týsdagur 4. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 170 - 5. september 2001
Nr. 170 - 5. september 2001
11
Nýtt felag er stovnað,
sum fer at reka
flakavirkið í Sørvági.
Byrjað verður við
saltfiskaarbeiði, men
ætlandi verður annað
seinni
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Væntandi verður aftur lív í
flakavirkinum í Sørvági ein
av fyrstu døgunum. Nýtt
felag er stovnað, sum hevur
leigað virkið og maskinurn-
ar frá Vesturvón.
Tað er felagið Vestís Sea-
food, sum fer at reka flaka-
virkið í Sørvági, nú tað
verður latið uppaftur. Hetta
er felag, sum leiðslan á
Norðís á Eiði saman við
Vesturvón í Sørvági eigur.
Jóhan Páll Joensen, sum
er annar høvuðspartaeigar-
in í Norðís, sigur, at tað er
felagið Maru Seafood, sum
eigur tveir triðingar av
partapeninginum í Vestís
Seafood, meðan Vesturvón
eigur tann triðja.
Maru Seafood er eisini
felagið aftan fyri flakavirk-
ið Norðís á Eiði. Jóhan Páll
Joensen eigur Maru Sea-
food saman við skyldmann-
inum Jóhan Davidi Joen-
sen. Teir eiga eisini salt-
fiskavirkið
Sammut
í
Klaksvík.
Virkið í Sørvági er í rími-
liga góðum standi, og tí er
lítið at gera við tað, sigur
Jóhan Páll Joensen. Tað var
opið til fyri umleið hálvum
ári síðan, og hann væntar at
fáa góðkenning ein av kom-
andi døgunum, so farast
kann í gongd sum skjótast.
Jóhan Páll Joensen sigur,
at ætlandi verður farið at
arbeiða saltfisk á Vestís
Seafood, nú byrjað verður.
Men seinni verður, um tað
gongst eftir ætlan, eisini
farið at arbeiða fesk fløk
eins og heilan fisk. Hann
nevnir í hesum førinum eitt
nú svartkalva, sum kann
koma upp á tal.
Tað verður ikki sligið so
øgiliga stórt upp beinanveg,
sigur Jóhan Páll. Kanska
fáa tey eini 800-1.000 tons
ella so árliga. Og tað vil so
aftur siga, at tað verður
heldur ikki so øgiliga nógv
fólk til arbeiðis, nú byrjað
verður aftur. Til saltfiskaar-
beiðið væntar hann arbeiði
til eini 12 fólk ella har á
leið.
Vestís Seafood fer á
marknaðin at kappast um at
fáa fisk. Og selt verður eis-
ini á fría marknaðinum.
Jóhan Páll Joensen sigur, at
teir fara at selja saman við
Norðís og Sammut. Tað
liggur í, at har verður sam-
starv allan vegin heldur enn
kapping, sigur hann.
Men hann væntar harða
kapping yvirhøvur á mark-
naðinum. Eftirspurningurin
á heimsmarknaðinum er
stórur, so líkt er til, heldur
Jóhan Páll Joensen, at prís-
irnir fara at halda sær enn
eina tíð.
Hann sigur, at avtalan við
Vesturvón er slík, at hon
gevur góðar vónir til, at tað
skal fara at bera til at reka
eitt flakavirki í Sørvági.
Prinsipielt kann
Vinnumálastýrið taka
undir við at loyva
vinnuligari útbygging
á Gomlu Rætt, um tað
kann gerast innan
fyri verandi fíggjar-
karm hjá Landsverk-
frøðinginum
ÚTBYGGING
Edvard Joensen
Vinnumálastýrið metir ikki,
at nakað forðar fyri vinnu-
ligari útbygging við ferju-
leguna á Gomlu Rætt, verð-
ur sagt í brævi til Lands-
verkfrøðingin í samband
við umsóknina frá Hólma-
laksi um útbygging á
Gomlu Rætt.
Í blaðnum í gjár varð sagt
frá, at Hólmalaks í meira
enn eitt ár hevur bíðað eftir
svari upp á umsókn um
útbygging á økinum við
ferjuleguna á Gomlu Rætt.
Hóast umsókn er send
myndugleikunum í mai
mánaða í fjør, er enn einki
endaligt svar komið, segði
Jens
Reinert,
stjóri
á
Hólmalaksi við Sosialin í
gjár.
Brævaskifti hevur verið
millum Hólmalaks, Lands-
verkfrøðingin og Vinnu-
málastýrið um, hvørt tað
ber til at byggja út til
vinnuligt endamál við eina
almenna samferðsluhavn.
Landsverkfrøðingurin
vildi hava at vita frá Vinnu-
málastýrinum, um tað er
politiskur vilji til at reka
vinnuligt virksemi við eina
almenna ferjuhavn.
Tað hevur Vinnumála-
stýrið svarað Landsverk-
frøðinginum aftur upp á í
skrivi dagfest tann 29. mai í
ár, har millum annað verður
sagt soleiðis:
»Vinnumálastýrið skal
boða frá, at tað prinsipielt
kann taka undir við at loyva
vinnuligum
virksemi
á
havnarlagnum,
um
tað
møguliga eyka arbeiði, ið
stendst av hesum, kann ger-
ast innan fyri verandi fíggj-
arkarm hjá stovninum, og
um Strandfaraskip Lands-
ins kann taka undir við
ætlanini. Havnin á Gomlu
Rætt er fyrst og fremst ætl-
að sum samferðsluhavn,
men um vinnuligt virksemi
á havnarlagnum ikki nervar
samferðsluviðurskiftini,
sær Vinnumálastýrið onga
orsøk til at nokta hesum.«
Viðari verður sagt í skriv-
inum, at mett verður kortini
ikki, at íløgan í atløgusíðu
verður raðfest á verandi
íløguætlan, eins og tað eis-
ini er lítið sannlíkt, at báta-
brúgvar í havnini verða rað-
festar ovarlaga.
Tað var Kirkjubøar Kom-
muna, sum hevði fyrispurn-
ing um at fáa bátapláss í
havnini á Gomlu Rætt.
Sum skilst á skrivinum
frá
Vinnumálastýrinum,
skal Strandferðslan eisini
inn í málið, áðrenn tað er
endalig avgreitt. Vinnu-
málastýrið vil tryggja sær,
at ein møgulig útbygging
ikki fer at tarna Teistanum.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandfaraskipum Lands-
ins, sigur við Sosialin, at
hann kennir als einki til
hatta
málið
yvirhøvur.
Hann hevur ikki sæð tað á
stovninum, og hevur tí, sum
vera man, onga viðmerking
til tað.
Hóast Vinnumálastýrið
hevur svarað Landsverk-
frøðinginum tann 29. mai,
hevur Hólmalaks einki
frætt aftur um umsóknina,
sum í fyrsta umfari varð
send Kirkjubøar Kommunu
tann 19. mai í fjør.
Tað metir felagið ikki
vera nøktandi og rykkir tí-
skil
Landsverkfrøðingin
eftir svari í brævi, sum sent
er tann 16. august í ár, har
millum annað verður víst á,
at felagið Hólmalaks hevur
fingið fígging til verkætl-
anina á Gomlu Rætt longu í
juni 1999.
Flakavirkið í Sørvági letur uppaftur
Útbygging á Gomlu Rætt kann loyvast
Eftir at gólvið hevur verið
turt síðan einaferð í vár,
verður nú væntandi arbeiði
aftur á flakavirkinum í
Sørvági fyrsta dagin
Vinnumálastýrið metir ikki, at nakað forðar fyri vinnuligari útbygging á Gomlu Rætt. Men pengar eru eingir til slíka útbygging
sum er
Mynd: Álvur Haraldsen
Mikudagin 22. august
staðfesti Statoil ein
oljuleka í einum av
rørunum á bryggjuni
í Havn. Umfatandi
oljudálking hevur
verið á Havnarvág
seinastu tíðina, og ein
partur av dálkingini
stavar frá hesum
lekanum
DÁLKING
Stefan í Skorini
Býráðslimir í Tórshavn
hava seinastu tíðina gramt
seg í fjølmiðlunum um, at
oljudálking hevur verið á
Havnarvág. Ein partur av
hesari dálking stavar frá
einum oljuleka hjá Statoil.
Niels
Juel
Nattestad,
stjóri á Statoil, váttar fyri
Sosialinum, at felagið hev-
ur havt ein leka á einum
røri. Hann sigur, at hesin
lekin var staðfestur miku-
dagin 22. august, og stig
vórðu tikin til at steðga lek-
anum.
– Rørið var beinanvegin
tømt, og vit sendu ein
froskmann niður at kanna
lekan. Harumframt legði
sløkkiliðið eina oljusperru
út, so oljan ikki skuldi
breiða seg meira, sigur
stjórin á Statoil.
Rørið, sum talan er um,
er eitt importrør, sum verð-
ur nýtt at taka olju inn við.
Nýtt rør verður lagt ein av
komandi døgunum.
Vita ikki hvussu leingi
Stjórin dugir ikki at siga,
hvussu leingi olja er likin á
sjógv, men hann sigur, at
talan er um ein lítlan leka.
Lekin var einar tjúgu
metrar frá sjónum, og tá
rørið er undir jørð, sæst
lekin ikki beinanvegin. Nú
er rørið grivið upp, og lekin
skal tettast.
– Tað er altíð ein fyri-
munur
at
hava
rørini
omaná, men í hesum før-
inum ber tað ikki til, tí rør-
ini kunnu ikki liggja á
bryggjuni, sigur Niels Juel
Nattestad.
Tað vóru menn, sum
løgdu merki til, at olja
bráaði við bryggjukantin,
og tað var soleiðis, at funn-
ið varð fram til oljulekan.
Í størsta álvara
Stór oljudálking hevur ver-
ið á Havnarvág seinastu
tíðina, og tí taka býráðs-
limir trupulleikan í størsta
álvara. Schumann Hjaltalin
sigur í samrøðu við blaðið í
dag, at hann hevur skotið
upp at seta á stovn eina um-
hvørvisdeild undir býráðn-
um, sum skal taka sær av
slíkum dálkingum.
Heimaforbundið hjá Frel-
sunarherinum byrjar nú aft-
ur eftir summarsteðgin.
Byrjað verður aftur í Tórs-
havn hósdagin 6. septem-
ber klokkan 20.00.
Tá bjóðar Frelsunarher-
urin øllum til eina hugna-
løtu saman við nýggju leið-
arunum fyri Vág og Tórs-
havn. Teir eru Majorarnir
Elisabeth og Sámal Jákup
Joensen, og tey fara at
syngja og at hava andakt.
Slagorðið hjá Heimafor-
bundinum er »Kristus inn í
hvørt heim«.
Heimaforbundið er ein
kvinnufelagsskapur
hjá
Frelsunarherinum.
For-
bundið fór undir virki sítt í
Føroyum í 1930, og tað
virkar í dag í Vági og í
Tórshavn.
INNBROT
Stefan í Skorini
Sunnunáttina vóru tvey
innbrot framd í Vági hvørt
eftir
annað.
Løgreglan
heldur, at tað eru somu
gerningsmenn, sum talan er
um.
Eitt innbrot var í Shell-
støðini á Bakka, har menn
fóru avstað við 1.000 krón-
um. Hitt innbrotið var í
krambúðini á Gørðunum.
Har brutu teir seg inn
gjøgnum hurðina í kjallar-
anum, og sluppu sær síðani
uppá.
Gerningsmenninir hava
leitað eftir peningi á skriv-
stovuni, men hava ikki
funnið stórvegis at taka við
sær, tí enn ber ikki til at
staðfesta, um nakað er tik-
ið. Eingin hevur verið í
sjálvum handlinum.
Løgreglan í Suðuroy sig-
ur, at hon hevur onkrar
ábendingar at ganga eftir
uttan at siga, hvat hesar
innibera. Hon dugir hinveg-
in ikki at siga, um talan er
um fleiri innbrotstjóvar ella
ein einstakan.
LEITING
Stefan í Skorini
Bjargingarliðini eru giv-
in við at leita á sjónum
eftir 70 ára gamla Óla
Dam. Leitað hevur verið
í fleiri dagar á sjónum,
men uttan úrslit.
Brimil og Tjaldrið
hava leitað um allan
fjørðin saman við Vakt-
ar- og Bjargingartænast-
uni og bjargingarfeløg-
um uttan at finna mann-
in. Løgreglan hevur leit-
að við hundum á landi.
Hóast leitingin á sjón-
um er steðgað, so fara
fólk regluliga at ganga
framvið sjóvarmálanum
fyri at vita, um maðurin
er skolaður uppaftur.
Leitingin á sjógvi
er steðgað
Statoil havt oljuleka
INNBROT
Stefan í Skorini
Sunnunáttina var innbrot í
læknahølunum hjá Andori
Ellefsen og Kaj Kallsberg í
Jónas Broncksgøtu.
Líkt er til at gernings-
maðurin hevur leitað eftir
rúsandi evnum, men enn
ber ikki til at staðfesta, um
maðurin hevur fingið nak-
að stórvegis við sær. Inn-
brótarin hevur tó leitað væl
og virðiliga í hølunum hjá
Andori Ellefsen, verður
sagt av kriminaldeildini.
Gerningsmaðurin
er
sloppin inn ígjøgnum høv-
uðsinngongdina, sum hann
hevur brotið upp, og síðani
hevur hann brotið seg
ígjøgnum næstu hurðina.
Løgreglan sigur, at tað er
ikki líkt til, at maðurin hev-
ur fingið nakað serligt
burturúr innbrotinum.
Oljufelagið Statoil hevur
havt ein oljuleka, og ein
partur av umfatandi
oljudálkingini á Havnarvág
stavar óivað haðani
Innbrot í læknahølum
Heimaforbundið byrjar aftur
Innbrot í Vági:
Løgreglan hevur spor
C
M
Y
K
11
10