týsdagur 4. september 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 5. september 2001
19
Aktivitetirnir í sambandi við vitjanina hjá
danska bridgeskrivaranum og –spælaranum,
Svend Novrup, hava verið nógvir, og ymsu til-
tøkini hava eisini verið sera væl vitjað. Niðan-
fyri greiðir Svend sjálvur frá, hvussu gekst, tá
opin parakapping varð hildin sunnudagin
BRIDGE
Svend Novrup
Fredag og lørdag deltog 26 i kursuset for viderekomne
spillere, og ikke mindre end 27 par dukkede op, da der var
indbudt til åben parturnering i Bridgehuset søndag.
De blev inddelt i tre rækker med fælles opgørelse, men
kåring af vindere i de tre rækker for sig. Bedst samlet blev
Høgni Jacobsen – Eyðun Antoniussen, som vandt den gule
række med 324 p foran Per Karlsberg - Danjal Pauli Mohr
317 og Arnbjørn Sivertsen - Hans Jakup Petersen 265
(middel 270).
I den hvide række blev sejren delt mellem Hanus Bær-
entsen - Simon Hansen og Finn Ougaard - Svend Novrup
303 foran Arni Dam - Carl Mikkelsen 296, mens sejren i
den blå række gik til Jogvan Nolsøe - Jakup i Gerðinum
300 foran Dia Jacobsen - Peter Sigurd Rasmussen 287 og
Jogvan Ranghamar - Sigmund Dam 282
Mandag og tirsdag afsluttes programmet med to aften-
ers systemdiskussion med rutinerede spillere, der vil have
deres systemkort checket og have inspiration til, hvorledes
de evt. bliver endnu skarpere.
Flotte spil
Standarden var høj i søndagens turnering, hvilket der var
mange eksempler på. Fx blev den overtegnede udsat for
regulær mishandling af Hanus Bærentsen - Simon Han-
sen, der sad Ø-V på dette spil, hvor mange spilførere
havde fået lov til at tage 10 stik i 3UT, men der blev ikki
givet nogle chancer og jeg måtte ..... fire ned!
Nord. Ø-V
Sp EKB
Hj D64
Ru EB932
Kl DB
Sp 7432
Sp 986
Hj 93
Hj KB1072
Ru 75
Ru KD10
Kl K10875
Kl 32
Sp D105
Hj E85
Ru 864
Kl E964
Vest
Nord
Øst
Syd
1 Ru
1 Hj
1 UT
pas
3 UT
pas
pas
pas
Simon Hansen som Vest spillede Hj 9 ud, som Syd var
nødt til at stikke i håb om, at ruderne ville arte sig, og Hj
D ville være beskyttet, hvis Øst spillede hjerter. I stik to
løb Ru 8 til Ru D(!), og Hanus Bærentsen skiftede til klør.
Syd stak med esset i håb om, at ruderfarven sad, som Ru
K antydede, men da han kneb med Ru 9, kunne Øst stikke
med Ru 10. Klør til Vests Kl K, og Vest trak omhyggeligt
også Kl 10, før han spillede hjerter gennem Hj D, så Øst
kunne tage fire hjerterstik. med fire hjerter-, to ruder- og
to klørstik gik kontrakten fire ned. En næsttop til Bærent-
sen - Hansen. Et enkelt Ø-V-par havde sat en UT-kontrakt
tre gange doblet — men det var 6UT!
Finn Ougaard brillerede med et fantasifuldt og vellykket
udspil på spil 25, hvor han sad Vest:
Øst. N-S
Sp DB6
Hj B92
Ru E10
Kl EB974
Sp E9832
Sp K7
Hj 75
Hj 8643
Ru DB85
Ru 96432
Kl K5
Kl 32
Sp 1054
Hj EKD10
Ru K7
Kl D1086
Syd åbnede med 1 Kl, Vest meldte 1 Sp ind, og Nord
sluttede meldingerne med et spring til 3 Kl.
Mange par havde vundet 3 UT på N-Ss kort, og nogle
havde vundet 5 Kl, men Syd kunne være glad for, at han
ikke meldte den sidstnævnte kontrakt, for Finn Ougaard
gik efter at give sin makker en spartrumfning og spillede
derfor Sp 3 ud!! Svend Novrup i Øst kunne vinde med Sp
K, spille farven tilbage til Sp E, hvorefter en spartrumf-
ning holdt Syd i 10 stik og 130. En ren top til Ø-V, da alle
andre havde 11 stik i UT eller klør.
Seinastu vikurnar
hava merktar av upp-
og niðurtúrum hjá
føroyska elitusúkklar-
anum, Rógva Johan-
sen
SÚKKLING
Jákup Mørk
Síðani summarfrítíðin var
av, hevur føroyski súkklar-
in, Rógvi Johansen, tikið
lut í fleiri kappingum. Ym-
iskt er, hvussu hevur ging-
ist hjá Rógva í hesum kapp-
ingum. Onkun tíð hevur
hann ligið væl fyri, men í
eitt nú stóru kappingini,
Fyn rundt, var Rógvi sera
óheppin, tá hann fekk eitt
fløskustativ í bremsurnar,
og tí mátti gevast.
Upp og niður
Sjúka hevur síðani bremsa
Rógva nakað, men seinastu
vikurnar hevur lagið tó ver-
ið betri aftur. Rógvi var
millum annað sera væl við í
Post Cup kappingini í Sorø,
men helst hevði sjúkraleg-
an sett síni spor, tí eftir at
hava sitið í fremstu røð í
170 kilometrar, noyddist
Rógvi at gevast.
Góða ferðin, sum hann
hevði havt fram til tá, við-
førdi tó, at tað var við góð-
um treysti, at Rógvi stillaði
upp til September Cup
kappingina í Herning.
Fullur av sjálvsáliti var
Rógvi frá fyrstan tíð við til
at seta ferðina, saman við
tveimum súkklarum kom
hann eisini í útbrot, tá nak-
að var útliðið.
Óhappinini
síggja
tó
framhaldandi út til at fylgja
Rógva. Í einum svingi bst
hann áhaldsn og gleið á
regnváta vegnum, og úrslit-
ið varð, at hann noyddist
ein túr á sjúkrahúsið.
Tíbetur sýndu kanningar-
nar, at einki er brotið, men
Rógvi sigur sjávlur, at hann
hevur meiðsla sær alla
vinstru síðu rættiliga illa,
og at sum støðan er nú, má
hann bara bíða, til hann aft-
ur er førur fyri at fara upp á
súkkluna.
Tá fer Trevor Francis
at heita á FCK leiðsl-
una um at selja tríggj-
ar spælarar – ein
teirra sigst vera Todi
Jónsson – til Birm-
ingham
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Í gjár segði Todi Jónsson í
blaðnum, at hann einki
meiri hevur hoyrt um tíð-
indini um, at hann er á veg
til Birmingham, enn tað,
sum hevur verið at hoyrt og
sæð í fjølmiðlunum.
Todi Jónsson, sum fegin
ynskir at heilsa kenningun-
um á landsliðnum, ynskja
teimum tillukku við sigri-
num á Luksemborg og
góða eydnu ímóti Russ-
landi,
hevur
framvegis
einki hoyrt, og tað er ikki
so undarligt. Sambært upp-
lýsingum úr Onglandi, so
er einki boð enn farið til
Keypmannahavnar,
men
tað verður eftir øllum at
døma seinni í hesi vikuni:
– Tá dysturin í 1. deild
ímóti Sheffield Wednesday
verður liðugt spældur leyg-
ardagin, fer nevndin í
Birmingham av hava fund.
Tá fer venjarin, Trevor
Francis, at leggja fyri
nevndina uppskotið um at
bjóða upp á tríggjar spælar-
ar hjá FCK. Her er eingin
ivi um, at venjarin fer at fáa
undirtøku fyri hesum, og so
fer Trevor Francis at venda
sær til Niels Christian
Holmstrøm og bjóða upp á
spælararnar.
Hetta segði Colin Calten
mánadagin. Hann er tíð-
indamaður á Birmingham
Evening Post, og hann var
endurgivin í BT í gjár.
Gamal áhugi
Bæði í Danmark og í Ong-
landi verður dúgliga gitt
um, hvørjir teir tríggir
spælararnir eru, sum Birm-
ingham hevur áhuga í. Sum
tíðin er liðin, síðani tíðind-
ini fyrstu ferð komu fram,
verður tað tikið mest sum
fyri givið, at Todi Jónsson
er
álopsspælarin,
sum
Birmingham er áhugað í.
Í donsku pressuni verður
roknað við, at tað ikki er
ein spurningur um lív ella
deyð hjá leiðsluni í FCK,
um Todi heldur fram í
felagnum ella ikki. Donsku
fjølmiðlarnir halda, at um
prísurin verður tann rætti,
so er FCK áhugað at selja
føroyska álopsessið.
Birmingham
venjarin,
Trevor Francis, hevur fleiri
ferðir í august verið og
fylgt við dystunum hjá
FCK. Tær ferðirnar hevur
Todi ikki spælt so nógv við,
tí hann hevur verið skaddur.
Men Trevor Francis hevur
leingi havt gott eyga á
Toda. Longu tá hann var
venjari í Leicester, ætlaði
hann at keypa Toda, sum tá
spældi í Lyngby. Men tað
var av ongum, tí Todi var
hevði verið skaddur og helt
tískil ikki, at venjingarstøð-
an var nóg góð, tá Trevor
Francis vildi hava hann til
Onglands.
Tilboðið kemur leygardagin
Óhappini fylgja Rógva
Støðan restaði
Í blaðnum í gjár var sum vant umrøða av dystunum í aðru deild í
fótbólti. Tíverri viðførdi plástrot, at rúmd varð ikki fyri
stigatalvuni. Niðanfyri prenta vit støðuna eftir 15. umfar
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1
Skála
15
7 - 6 - 2
27
15
12
27
2
ÍF
15
8 - 2 - 5
47
27
20
26
3
B36
15
8 - 2 - 5
35
33
2
26
4
TB
15
7 - 4 - 4
37
31
6
25
5
HB
15
6 - 3 - 6
30
28
2
21
6
Sumba
15
5 - 4 - 6
33
32
1
19
7
NSÍ
15
6 - 1 - 8
27
36
-9
19
8
LÍF
15
4 - 4 - 7
29
34
-5
16
9
KÍ
15
4 - 4 - 7
24
32
-8
16
10
GÍ
15
3 - 4 - 8
19
40
-21
13
27 pør til bridgekapping
19
18
Nr. 170 - 5. september 2001
Eftir at hava sitið
leikbann av sær í
dystinum móti Luks-
emburg, er Øssur
Hansen aftur í lands-
liðshópinum til dyst-
in móti Russlandi,
men sjálvur er Øssur
als ikki vísur í, at
hann fer at byrja inni
mikukvøldið
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Eftir at hann var leikbann-
aður, tá Føroyar vunnu
regndystin móti Luksem-
burg, er Øssur Hansen aftur
tøkur, tá allan Simonsen
skal seta liðið móti Russ-
landi saman.
Fingu einki gjørt
Eftir
venjingina
mána-
kvøldið fingu vit orðið á
Øss, og vit spurdu hann
sjálvandi fyrst, hvussu tað
kendist at vera áskoðari,
meðan vanligu liðfelagarnir
stríddust í illveðrinum.
- Tað var sjálvandi ein
løgin kensla. Eg sat í har á
langsíðuni í gulum olju-
klæðum og hugdi, men
sjálvt um eg gjarna vildi
verið við, so er spurningur-
in, hvønn mun tað hevði
gjørt. Veðrið var jú somikið
vánaligt, at tað stórt sæð
hevði kunnað gjørt tað
sama, hvør var á vøllinum,
tí fótbólt fekst tú so als ikki
spælt. Ikki ein gong Mara-
dona hevði kunna gjørt
nakran mun undir slíkum
umstøðum.
Bíðar spentur
Hóast hann sostatt ikki
tóktist at øvunda liðfeløg-
unum umstøðurnar leygar-
dagin, so ásannaði Øssur
sjálvandi, at tað hevði verið
stuttligt at veri partur í
sigrinum.
Heldur enn at iðra seg um
hetta, valdi hann tó at frøast
um úrslitið, sum hann eisini
segði setti sín dám á stemn-
ingin í hópinum, nú seinna
uppgávan stundaði til. Ein
av spurningunum til hesa er
júst tann, um Øssur – og tað
rokna tey flestu helst við -
sleppur beina leið inn aftur
á liðið, ella um hann í
fyrstu atløgu má taka til
takkar við einum plássi á
beinkinum.
- Nú gjørdu umstøðurnar
tað ógjøgrligt hjá leikarun-
um at spæla fótbólt leygar-
dagin, so avloysararnir á
mínum plássi fingu sum so
ikki møguleika prógvað tað
stóra. Tað er sostatt upp til
mín at prógva undir venj-
ingunum, at eg framvegis
eigi at vera fyrsta val á
plássinum, og sjálvandi
vóni eg at sleppa upp í part.
Hinvegin er hetta nakað,
sum Allan ger av, so vit fáa
at síggja.
Men tú spældi jú á gula
liðinum undir venjingini í
dag. Plagar tað ikki at
vera ein góð ábending um,
hvør fer at byrja inni?
- Tí væl kenda gula lið-
num. Jú tað var eg, men
hatta vóru so tíni orð. Sum
sagt, so er tað venjarin, sum
setir liðið, so eg má bara
bíða í spenningi, sigur ein
smílandi Øssur.
Kennir treytirnar
Øssur telist annars millum
mest royndu leikararnar á
landsliðnum. Tríggjar ferð-
ir áður hevur hann verið
partur av liðnum, tá Føroy-
ar hava tikist við russar, og
tí hevur hann í øllum førum
eitt ávíst innlit í, hvussu
spæliætlanin hjá føroying-
unum væntandi fer at verða
mikudagin.
Spurdur um hetta sigur
Øssur, at ætlanin helst fer at
vera á leið tann sama, sum
hon vanliga er, tá stórar fót-
bóltstjóðir standa hinumeg-
in miðlinjuna.
- Skulu vit hava eitt gott
úrslit, verður tað fyrst og
fremst í verjupartinum, at
hetta verður skapt. Ætlanin
verðu helst á leið hin sama,
sum tá vit spældu í Jugo-
slav-ia. Tað vil siga, at vit
fyrst og fremst mugu ansa
okkum í verjupartinum, og
so vóna, at tað ber til at
skapa nakrar møguleikar í
kontraálopunum,
sigur
Øssur Hansen at enda.
Líkt er til, at einasta
broytingin í mun til
leygardagin verður, at
Øssur Hansen kemur
inn aftur á plássið
sum vinstri vongverji
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Tað var ikki hin knall harða
venjingin, sum Allan Sim-
onsen hevði fyrireikað til
leikarar sínar, tá teir mána-
kvøldið vóru á Tórsvølli,
sum mikudagin leggur gras
til seinna landsdystin ímóti
russum.
Heldur tóktist tað soleið-
is, vøddarnir skuldu hitast
væl og virðiliga upp, og á
tann hátt mykjast við eitt
sindur av løttum bóltspæli.
Hetta var nú kanska heldur
ikki so løgið, tá hugsað
verður um, undir hvørjum
umstøðum
leikararnir
spældu leygardagin.
Tað var av sonnum ein
dystur, sum veruliga seyg
megi úr beinunum hjá leikar-
unum, og tí vildi neyvan
verði skilagott at tveitt leikar-
arnar ígjøgnum nakrar krops-
ligar harðar venjingar beint
undan næstu uppgávuni.
Eru beinini góð?
Hóast tað sostatt kann
hugsast, at fleiri av leikar-
unum á landsliðnum eru
rættiliga moyrir, so tykist
Allan Simonsen ongar ætl-
anir at hava um nakrar stór-
vegis broytingar á liðnum
til mikudagin.
Við seinatsa dupultum-
farinum hjá landsliðnum,
sum var ímóti Sveis og
Jugoslavia, kundi annars
verið upplagt, at landsliðs-
venjarin valdi at seta nakrar
nýggjar leikarar inn. Ta
ferðina segði Allan Simon-
sen eftir stórtapið móti
Jugoslavia, at dysturin móti
Sveis framvegis sat í bein-
unum.
Gula liðið
Hóast talan var um lætta
venjing, so hugnaðu leikar-
arnir sær at enda við at
spæla dyst ímóti hvørjum
øðrum, og hesir dystirnir
undir venjing geva aloftast
eina góða mynd av, hvussu
liðið fer at síggja út til
komandi uppgávuna.
Býtt varð eins og vanligt í
tveir partar, og eins og van-
ligt, so tóktist gula liðið at
vera sett saman av teimum
leikarum, sum fara at byrja
inni á vøllinum, meðan teir
leikarar, sum ongan vest
høvdu, helst mugu taka til
takkar við einum plássi á
beinkinum.
Verður hetta so, er líkt til,
at liðið móti Russlandi fer
at síggja soleiðis út: Í máli-
num verður Jákup Mikkel-
sen. Verjan verður sett sam-
an av Óla Johannesen,
Hans Fróða Hansen og Joh-
an Byrial Hansen, og um-
framt teir tríggjar verður
Jens Kristian Hansen helst
eitt slag av bylgjubrótara
framman fyri miðverjuna. Í
borðunum verða Jákup á
Borg og Øssur Hansen,
meðan Fróði Benjaminsen,
Julian Johnsson og John
Petersen fara at manna
miðvøllin. Í álopinum verð-
ur Christian Høgni Jacob-
sen so einsamallur maður,
tó at tað helst er ætlanin, at
serliga John Petersen skal
stuðla upp undir álopspart-
in av miðvøllinum.
Ein skal út
Umframt at venjarin skal
gera av, hvørjir ellivu skulu
byrja á vøllinum, so noyðist
Allan Simonsen eisini at
boða einum leikara frá, at
hesin ikki verður við í hópi-
num til dystin.
Átjan leikarar kunnu vera
í hópinum, men orsakað av
leikbanninum hjá Øssi til
dystin móti Luksemburg,
hevði Allan Simonsen tikið
nítjan leikarar út til báðar
dystirnar.
Tá eingin leikari tykist
útlokaður av skaða, og
einki leikbann ger seg gald-
andi, skal ein leikari sáldast
frá, og tað er væl hugsandi,
at hesin verður ungi klaks-
víkingurin, Hjalgrím Elttør.
Hann
eigur
framvegis
fyrstu minuttirnar á lands-
liðnum til góðar, men hin-
vegin er hann eisini við í
hópinum fyri at læra, og við
unga aldrinum havandi í
huga, er tað ein leikari, sum
framvegis hevur ráð at
bíða, til boð verða eftir sær.
Skal sannføra undir venjingini
- Ikki ein gong Maradona hevði kunna gjørt nakran mun undir slíkum umstøðum, sigur Øssur
um umstøðurnar, sum liðfelagarnir stríddust undir leygardagin
Fáar broytingar
Myndin sýnir føroysku
uppstillingina, soleiðis sum
hon væntandi verður til
dystin mikudagin
Grafikkur: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18