Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 Varaleiðari Á stovninum Rókin undir Almanna- og Heilsumálastýrinum er eitt starv sum vara- leiðari leyst at søkja frá 1. apríl 2000. Talan er um fulltíðarstarv sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Peda- gogfelag, lønt í lønarflokki 20 + viðbót. Bert fólk við pedagogútbúgving kunnu søkja starvið. Rókin er ein bústovnur fyri børn og ung við atferðartrupulleikum. Tað verður væntað av varaleiðaranum, at viðkomandi kann skapa trivna, kann átaka sær nýggjar pedagogiskar avbjóðingar, kann samstarva, hevur hugflog, kann seta greiðar linjur og er førur fyri at yvirtaka uppgávur fyristøðufólksins, tá hesin er burt- urstaddur. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til fyristøðufólkið á tlf. 318914. Skrivlig umsókn við prógvi, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20. mars. Rókin Garðsgøta 31 • 160 Argir Barnagarðurin á Velbastað søkir eftir einum pedagogi 30 tímar um vikuna at byrja 1. apríl. Eisini verður søkt eftir pedagogum at byrja 1. august ella eftir avtalu. Arbeiðstíð: 30–40 tímar um vikuna. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sátt- málan millum Føroya Landsstýri og Føroya Pedagogfelag. Til starvið, sum verður sett 1. apríl, skulu skrivligar umsóknir vera barnagarðinum í hendi í seinasta lagi 20. mars. Barnagarðurin hevur eina vøggustovu við 10 plássum til børn millum 0 og 3 ár og eina barnagarðsstovu við 20 plássum til børn millum 3 og 8 ár. Opið er frá kl. 7.30 til 17.30. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til barnagarðin. Barnagarðurin á Velbastað 176 Velbastað • tlf. 328121 • fax 328077 teldupostur: velbarn@post.olivant.fo Hagstova Føroya Á Hagstovuni er eitt starv sum fulltrúi leyst at søkja Starvsinnihaldið Í høvuðsheitum er uppgávan at arbeiða við vinnuligum og øðrum búskaparligum hag- tølum, sum liggja til grund undir ymsum uppgerðum. Eitt nú til uppgerð av tjóðarroknskapi gera vit sonevndar deildarroknskapir fyri allar pri- vatar vinnur, kommunurnar sum heild, landskassan og donsku statspartarnar í Føroyum. Starvið verður serliga at vera við í arbeiðinum við hesum deildarroknskapum, men kann saktans umfata aðrar hagtals- uppgerðir í sambandi við búskapin annars. Persónurin og útbúgvingin Brúk er tí fyri einum fólki við góðum innliti í roknskaparviðurskifti og skili fyri samfelags- búskapi, sum dugir at arbeiða við mest van- ligu telduforritum og sum ikki óttast at fara í holt við forriting. Tað er ein fyrimunur at kenna eitt sindur til forriting í SQL ella øðr- um forritingarmáli, men ikki eitt krav kortini. Hóast tað krevst at tú sjálvstøðugt ert førur fyri at loysa uppgávurnar tú fert at sita við, fert tú at hava tætt samstarv við aðrar bú- skaparfrøðingar, teldufyrisiting og skriv- stovufólk á stovninum. Til starvið krevst útbúgving sum cand.polit., cand.oecon., cand.merc. ella bachelor út- búgving í búskaparligum/fíggjarligum læru- greinum. Arbeiðsplássið Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit eisini við í lýsingini av øðrum aktu- ellum viðurskiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit framleiða av vitan og upplýsing er til at kunna borgararnar um, so at ein partur av flestu uppgávum er at hava samskifti við onnur. Løn og treytir annars Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag, og setanarøkið er fyrst og fremst Hagstovan, men eisini Fíggjarmálastýrið í síni heild. Umsóknarfreist og annað Umsóknin skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 15. mars 2000, og starvið skal verða sett so at byrjast kann í seinasta lagi 1. apríl 2000. Nærri fæst at vita um starvið frá Hagstovuni tlf. 352028. Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 23. mars. 2000 kl. 09.00 verður á dómaraskriv- stovuni C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ognina matr. nr. 413, Froðba, (AS 55/1999). Sambært eigaranum er talan um annað av ein- um dupulthúsum. Tað er bert vanligur veggur ímill- um húsini. Húsini hava stoypta grund, og sam- bært tryggingarskjalinum eru húsini av timbri og takið takt við jarni. Sambært ávíkavist tryggingarskjalinum og tingbóksattestini eru sethúsini til víddar 48 m2 og grundstykkið 128 m2. Húsini hava tríggjar hæddir: Kjallari: Óinnrættaður. Miðhæddin: Stova, køkur og ein gongd. Loftshædd: Gongd, toilet og tvey kømur. Á grundøkinum uttan um húsini stendur ein hjallur. Tvingsilssølan er um- biðin av Advokatfelagn- um v/Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 43418- 01), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina, og sum nærri av- tala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsinssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 1. mars 2000 TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 23. mars. 2000 kl. 09.15 verður á dómaraskriv- stovuni C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ognina matr. nr. 1 v, Porkeri, (AS 56/99). Sambært eigaranum, er talan um eini sethús, bygd í november 1983 og eru húsini til støddar 123 m2. Húsini hava 3 hæddir: Kjallari: Óinnrættaður, tó soleiðis, at ein partur av honum er garaga. Miðhædd: Stova, køkur, gongd, wc, hjallur, um- framt eitt rúm. Loftshædd: 4 kømur, ein gongd og wc. Sambært eigaranum hava húsini stoypta grund, veggirnir eru av timbri og takið av stáli. Tvingsilssølan er um- biðin av Advokatfelagn- um v/Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 43465- 01), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina, og sum avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsinssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 1. mars 2000 TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 23. mars. 2000 kl. 09.30 verður á dómaraskriv- stovuni C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ognina matr. nr. 144 s, Trongis- vágur, (AS 54/1999). Sambært tryggingar- skjalinum er talan um eini sethús 134 m2 í kjallara- og stovuhædd, gjørd av betong og takt við harðari tekju. Stovuhædd: Stova, køkur, 3 kømur, 2 gangir, 2 baðirúm, grovkøkur, durur. Kjallarahædd: Fýrrúm, vaskirúm og 1 kjallara- rúm. Garður er stoyptur um ein part av grundøkinum. Tvingsilssølan er um- biðin av Advokatfelagn- um v/Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 43294- 01), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina, og sum nærri av- tala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsinssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 1. mars 2000 TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 23. mars. 2000 kl. 10.15 verður á dómaraskriv- stovuni C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 266 Miðvág, (AS nr. 6/2000). Ognin er í tveimum hæddum, stovuhædd: Kamar, stova, køkur, wc, gongd. Kjallarahæddin: Kjallararúm við oljufýr og brúsu. Stykkið er 294 m2. Húsini eru klødd við plastik og takt við alu- man. Tvingsilssølan er um- biðin av Julionnu Klett, advokati, Bringsnagøta 15, 100 Tórshavn, tlf. 311744, (j. nr. 88.347), sum kann geva nærri upplýsingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Søluuppgerð kann um- biðjast hjá nevnda advo- kati ella hyggjast ígjøg- num á dómaraskrivstov- uni. Føroya Fútarættur, tann 23. feb. 2000 DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Kyrjasteinur Bert níggju ára gamal var tá skip kom niðri frá, stórhending fyri fuglfirðingar segði mangur tá, stórsligin hendan skúta var í eygunum at sjá, í bógnum tvar delfinir skornar, prýddu skútu.svá. Tá eg var fjúrtan ára gamal fór eg fyrsta túr, men havið fult av kavbátum sum lógu upp á lúr, teir søktu heili túsund skip bert hetta eina ár, so sigur søgan okkum nú, ja tíðin hon var svár. Við Kyrjasteini fóru mangir føroyungar til lands, tí ei var lætt hjá monnum við skipum fáa kjans, við Kyrjasteini lastin full við fólkið pakkað var, tó skipið sigldi vanda sjógv, tí eingin gav sar fær. Ein triðing mistu føroyingar av skipaflotanum, av minum ella kavbátum ur loftið flogførum, men millum tey í undan sluppu Kyrjasteinur var, og seinni sigldi mangan brattan hetta stolta farð, Til Seyðisfjarðar Kyrjasteinur førdi manga last, norðan frá til eysturlamdið hevði mangt eitt kast, ørgrinna av sild ta var hon svam øll omaná, og skip ei høvdu tílík tól sum henni søgdu frá. Eg tjúgu ára gamal fór til Grønlands fyrstu ferð, og leiðin gekk við Kyrjasteini millum ís og skerð, vit níggju tjúgu setir høvdu lastin tók ei meir til Ólavsøku náddu vit og gjørdu túrar. fleir. Ein ódnarstorm á suðurlamdið mintist mangur á, maskinkraftin so lítil var, ei sluppu landið frá, at hjálpin tá úr erva kom ivast eingin í, tí um hann ikki blíðkaði, teir bóru ei boð í bíð. Men tíðin fór við Kyrjasteini sum við øllum her, eikin øll nú fúna var, vit vita hvat tað ber, í silvitni á Fuglafitði, eikin sundur stakk, hann ongan góðan átti meir, og Kyrjasteinur sakk. Hans J. Hansen Viðmerking: »Limalisti almennur« Viðmerking til grein í »Krydd« 1. mars 2000 Hesar reglur verða ikki skrivaðar, tí eg havi stórveg- is hug at gera viðmerkingar til lítið virðiligu greinina »Limalisti almennur«, sum stóð at lesa í Krydd miku- dagin 1. mars. Um viðmerkingar skuldu skrivast til allar slíkar grein- ir, sum hetta óhefta blað prentar fyri tíðina, so hevði verið talan um fleiri heil- dagsstørv. Sum limur í Unga Tjóð- veldinum í Suðurstreymi kenni eg meg tó noydda til at kunna limir okkara, um at tað, sum stendur at lesa í Krydd, hevur sera lítið við veruleikan at gera. Limalisti Unga Tjóðveldisins liggur IKKI á Internetinum!!! Hann liggur har ikki nú, hevur ongantíð ligið har og fer heldur iki at gera tað í framtíðini. Tað, sum talan er um í teirri heldur tor- skildu greinini, er, at á heimasíðuni hjá Unga Tjóð- veldinum hevur verið møguleiki at tekna seg sum lim í felagnum, men vit mugu tíverri ásanna, at vit ikki hava tryggjað okkum nóg væl ímóti teldusníkun- um á Dimmalætting. Tað á- taka vit okkum fulla ábyrgd fyri og vóna at tey sum hava teknað seg vilja umbera okkum hetta mistak. Tað fer ikki at endurtaka seg. Teldukøn siga mær, at tað at (dulnevnd) fólk »biksa« soleiðis við heimasíður kann samanberast við, at postmaðurin vendir post- kortinum og lesur tað. Eg haldi greinaskrivarin átti at hugsa seg sera væl um, áðr- enn hann tosar um »ússaligt arbeiði«, men hereftir fara vit at hava í huga hesa óhepnu hending, so einki slíkt kann endurtaka seg. Tað eydnaðist okkum í dag tíverri ikki at fáa orð á blaðstjóran á Krydd, meðan blaðstjórin á Dimmalætting umbar seg við, at hann hevði ikki skilt greinina? Vónandi vilja tey tó rætta hetta mistak og í framtíðini blanda limir okkara uttan- um teirra ríkisfelagsskaps- stríð. Í Havn 1.3.2000 Vegna Unga Tjóðveldið Ragnheiður Bogadóttir Á heimasíðuni eru neyvar upplýsingar um Ráðið fyri Ferðslutrygd, bygnað og viðtøkur, ráðsfundir, starvs- nevnd og limir tess. Harnæst eru spennandi og upplýsandi síður um eitt nú rúsdrekkakoyring, umframt eina ungdómssíðu, har ung- dómurin sjálvur kann gera viðmerkingar til mál í eina ungdómsbók. Eitt spennandi tiltak er ein síða við ferðslutíðind- um, harundir eru tíðinda- skriv, sum verða uppdaterað hvørja viku. Hetta er nakað, sum ger tað lætt hjá bæði einstaklingum og kanska serliga fjølmiðlunum at fylgja við, hvat nýtt hendir á ferðsluøkinum. Nógv rúmd er fyri 0-hug- sjónini, har sera neyvar frá- greiðingar eru um ferðslu og um hvat tiltøkini í 0-hug- sjónini snúgva seg um. Áhugaverd hagtøl og kanningarúrslit eru við hes- um eisini løgd út á Alnótina. Eisini er ein síða um sam- skiftið hjá RFF við skúlar, um undirvísingina og um Ferðslutrygd út á alnótina við nýggjari heimasíðu Ferðslutrygd er komið á Alnótina við sera spennandi heimasíðu Ferðsluring Barnanna, og seinast eru mong sera hent vevmið. Nýggja heimasíðan hjá Ferðslutrygd finst á adressuni www.rff.fo. KETLAR Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkøn fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum MARIA POULSEN & CO Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 -har tað hendir