Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 169 - 4. september 2001 Málskjúttin hjá før- oyingum móti Luksemburg hevði føðingardag, tá venjingarnar hjá landsliðnum aftur byrjaðu mánadagin FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Umframt at hann gjørdist matchvinnari hjá føroying- um, so hevði Jens Kristian eisini eina heilt serliga orsøk at fegnast um málið móti Luksemburg. Føðingardagsgáva Jens Kristian fylti nevnliga 30 ár mánadagin, og í so máta, mundi hetta eisini kennast sum ein góð føð- ingardagsgáva. - Tað var tað heilt sikkurt. Tað var gott, at John kundi fáa hatta brotssparkið, so eg fekk møguleikan at skjóta. Spurdur, um tað framm- an undan dystinum var av- gjørt, at Jens Kristian skuldi skjóta borotsspark, um tað kom upp á tal, segði málskjúttin, at tað var tað sum so. - Vit vandu brotsspørk í gjár, og Allan Simonsen hevur helst verið nøgdur við míni brotsspørk, tí hann setti so meg ovast á listan. Soleiðis var tað upp til mín sjálvs, um eg skeyt ella ikki. At skjóta undir venjing og í dysti, er tó ikki tað sama, men hetta tóktist tó ikki at nerva Jens Kristian Hansen so nógv, tá avger- andi løtan kom. - Nei, tað er sjálvandi hvør sítt, men eg trúi upp á tað, og tíbetur gekk tað so eisini. Eg plaserði bara bóltin ovarliga, tí tað hevði so ikki gingið, um eg royndi at rulla hann inn í hasum veðrinum. Til stuttleikar kann nevn- ast, at Jens Kristian nú hev- ur skotið trý mál á landslið- num, og ikki kann sigast annað enn, at hesi eru javnt býtt. Móti San Marino var tað høvdið, sum stýrdi bóltinum í kassan, meðan tað í Spania var høgra bein- ið. Jens Kristian er annars lámur, og leygardagin var tað so vinstra beinið, sum slapp framat. Veit einki um pipar Sum nevnt, so var føðingar- dagurin hjá Jens Kristiani mánadagin, men tá lands- liðið bert hevði frí sunnu- dagin, kundi føðingardag- urin ikki haldast hendan dagin. - Eg fari so at halda ein lítlan føðingardag saman við familjuni í morgin (sunnudagin, blðm.). Tað verður ein góður biti og so- leiðis. Spurdur, um hann rokn- aði við, at liðfelagarnir á landsliðnum mundu fara at finna upp á okkurt, nú rundi dagurin var á skránni mánadagin, segði Jens Kristian, at hann visti so einki um nakra piparbússu ella líknandi. - Ikki tað sum eg veit. Eg hopi í øllum førum ikki, at teir koma við nøkrum so- vorðnum, men hvør veit, hvat fer at enda. Jákup Mikkelsen var illa fyrikomin av nógva kuldanum, men hetta batnaði tó, tá hann hevði skift klæði í hálvlekinum FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Hóast Allan Simonen ikki hevði gjørt tær stóru broyt- ingarnar í hálvleikssteðgi- num, so var tó ein broyting á føroyska liðnum. Mál- verjin, Jákup Mikkelsen, hevði nýtt steðgin til at lata seg í langar buksur, og eftir dystin ásannaði hann eisini, at tað hevði verið ein ógvu- liga køld uppliving at standa í málinum. - Hatta var heilt ræðuligt. Satt at siga, so væntaði eg als ikki, at eg fór at koma fyri aftur. Eg var púrasta stirdur, tá fyrri hálvleikur var liðugur, og eg skifti hvørt plagg á kroppinum í steðginum. - Tíbetur varð veðrið eitt lítið sindur betri eftir steðg- in, so tá varð tað ikki heilt so galið. Vandin í at gerast ov kaldur, er eisini, at fingrarnir gerast stívir, so tú ikki klárar at halda bólti- num, men tað gekk so betri í seinna hálvleiki. ´Tiíbetur komu vit tó ikki undir nak- að serligt trýst eftir steðgin. Stigini standa eftir Nú er ein altjóða sigur ikki nakar gerandis kostur hjá okkara kosnu á lands- liðnum, og tí var landsliðs- málverjin sjálvandi ovur- fegin um stigini, sum dyst- urin hevði kastað av sær. - Eg eri øgiliga glaður um stigini. Tað var kanska ikki so pent, men tað gloymir mann skjótt. Tey trý stigini standa eftir, og tað er tað týdningarmesta, Jákup Mikkelsen at enda. Julian Johnsson helt eftir dystin, at tað mest umráðandi hjá føroyingunum var at nýta kropsligu styrk- ina og so at at sparka langt FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Ofta verður tikið til, at fót- bólturin í lægru ensku deildunum er sera kontant- ur, við størst dentinum á langt sparkarí. Hóast Julian Johnsson nú í tveir mánaðir hevur roynt seg hjá Hull í triðbestu ensku deildini, so helt miðvallarovastin ikki, at hann nakran tíð áður hevði verið til ein slíkan dyst, sum tann leygardagin. - Nei, hatta havi eg so ongantíð áður verið við til. Heldur ikki í Føroyum. Vøllurin gjørdi tað ógjør- ligt at spæla, og vit avráddu bara undan dystinum, at vit máttu royna at fáa bóltin upp frá og so niðan. Tað var næstan sum í piltadeildini, tá tað ráddi um at sparka langt. - Annars vistu vit undan dystinum, at vit vóru sterk- ari enn teir kropsliga, og tað helt eg eisini, at vit sýndu ígjøgnum dystin. Veðrið hóskar bara væl Av omanfyristandandi skilst eisini, at hóast talan ikki var um nakran poleraðan sigur, so var Julian væl nøgdur um avrikið hjá liðnum. - Úrslitið eri eg nøgdur um. Vit vinna, hava nú sjey stig, og úrsltiið stendur eft- ir, og tað er tað týdningar- mesta. Um fimm mánaðir er tað eingin, sum hugsar um, hvussu vit vunnu. Vit vunnu dystin, og tað er tað, sum telir. Tá vit at enda spurdu Jul- ian, um tey sjey stigini verða fleiri í tali, tá dysturin mikudagin er lagdur aftur um bak, svarar Julian skemtandi: - Verður veðrið tað sama, so fáa vit fleiri stig. Hetta sær jú út til at passa okkum væl. Súni Olsen úr FC Zwolle í Hollandi slapp fyri fyrstu ferð at royna seg frá dystarbyrjan, tá landsliðið spældi mikudagin FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Einasta broytingin á før- oyska liðnum í mun til dystin móti Jugoslavia, var at Súni Olsen kom inn á vinstra vongverja ístaðin fyri leikbannaða Øss Han- sen. Eftir dystin fingu vit orð- ið á Súna, og sum vera man, so var hann fegin um, at hann hevði fingið møgu- leikan frá byrjan. - Tað var helst nokk so javnt ímillum meg og Heð- in, men eg fekk so at vita frá Allani undan dystinum, at eg skuldi byrja inni. Eg hevði tó ein lítlan trupul- leika við einum skaða í tjúkkanum, og tað var so fremsta orsøkin til, at eg varð skiftur út. Hinvegin var tað eisini gott hjá Heðini, at hann slapp at royna seg. Spurdur um umstøðurnar til dystin, segði Súni, at tað var í øllum førum langt síð- ani, at hann hevði spælt dyst í slíkum veðri. Vón um betri veður Orsakað av veðrinum, so hevði Súni sum so ikki møguleikan at sannføra landsliðsvenjaran um sítt virði, og sum so tóktist hann heldur ikki hugsa so nógv um møguleikan fyri einum plássi í byrjunarupp- stillingini mikudagin. - Eg vóni í øllum førum, at tað verður betri veður tá, sigur hann flennandi. - Hvussu er og ikki, so verður tað í øllum førum ein heilt annar dystur. Tá verður tað meira verjupart- urin, sum vit skulu hugsa um. Í dag skuldu vit hugsa meira um at skapa dystin, men umstøðurnar gjørdu so, at tað bara bleiv til kick’n ruch, men tað gekk so kortini, segði Súni Olsen at enda. Góð gáva - Tað hevði so ikki nytta mær nakað at rulla bóltin inn í hasum veðrinum, helst føroyski málskjúttin eftir dystin Smílið hjá Jákupi eftir dystin mundi ikki minst komast av, at hann nú hevði fingið sær eitt heitt brúsubað í skiftisrúminum Vit vistu undan dystinum, at vit vóru sterkari enn teir kropsliga, og tað haldi eg eisini, at vit vístu ígjøgnum dystin, segði Julian Johnsson millum annað Mynd: Álvur Haraldsen Lítli skaðin í tjúkkanum darvaði ikki stórvegis, men hetta var tó fremsta orsøkin til, at Súni varð tikin av vøllinum í seinna hálvleiki Mynd: Álvur Haraldsen Sum í piltum Í langar buksur Byrjaði fyri fyrstu ferð C M Y K 18 Nr. 169 - 4. september 2001 19 KÍ kláraði at hála ein uppibornan sigur í land ímóti oddalið- num HB. Fýra mál skuldu til, áðrenn sig- urin var heima 2. DEILD Jákup Mørk Klaksvíkingar vóru í trong- um skóm undan dystinum ímóti einum av oddaliðun- um í 2. deild, HB. KÍ liggur í skeiva endanum av stiga- talvuni, og hóast liðið stundum er væl mannað og spælir væl, so manglar tað at fáa stigini til høldar. Søgan mundi endurtikið seg leygardagin, tí tað skuldu heili fýra mál til, áðrenn sigurin var heim. Spælibýtið var javnt fyrru hálvuna av fyrra hálv- leiki, og bæði liðni høvdu hug at leypa á. Tað var heimaliðið, sum fekk fyrsta málið. Ein bólturin varð sendur inn í brotsteigin, Eyðun Klakstein pilkaði bóltin niður, vendi sær og smekkaði í málið. HB raknaði eitt sindur við eftir hetta, og teir gjørd- ust vandamiklir. Útjavnandi málið kom, tá Ransin Djur- huus og Eyðun Samuelsen spældu bandaspæl, og Ran- sin sendi í málið umvegis stólpan. Løtu seinni legði HB seg fram um eftir fríspark. Somu menn vóru uppi í leikinum. Eyðun legði flatt inn fyri, og Ransin stýrdi bóltin í málið. HB hevði uppiborið leiðsluna hesa løtuna, tí teir høvdu trýst heimaliðið góða løtu. KÍ tók yvir KÍ legði fyri sum eitt óløg- ið í seinna hálvleiki, og tað vóru ikki gingnir meira enn tveir minuttir, so hevði heimaliðið javna. Erling Flest (skjótur og vandamik- il í høgru) legði flatt inn fyri, og so stýrdi Eyðun Klakstein bóltin í málið. KÍ trýstið nógv næstu løtuna. Eyðun var nær við at skora, eftir at hann fór frá tveimum verjuspælarum, og fleiri ferðir var líka við, at heimaliðið fekk opnar kjansir. Tað eydnaðist eisini KÍ at skora, tá Olgar Danielsen prikaði Erling Fles leysan. Erling skjeyt flatt, og bólturin streyk í málið. Eftir hetta høvdu bæði liðini kjansir. Olgar Daniel- sen var í púra fríari støðu, men misnýtti, og innskifti klaksvíkingurin hjá HB, Jo- han Lutzen, var um at skora, men verjuspælari fekk sparka burtur. HB javnaði KÍ-leiðsluna, tá okkurt um 10 minuttir vóru eftir at spæla. KÍ- verjumaður spældi upp á tvørs, og har tók Ingi Ras- mussen ímóti, hann spældi HB-spælara leysan, KÍ- málverjin bjargaði skoti- num, men tá verjumaður skuldi sparka burtur, rakti hann málverjan, og bólturin støkk í málið. Hetta var smeitur fyri heimaliðið, sum hevði havt yvirvág seinna umfar. Men KÍ’arnir góvu ikki upp. Harley Bertholdsen, sum var íðin á miðvøllinum alla tíðina, stríddist í vinstru, legði inn fyri, og har fekk Olgar Danielsen høvdið á. Bólturin fóru í bleytum boga í málið, og so var KÍ frammanfyri 4-3. Tá var bara lítil løta eftir at spæla, og heimaliðið fekk sigurin heim, hóast eitt gott fríspark frá Eyðun Samuelsen voldi trupul- leikar, og KÍ-verjuspælari mátti rudda burtur á mál- strikuni. Við sigrinum fekk KÍ fat- ur á LÍF, sum er triðniðast, og sigurin vísti seg eftir dystin at hava stóran týdn- ing fyri klaksvíkingar, tí aftasta liðið í deildini vann óvæntað og togaði seg trý stig fram. Næstu ferð spæla klaks- víkingar týðandi botndyst ímóti LÍF í Leirvík. KÍ-HB 4-3 (1-2) 1-0: Eyðun Klakstein 1-1: Ransin Djurhuus 1-2: Ransin Djurhuus 2-2: Eyðun Klakstein 3-2: Erling Fles 3-3: Sjálvmál 4-3: Olgar Danielsen 2. deild: KÍ-HB 4-3 (1-2): KÍ stríddist og vann B36 er við aftur í stríðnum um gullið, eftir at havnarmenn vunnu heldur óvænt- að á fuglfirðingum, sum stríðast fyri upp- flyting 2. DEILD Jákup Mørk Eftir 6-0 sigurin á TB í seinastu viku væntaðu tey flestu, at ÍF fór at gera eitt ordiligt hál móti endanum av kappingini, so at sætið í fremstu deildini kundi endurvinnast. Men sunnudagin snávaðu fuglfirðingar, tá teir vóru í Gundadali. Eitt væl upplagt B36 lið vann 2-1, eftir hálv- leiksstøðuna 2-0. ÍF var stórur favorittur at vinna dystin, og tí var tað sera óvæntað, at B36 fekk øll stigini. Sigurin var uppiborin, tí hóast ÍF hevði bóltin, so var heimaliðið nógv vanda- miklari frammanfyri máli- num gjøgnum dystin. Eitt nú hevði ÍF ongan mál- møguleika fyri steðgin. B36 legði hart út B36 legði seg fyrst og fremst eftir at verja, og síð- ani royna at seta nøkur skjótálop í verk. Eitt av hesum gav mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tórálvur Poulsen varð sendur avstað, og hann sendi framvið mál- verjanum, sum kom út ímóti. B36 legði sjógv ímillum stutt fyri steðgin. Eitt hornaspark verður sent væl innfyri, og har stútar Bryn- leif Hansen hegnisliga í netið til hálvleiksstøðuna 2-0. ÍF royndi at trýsta eftir steðgin, og hetta gav skjótt úrslit. Eitt hornaspark verð- ur sent til handara stólpa, og har skallar Tórstein Joensen í málið. ÍF royndi at skapa fleiri málmøguleikar, men sjáldan spurdist nøkur verulig hóttan burturúr. B36 hevði hinvegin tveir risastórar møguleikar at av- gera dystin, men báðu ferð var seinasti bólturin ikki nóg neyvur. B36 fekk tó øll stigini, og teir hava nú 26 stig saman við ÍF. Hetta var ein ógvu- liga týdningarmikil sigur hjá B36, tí nú hava teir aftur møguleika at vinna deild- ina, nú bara tríggir dystir eru eftir. B36 – ÍF 2-1 (2-0) 1-0: Tórálvur Poulsen 2-0: Brynleif Hansen 2-1: Tórstein Joensen B36 – ÍF 2-1 (2-0): ÍF snávaði í Havn Sumbingar vóru aftan fyri við tveimum málum, men fingu kortini javnleik, tá leirvíking- ar vitjaðu 2. DEILD Jákup Mørk Talan var um tvey lið, sum liggja niður ímóti niðurflyt- ingini, tá LÍF vitjaði í Sumba um vikuskiftið. Javnleikurin gjørdi eisini, at hvørki av liðunum fekk togað seg stórvegis upp á stigatalvuni eftir dystin, og sum so mundi javnleikur eisini vera á eini leið. Iðra seg í Leirvík Tað er tó einki at ivast í, at hóas talan var um ein held- ur taman dyst, so munnu leirvíkingar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna dystin. Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru teir nevnliga á odda við tveim- um málum, sum Tomek Resel og Árni Joensen høvdu gjørt hvør sínu meg- in steðgin. Eftir at leirvíkingur varð útvístur fyri hevnisøku, megnaðu sumbingar tó at koma aftur í aftur, og í báð- um førum var Eirikur Joen- sen málskjútti hjá vertun- um. Sum nevnt, so kann hvørki av liðunum enn vera víst í at sleppa úr botninum. Ikki minst mundi stigamissurin kennast tungur hjá leir- víkingum, sum nú er ájvant KÍ í stigum. Sumba-LÍF 2-2 (0-1) 0-1 Tomek Resel 0-2: Árni Joensen 1-2: Eirikur Joensen 2-2: Eirikur Joensen Sumba-LÍF 2-2 (0-1): Bjargaðu øðrum stiginum Eftir at teir mest sum vóru koblaðir av, er TB brádliga aftur partur av oddastríð- num í næst bestu deildini 2. DEILD Jákup Mørk Fyri viku síðani skrivaðu vit, at TB eftir øllum at døma mátti avskriva allar vónir um at flyta í upp í bestu deildina hetta kapp- ingarárið. Sum úrslitini lag- aðu seg um vikuskiftið, hevur TB í øllum førum fingið ein nýggjan møgu- leika, og avrikið móti NSÍ kundi bent á, at talan bert var um ein av teimum ringu døgunum, tá TB vitjaði í Fuglafirði. Trýstu nógv Meðan bæði Skála og ÍF settu nevnliga stig til hetta vikuskiftið, og við einum knúsandi sigri á runavík- ingum, slapp TB sær sam- stundis nærum undir liðina á kappingarneytunum. Ivi var ongan tíð um úrs- litið, tá dystast varð sunnu- dagin. Frá fyrsta bríkslið setti TB stórt trýst á NSÍ málið, og tað heldur ikki leingi, áðrenn hetta gav úrs- lit, tí stóri vísarin hevði ikki verið meira enn eina ferð runt, áðrenn Sasja Rado- savlievic hevði sent bóltin í meskarnar. Runavíkingar høvdu ann- ars eitt rættiliga væl mann- að lið við sær til Tvøroyri, men sum skilst, so hjálpti hetta lítið móti tí ágrýtni í tí sigursvilja, sum tvørámenn løgdu í dystin. Vagnur Nolsøe og Einar Petersen syrgdu eisini við hvør sín- um máli fyri, at dysturin so at siga var avgjørdur, longu áðrenn Dánjal Hansen minkaði um munin fyri steðgin. Trý brotsspørk Í tølum gjørdist seinni hálvleikur álíkur tí fyrra, tí her fingu tvørámenn eisini trý mál, meðan runavíking- ar aftur fingu eitt. Mest merkisvert var tó, at øll trý málini hjá tvørá- monnum her komu eftir brotsspark, men líka munnu tey á Tvøroyri leggja í tað. Liðið hevur ikki á nakran hátt vunnið seg upp í bestu deildina enn, men sigurin á NSÍ syrgdi fyri, at TB nú aftur hevur eitt orð at skula sagt, og ikki minst munnu tey fegnast um avrikið, sum veruliga sýndi, at stórtapið fyri ÍF var meira átøkt ein- um stórum mistaki. TB-NSÍ 6-2 (3-1) 1-0: Sasja Radosavlievic 2-0: Vagnur Nolsøe 3-0: Einar Petersen 3-1: Dánjal Hansen 4-1: Zoran Mancic 5-1: Zoran Mancic 5-2: Mortan Hansen 6-2: Rasmus Nolsø TB-NSÍ 6-2 (3-1): TB er við aftur 19