigum verður uppaft- ur størri. Um úrslitið fer at bera nakrar broytingar við sær í muninum á styrkis- listanum, er ilt at siga nak- að um. Úrslit í øðrum dyst- um fara eisini at ávirka hetta. Men eitt eru altjóða hag- tøl og styrkislistar. Eitt ann- að er føroyski veruleikin. Og fyri søguna hjá før- oyska fótbóltinum í altjóða høpi eigur at vera gjørt ikki einki burturúr karminum kring dystin leygardagin ímóti Luksemborg. Fríggjakvøldið var eitt so vakurt kvøld seint á sumri- num ella tíðliga á heysti- num, sum tað ber til at ímynda sær. Mánin dansaði so kátur í Nólsoyarfirði og læði yvir Svangaskarði. Og sunnudagurin rann upp við umleið somu líkindum. Leygarmorgunin var ikki so galin. Men stutt eftir døgurða fór at dropa, og tríggjar tímar undan dystar- byrjan fór at oysregna. Veðrið helt á inntil ein tíma eftir at ísakaldi kroatiski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. So lýsti í og stilti av, og leygarkvøldið vóru líkindini góð at fagna tíggjunda føroyska lands- liðssigrinum yvirhøvur. Uppskriftin Talan var í ógvuliga lítlan mun um fótbóltsspæl. Tað ráddi um at halda bóltin burtur frá egnum máli, og at fáa hann so tætt at mót- støðumálinum, sum tað á nakran hátt bar til. Fyrri parturin av setninginum eydnaðist so at siga til ful- nar. Gestirnir á Svanga- skarði høvdu ein møgu- leika beinanvegin, men Jákup Mikkelsen stóð á rætta staðnum, og so var føroyski málverjin arbeiðs- leysur. Føroysku spælararnir løgdu nógv fyri í nærdyst- unum, og sum oftast vóru teir sannførandi. Tað kom ikki so ofta fyri, at teir úr Luksemborg vóru omaná, tá spælararnir brustu sam- an. Í 1. hálvleiki royndu før- oysku spælararnir fleiri ferðir at samanspæla eftir jørðini og at draga framvið mótstøðumonnum, men tað eydnaðist so at siga onga ferðina. Ikki tí mótstøðu- menninir vóru so treiskir og stinnir í nærdystunum, men tí rennváta undirlagið gjørdi, at eingin møguleiki var fyri dragingum og snar- ingum. Sum fyrra umfarið leið og serliga í 2. hálvleiki tóktist tað sum um spælar- arnir funnu alt meiri út av, at tað loysti seg best at lyfta bóltin eitt sindur upp frá. Tað eydnaðist at fáa ferð á nakrar ferðir, og so stóðust onkrar vandamiklar støður burturúr. Tað eydnaðist at koma ígjøgnum í borðun- um og at leggja innfyri, meðan tað var meiri soltið við skotunum úti frá, sum áttu at verið vandamikil í sovornum umstøðum. Møguleikarnir At umstøðurnar vóru so út av lagi vánaligar hevði við sær, at fleiri heilt stuttligar støður spurdust burturúr. Tvær ferðir var um repp- ið, at føroyingar í 1. hálv- leiki fingu mál, tí Stéphane Gillet, sum er eykamálverji hjá franska stórfelagnum, Paris St. Germain, ikki dugdi nóg væl at rokna kós- ina hjá bóltinum út. Ta fyrru ferðina eydnaðist honum og viðspælarunum at fáa fatur á aftur bólti- num, eftir at hann var stokkin upp um málverjan. Seinnu ferðina vóru teir uppaftur hepnari. Eftir langt útspark frá Jákupi Mikkelsen og undan vindi- num, snittaði ógvuliga arbeiðssami Julian Johns- son bóltin longri fram á hálvuna hjá Luksemborg. Bólturin hevði stóra ferð, stiklaði í vøllin og upp um málverjan, men – tíbetur fyri málverjan – fór hann skeivu megin stólpan. Julian Johnsson hevði ein orduligan møguleika í 1. hálvleiki. Innlegginum úr høgru bilti einki, men stút- arin hjá Hull manninum, sum var púra leysur mitt fyri málinum, var ikki nóg góður, og bólturin fór fram- við handara stólpanum. John Petersen, sum hesa ferð var meiri álopsmaður enn miðvallari, hevði ein góðan møguleika í 1. hálvleiki og aftur ein í 2. hálvleiki, og Christian Høgni Jacobsen, sum var tikin framum Kurt Mørkøre í fremsta plássið, hevði ein ella tveir møguleikar, sum kortini ikki bóru mál við sær. Óli Johannesen, sum var íblásari í tryggu verjuni, og Jens Kristian Hansen høvdu onkrar frísparksroyndir, sum úr stórari fjarstøðu fóru omanfyri málið, og skot- royndir frá eitt nú sentrala Fróða Benjaminsen vórðu blokeraðar, áðrenn tær gjørdust vandamiklar. Hornasparksinnleggini vóru fleiri, men tey gjørd- ust onantíð rættuliga vandamikil. Tað átti at ver- ið góðar fyritreytir fyri vandamiklum støðum, tí tað á føroyska liðnum vóru einir seks ella sjey spælar- ar, sum vóru størri enn mótstøðumenninir, men neyvleikin og skipingin av deyðbóltsstøðunum tóktist ikki at vera nóg góð, og tað var spell. Burtursæð frá møgu- leikanum beinanvegin, so vóru gestirnir úr Luksem- borg ongantíð í nánd av at leggja trýst á føroyska mál- ið, har fýra stórir verju- spælarar fyri tað mesta tóku sær av einum og tveimum álopsmonnum. Tolin trívst Hóast tað tók sína tíð, áðr- enn málið kom og sigurin var vunnin, so vóru tað ábendingar um, at tað skuldi eydnast. Í 2. hálv- leiki var tað alt torførari hjá Luksemborg, sum í steðgi- num misti skadda liðfor- mannin úr miðverjuni, at koma burtur av teirra hálvu. Føroysku spælarar- nir tóktust vera í betri venj- ingarstøðu, og so eydnaðist tað at fáa málið, sum tað hevði verið bíðað so leingi eftir, og sum tað var so uppiborið, at føroyingar fingu. John Petersen dró mitt fyri og eitt vet til í vinstru inn í brotsteigin, og tá verjuspælarin royndi at takla, var tað skjótt, at B36 maðurin lá flatur. Eingin ivi var um, at talan var um brotsspark. Og so hildu før- oyingarnir á Svangaskarði ondini. Allir spælararnir vóru í orðsins sanna týdn- ingi ivaleysa kaldir!, men Jens Kristian Hansen hevði royndirnar og sjálvsálitið at bjóða seg fram. Málverjin tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan, men bólturin sat so mikið ovarlaga, at tað ikki bar til at bjarga. Stórur fagnaður á ísa- køldu spælarunum og áskoðarunum, og so ráddi um hjá spælarunum at koma undir brúsuna og hjá sera trúføstu áskoðarunum at koma í bilarnar. Høvuðbrýggið Tað ber sjálvandi ikki til at siga sovorðið við vissu, men tað er lítið sannlíkt, at mótstøðumenninir høvdu verið serliga nógv meiri vandamiklir, sjálvt um um- støðurnar høvdu verið laga- ligari, enn tær vóru leygar- dagin. Føroysku spælarar- nir vóru betri fyri kropsliga og í fótbóltsskili, og eingin ábending var um, at bólt- førleikin hjá Luksemborg var betri, enn hann var hjá føroyingunum. Undan dystinum var eitt sindur av iva um, hvussu føroyska liðið skuldi síggja út. Allan Simonsen valdi at hava Súna Olsen í vinstru í staðin fyri Heðin á Lakjuni. Venjarin metti tað vera meiri týdningarmikið at hava ein bólttryggan mann í borðinum, enn at hava ein sera skjótan mann í hesum plássinum. Ein annar spurningur var, um tað – á sama hátt sum í Beograd Uppskriftin var styrki, stríðsvilji og tol fyri hálvari triðju viku síð- ani – skuldu vera fýra spæl- arar í miðverjuni. Upp und- ir dystin umhugsaði Allan Simonsen at taka ein av verjumonnunum – ivaleyst Johan B. Hansen – av lið- num og so at seta Kurt Mørkøre í álopið. Men venjarin valdi at hava allar verjuspælararnar á vølli- num. Jákup á Borg var eitt sindur fremri og sentralari, enn hann frammanundan hevði verið, og John Peter- sen var meiri undir liðini á Christian Høgna Jacobsen, enn hann var í framrættaða miðvallarleiklutinum, sum hann hevur verið í tey seinnu árini. Føroyska liðið var tolið, og tolin trívst. Tá tíðin gekk undan, duttu royndu spæl- ararnir ikki í álopskendu grøvina, sum Luksemborg datt í, tá teir høvdu heima- vøll. Tað loysti seg í síðsta enda. Føroyar vunnu trý stig. Tað var hugaligt, men karmarnir um tíggjunda al- tjóða sigurin skuldu vera so vánaligir. Stuttligar støður tóku seg upp fleiri ferðir í dystinum. Her er tað Jákup á Borg í einsi saftigari takling, men ikki er víst, hvar bólturin er Tað oysregnaði, meðan spælt var, men tá Jens Kristian setti bóltin í málið, var alt hetta gloymt eina løtu At umstøðurnar vóru somikið ekstremar, viðførdi ta einu ferð- ina, at Julian Johnsson var um at skalla mál av miðjuni Allan Simonsen valdi at hava Súna Olsen í vinstru í staðin fyri Heðin á Lakjuni Dysturin í tølum Føroyar–Luksemborg 1–0 (0–0) - HM UNDANKAPPPING Leygardagin 1. september 2001, kl. 17.00 á Svangaskarði 1.470 áskoðarar Dómarakvartett úr Kroatia: Zeljko SIRIC, Darko SLIVAR, Matija STRUGACEVAC og Alojzije SUPRAHA. FIFA umboðsmaður úr Hollandi: Cornelius DE BRUIN FIFA dómaraeygleiðari úr Norðurírlandi: Walter H. CLARKE 1–0: Jens Kristian HANSEN br 85. Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN 23/-41, Molde BK – 4. Johan B. HANSEN, 6/0, OB, 5. Hans Fróði HAN- SEN, 21/1, B68, 2. Óli JOHANNESEN, 53/1, liðfor- maður, Hvidovre IF, 3. Jens Kristian HANSEN, 39/3, B36 – 9. Jákup Á BORG, 16/0, B36, 7. Fróði BENJA- MINSEN, 13/0, B68, 8. Julian JOHNSSON, 42/1, Hull City FC, 6. Súni OLSEN, 4/0, Zwolle FC (17. Heðin Á LAKJUNI, 5/0, B36, 59.) – 10. John PETER- SEN, 35/3, B36, 11. Christian Høgni JACOBSEN, 7/1, Esbjerg BK Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Allan MØRKØRE, 54/1, HB, 13. Kurt MØRKØRE, 35/3, KÍ, 14. Jóhannis JOENSEN, 9/0, HB, 15. Rógvi JACOBSEN, 11/0, HB, 16. Jens Martin KNUDSEN, 52/-139, NSÍ, 18. Hjalgrím ELTTØR, 0/0, KÍ Gult kort: eingin Reytt kort: Eingin Venjari: Allan SIMONSEN 50 Hjálparvenjari: Jógvan Marin OLSEN Liðleiðari: Birgir HANSEN Lækni: Jens Pauli MARSTEIN Fysioterapeutar: Álvur HANSEN og Klæmint ISAKSEN Luksemborg: 1. Stéphane GILLET, Paris St. Ger- main – 2. Manuel SCHAULS, Jeunesse Esch, 3. Rol- and SCHAACK, Jeunesse Esch, 4. Claude REITER, Union Luksembourg, 5. Jeff STRASSER, FC Kaiser- lautern, 6. Jeff SAIBENE, liðformaður, Swiz Hesper- ange (16. Sacha SCHNEIDER, CS Grevenmacher, 46.), 7. Rene PETERS, US Cretell, 8. Luc HOLTZ, Et- zella Ettelbruck, 9. Gordon BRAUN, F91 Dudelange (18. Daniel HUSS, 67.), 10. Manuel GARDONI, Jeu- nesse Esch, 11. Patrick POSSING, Etzella Ettelbruck Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Alija BESIC, Union Luksembourg, 13. Laurent DEVILLE, Progres Niedercom, 14. Daniel THEIS, Progres Niedercom, 15. Sacha ROHMANN, US Rumelange, 17. Luc MISCLO Gult kort: Sacha SCHNEIDER, 69. og Luc HOLTZ, 85. Reytt kort: eingin Venjari: Paul PHILIPP Hjálparvenjari: Marcel BAMBERG C M Y K 16