fríggjadagur 3. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 44 - 3. mars 2000
Hósdagur 9. mars • Hósdagur 9. mars • Hósdagur 9. mars
Hósdagur 9. mars
7.00 Tíðindi
7.03 Morgunlestur -
Kjartan Mørkøre í
Havn lesur
7.15 Barnaløtan - Jonna
og Katrin leggja til
rættis
7.30 Tíðindi
7.35 Góðan Morgun
Føroyar - Kári Olsen
er vertur
8.00 Tíðindi
8.05 Góðan Morgun
Føroyar
9.00 Tíðindi
9.05 Morgunlestur (e) -
Kjartan Mørkøre í
Havn lesur
9.15 Dagsins tónar
9.30 Føroyski fiskivinnu-
býurin í Norður-
jyllandi (e) - Kári
Durhuus og Per
Højgaard leggja til
rættis
10.00 Tíðindi
10.05 Fimleikaløtan - Elna
& Egga skipa fyri.
10.10 Lurtararnir og vit -
Elis Poulsen stílar
fyri
11.00 Tíðindi
11.01 Norðbúgvar í
Amerika (e) - Árni
Joensen skrivar.
Jógvan Arge lesur.
Onnur sending.
11.30 Undir døgurða
12.00 Veðurtíðindi
12.02 Middagstónleikur
12.15 Skráin og lýsingar
12.20 Tíðindini og ítróttur
12.40 Døgurðatónar
13.00 Tónatímin
14.00 Tíðindi
14.01 Fimmarin (e)
15.00 Tíðindi
15.01 Nýtt og gott gamalt
- Høgni Zachariasen
velur løgini
16.00 Tíðindi
16.01 Rokkstovan -
Rasmus Rasmussen
stílar fyri
17.00 Tíðindini
17.05 Geykn - Jóhannes
Miðskarð og Maria
Abrahamsen stíla fyri
18.00 Barnaløtan (e) -
Jonna og Katrin
leggja til rættis
18.25 Skráin og lýsingar
18.30 Tíðindini
19.00 Í grannalagnum -
Hilmar Jan Hansen
leggur til rættis
19.30 Harmonikutónar -
Flóvin Jacobsen
stílar fyri
20.30 Dalurin fagri - 6.
partur av skaldsøgu
eftir Gunnar Hoydal.
Hans Tórgarð lesur.
21.00 Tíðindi
21.05 Vaglið - Ginna
Midjord og Bjarni
Mohr leggja til rættis
23.00 Tíðindi
18.15 Upp á tá 4
18.30 Øskufía 10:26
19.00 Krosskast (e)
20.00 Dagur og Vika við
Grannum okkara
20.50 20. øld 7:12 - ensk
dokumentarrøð
21.45 Krimitímin: Ruth
Rendell: Heart-
stones 2:2
22.35 Ferðafrásøgn:
Ekvador og
Galapagos
23.20 Kvinnurnar hjá
mafiuni - ensk
dokumentar48
00.10 Liðugt
5.00 Børne-hjørnet
med Disney
7.15 TV-shop
8.10 Hvide Løgne
8.35 Alle tiders barne-
pige
9.05 Ricki Lake
10.00 Hun så et mord
10.55 Horton-sagaen
11.45 Horton-sagaen
12.35 Drew Carey
13.05 Sjov og Spas
13.30 Panter-tanter
14.00 Det lille hus på
prærien
14.55 Interne affærer
15.50 Sjov og Spas
16.20 Ricki Lake
17.15 Dagens Nyheder
på TV3
17.30 Alle tiders barne-
pige
18.00 Sabrina - skolens
heks
18.30 Hvide Løgne
19.00 Efterlyst
20.00 Gitte og Camilla i
sneen
20.30 Heksene fra
Warren Manor
21.30 SexOrama
22.00 Alle tiders barne-
pige
22.30 Dagens Nyheder
på TV3
22.40 Drew Carey
23.05 Vore værste år
23.35 I lyst og nød
0.05 Ti tommelfingre
0.35 Monty Pythons
flyvende cirkus
1.10 Ellen
1.35 Caroline, karrieren
og kærligheden
2.05 Hvide Løgne
2.35 Godnat
0.00 World News
0.30 HARDtalk
1.00 News
1.30 Holiday
2.00 News
2.30 The Money Pro-
gramme
3.00 News
3.30 Asia Today
3.45 World Business
Report
4.00 News
4.30 HARDtalk
5.00 News
5.30 How Buildings
Learn
6.00 World News
6.30 Europe Direct
7.00 World News
7.30 HARDtalk
8.00 World News
8.30 The Money Pro-
gramme
9.00 World News
9.30 HARDtalk
10.00 World News
10.30 Holiday
11.00 The World Today
12.30 The Money Pro-
gramme
13.00 World News
13.15 World Business
Report
13.30 The World Today
14.30 How Buildings
Learn
15.00 World News
15.30 HARDtalk
16.00 World News
16.30 The Money
Programme
17.00 World News
17.15 World Business
Report
17.30 Talking Movies
18.00 World News
18.35 World Business
Report
0.00 TLZ: »The Ameri-
can Dream – The
Bottom Line«
1.00 TLZ: »Mad about
Music«
1.30 TLZ: »Artifax«
2.00 TLZ: »A Source of
Inspiration«
2.30 TLZ: »Empower-
ment«
3.00 TLZ: »News and
the Democratic
Agenda«
3.30 TLZ: »Playing
Safe«
4.00 TLZ: »Le Cafe des
Reves«
4.20 TLZ: »Jeunes
Francophones –
Les Media«
4.40 TLZ: »Jeunes
Francophones – Je
t’aime«
5.00 TLZ: »The Busi-
ness – The Laun-
drymen«
5.30 TLZ: »Ozmo
English Show«
6.00 Noddy: »Noddy and
the Missing Hats«
6.10 William’s Wish
Wellingtons:
»William and
Barksure«
6.15 Playdays: »The
Playground Stop«
6.35 Run the Risk
7.00 The Biz
7.30 Going for a Song
7.55 Style Challenge:
»Tap Dancers«
8.20 Change that
8.45 Kilroy
9.30 EastEnders
10.00 Antiques Road-
show
11.00 TLZ: »Muzzy
Comes Back«
11.30 Ready, Steady,
Cook
12.00 Going for a Song
12.25 Change that
13.00 Style Challenge
13.30 EastEnders
14.00 Gardeners’ World
14.30 Ready, Steady,
Cook
15.00 Noddy: »Noddy and
the Missing Hats«
15.10 William’s Wish
Wellingtons:
»William and
Barksure«
15.15 Playdays: »The
Playground Stop«
15.35 Run the Risk
16.00 The Biz
16.30 Top of the Pops
Plus
17.00 Last of the Summer
Wine: »A Clean
Sweep«
17.30 The Antiques Show
18.00 EastEnders
18.30 Vets in Practice:
»Vets get Married«
19.00 The Brittas Empire:
»Pregnant«
19.30 Blackadder goes
Forth: »Plan E -
General Hospital«
20.00 Casualty
21.00 Absolutely Fabu-
ous: »Jealous«
21.30 Top of the Pops
Plus
21.55 Bright Hair
7.30 Nordic Combined
Skiing
9.00 Live - Biathlon
10.30 Cross-Country
Skiing
11.30 Speed Skiing
12.00 Live - Biathlon
13.45 Live - Cycling
16.00 Biathlon
17.00 Live - Alpine
Skiing
18.00 Biathlon
19.00 Alpine Skiing
19.45 Live - Alpine
Skiing
20.30 Boxing
21.30 Football
23.30 Cycling
0.30 Close
TV3 - Hósdagin
kl. 20.00:
Gitte og
Camilla
i sneen
Í Val Thorens í Frak-
landi fara genturnar
á karaoke-bar, og
her er ikki eitt eyga
turt. Størsta ski-
bumsakollektivið í
Alpunum fær vitjan
av gentunum báðum,
og hetta endar alt í
hvítum ruðuleika.
Camilla roynir eisini
at flúgva yvir fjøllu-
num í heitluftsballón-
um, áðrenn tær
eisini royna luksus
tilveruna á slíkum
ferðum.
9.00 Lættur tónleikur
9.45 Orðið - Bíbliulestur
v/ Anju Hansen
10.00 Kaffi - Morgun-
sending við ymsum
úr bløðunum,
veðurlagnum,
koyrilíkindum,
matarskránni o.ø. -
Sonne Smith leggur
til rættis
11.00 Birgir Beinleiðis -
Beinleiðis sending
við tónleiki og práti.
- Birgir Sondum
leggur til rættis
12.00 Tíðindi
12.15 Middagstónleikur
13.00 Norðlendskur
tónleikur
14.00 A String of Pearls
- Ib Glindemann
and his Orchestra
v/ donskum sangar-
um
15.00 Tíðindi
15.15 Tónleikur
16.00 Seinnapartur - Løtt
innsløg. Smátíðindi.
Tónleikur.
17.00 Barnatímin -
Oddbjørg og Lizzi
leggja til rættis
17.30 Barnasangir
18.00 Tíðindi
18.15 Nátturðatónleikur
19.00 Highway 83 -
Miðlabreytin. - 10.
flokkar í Havn
leggja til rættis.
21.00 Tíðindi
21.15 Tónleikur frá
90’árunum
22.00 Jukebox - Lurtarin
velur løgini. Telefon:
359999, fax 359990
ella E-mail: ras2@
post.olivant.fo
23.00 Orðið (e) - Bíbliu-
lestur v/ Anju
Hansen
13.00 Byrjan – Dagsskrá
13.15 Okkara dagliga
breyð
13.30 Tónleikur
14.00 Brot og bitar (e)
14.30 Norðurlendskur
tónleikur
15.30 Barnaløtan
17.00 Lovsangur
18.00 Bønartænastan
19.00 Sjómanssendingin
»Vitin« (e)
20.00 Barnaløtan (e)
20.30 Okkara dagliga
breyð (e) - Lov-
sangur
21.00 Bønarlinjan v/ ym.
luttakarum
23.00 Vit gevast
18.45 World Sport
19.00 World News
19.30 HARDtalk
20.00 World News
20.30 Earth Report
21.00 World News
21.30 World Business
Report
22.00 World News
22.30 Europe Direct
23.00 World News
23.30 World Business
Report
23.45 Asia Today
TV3 - Hósdagin kl. 20.30:
Heksene fra
Warren Manor
Amerikonsk ræðuraðsending (Charmed)
Náttklubbanum hjá Piper gongst ikki so
væl, og genturnar verða noyddar at biðja
um eitt lán frá einum lokalum vinnulívs-
manni. Leo heldur, at málið málið kann
loysast við at lata bólkin, Dishwalla,
spæla til dans, men limirnir í bólkinum
hava eitt óhugnaligt loyndarmál, sum
systrarnar skjótt finna út av.
TV3 - Hósdagin kl. 21.30:
SexOrama
Erotisk dokumentarsendirøð
Hvussu verður við kærleika og sex í fram-
tíðini? SexOrama roynir at spáa um fram-
tíðar erotiska lívið hjá dønum, tí eru vit á
veg burtur frá erotikkinum, ella gerast vit
betri til hetta, so hvørt sum vit síggja meira
og meira í gerandisdegnum? Er tað nóg
mikið við sex á alnetinum og sjónvarpinum,
har vit síggja onnur spæla sær á lakinum,
ella eru vit í ferð við at drepa neistan?
SexOrama roynir at svara hesum spurn-
ingum, samstundis sum hugt verður at fram-
tíðini.
Viðmerking:
Nakað av tjaki hevur verið í sein-
astuni um frágreiðingina hjá bú-
skaparráðnum. Tjakast hevur ser-
liga verið um uppskotið um fiski-
dagamarknað, meðan hin parturin
av frágreiðingini, sum er um
konjunkturgongdina í løtuni, stórt
sæð ikki hevur verið umrøddur. Í
hesi greinini verður farið eitt sind-
ur inn á analysurnar í konjunktur-
partinum fyri at hyggja nærri at
um niðurstøðan, um at búskapurin
hevur ov nógva ferð, eru røtt.
Frágreiðingin
Niðurstøðan í frágreiðingini frá
búskaparráðnum er tann, at før-
oyski búskapurin hevur ov nógva
ferð og eigur avgjørt at tálmast.
Metingin er serliga gjørd út frá
lønartølum og sethúsaprísunum.
Lønartølini
Á fyrstu síðu í frágreiðingini
stendur: ”Tølini fram til november
1999 góvu ikki nýggjar orsøkir til
at tátta í búskaparliga, men des-
ember lønargjaldingarnar vóru
sera stórar. Um desembertølini eru
brot á ta gongdina, sum var fram
til november, so eigur at vera tátta
í longu tíðliga í vár.” og á síðu 3
stendur: ”Nýggjastu tølini geva
orsøk til álvarsliga at umhugsa at
tátta í búskaparliga”.
Niðurstøðan er sostatt, at sjálvt
um tølini fram til november ikki
geva nakra orsøk til at tátta í, so
vóru desember lønargjaldingarnar
so stórar, at tað eigur at vera tátta
í búskaparliga. Tað átti at verið
óneyðugt at sagt, at eingin analysa
má taka støði í einum einstøkum
mánaði. Sjálvsagt eigur tú at
hyggja eftir einum samlaðum
tíðarskeiði, fyri at meta um
gongdina. Serliga í einum lítlum
samfelagið eigur eingin mánaður
at standa fyri seg sjálvan, tí
sveiggini frá einum mánað til
annan eru so stór.
Harumframt eru Føroyar eitt
fiskivinnusamfelag, har avreiðing-
arnar og harvið lønargjaldingarnar
kunnu vera stórar ein mánað, fyri
so at vera minni næsta mánað. At
enda er talan um desember mánað,
jólamánaðin, har handlarnir taka
eyka arbeiðsmegi inn í sambandi
við jólasøluna.
Um nakað, so átti búskaparráðið
at sagt, at desember mánaður er
so øðrvísi, at einki haldfast kann
sigast út frá hesum og tí síggja vit
burtur frá lønargjaldingunum í
desember. Harvið hevði niður-
støðan verið — og vit endurtaka
sitatið frá fyrr av: ”Tølini fram til
november 1999 góvu ikki nýggjar
orsøkir til at tátta í búskaparliga.”
Hetta er ein heilt onnur niður-
støða enn tann búskaparráðið
sjálvt kemur við í frágreiðingini,
og sum verður endurtikin ferð eftir
ferð í frágreiðingini.
Sethúsaprísirnir
Eitt annað, sum búskaparráðið
nýtir til at rættvísgera niðurstøð-
una við, eru tølini fyri sethúsa-
prísirnar. Á fyrstu síðu stendur:
”Arbeiðsloysið minkar framvegis,
og í summum vinnum eru nú tekin
um fløskuhálsar. Í byggivinnuni
er til dømis sera nógv virksemi,
og hetta sæst aftur í húsaprísunum,
sum eru hækkaðir nógv seinasta
árið.”
Analytiskt er tað ikki rætt at
siga, at tað er tað stóra virksemi í
byggivinnuni, sum fær húsaprís-
irnar at hækka. Sjálvandi er tað
ikki so tað hongur saman. Tað er
tann økti eftirspurningurin eftir
húsum, sum fær húsaprísin at
hækka og sami eftirspurningur
setur gongd á sethúsabyggingina
og harvið økist virksemi í byggi-
vinnuni.
Sambært sitatinum omanfyri er
mest álvarsami fløskuhálsur vant-
andi arbeiðsmegi innan byggi-
vinnuna. Eg eri samdur í hesum.
Hetta er nakað tú sært aftur í øllum
londum, at byggivinnan hevur ilt
við at fáa nokk av arbeiðsmegi í
einum hákonjunkturi og tí fært tú
fløskuhálsar. Spurningurin er bert
um fløskuhálsurin er veruligur, t.e.
um tað veruliga er mangul á ar-
beiðsmegi innan byggivinnuna.
Á myndini á síðu 9 í frágreið-
ingini sæst gongdin á sethúsaprísi-
num í Tórshavn og fyri alt landið.
Ongin ivi er um, at sethúsaprísurin
í Tórshavn er vaksin munandi
meriri enn meðalprísurin fyri alt
landið. Hetta kemst av at flytingin
inn í landið eftir kreppuna hevur
mest verið til Tórshavn og tískil
er eftirspurningurin eftir íbúðum
í Tórshavn vaksin nógv og harvið
er sethúsaprísurin og sethúsa-
byggingin í Tórshavn vaksin.
Talan er sostatt um ein lokalan
fløskuháls og ikki um ein fløsku-
háls fyri alt landið.
Fløskuhálsurin kann tó vera
álvarsamur, sjálvt um hann bert
er í Tórshavn. Tórshavn er hóast
alt ein sera stórur partur av bú-
skapinum. Um vit hyggja nærri
eftir myndini yvir sethúsaprísirnar
sæst, at prísurin als ikki er øktur
serliga nógv seinastu trý árini.
Heldur er talan um, at hann er
komin upp á eina príslegu og sær
ikki út til at broytast stórvegis
framyvir. Hetta samsvarar ikki væl
við at búskapurin skal vera komin
inn í eina yvirupphiting.
Vit kunnu eisini spyrja hvat tað
er fyri ein príslega vit eru komin
upp á. Við at samanlíkna við prísin
í 80’unum sæst at støðið er nakað
tað sama sum í 1986-87, tvs. áðr-
enn búskapurin bleiv heilt heitur í
endanum av 80’unum. Um vit nú
taka hædd fyri at eisini sethúsa-
prísurin hevur eina ”inflatión” í
sær, soleiðis at vit siga at set-
húsaprísurin skal hava loyvi at
hækka eini 2,5 % um árið, sum er
lægri enn tað sum prísvøksturin
hevur verið seinastu árini, so er
sethúsaprísurin í dag lægri enn
hann var í 1985. Tvs. at sjálvt um
eftirspurningurin eftir húsum er
øktur munandi seinastu árini, so
er prísurin í dag enn lægri enn
hann var í 1985. Neyvan kann
sigast at sethúsaprísurin gevur tek-
in um at búskapurin er yvirupp-
hitaður.
Skatturin
Skatta- og avgjaldshækkingar
verða nevndar sum eitt amboð, ið
kann nýtast til at tálma vøksturin
við. Á síðu 3 stendur:
”Í evsta føri kann geast neyðugt
við skatta- og avgjaldshækking-
um. Hetta er ein loysn, sum lands-
stýrið eftir ráðsins tykki, so vítt
møguligt ikki skal nýta, tí skatta-
trýstið er eisini við til at skapa
lønartrýst og prísvøkstur og harvið
versnandi kappingarføri. Gene-
rellar skatta- og avgjaldshækking-
ar raka helst fyrst og fremst inn-
flutningin, heldur enn virksemið í
Føroyum, og eru tí ikki so mál-
rættað móti at linka trýstið á ar-
beiðsmarknaðinum.”
Um ein skattahækking ikki er
við til at linka trýstið á arbeiðs-
marknaðinum, men í staðin er við
at økja um lønartrýstið, hví so ikki
gjøgnumføra ein ordiliga skatta-
lækking??? Hetta hevði jú ikki
ávirka arbeiðsmarknaðin, men
hevði minkað munandi um lønar-
Hvussu heitur er føroyski búskapurin
trýstið, soleiðis at kappingarførið
hevði blivi munandi betur.
Hetta sigi eg í skemti, tí tað er
eyðsæð at samanhangurin ikki er
so sum búskaparráðið sigur. Um
skatturin hækkar, minkar inntøkan
hjá fólki og harvið minkar eftir-
spurningurin í samfelagnum.
Hetta hevur sjálvsagt árin á ar-
beiðsmarknaðin, soleiðis at lønar-
trýstið minkar og ikki økist. Av tí
at inntøkan hjá fólki minkar, so
eru møguleikarnir fyri at fáa fígg-
ing til íløgur í vinnulívið verri, og
íløguhugurin minkar, tískil gerst
kappingarførið verri tá skatturin
hækkar.
Annars er tað óhugnaligt at lesa
á síðu 3: ”Niðanfyri eru nevnd
nøkur strukturell tiltøk, sum lands-
stýrið undir øllum umstøðum
eigur at fremja uttan mun til
gongdina, men sum helst eiga at
verða framskundað, soleiðis sum
gongdin er í løtuni. Um vøksturin
stendur við, so verður helst eisini
neyðugt at útskjóta og toyggja al-
mennar íløgur.” Eg kundi ikki lata
vera við at lesa tað øðrvísi enn so,
at um ein rest av búskaparvøkstri
er eftir, aftaná øll hini tiltøkini, so
er neyðugt at gera eitthvørt afturat
fyri at tryggja okkum at eingin
vøkstur verður eftir. Vanliga royna
búskaparfrøðingar at finna út av
hvussu vit kunnu tryggja okkum
so høgan búskaparvøkstur sum
gjørligt, og ikki royna at finna út
av hvussu vit kunnu beina fyri
vøkstrinum.
Arbeiðsloysi
At enda vil eg knýta eina viðmerk-
ing til umrøðuna av arbeiðsloysi-
num í frágreiðingini. Á síðu 8
stendur, at arbeiðsloysið nú er um-
leið 6% og tískil er arbeiðsloysið
næstan burtur.
Eg vóni ikki at vit í Føroyum
gerast nøgd við at hava eitt ar-
beiðsloysi á 6% og samstundis
siga at búskapurin er yvirupphit-
aður. Sjálvandi vil eitt ávíst ar-
beiðsloysi altíð vera í einum bú-
skapi, sum hjálpir fólki, ið eru
vorin arbeiðsleys, men hetta
skuldi gjarna ikki verið heili 6%.
Niðurstøðan
Mín niðurstøða er sostatt, at eg
ikki haldi analysuna hjá búskap-
arráðnum vera nøktandi og hetta
hevur samstundis við sær, at eg
meti at niðurstøðan hjá búskapar-
ráðnum er skeiv.
Búskaparráðið metir at føroyski
búskapurin er yvirupphitaður og
at neyðugt er at tátta í fyri at
fløskuhálsarnir ikki skulu gerast
ov álvarsamir. Eg meti tvørtur-
ímóti, at búskapurin hevur ikki ov
nógva ferð sum støðan er í dag,
men er farin frá at vera øskukaldur
til at hava ein ávísan temperatur.
Hervið meini eg eisini, at tað ikki
er neyðugt at fremja tiltøk, sum
avmarka búskaparvøksturin.
Sjálvandi eiga vit altíð at ansa
eftir at búskapurin ikki verður
yvirupphitaður, og tí skal henda
viðmerkingin frá mær ikki skiljast
so, at eg meini at vit bara kunnu
gera akkurát sum vit vilja í løtuni
og gera allar tær íløgurnar vit hava
hug til. Sjálvandi skulu vit ansa
okkum og spjaða íløgurnar yvir
eitt ávíst áramál.
Magni Laksáfoss
Búskaparfrøðingur.
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, heldur, at Búskaparráðið kemur
til skeivar niðurstøðu í seinastu frágreiðing síni. Hetta gera teir, tí
analysurnar hjá teimum eru ikki nøtkandi
– Analytiskt er
tað ikki rætt at
siga, at tað er
tað stóra virk-
semi í byggi-
vinnuni, sum
fær húsaprís-
irnar at hækka.
Tað er tann økti
eftirspurn-
ingurin eftir
húsum, sum
fær húsaprísin
at hækka og
sami eftir-
spurningur
setur gongd á
sethúsabygg-
ingina og har-
við økist virk-
semi í byggi-
vinnuni. sigur
Magni Laksá-
foss, búskapar-
frøðingur