týsdagur 4. september 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 • mikudagur • 5. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Royndirnar higartil
hava víst, at smáspæl
fram eftir vøllinum
ikki ber nóg stóra
úrtøku við sær, halda
russarar
LANDSDYSTIR
Ivan Eginson/Jóannes
Hansen
Fyri góðum fimm mánað-
um síðani var føroyska
fótbóltslandsliðið í Mosk-
va. Úrslitið 28. mars var
1–0 til Russland. Málið
skoraðu teir í 18. minutti.
6. mai í 1995 var før-
oyska landsliðið í Moskva.
Ta ferðina vann heimaliðið
3–0. Teir høvdu bóltin nógv
alla tíðina, men teir fingu
ikki hol á fyrrenn í 51.
minutti.
6. september í 1995
vunnu russarar 5–2 á
Svangaskarði. Ta ferðina
vórðu teir rættuliga skakk-
ir, tá Todi Jónsson í 55.
minutti
legði
Føroyar
framum
2–1
(Henning
Jarnskor hevði í 12. minutti
javnað til 1–1). Men síðsta
hálva tíman megnaðu russ-
arar at skora fýra mál.
Luftspæl
Russarar eru ikki heilt
álvuligir, nú teir enn eina
ferð skulu royna seg ímóti
Føroyum. Í russisku press-
uni og á ymsum fót-
bóltsheimasíðum í Russ-
landi hevur verið tosað aft-
ur og fram um, hvussu tað
er snildast at fara undir
setningin ímóti føroying-
um.
Tey flestu tykjast hella
til, at russarar eiga fyrst og
fremst at dúva upp á høgar
bóltar í brotsteigin.
– Føroyska liðið er sera
væl skipað í verjupartinum.
Teir duga væl at halda tætt,
tá teir hava tíggju spælarar
aftanfyri bóltin, og um tað
ikki verður skorað eina og
helst tvær ferðir ímóti
teimum tíðliga í dystinum,
so verða teir vandamiklir í
snarálopum, verður sagt.
Og so verður lagt afturat, at
tað er í luftini, at føroy-
ingarnir eru ringast fyri.
– Teir eru veikir, tá høgir
bóltar koma úr borðunum
og inn fyri málið. Tað hevur
verið at sæð í fleiri av
undanfarnu
dystunum,
halda russisku tíðinda-
menninir og onnur, sum eru
áhugað í fótbólti. Tey fylgja
væl við og rokna við, at
føroyska liðið í dag verður
mannað, sum tað var leyg-
ardagin – burtursæð frá, at
Øssur Hansen aftur verður í
plássinum í vinstru, sum
Súni Olsen og Heðin á
Lakjuni røktu leygardagin.
Gamlir kenningar
Tá Føroyar tvær ferðir í
1995 og aftur í mars í ár
spældi ímóti Russlandi, var
Oleg Romantsev venjari.
Hann er ein tann kendasti
maðurin í russiskum fót-
bólti. 47 ára gamli lands-
liðsvenjarin
er
eisini
venjari í Spartak Moskva,
har hann eisini er formaður
í felagnum. Hann var
landsliðsvenjari
1994-
1996, so bað hann um at
verða loystur úr tí starv-
inum, men tá tað ikki hiln-
aðist nakað serligt hjá
landsliðnum, varð hann
aftur settur í venjarastarvið
á landsliðnum. Tað var í
1999.
Millum spælararnar eru
nakrir gamlir kenningar.
Viktor Onopko, sum um-
boðar Real Oviedo í Span-
ia, hevur verið liðformaður
allar tríggjar ferðirnar, tá
Russland hevur spælt ímóti
Føroyum. Tað er hann
eisini hesa ferð. Í verjuni er
eisini Juri Nikiforov, sum
nú umboðar PSV Eind-
hoven í Hollandi.
Umframt hesar báðar
vóru leygardagin í Slovenia
tveir spælarar á russiska
liðnum, sum umboða út-
lendsk feløg. Hinir báðir
spæla báðir í Celta Vigo í
Spania. Annar teirra er
miðvallarin og álopsmaður-
in Mostovoi. Hann skoraði
málið í 1–0 sigrinum ímóti
Føroyum í mars. Hann
verður mettur at vera
kanska týdningarmiklasti
spælarin, og tí er tað stórur
smeitur fyri Russland, at
hann er leikbannaður í dag.
Í Slovenia fekk hann gult
kort, men hóast hann er
leikbannaður hesa ferð, so
er hann við í Føroyum. Tað
vísir, hvussu stóran týdning
hesin
spælarin
verður
mettur at hava fyri russiska
liðið.
Fjórði útisetin er mið-
vallarin Karpin. Hinir spæl-
ararnir umboða fyri tað
mesta stóru feløgini í
Moskva – Spartak og
Lokomotiva.
Avgera sjálvir
Hóast tey í Russlandi eru
vónbrotin av, at tað ikki
eydnaðist at koma úr
Slovenia við í hvussu so er
einum stigi, so ugga tey seg
við, at tað framvegis er upp
til russararnar sjálvar at
gera av, um teir skulu
luttaka í HM endaspæl-
inum komandi summar.
Umframt dystin í Føroyum
so skulu teir spæla ímóti
Sveis á heimavølli.
At Russland er fremst í
undankappingarbólkinum
hevur við sær, at áhugin úti
í heimi fyri dystinum í dag
er væl størri, enn hann var,
tá
Luksemborg
var
í
Føroyum. Tað sást m. a.
aftur í, at Eurosport fer at
senda brot frá dystinum.
Í Russlandi fara teir at
senda dystin, men hann
verður ikki sendur bein-
leiðis. Stóra tíðindasend-
ingin í almenna sjónvarp-
inum er á skránni, meðan
dysturin verður spældur, og
hana vilja russarar ikki
flyta orsaka av landsdyst-
inum ímóti Føroyum. Dyst-
urin verður sendur tveir
tímar eftir, at hann er liðugt
spældur.
Tíggju tíðindafólk eru
við Oleg Romantsev og
hansara monnum í Før-
oyum.
Avbjóðingin ímóti
Føroyum verður
tikin í álvara av
russunum, sum av
álvara kendu seg
burturdømdar í
Slovenia
LANDSDYSTUR
Ivan Eginson/Jóannes
Hansen
Eingin skal ivast í, at
russiska landsliðið tekur
uppgávuna í alstórum
álvara, tá teir klokkan
17 í dag fara at royna
seg ímóti føroyingum.
29 ára gamli verju-
spælarin, Dajev, var
fyrstu ferð á landslið-
num, tá teir leygardagin
taptu 2–1 í Slovenia.
Hann sigur soleiðis um
mótstøðuliðið í dag:
– Vit kunnu ikki
rokna føroyingar at vera
púrasta uttan møgu-
leika. Teir hava vunnið
tvær
ferðir
ímóti
Luksemborg, og teir
hava megnað 2–2 javn-
leik ímóti Slovenia, sum
vit leygardagin taptu
ímóti. Eg sá teir spæla í
Moskva í mars, og út frá
tí dystinum og úrslit-
unum í hinum undan-
kappingardystunum, so
er tað nevyan langt av
leið at rokna teir at vera
eitt miðal europeiskt
landslið, segði Dajev vil
russiska pressu í gjár.
Hann legði afturat, at
tað var púra burturvið at
rokna føroysku spælar-
arnar sum fiskimenn, ið
spældu fótbólt í frí-
tíðini.
– Hvat teir liva av
hevur ikki so nógv at
siga. Tað snýr seg um
avrikini, sum teir vísa á
vøllinum, og har bera
teir seg at sum í hvussu
so er hálvtíðar yrkis-
spælarar, staðfestir ný-
klækti verjumaðurin á
russiska landsliðnum.
Vónbrotið
Russiska
ferðalagið
kom sunnudagin til Før-
oya. Teir
komu
úr
Slovenia, har Russland
leygardagin
hevði
møguleika at styrkja
heilt nógv um vánirnar
at sleppa við í HM
endaspælið í Japan og
Suðurkorea
komandi
summar. Men tað mis-
eydnaðist. Í síðstu løtu
bríkslaði eingilski dóm-
arin fyri brotssparki til
heimaliðið.
Slovenia
skoraði og so vunnu teir
2–1 og styrktu um sína
støðu. Russland hevur
seytjan stig, og Slovenia
hevur sekstan stig. Tað
vil við øðrum orðum
siga, at um tað í fjør
hevði eydnast Slovenia
at fingið øll stigini í
Føroyum, so høvdu teir
verið fremstir í bólk-
inum, nú tað resta tvey
umfør. Sum kunnugt
endaði
dysturin
á
Svangaskarði fyri ein-
um ári síðani 2–2.
Russarar
eru
stak
vónbrotnir av, at tað ikki
eydnaðist teimum at fáa
javnleik í Slovenia. Síð-
ani leygardagin hevur
tað í russisku pressuni
og í landsliðsleguni ver-
ið torført at savna hugs-
anirnar um uppgerðina
ímóti Føroyum. Orsøkin
hevur verið, at bæði
russarar og øll onnur,
sum hava sæð dystin í-
móti Slovenia í sjón-
varpinum, hava sera ilt
við at skilja, hví eing-
ilski dómarin bríkslaði
fyri
brotssparki
til
heimaliðið. Eitt horna-
spark varð lagt innfyri,
og vandin tóktist vera
burtur, eftir at ein av
heimamonnunum hevði
stútað við síðuna av
málinum. Men so var
tað, at dómarin bríkslaði
og peikaði á brots-
sparksplettin. Tað hevur
argað russararnar heilt
nógv, og bæði í russisk-
ari og útlendskari pressu
hevur aftur og aftur
verið spurt, hvat brots-
sparkið varð dømt fyri.
Eingin hevur verið førur
fyri at koma við einari
hollari frágreiðing.
Russarar
eru vón-
brotnir
Russarar leggja upp
til høgt spæl
Russarar tykjast vera samdir um, at føroyska verjan skal brótast niður við at senda høgar bóltar
inn í brotsteigin
17
16
Nr. 170 - 5. september 2001
Nú um alt landið
Miðbýurin
2 Avantgarde 600 turbo power
1 Open Sun
1 Soltron X50
Upplatingartíðir:
hvønn dag frá kl. 7-23
Millum Gilja 157
1 Avantgarde 600 turbo power
1 Ergoline 600 classic turbo power
Upplatingartíðir:
hvønn dag frá kl. 8-24
Tvøroyri
1 Avantgarde 600 turbo power
2 Soltron Z40 v/ klimaanleggi
Upplatingartíðir:
hvønn dag frá kl. 7-24
Klaksvík
2 Ergoline 450 turbo power
1 Avantgarde 600 turbo power
Upplatingartíðir:
Mánadag - leygardag frá kl. 9-23
Sunnudag frá kl. 12-23
Royal Consul Fo
Millum Gilja 157
Tlf. 319848
Einasta góðkenda Ergoline umboð í Føroyum
· Allar sólirnar eru nýggjar
· Serliga góð klimaviðurskifir
· Rør ið brúnka meir enn brenna
Fuglafjørður
1 Avantgarde 600 turbo power
1 Ergoline 600 classic
turbo power
Upplatingartíðir:
hvønn dag frá kl. 8-24
Fleiri
sólsentur
eru á veg
Bíleggingartíð er ikki neyðug
C
M
Y
K
16